mikudagur 9. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 193 - 9. oktober 2002
Nr. 193 - 9. oktober 2002
13
Tað má verða hart, tá man verður misskiltur av allari
verðini, men kanska eigur man tá at steðga á, um tað
ikki fyriheldur seg øvugt, nevniliga, at man sjálvur
hevur misskilt alla verðina. Um man ikki visti betur, so
kundi tað sæð út sum fullkomið mangul uppá sjálv-
rannsakan, tá man roynir at fáa eitt heilt óproduktivt
stríð um orðadefinitiónir og spæl fyri gallarínum at
síggja út sum størri úrslit enn tey, allir føroyskir fólka-
tingslimir hava avrikað seinastu 25 árini. Ein uttan-
fyristandandi kundi enntá farið so langt sum at sagt, at
hetta var mangul uppá realitetssans og óbeskeðinheit út
um alt mark.
Nú er tað ikki rætt, sum Høgni Hoydal sigur í við-
merking, at vit her á hesum stað altíð eru eftir Tjóð-
veldisflokkinum – tað man valdast um eyguni, sum
síggja. Tá vit so skriva um Tjóðveldisflokkin eitt nú í
samband við samgonguna við Miðflokkin, so er tað tí,
at vit høvdu væntað okkum meir av hesum flokki.
Tá Fólkaflokkurin gerst kreativur við kvotum ella
sendir Landsverkfrøðingar til hús, so eru tað ting, ið vit
altíð vilja átala, men innast inni, so hava vit ongantíð
væntað nakað serligt av hesum flokki, ið altíð hevur
staðið fyri fjálgan av teim fáu. Tá nú Miðflokkurin
luftar sítt trongskygni, so kemur tað ikki óvart á, at
høgrakreftirnar í Fólkaflokkinum tykjast taka undir við
bíbliutulkingarmonopolistunum. Tá Tjóðveldisflokk-
urin við formanninum á odda so situr og bítir alt í seg
fyri at halda krampaktugt fast um heimastýrissam-
gonguna, ið vit hava, so tala vit at. Tað gera vit, tí Tjóð-
veldisflokkurin var ein progressivur flokkur, ið
mangan var ein góður allieraður hjá Javnaðarflokk-
inum, tá tøk skuldu takast á framburðsleið. Hann var
altíð ein góður stuðul, tá mál skuldu yvirtakast og ikki
minst, tá man undir Javnaðarløgmanni fekk sjómarkið
útflutt og fekk yvirtikið undirgrundina. Tjóðveldis-
flokkurin taldist eisini millum verkamannaflokkarnar á
tingi, og var hann eisini ein flokkur, ið borgaði fyri
framburði og vardi minnilutar í samfelagnum. Hvør
minnist ikki markanta profilin hjá flokkinum í málum
viðvíkjandi javnstøðu og kvinnurættindi? Hvussu er í
dag? Er tað løgið, at progressivar kreftir í Føroyum
gerast vónbrotnar, tá Tjóðveldisflokkurin í so stóran
mun letur seg buka uppá pláss av Miðflokkinum og
Fólkaflokkinum?
Ikki eru tað bert oddagreinirnar í Sosialinum, ið hava
at Tjóðveldisflokkinum, hesum viðvíkjandi. Mong eru
tey, ið øtast – eisini í Tjóðveldisflokkinum. Í hesi viku
var ein sera vælskrivað grein av einum skilamanni í
bløðunum, ið hevur svar uppiborið. Hvat sigur
formaður Tjóðveldisfloksins eitt nú til spurningin, um
hann hevur gjørt avtalu við Miðflokkin framman-
undan? Vónandi tekur Tjóðveldisflokkurin gamla
progressiva skinnið um bak aftur og viðgongur, at her
ruggar ikki rætt í Føroyum í dag, tá bíbliutulkingar-
monopolistarnir svinga dirigentpinninum og sam-
gongan dansar til taktina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vit høvdu bara væntað
okkum meira
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Høgni Hoydal
Góði Øssur Dam Jacobsen.
Síggi, at tú hevur eitt
heldur háðandi innlegg í
bløðunum, um fólkatings-
arbeiðið hjá umboði Tjóð-
veldisfloksins. Tú hevur
allan rætt til at finnast at tí
arbeiði, ið verður gjørt á
danatingi. Men grundgev-
ingarnar tykjast mær vera
tiknar úr leysum lofti og
bygdar á fordómar og
skeivleikar.
Hetta kenst næstan sum
at lesa oddagreinir í Sosial-
inum, har ókvæmisorð um
Tjóðveldisflokkin og út-
leggingar av, hvat Tjóð-
veldisflokkurin eigur at
gera og halda, er nærum
einasta politiska evnið.
Løgið kortini, at tú og
Sosialurin ongantíð viðgera
úrslitini av fólkatingsum-
boðanini og politikkinum
hjá tykkara egnu flokkum,
fólkaflokkinum og javnað-
arflokkinum.
Tá tú tosar um knæfall
fyri Nyrupi, so hugsi eg, at
talan má verða um okkurt
slag av sjálvspeii hjá tær
mótvegis
tínum
egna
flokki.
Valskráin hildin til punkt
og prikkar
Tað er beinleiðis skeivt, tá
tú sigur, at Tjóðveldis-
flokkurin ger nakað annað,
enn tað, hann fór til val
uppá.
Tjóðveldisflokkurin fór
til val uppá at vera ein
óheft, fræls og føroysk rødd
á danatingi. Ein rødd fyri
føroyska sjálvstýris- og
fullveldisstríðnum.
Ein
rødd, sum ikki druknaði í
donskum
flokkum
og
donskum partapolitikki.
Endamálið var at nýta
fólkatingsessin sum ein
pall til tess at upplýsa,
kunna um og stríðast fyri
føroyskum tjóðarrættind-
um. Fyri sjálvsavgerðar-
rættinum, ognarrættinum
og málsligu/mentanarligu
rættindunum hjá føroysku
tjóðini. (Um tú hevur hug,
kanst tú fá eitt eintak av
valskrá Tjóðveldisfloksins
til kunningar.)
Hetta endamál er hildið
til fulnar. Ja, til punkt og
prikkar. Norðuratlantsbólk-
urin er skipaður saman við
grønlendsku
fólkatings-
umboðunum, og setning-
urin hjá bólkinum er nær-
um orðarætt tann sami sum
valskrá Tjóðveldisfloksins.
Bólkurin er óheftur av
øllum donskum flokkum og
partapolitikki - og hvør
limur hevur annars sítt fulla
frælsi at reisa tey mál, hann
ynskir. (Sí heimasíðuna
www.nab.fo.)
Valtekniskir bólkar ikki
politisk binding
Longu eftir fólkatingsvalið
gjørdi Norðuratlantsbólk-
urin tekniska valsamgongu
við
andstøðuflokkar
á
fólkatingi um nevndarval.
Hetta er púra sjálvsagt.
Tjóðveldisflokkurin hevur
eisini gjørt tekniska val-
samgongu um nevndarval
við Sambandsflokkin á
Løgtingi fleiri ferðir. Tað
merkir ikki, at nakar er
politiskt heftur av tí og harí
liggur ongin politisk bind-
ing av nøkrum slag. Tað átti
tú at vita, sum fyrrverandi
løgtingslimur.
Nevndarsessir onki
prinsippmál
Henda tekniska valsam-
gonga gav longu í fjør
Norðuratlantsbólkinum
nakrar nevndarsessir. Og
longu tá umhugsaði undir-
ritaði, um gagn fyri føroysk
tjóðarrættindi kundi fáast
burturúr umboðan í týdn-
ingarmiklum nevndum.
Eg helt tó, at vit áttu ikki
at gerast limur í tí serliga
Føroya-bólkinum, tí hann
er eitt slag av "alibii" hjá
donsku stjórnini í føroya-
politikkinum - og við at
gerast limir har, góðtóku vit
henda alibi-politikk.
Viðvíkjandi
øðrum
nevndum áttu vit at bíða og
meta um royndirnar og
støðuna, og tí umboðaðu
grønlendsku
fólkatings-
limirnar okkara bólk í øðr-
um nevndum fyrstu setuna.
Longu fyri jól í fjør,
gjørdi núverandi fólka-
tingsumboðið,
Torbjørn
Jacobsen alment vart við, at
hann helt, at nevndarum-
boðan átti at umhugsast, tí
har kunnu spurningar set-
ast, ráðharrar kallast inn
o.a., sum ikki er so lætt í
fólkatingsalinum. Serliga
varð hugsað um Uttan-
ríkisnevndina, Verjunevnd-
ina og Politiskt-búskapar-
ligu nevndina, har mál
verða viðgjørd, ið burturav
hava við føroysk rættindi at
gera.
Setningurin hildin
Torbjørn Jacobsen hevur nú
tikið avgerð um at fara í
tvær av hesum nevndum.
Tað er hansara suverena val
- bert hann ikki gerst partur
av donskum innanríkis- og
partapolitikki, sum flokk-
urin hevur samtykt.
Eg eri vísur í, at hann
megnar at røkja valsetning
Tjóðveldisfloksins í hesum
arbeiði. Og tað er ein
himmalvíður
munur
á
hesum og at umboða ein
danskan flokk í eini nevnd,
soleiðis sum Lisbeth L.
Petersen hevur valt at gera.
Eg dugi ikki at svara tær
uppá, hví fleiri fjølmiðlar
og tú sjálvur hava lagt hetta
út sum brot á eitt prinsipp
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Meira av skafti enn
seinastu 25 árini
Hesir fyrstu tíggju mán-
aðirnar hava sannført meg
um, at longu nú er meira
komið av skafti á Fólka-
tingi til frama fyri føroysk
áhugamál enn seinastu 25
árini. Uppá 10 mánaðir er
meira kunnað, fleiri fyri-
spurningar og fleiri uppskot
sett fram, enn bæði tey
undanfarnu umboðini settu
fram alt valskeiðið seinast.
Ert tú ósamdur í hesum,
og kanst vísa á úrslitini á
fólkatingi hjá tínum egna
flokki til frama fyri føroysk
rættindi,seinastu 17 árini,
so lurti eg fegin.
Øssur Dam Jacobsen og fólkatingið
SMS
Tíðindaskriv
Komandi leygardag hevur
SMS opið til kl. 17.00.
Upprunaliga skuldi hesi
langi leygardagurin havt
verið 28. september, men
av tí at umbyggingin ikki
var liðug, var loyvi givið
SMS, at flyta til nú leygar-
dagin.
Í hesum sambandi hava
handlarnir í SMS nógv góð
dag- og tímatilboð. Hesi
verða lýst á heimasíðuni
hjá SMS, www.sms.fo, og í
faldarum í húsinum leygar-
dagin.
Langur leygardagur í SMS
Ferðin
Frá móðurlívi úr vøggu
Fram á gólv at grulva
Tey fyrstu fet eg stetlaði har
Ein ferð varð byrjað mín ferð
Ferðin frá vøggu til grøv
Var tað alt? Er tað alt?
Svarið visti eg alla tíðina.
Ferðin er longur enn tað
Eisini í deyðans svøvni
Ferðin røkkur heim í Himmalin
Har seta vit okkum at rinda møðina
Har hvíla vit um ævir glað.
Ferðamaður á tíni lívsins ferð
Far so vakurt og hóvliga har
Treða skalt Himins gøtu smølu
Á tíni jarðarleið snávar ei
Ein er ið ljósins vegin vísir
Eitt andarhald so ert tú har
Tíni kæru tú har aftur sær.
Á bønarveinjum ferðin gár
Úr móðurlívi í ellini ár mong
Heim at prísa Himins kong
Hoyr rødd hans sæla tá
Kom heim kom heim barn.
Eyðálvur Kári Nielsen
VIÐMERKINGAR
Martin Næs er ný-
valdur í stýrið fyri
Listastevnuna.
Umboðsráðsfundur
var í síðstu viku
LISTASTEVNAN
Tíðindaskriv
Umboðsráðsfundur var í
Listastevnu Føroya 1.
oktober. Á skránni var
regluligt skifti í for-
mansskapinum, eins og
val av nýggjum limi í
stýrið fyri Listastevn-
una.
Í Umboðsráðnum fyri
Listastevnu Føroya eru
umboð fyri: LISA, Fe-
lagið Føroysk Tóna-
skøld, Felagið føroysk
Myndlistafólk, Leikara-
felag Føroya, Leikpallur
Føroya, Føroya Blað-
mannafelag,
Rithøv-
undafelag Føroya, Arki-
tektafelag Føroya, Kór-
samband Føroya, Føroya
Tónleikarafelag,
Før-
oyskir Yrkisfotografar,
Dansifelagið Sláið Ring,
Listasavn Føroya, Før-
oya
Symfoniorkestur,
Føroya Fornminnissavn,
Føroya Landsbókasavn,
Fróðskaparsetur Føroya,
Stýrið fyri Norðurlanda-
húsið og Tórshavnar
Býráð.
Hetta farna skeiðið
hevur Tórshavnar Býráð
havt formansskapin. Nú
er formansskapurin aftur
í Norðurlandahúsinum,
soleiðis at Karin Kjøl-
bro, sum er formaður í
Stýrinum fyri Norður-
landahúsið, nú er for-
maður í Umboðsráðnum
fyri Listastevnu Føroya.
Samstundis verður stjór-
in í Norðurlandahúsin-
um Helga Hjörvar for-
maður í Listastevnustýr-
inum.
Á skránni fyri Um-
boðsráðsfundin var eis-
ini val av einum limi, at
umboða Ráðið í Stýrin-
um. Valdur varð Martin
Næs, landsbókavørur og
rithøvundur.
Varamaður
hansara
gjørdist Martin Mour-
itsen, Musikkskúlaleið-
ari.
Í Stýrinum fyri Lista-
stevnu Føroya sita nú:
Helga Hjörvar, formað-
ur, Birgir Kruse, næst-
formaður, Jenny Peter-
sen og Martin Næs.
Listastevnan
2003
verður hildin í døgunum
7.-17. august. Samskip-
ari er Oddvá Nattestad.
Helga formaður í
Listastevnustýrinum
Øssur Dam Jacobsen
Fyri ári síðani var val til
danating. Tjóðveldið av-
gjørt sum altíð. Ikki talan
um at blanda seg í danskan
politikk, so eiðasørt – og
so skuldi bert tosast før-
oyskt, ein mergjað tjóð-
veldisrødd var svarið. Nú
var slutt við donskum
leigusveinum. Nú var slutt
við at sleikja danska koyr-
ilin hjá Nyrup.
Og væl bar til.
Sjálvur garanturin fyri
fólkarepublikkini fekk sæti
í hjartanum í kolinimaktini.
So nú var lag á manni.
Brotið varð upp um
ermar – norðatlantsbólkur-
in gjørdist mergurin í
loysingini.
Saman
við
grønlendskum sosialistum
nú
samanrenningin
av
íslendskum sosialistum og
gomlum
kommunistum
skulu koloniveldi danska
setast á pláss.
Men lekur ikki millum
teori og praksis?
Fyrsta umboðið gjørdi,
var at gera knæfall fyri
donsku grundlógini. Vátt-
aði við egnari hond, at
lógin var alra ríkisins.
Síðani at skipa bólk við
grønlendingum at fáa sum
mest úr danska stats-
kassanum at fíggja egið
politiskt virksemi.
Men…um dagarnar bar
av.
Nú frættist, at garanturin
fyri fólkarepublikkina var
farin í valbólk á danatingi.
Og ikki við hvørjum sum
helst – donskum sosial-
demokratum
(Nyrup),
sosialistum (SF), gomlum
kommunistum
(Eindar-
listanum) og annars polit-
iskum opportunistum. Nú
er Nyrup av øllum vorðin
trygdin fyri republikanskari
ávirkan á danatingi! Nyrup
er nú trygdin fyri, at repu-
blikanska umboðið sjálvt
kann skýra seg at gerast
politiskur stuðulspædagog-
ur á danatingi (ÚF, sambært
umboðnum). Hetta eru teir,
sum ikki skuldu blanda seg
í danskan politikk?!
Men hetta er kanska
fremjanin av treytaleysum
nærlagni og klokkuklárum
mannagongdum, sum tjóð-
veldið hevur tikið patent
uppá?
Onnur ivast og sanna, at
ofta etur hundur tað, hann
sjálvur drítur.
Danatingið og republikanararnir
Tjóðveldið farið í tekniskt samstarv við Nyrup og co.
Til landsstýrismannin í heilsumálum,
Bill Justinussen
Á
felagskommunalum
fundi á Sandi tann 3. okt.
2002 samtyktu borgarstjór-
arnir at senda skriv til
myndugleikarnar viðvíkj-
andi læknaviðurskiftunum í
Sandoyar læknadømi.
Borgarstjórarnir vilja
harðliga átala at lækna-
viðurskiftini eru blivin
heilt út av lagi vánalig og
ótrygg.
Vit hava havt ein danskan
læna her síðan 4. mars og
hevur hann sitið einsamall-
ur við vakt alt samdøgurið í
6 mánaðir. Hann hevur havt
frí eina viku nú frá 23. til
29. sept., tá avloysari bleiv
settur og hann skuldi so
byrja aftur 30. sept., men
møtti ikki upp. Vit hava
hoyrt, at hann kemur aftur í
næstu viku, og vit hava
ligið uttan lækna í fleiri
dagar.
Fólk í læknadøminum
eru sera ótrygg og illa nøgd
við verandi lækna, tað sæst
eisini á tí stóra hópi, ið má
søkja læknahjálp í Havn.
Eftir at hava viðgjørt
støðuna og tikið samanum,
meta vit at støðan er so
ótrygg við verandi lækna,
at rættast er at hann verður
loystur úr starvinum.
Vit hava ikki nakra loysn
uppá, hvussu læknatrupul-
leikin í Sandoynni kann
loysast,
ein
møguleiki
kundi verið at sett eina
skiftisskipan á stovn, so-
leiðis at kommunulæknar
aðrastaðni frá kundu arbeitt
eina viku í senn í Sand-
oynni, men sjálvsagt vita
vit ikki, um hetta letur seg
gera.
Vónandi verður hesin
trupulleikin tikin upp á
hægsta stað og ein loysn
funnin, so fólk kunnu
kenna seg trygg í lækna-
døminum.
Jóhan Petur í Soylu
borgarstjóri, Sandi
Hanus undir Leitinum
borgarstjóri, Húsavík
Gerhard Lognberg
borgarstjóri, Skopun
Torbjørg Djurhuus
Skálavíkar Kommuna
Jóhan Hentze
borgarstjóri, Skúvoy
avrit er eisini sent til:
Landslæknan,
løgtings-
menninar fyri Sandoynna
og Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismann
SANGKAPPING
Tíðindaskriv
"And through it aaaaaaaaal,
she offers me...." - sang
Jens Marni í sjónvarpinum.
Og hann kláraði seg stak
væl, sjálvt um hann ikki
líktist Robbie Williams
sum so. Sangkappingar eru
vældámdar
fyri
tíðina.
Nøkur koma langt við
røddini, onnur ikki.
Á Torginum í SMS
verður í døgunum 25.-26.
oktobur ein eitt sindur
øðrvísi
kapping;
ein
Wanna-Be
kapping.
Í
orðagreipuni liggur týdn-
ingurin »vilja vera sum…«,
og her er tað ikki sjálvur
sangurin,
ið
verður
í
hásætinum.
Harafturímóti snýr kapp-
ingin seg um at líkjast
einumhvørjum sangfugli
ella – bólki so mikið, sum
yvirhøvur til ber.
Ein pallur verður settur
upp, og luttakarin fær síðan
høvi at vísa síni kynstur
framman fyri dómarum, ið
til dagliga hava sítt yrki
innan tónleikaheimin.
Fyrra dagin er undan-
umfarið, og síðan verður
finalan dagin eftir. Til ber
at melda seg til á heima-
síðuni
hjá
SMS,
og
harafturat verður meira at
lesa um kappingina í einum
blaðið, ið SMS gevur út í
døgunum 7.-8. oktobur.
Viðmerkjast
skal,
at
ávísar treytir verða settar.
Tær eru m.a. at luttak-
ararnir ikki mugu vera eldri
enn 15 ár og at í mesta lagi
5 luttakarar kunnu verða í
einum bólki. Verða tað
fleiri, sum ynskja at fram-
føra sum sama songstjørna
ella bólkur, kunnu vit velja
ímillum hesi.
Tað ræður um at gera
skjótt av, tí luttakaratalið
verður avmarkað. Tað eru
SMS, Pepsi og Føroya
Sparikassi sum í felag
skipa fyri kappingini.
»Wanna-Be-kapping« á Torginum í SMS
C
M
Y
K
13
12