Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Aftur i fjør minkadi vøksturin tidindabladid i folkatalinum 1076 fólk fluttu úr Føroy- um i fjør og til landið — fluttu 1064 fólk, vísir manntalið 31. desember 1983 hjá Landsfólkayvir- litinum. Tann 31. desember 1983 búðu í Feroyum 44.805 fólk. Ella 319 fleiri enn 1. januar. Í 1982 vaks fólkatalið við 409 fólkum og í 1981 við 461. Í 1983 fluttu 1115 fólk úr einari kommunu í aðra. 674 bern blivu fedd og 343 doyðu. Í 1982 blivu fødd 809 børn. Tørshavnar kommuna er enn sum fyrr nógv tann stersta við 13.175 fólkum 31. desember og síðani koma Klaksvík við 4.800 og Runavík við 2.317. Í hinum endanum eru Saksun við 25, Mykines við 34 og Húsa kommuna við 54 fólkum. Annars vísir manntalið, at tað eru ikki bara tær fá- mentastu kommunurnar, sum ganga aftur í fólka- tali. Á Tveroyri til demis vóru 24 fólk færri 31. desember enn 1. januar 1983 og í Vestmanna 13. Hinvegin vaks fólka- talið í t.d. Svínoy úr 69 í 72 og í Mikladali úr 68 í 74. hd Føroyskir lærarar slopnir upp í meginfelag Feroya lærarafelag hevur fingið fullan limaskap í Nordiske Lærerorganisationers Samrád, NLS, verður upplýst í Skúlablað- num fyri januar 1984. Felegini í NLS eru yrkisfelog hjá fólka- skúlalærarum og tey hava til samans einar 300.000 limir. Feroya lærarafelag hevur 700 limir og limaskapurin í NLS fer at kosta felag- num 550 kr. um árið. NLS hevur hesi seinnu árini lagt stóran dent á alheimssam- starv millum lærara- feløg, men arbeiðir sjálvandi eisini við norðurlendskum skúla- viðurskiftum og skipar fyri skeiðum. Umsóknin um lima- skap frá Feroya lær arafelag var til við- gerðar á stjórnarfundi hjá NLS longu í apríl í fjør. Men tå var ikki semja um at ganga umsóknini á meti og var hon tí goymd til næsta fund, sum var í desember. Og hesu ferð bar til Lærarafelagið fekk boðini um uppteku í fjarriti frá formann- inum í NLS tann 8. desember, skrivar formaður Feroya lær- arafelags, Marita Pet- ersen í Skúlablaðnum hd Ikki settur enn Hóast skjótt hálvur annar mánaður er liðin, síðan freistin at søkja starvið sum deildar- leiðari hjá Strand- ferðsluni var úti, er starvið ikki sett enn. Hesin deildarleiðari skal serliga hava tyrlu- flúgvingina undir hond. 15 umsekjarar vóru, tá freistin var úti 15. desember. Strand- terðslan hevur gjert eina innstilling og sent Annfinn Kallsberg, landsstýrismaður, segði í gjár, at hann hevði ikki sæð hesa innstilling. Hann segði, hann roknaði við, málið kemur fyri á næsta landsstýrisfundi. Tað er ógreitt, nær næsti fundur verður. Meguliga skal Lands- stýrið samráðast við norðmenn um fiski- veiðusáttmála nú í vikuni. Landsstýrinum hana. hd lsaman 104 ferdir at draga 104 ferdir noyddist Notarius Publicus at draga, tå vinningarniir å lutasedlunum hjå Landsfelag føroyinga í útbúgving skuldu hava vinnarar. Drigid varð á dómaraskrivstovuni og her hevur Notarius Publicus, Peter Rønning Jelver, dómarafulltrúi, drigið eitt nummar. Per Kallsberg, fyrrv. formaður í starvsnevndini hjá LFÚ er til hjálpar. Vinnaratelini eru í lýsing aðrastaðni í blaðnum í dag. LFÚ væntar, at lutaseðla- selan fer at geva av sær einar 70.000 kr., sum fara til ungdómsráðstovuna, sum ætlanin er at seta á stovn. Í annaðkveld hevur LFÚ almenna kveldsetu í matarhellini á Læraraskúlanum. Har fáa tey, sum vunnu kappingina um at tekna LFU búmerki, virðislenirnar. Á skránni fyri kveldsetuna, sum byrjar kl. 19.30, eru annars sangur, upplestur, tónleikur, sjón leikur, hugni og kaffi, te og kekur verða afturvið. S i — SÓu einsamalt | t . , F , es Í jaldur 1ramjin | Í ódnarveðrinum nú um dagarønar sóu tríggir faminingar eitt einsamalt tjaldur i koma flúgvandi niðri við keiina í Famien. Hetta var kl. 11.45 mándagin. Ein av faminingunum, ein maður í 60-unum, sigur seg ikki vita, at tjaldur er komið so tíðliga til Feroya sum 23. januar. Hann sigur, at eingin ivi er um, at tað var eitt tjaldur. =. Tað var so reint og vakurt, sum var tað á hásummardegi.