Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— —— SEV-ætlanin er ein heild. Tá Yvirfrið- ingarnevndin hevur givið loyvi til Í og 3 í ætlanini fyri Eyst- uroy verður ringt at finna grundgeving- ar fyri ikki at siga ja til 2 og 4 og til at útbyggja Fjallavatn til vatnorkuverk. Eidisvatn — junimorgun 1980. Kavafannirnar liggja enn í gilum á Vað- horni, Blámansfjalli og Svartbakstindi ból eilla ein krógv, við tey. Samstundis sum hon leggur landslagið aftan fyri millum lægstu og hægstu vatnstoðu oyðið. — Tað nyttar lítið at seta treytir, tá onnur treytin sigur, at vatnstødan skal broytast minst meguligt, samstundis sum sagt verður, at SEV skal bera so í bandi. Bara í hesum sigur friðingar myndugleikin frá sær rættin at hava nakað at skula sagt. Feroyingurin hevur havt annað at hugsa um — Áskoðanin hjá mótsteðufólkunum er ein subjektiv fatan. Viðhaldsfólkini siga, at tað eru bert nekur fá sum halda hetta vera ráttúruvirðir — nakrir ein- staklingar. Hetta er kanska rætt. Í letuni. Sjálvur haldi eg, at hetta kemst partvist av ti, at feroyingar hava havt úr at gera at byggja hetta samfelagið upp. Tað mesta er jú bygt upp eftir fáum árum. Síðan eðrum heimsbardaga og seinri. — Men leivdir hava fólk frá náttúruni og gleðast um hana. Hví hava fólk grenar plantur í húsunum. Hví skapa grenir litir ró. Hví eru grundstykkir við góðum útsýni dýr og nógv eftirspurd. Hví dámar okkum náttúruljóð — fugla- látan og áartutl. Hví byggja tey, sum hava ráð og tíð, summarhús á náttúru- vekrum steðum ??? — Í Feroyum er lutfalsliga nógv náttúra uttan fyri dyrnar. Tí hugsa foroyingar kanska ikki so nógv um tað. Men stórbýarfólk ynskja sær summar- hús, kolonihavar og vilja sleppa út í náttúruna. Tað er tað stersta ynski í hesum ørkymlandi samfeløgunum at sleppa at hava samband við náttúruna. Men hjá føroyinginum liggur hon her — so hann hugsar kanska ikki beinleiðis so nógv um tað. Rúmari tíð til náttúruna — Men hverja ferð vit taka eitt eki úr náttúruni, eiga vit at minnast á afri- kansku máliskuna, tí vit eiga eisini at meta um, hverji krev eftirkomararnir hugsa sær at seta. Tað vita vit einki um, men eitt er vist, at bern okkara fara at hava minni arbeiðstíð, við tað at tekno- logiin tekur seg meira fram, og tey fara tí at hava rúmari frítíð. Og við meiri fritid fara tey í størri mun at leita sær út í náttúruna. Og skulu vit liva — heilt logiskt — eftir afrikansku máliskuni, eiga vit at lata mest meguligt verða í friði. Mugu avvega — Men tað skal ikki forða fyri framstig- um. Vit eiga at avvega grundgev- ingarnar fyri at broyta alt — oyðileggja náttúruna. Um okkurt verður mett brá- neyðugt, t.d. vegagerð, havnaútbygging ella okkurt tílíkt, ella um tað fæst fíggj- arliga nógv burtur úr eini útbygging, koma tvær grundgevingar at standa líka. Steðgar samfelagið upp, skal av- veging til. Dálking kann avmarkast — Eg eri ikki ímóti at byggja út, men tað skal gerast við sterst meguligum skynsemi. Men eg dugi ikki at síggja, at tað er bráneyðugt at byggja vatnorku- verk við Eiðisvatn. El-orka skal til. Tað vita vit. Og í úrskurðinum hjá Yvirfrið- ingarnevndini stendur, at kol- og olju- verk dálka. Tað er satt. Men viðnýggjari teknologi kann henda dálkingin avmark- ast munandi. Eisini eru meguleikar við vindmegi. Harafturat kann vatnmegin byggjast út uttan við stórum goymsl- um. Ófatiligt — einki alternativ er lýst — Ófatiligt, at bert eitt alternativ er lýst í einum so stórum máli. Hetta er eitt landsmál, og sjálvur haldi eg, at legtingið átti at kvavt, at aðrir møgu- leikar eisini verða lýstir. Vit vita, at tað liggur ein verkætlan fyri at gera eitt vatnorkuverk við Veðranes norðan fyri Selatrað. Men hví verður hetta málið ikki tikið fram? Og hví verður spurn- ingurin at byggja smærri verk ikki um- reddur? — Eg haldi ætlaðu vatnorkuútbygg- RP AI viku- SKITTUO — ingina vera eitt landsmál, tí avleið- ingarnar eru so ómetaliga stórar og tøka ætlanin er eitt stórt projekt við stórum sjónligum árini. Dýrkar streymurin? — Tað hevur verið frammi, at ílegan er so stórt, at tað verður neyðugt at hækka el-prísin við í minsta lagi 50 oyrum fyri kilowatttíman. Men hví hoyra vit einki um henda spurningin? — Tað dugur lítið at siga, at streym- urin verður bíligari um 20 ella 30 ár. Vit vita ikki, hvat fólk fara at ynskja sær tá og vit kenna ikki til tervin tá. Tað veit eingin. Skulu vit vera heilt logisk, kunnu vit siga, at vit gjalda fyri at oyði- leggja náttúruna. Gjerd í skundi — men gott arbeiði Avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini er grundað á nógv umreddu árinskann- ingina. Hvat heldur tú um hana? — Hon ber dám av at vera gjerd í skundi, og tey, sum hava gjert hana, hava ikki foroyskan serkunnleika. — VKI, vatnkvalitetsstovnurin, hevur gjert eitt stórt og gott arbeiði í mun til tíðina, VKI hevði. Men tað er nógv, sum VKI ikki hevur havt høvi at kanna, tí tíðarbilið var so stutt. T.d. hevur VKI bara viðgjert plantu- og djørasløg. VKI hevur ikki kannað sam- anhangið í øko-skipanini. Tað tekur år. — Nú meti eg slettis ikki, at vísindin sum so skal hava tað stóra orðið at skula hava at siga. Tí tað, ið vísindin kann vísa, er, at har hvervur eitt petti av náttúruni. Vísindin kann ikki beinleiðis siga árinið á samfelagið í dag. Men tað má takast við, hvat tað merkir fyri fram- tíðina. Virðir fara fyri skeytið — SEV-ætlanin er ein heild, ið fevnir um útbygging av Delunum norðan fyri Vestmanna, Fjallavatn og Eiðisvatn. Taka vit hesi stóru vetnini og landslagið rundan um, so missa vit náttúruvirðir. Tað mugu ell — ikki bara náttúruvinir, men eisini tey, sum bara fara eina ella tvær útferðir út í náttúruna um árið ásanna. — Grundin til, at vit eru komin í ta steðu, vit eru í, er hon, at vit hava ikki nakra samlada landsplanlegging. í eðrum londum, t.d. í hinum Norðurlond- unum, finst lóggáva um regións-plan- legging, ið eisini skal vera tengd at náttúruvarðveiting. Tí vita planleggj- ararnir, at hasi og hasi ekini eru áhuga- verd at verja móti teknologiskum fram- tøkum, samstundis sum planleggj- ararnir vita, at restin er tek til annað — ídnað, húsabygging. friøki o.s.fr. — Her eru vit í ti støåu, at eitt upp- skot verður gjert um vatnorkuútbygg- ing. Hetta skal ein friðingarnevnd so taka steðu til við tað sama. Eg skilji væl, at Yvirfriðingarnevndin kemur í eina tvísteðu. Tí sum lóggávan er, hevur hon ábyrgdina av at meta um teknolog- isk framstig í mun til náttúruvirðir. Hon skal líka sum vera meklari millum teknologi og náttúruvirðing. Og hetta eru alt ov stór mál at leggja fyri eina nevnd. — Feroyar áttu fyri langari tíð síðani at havt gjert eina landsplanlegging, ið eisini var tengd saman við náttúrufrið- ing. Í eini útbyggingarætlan fyri Feroya land eiga og mugu tey, ið planleggja skulu, og tey, sum eru sett at ansa eftir náttúruni, semjast, soleiðis at politikk- ararnir kunnu taka eina endaliga steðu, áðrenn slíkar stórar ætlanir skulu setast í verk, sigur Arne Nerrevang at enda. ?