týsdagur 24. januar 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Sjålvbodin arbeiðsmegi :
tíðindablaðið
Orð og myndir:
Dagny Joensen
Bjargaðu 30 bátum
Havnar Bjargingarfelag arbeiddi í trettan tímar í vikuskiftinum í royndini at bjarga
smábátunum við flótibrúgvarnar á Skálatreð og í Vágsbotni. Enn liggja umleið 20
bátar á botni, men ivasamt er nær hesir verða tiknir upp.
— Tað er ein spurningur um trygging, sigur Henning Eysturoy, formaður í Havnar
Bjargingarfelag
Bátar, sum høvdu bundið um stavnin, fórust, tí stavnurin skrædnaði. Her verður ein
tikin upp við kranabili
Tað var ikki meguligt at
fáa upplýsing um, hvussu
nógvir bátar fórust
sunnunáttina í Havn, tá
illveðrið brast á.
Tryggingarsambandið
hevði ikki mánamorgunin
nakað tilfar at ganga eftir,
ti bátar vóru enn ikki
kannaðir, eins og stovn-
urin ikki visti, hvussu
nógvir av teimum vóru
tryggjaðir.
Henning Eysturoy, for-
maður í Havnar Bjarg-
ingarfelag, sigur við Sosi-
alin, at umleið 30 bátar
vóru tiknir upp sunnu-
dagin, men at enn liggja
umleið 10—20 bátar á
botninum í bátahavnini í
Vågsbotni og á Skálatreð
Viðvíkjandi flótibrúgv-
m á Skålatrød, so er
upplýst, at hesar eru ikki
tryggjaðar. Um hvussu
stóran skaða tær hava
fingið, er ikki greiði fingin
á enn.
Øll Havnarnevndin í
Tórshavnar Býráð er í
Danmark. Havnar Bjarg-
ingarfelag varð boðsent
um trý tíðina sunnumorg-
unin, tá illveðrið var áv tí
ringasta.
— Vit royndu at bjarga
teimum bátum, sum vóru
í vanda fyri at sekka í
fyrstu atlegu. Seinni tá
tað lýsti, fóru froskmenn
niður at kanna botnin fyri
bátar, sum vóru soknir.
Umleið 30 mans og 11
froskmenn vóru í arbeiði
alla náttina til klokkan
átta sunnukveldið.
Okkara uppgáva er
fyrst og fremst at bjarga
mannalívi, men tá um-
stødurnar vóru so óvan-
ligar sum hesa náttina, so
gjørdu vit hvat vit kundu,
at bjarga so nógvum
bátum sum gjørligt.
Av ti at sunnudagur
var, so fekst fatur á bjarg-
ingarfólki, tá flestu teirra
hevdu fri.
Havnar Bjargingarfelag
hevur sjálvbodna arbeiðs-
megi, og um tað hevði
verið vanligur arbeiðsdag-
ur. so hevði tað verið
spurningur um trygging.
skuldu vit farið inn í
hjálpararbeiðið, tí tá
skulu bjargingarmenninir
hava pening fyri hetta
arbeiðið, sigur Henning
Eysturoy.
Í Hesum førinum var
trygging ikki umrødd.
Tað var ikki hugsingur
um, so illa sum stóð til.
Annars vóru eisini aðrar
uppgávur, sum vit tóku
okkum av sunnudagin.
Eitt nú ringdi ein kona og
bað okkum koma til hjálp-
ar. Ein takpláta var farin, Rættiligur ruðuleiki var við bátabrúgvarnar á Skálatreð sunnumor
og hon var einsamell, ar vóru í sorli, umframt bátar sum lógu í sjóarmálanum ella á botni
maðurin var til skips.
Í samstarv við Brand-
steðina fingu vit fatur á
takplátu og umvældu
takið.
Um klokkan 12 sunnu-
dagin var fundur á Havn-
arskrivstovuni, har eisini
umboð fyri Tryggingar-
sambandið var til staðar.
Vit samdust um at
skaffa fólk til kranar og
bilar, og so var farið undir
}
at bjarga teimum bátum
sum lógu a bo ni
Froskmenn fóru niður at
t bc trur
PK s ry I va
it
1oik at manna Kranarnar
ti tleiri teirra von
vikuskiftinum
Umleið 20—30 bátar
vóru skipaðir upp á landi
og settir á parkeringsøkid
á Skålatrød.
Enn liggja umleið 10—
20 bátar á botni á Skála-
trød og í Vágsbotni, men
ivasamt verður, nær teir
kunnu takast upp.
Bjargingarfelagið hevur
sjálvbodna arbeiðsmegi,
og tí er tað ein spurningur
um bátar eru tryggjaðir,
um vit skulu taka teir
upp. Um so er, so skal
bjargingarfólkið hava løn,
Nr. 11 — 24.
ti teir noyðast at fara úr
dagliga yrki teirra. Tí er
tað ein tryggingarspurn-
ingur, nær tað verður
gjørt.
Av tí at illveðrið var í
vikuskiftinum, har flestu
av bjargingarfólkunum
pi
gun, eftir at ódnin hevði herjað. Bátar og brúgv-
januar 1984
hevdu frí, var tað ikki um-
ráðandi, um bátar vóru
tryggjaðir. — Vit gjørdu
bert tað sum var megu-
ligt, at ikki sterri skaði
hendi. Hann er óbetiligur
kortini, sigur Henning
Eysturoy at enda.