Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 21. januar 1984 Náttúruna hava vit bert til láns frá eftirkomar- unum — Ófatuligt at SEV bert hevur lýst eitt alternativ í einum so stórum máli sum vatnorkuútbyggingin er. Hetta er eitt landsmál og løgtingid eigur at krevja at fáa fleiri alternativ lýst, sigur Arne Norre- vang í samrødu við Sosialin »Vit hava ikki fingid nåttur- una í arv frå forfedrunum, men hava jørdina til låns frá eftir- komarunum«. Ljóðar ein afrikansk måliska. — Í henni liggur so nógv, at tað er næstan óneyðugt at gera nakra viðmerk- ing. Sigur Arne Nørrevang. Fuglafrød- ingurin. Náttúruvinurin. Men henda afrikanska máliskan er grundarlagið undir eini samreðu við hann um ætlaðu vatnorkuútbyggingina hjá SEV, um menniskjað, náttúruna, tekno- logiska framburðin, úrskurðin hjá Yvir- friðingarnevndini, umhvervið og tíð- ina... — Og júst nú eru vit komin so langt, at vit standa andlit til andlit við stórar spurningar, ið spakuliga hava tikið seg upp, men nú eru við at toppa. T.d. rusk- málið og útbyggingin av vatnorkuverki við Eiðisvatn. — Nú má nakað gerast... Arne trivur í kikaran og fer á føtur alt í einum. — Ein valmási. Hann sveimar framvið. Heldur leiðina oman móti Strondini. Dalar og tekur næstan í brimið, hevjar seg við eitt og ; strikur úteftir. Hann hvervir í tí snjó- hvítu Nólsoynni, ið lúrandi strekkir seg í tí silvurgráa havinum. Men er við eitt horvin í einum tjúkkum kavaæli. — Tað er ikki óvanligt at brúka náttúruna. Men bara stórmál verða tikin upp. Tey smáu málini — tær dagligu broytingarnar — fara fram við uttan at fólk gáar um tað. Vit síggja jú nógv ólóglig hús í náttúruni. Vegir fara eftir óhóskandi lendið o.s.fr. Men nú eru tvey stórmál fyri framman — vatno- orkuútbyggingin við Eiðisvatn og Fjallavatn. — SEV ætlanin skal síggjast sum ein neild. Geva myndugleikarnir loyvi til ein part, skulu nýggjar grundgevingar finnast, um hin parturin ikki skal fremj- ast. Og tað verður ringt at útvega tær grundgevingarnar. Tá Yvirfriðingar- nevndin hevur givið loyvi til byggistig- ini 1 og 3 i SEV-ætlanini í Eysturoynni, verður ringt at siga nei til 2 og 4 ella til vatnorkuútbygging við Fjallavatn. Hetta er steðan í dag! Teknologiski framburðurin má stýrast — Vit liva í eini tíð við teknologiskum framburði. Alt gongur við fúkandi ferð og alt letur seg gera. Feroyar kunnu javnast við jerðina — og hvert menn- iskja kann týnast. Tað eru tvey lið í teknologisku gongdini. Eitt er vísind — forvitni hjá menniskjanum. Eitt annað er praktiska brúkið av vísindini. Sum demi vísir Arne á eitt ross ið dregur ein vogn — og sammetir tað við menniskjað og framburðin. Vognarmar- nir er teknologiin. Vognurin dregur fólk- ið — menningina. Alt er tengt saman. Vit kunnu hugsa okkum, at rossið fer niðan eina brekku. Dregur menningina. Kemurniðan á. So kann tað henda, at fólkið noyðir rossið at renna skjótari. Kanska fer tað bara av vektini. Av sær sjálvum kanska. Eisini kann tað henda, at rossið, sum danir siga, løber løbsk. Og tað, ið henda kann, er, at vit góðtaka, at rossið kann fara hvenn veg tí lystir. Summi brúka sum grundgeving, at rossið fer ikki at renna seg til deyðis — „so vit kunnu bara fylgja við<... — Men eg haldi tað vera eina betri grundgeving at leggja teymar á rossið. Ikki fyri at steðga ferðini, men fyri at stýra tí — fyri at stýra hvenn veg tekno- logiin skal fara. Náttúra, orka, samferðsla — oljukreppur — Áður livdi menniskjað í, við og av náttúruni. Men í dag er meguligt at brúka — útnytta — náttúruna. Vit kunnu í grundini gera alt tað vit vilja við hana. — Taka vit feroyingin, so livdi hann í, við og av náttúruni til 1870-uni — tey umleið 5000 fólkini sum tá búðu her. So skjótt sluppirnar komu, fór fólkið at brúka náttúruna. Og í dag hava vit tíggjufaldað fólkatal, og rímuligt setir hetta síni krøv. — Framburðurin í Feroyum hevur bert verið meguligur, tí vit hava fingið eina samferðslu. Vit útflyta eina veru og fáa aðrar ístaðin. Tað merkir, at oyggjarnar eru tengdar at eðrum londum. Um Feroyar lógu heilt fyri seg, so heyði ikki verið lætt at liva í Føroyum við 25-50.000 sálum. „'feroyingar — Í Feroyum eru nærum eingi ráevni, men eitt ídnaðarsamfelag krevur nógva orku, so Feroyar eru bundnar av at fáa orkuna uttanífrá — kol og olju. — Tí kann sigast, at tað er betur, um , sjálvir kunnu framleiða torkuna. Hetta kundi verið eitt argument jog hetta er eitt argument hjá teimum,ið fvilja útbyggja vatnorkuna. + — Men tað eru tvey argument ímóti. {Eitt er, at vit frammanundan eru tengd- ir at eðrum londum, at skuldi tað hent ' seg, at vit mistu sambandið, so galt tað ikki bara orku, men alt. Felsk grundgeving — Yvirfriðingarnevndin kemur eisini inn á henda spurningin, tá hon sigur: „...tað má í hesum sambandi havast i huga, at skuldi ein oljukreppa t.d. tikið seg upp, er tað umráðandi, at tann oljan sum fæst, kemur skipaflotanum til góðar, og at orkutervurin á landi verður nektaður á annan hått«. — Men hetta er eitt falskt argument, tí um ein oljukreppa kemur, so ber ikki til bara at taka skipaflotan burturúr. Hvat við maskinum, flutningstólum, bilum á landi? Hver er nyttan at hava el til oljupumpuna, tá eingin olja er at fýra við. Og stingur ein oljukreppa seg upp, so er tað eitt heimsproblem, ið føroy- ingar onga sum helst ávirkan hava á. Sjálvur skilji eg ikki, at útbúgving og vitug fólk brúka slíkar grundgevingar. — Hitt argumentið ímóti teimum, ið vilja útbyggja vatnorkuna við vatn- orkuverkum á Eiði og við Fjallavatn, er, at tað finnast fleiri meguleikar at út- byggja vatnorkuna enn tann meguleik- in, ið er so nógv frammi. Og tað er legið, at SEV ikki hevur víst á nakað alterna- tiv. Men aðrir hava víst á, at tað ber til at byggja minni verk, ið ikki eru so sjónlig. T.d. elverkið norðuri við Strond. Tað kann framleiða 2,4 mega- watt, men varð tað stýrt betur við nýggjari tólum, kundi hetta verkið framleitt 3 megawatt. Smærri turbinur eru ikki nakar teknologiskur trupulleiki. T.d. sigst, at Eiðis-verkið skal stýrast úr Vestmanna! Eiðisvatn. Friðingarlógin Men til Eiðisvatn. Í hesum máli standa Orð og mynd Jóhann Mortensen tveir bólkar yvir av hverjum ødrum. Tey, ið vilja útbyggja — viðhaldsfólk. Og mótsteðufólk. Men hverjar eru grundgevingarnar hjá mótsteðufólk- unum? — Tær eru lítið ítekiligar. Arne vísir til sættu grein í náttúrufrið- ingarlógini, ið sigur nakað um, hvat kann friðast: »… økir, ið bera av í vakurleika, liggja væl fyri ella hava sereyðkennir í lands- lagnum, plantigróðri ella djóralívi, hava munandi týdning fyri fólk, her íroknað steð, har frítt útsýni er, niðursettar plantur, grótgarðar o.a.t., sum hevur tílíkan týdning...einsæris landsløg, sum drangar, gjáir og gil, fossar, klettar, stórir steinar, áir, vetn, tre og træhópar, tá ið friðingin tykist ynskjandi í mun til vísindaligt ella seguligt virði, vakur- leika ella sereyðkennir...< — Hetta eru grundgevingarnar hjá mótsteðufólkunum. Yvirfriðingarnevndin kemur í úr- skurði sínum ikki inn á hesa greinina. Men í úrskurðinum sigur hon, at lands- lagið í norðara parti av Eystuoy er vakurt, stórbart og sermerkt. Og vísir síðan til grein 4, stk. 2 í náttúrufrið- ingarlógini, ið m.a. sigur, at vegagerð, setan av el- og telefonsteyrum, ið kunnu væntast at broyta sermerk landslag munandi...mugu ikki verða gjerd ella byrjast uttan loyvi frá náttúrufriðingar- nevndini… « Yvirfriðingarnevndin nevnir ikki grein 6 um tað vakra, ið kann friðast! Legin grundgeving Men hon sigur, at landslagið gjøgnum tíðirnar er stórliga ávirkað av manna- hond — kráir, ból og torvskurður, og >Tað er í sjálvum sær tí einki ónatúrligt, at landslagið, har vit liva og virka í dag, eisini verður ávirkað av okkum.« Hetta heldur Arne vera eitt legið argument. — ØIll hesi árin eru gjørd við skyn- semi. Tey eru smá, spjadd, bólini laðað við flagi, kanska ikki við tí fyri eygað at fella inn í landslagið, men fyri at tætta, men tey fella so inn í landslagið. — Skilji ikki, at vitug fólk kunnu sam- meta eina 20 metrar hega, gráa betong- byrging, ið er 100 ferðir sterri enn eitt | | — AU — A —