Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 193 - 9. oktober 2002 Nr. 193 - 9. oktober 2002 11 Í hesum døgum er ein týskur sjónvarps- maður í Føroyum og ger eitt innslag um Føroyar og nakrar føroyskar landsliðs- leikarar til sjónvarps- rásina ZDF. Endamálið er at geva týskarunum eitt innlit í, hvør tað er, sum teirra fótbólts- landslið skal møta í landsdysti mikudagin 16. oktober LANDSLIÐS- FÓTBÓLTUR Solby A. Eliasen Týski sjónvarpsmaðurin Jochen Bouhs frá týsku sjónvarpsrásini ZDF kom til Føroyar fríggjadagin. Hann var í Klaksvík og hugdi at seinasta dystinum í føroysku landskappingini í millum KÍ og NSÍ. Og so helt hann saman við NSÍ- arunum leygarkvøldið og var til silvurveitslu í Runa- vík. Hesar dagarnar, hann hevur verið her, hevur hann fylgt við landliðsleikar-un- um Jákup á Borg og Hjal- grím Elttør í teirra dagliga starvi. Henda dagin skal hann eisini hitta Jens Martin Knudsen í Runa- víkar Kommunuskúla. Hann sigur, at við at fylgja landsliðsleikarunum í teirra størvum, kann hann vísa hyggjarunum, at før- oysku landsliðsleikararnir, sum hava fingið fleiri flott úrslit í altjóða fótbóti, noyðast at hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum. – Og nú vit eru her í Runavík, fari eg sjálvandi eisini at nýta høvi til at tosa við hjálparvenjaran Jógvan Martin Olsen, sigur týski sjónvarpsmaðurin. Innslagið, sum verður sýnt á ZDF seinnapartin sunnudagin, kemur at vara umleið 10 minuttir. Tað verður sýnt sunnudagin, tí at tað er dagin eftir dystin millum Litava og Føroyar og tríggjar dagar, áðrenn dystin móti Týsklandi. – Føroyar eru eitt avbera vakurt og grønt land. Her hevur regnað eitt sindur allatíðina, meðan eg havi verið her. Men eg kann ímynda mær, at tað kann regna meira, sigur hann og leggur aftur at, at hann ringdi til konuna heima í Týsklandi sunnudagin og segði við hana, at tey áttu at komið til Føroyar í feriu næsta summar einaferð, tá Týskland og Føroyar skulu leika landsdyst her. – Kanska ikki í fýra vik- ur, men tvær, skoytir hann skemtandi uppí. Hann hel- dur, at ein fær ov lítið burt- ur úr nøkrum fáum døgum. Tá hugsar hann um, at ein so at siga bert sær megin- økið. Hann sigur, at hann bleiv sera bilsin av, at fleiri av føroyingunum, sum hann hevur hitt, kenna sjónvarps- rásina ZDF, sum hann ar- beiðir fyri. – Tað kemur óivað av, at so nógvar parabolantennur eru í Føroyum, heldur hann. Samstarv við SvF Hann hevur fólk frá Sjón- varpi Føroya at hjálpa sær. Kamera – og ljóðfólkini Bjørg Mohr Anderssen og Hallur Thomsen. Tá Sosialurin hitti hann, var hann staddur á Fiska- marknaði Føroya á Toftum, har tey skuldu taka myndir av bátum, sum landaðu har. – Tað er fyri at geva hyggjarunum hjá okkum eina mynd av vinnulívinum her í Føroyum. Í gjár vóru vit millum annað á Eiði og í Gjógv, og eisini nýttu vit høvi at vitja eina smoltstøð. Við hesum vil eg vísa, at føroyingar leggja stóran dent á at menna tykkara fiskivinnu ístaðin fyri bert at fiska og harvið møguliga tøma allar grunnarar, greið- ir Jochen Bouhs frá. Hann sigur, at hann hevur sett seg í samband við sjón- varpsrásir, sum vísa lands- dystin millum Týskland og Føroyar fyri at vita, um tað er møguligt at seta kostnað- in á rættindunum til dystin niður. – Tað geri eg, tí eg havi fingið nógva og góða hjálp frá mínum føroysku starvs- feløgum í SvF. Men tað er alt á samráðingarstøði enn, og eg havi onki frætt aftur sum er úr Týsklandi. Hann heldur fram, at hann í sínum royndum hev- ur sett seg í samband við aðrar týskar sjónvarpsrásir, sum ZDF deila rættindini til landsdystin við, og heitt á fólk har, sum hann kennir at virka fyri, at minka kostnaðin, so dysturin kann verða vístur í SvF. So verð- ur tað spennandi at vita, um tað fer at eydnast honum. Annars veit Jochen Bouhs ikki so nógv um før- oyskan landsliðsfótbólt, tí enn hevur hann ikki sæð tað føroyska landsliðið leikt. Men hann sigur, at hann fer at síggja landsdystin millum Føroyar og Skot- land á sjónbandi, tá hann kemur aftur til Týskland. Og fer hann tá eisini at síggja landsdystin móti Litava, sum verður sýndur í týskum sjónvarpi. – Tá eg havi sæð teir dystirnar, fari eg at kunna gera onkrar viðmerkingar til landsliðið sum heild, sum eg so kann eisini kann nýta til innslagið sunnu- dagin. Tá vit byrja at práta um sjálvan dystin móti Týsk- landi, og um hvat eitt møguligt úrslit kann fara at verða, er hann ógvuliga varin við at siga nakað, hóast lítil ivi man vera um, hvør fer at vinna tann dystin. – Alt kann henda í fót- bólti – tað hava tykkara landsliðsleikarar prógvað fleiri ferðir. Spyr bara skot- arnar og eysturríkarar, sigur Jochen Boyhs at enda. Hann fer heimaftur til Týsklands í morgin. Týsk rás ger innslag um Føroyar Fyrr í vikuni varð frystitrolarin Fram II seldur einum felag í Namibia SKIPASØLA Eirikur Lindenskov Seinastu góðu tvey árini hevur Fram II ligið upp- lagdur í Klaksvík. Skipið varð bygt í 1975 og er knappar 60 metrar til longdar. Tað er skipsmeklaravirk- ið Maretec á Argjum, sum nú endiliga skipaði fyri søl- uni av skipinum vegna P/F Sea Freeze, ið er ein partur av JFK-Seafood í Klaksvík. Ætlanin hjá nýggja eigar- anum er at gera nakrar ábøtur á skipið, áðrenn siglt verður tann langa túrin til Namibia, sum væntandi kemur at taka einar 3-4 vikur. Skipið skal fiska rossa- makrel og onnur fiskasløg í Namibia og møguliga eisini í Angola. JFK-Seafood keypti upp- runaliga Fram II og frysti- trolarin Pelagos úr Vest- manna vegna veiðuloyvini. Avgjørt varð síðani at selja hesi bæði skipini, og MARETEC skipaði tá eis- ini fyri søluni av Pelagos, sum varð seldur til Mauriti- us fyri tveimum árum sið- ani. Fram II seldur til Namibia Frystitrolarin, Fram II, er nú seldur til Namibia, har hann skal fiska rossamakrel og onnur fiskasløg Týski sjónvarpsmaðurin Jochen Bouhs hevur verið í Føroyum í nakrar dagar fyri at gera eitt innslag um Føroyar og føroyskan landsliðsfótbólt til týsku sjónvarpsrásina ZDF FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hendan dagin, Sosialurin var á tíðindafundi og fram- vísing á Kollafjord Pelagic í síðstu viku, hevði skip verið við makreli. Væl av sild var uppi í makrelinum, og á virkinum stóðu fólk og skiltu sildina burtur úr við hond. Hetta sá eitt sindur undarligt út á einum so framkomnum virki, sum er bygt til at skilja, frysta og pakka 1000 tons um sam- døgnið. Nú er tað ikki altíð, at so stórur íblandingur er av øðrum fiski, men tað er vist, at skal eitt slikt virki arbeiða 1000 tons um sam- døgnið, fáast hesi tonsini ikki ígjøgnum, um skilt verður við hond. Á virkinum fingu vit tó at vita, at arbeitt verður við at loysa henda spurningin, soleiðis at meginparturin av íblandingini verður skildur frá við skiljimaskinum. Meðan vit sóu hetta snotuliga og framkoma virki, kom eg at hugsa um fyrsta túrin við svartkjafta- skipinum, Andriasi í Hvannasundi. Vit royndu suðuri við St. Kilda. Nógv- ur svartkjaftur var at fáa, men nógvur gullaksur var uppi í veiðini. Millum høv- uðspavnarnar har afturi og teir fremru pavnarnar, har skildur fiskur skuldi verið í, stóðu fleiri mans og skiltu gullaksin burtur úr. Hann fór út í pumpurnar og aftur í havið… Nú var alt nýtt umborð á Andriasi í Hvannasundi tá, men linja var til gullaks, og sum vit skiltu, var gullaksur dýrari fiskur tá enn svartkjafturin. Harumframt var gullaksurin nógv størri og kundi tískil givið størri úrtøku. Trupult var at skilja, hví soleiðis varð farið fram. Tað var eisini trupult at skilja, hví skiljimaskinan ikki syrgdi fyri hesi skiljing heldur enn ein partur av manningini. Hugsaði tá við mær, at heldur áttu teir mans, sum stóðu og skiltu gullaksin aftur í havið, at staðið við skerilinjuna og fingið hann til høldar. Á vitjanin í Kollafirði kom eg at hugsa um hesa tíðina. Eingin samanburður skal tó gerast, tí øll kunnu vit fegnast um, at vit nú hava eitt virkið við stórari orku til at skilja, frysta og pakka pelagiskan fisk til matna. Kundi tó hugsað mær, at skiljingin er ein rættiliga stórur og avgerandi partur í eini framleiðslu – ein partur, sum kann avgera, um lítið ella nógv fæst ígjøgnum. Vit hava álit á teimum, sum standa á odda fyri hesi stóru verkætlan, og vit vóna, at hon verður til gagns fyri nótaskipini og alt samfelagið. Atløgusíðan fer at gera tað høgligari hjá Snodd at landa skipini ATLØGUSÍÐA Vilmund Jacobsen Í nøkur ár hevur ein lítil partur av kantinum fram við havnalagnum beint norðanfyri ferjuleguna við Toftagjógv verið stoyptur upp til vatnlinjuna. Hesin kantur hevur tó ikki verið nýtiligur hjá skipum og bátum, tí hann hevur ligið so lágt í sjónum. Økið norður ímóti bryggjuni, har Fiskavirking á Toftum, er, er stórt og asfaltterað, men her er eingin atløgusíða. Nú hevur Nes kommuna so stoypt tann partin upp í vanliga bryggjuhædd, sum hevur ligið í vatnskorpuni. Kommunan bjóðaði hetta arbeiði, sum ikki er serliga umfatandi, út, og tað er fel- agið, J & K. Petersen, sum hevur planerað og stoypt. Tað tók bert fáar dagar. Samlaða atløgusíðan norður úr ferjuleguni er nú einar 25 metrar til longdar. Høgligari hjá Snodd Sum skilst, er eitt av mál- unum við nýggju atløgusíð- uni at gera tað høgligari hjá P/F Snodd, sum eigur nýggja virkið beint norðan- fyri, at landa skipini. Tað er ikki langur teinur frá virk- inum og suður á Fiska- marknaðin, men tá ið ein heil fiskalast skal koyrast norður, verður nógv koyr- ing tilsamans. Nú kunnu skip liggja úr krókinum við ferjuleguna og norðureftir, men treytin er, at Ternan II ikki nýtir rampan, meðan skipið ligg- ur. Fyri Nes kommunu er – kanska – tað keðiliga hent, at nú siglir Ternan II bara ein túr tíðliga um morgunin og so næsta túr aftur um 14-tíðina seinnapartin. Seinasti túrur verður so sigldur longur út á seinna- partin. Áður sigldi hon tveir túrar um morgunin og síðan ikki aftur fyrr enn langt út á seinnapartin. Nú siglir hon mitt á degi og kemur tí at órógva virksem- ið við nýggju atløgusíðuna. Ternan II tekur ikki bilar og farm; tí hevði tað verið ein stórur bati, um hon nýtti landgangin, tá ið hon legg- ur at heldur enn rampan, tí tá kundi hon ligið longur úti á pierinum og ikki inni í molakrókinum, har skipini, sum landa til Snodd, ætl- andi skulu liggja. Toftamenn eru hittinorð- aðir, og longu nú sigst, at onkur hevur »doypt« nýggju atløgusíðuna, »Langelinie«. Hon er ikki long, og tað er kanska júst tí, hon hevur fingið hetta heiti… »Langelinie« stoypt upp í hædd »Langelinie« er ikki long, men hon er tað, hon er Mynd: Vilmund Jacobsen At skilja fisk við hond ella maskinu Á Kollafjord Pelagic skiltu tey sildina frá makrelinum við hond, men sum skilst, verður arbeitt við at fáa hetta arbeiði gjørt við skiljimaskinu Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 11 10