týsdagur 24. januar 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
Neistin hevur funnið
seg sjálvan aftur
Neistin er á veg. Næstseinasta vikuskiftið mátti VÍF ásanna, at
tað var trupult at ogna sær bæði stigini móti Neistanum, og
leygardagin mátti TB lúta. Dysturin millum Neistan og TB var
týdningarmikil og kann hava stóra ávirkan á hvat lið verður
noytt at flyta niður í 2. deild næsta leikár. Hetta hevði tó íkki
vakt ansin hjá áskoðarunum — tá dysturin byrjaði vóru bert 32
fólk at síggja á áskoðaraplássunum.
Neistin— TB, i. deild. menn: 18—13
(11—6
Malskjuttar: Neistin: Rói Egholm 8,
Sjurdur Holm 6 (1), Hjalgrim Samuel
sen og Carsten Andersen hver 5, Svein
Patursson 2. Regin Hansen Í og
Christian Poulsen somuleiðis I
TB: Kari Niclassen 4. Birgir Dimon.
Oddur Dimon og Mortan Joensen hver
3
Brotskát: Neistin I og TB 4
Avarðingar: TB 2
Utvisingar: TB 1. X 2. min
D5omarar: Hendrik Rubeksen og Hedin
Mikkelsen
Askoðarar: 32
Synd at siga, at dysturin
millum bæði botnlidini í 1.
deild menn, Neistan og
TB hevði áhugan hjá
áskoðarunum. Tá dyst-
urin byrjaði, vóru 32 fólk
at síggja á áskoðarapláss-
unum — og vóru fleiri av
teimum leikarar, ið høvdu
roynt seg í dysti ella
skuldu spæla aftaná lokn-
an 1. deildardyst.
Dysturin hevði annars
stóran týdning fyri bæði
liðini, ið frammanundan
dystinum lógu niðast í
deildini í vanda fyri at
flyta niður í 2. deild kom-
andi leikár. Tað lið, ið
vann dystin kundi megu-
liga sleppa avgerðandi
stigini burtur frá niður-
flytingarvandanum.
Ein skuldi tó ikki trúð,
at TB hevði hetta í huga.
Tá liðið kom á vellin, vísti
tað seg, at teir vóru bert
sjey leikarar og at mál-
verji teirra henda dyst var
Tonny Jeppesen, ið van-
liga spælir við á triðadeild-
arliðinum hjá TB. (Lat tað
verða sagt beinan vegin,
at hann ikki hevði nakra
skuld í stórtapinum, hann
gjørdi tað hann kundi).
Tað vísti seg tó, at tað
var ikki tí at TB undir-
metti Neistan, at teir
mettu til dyst uttan skifti-
leikarar, men sambært
Vilhelm Meyer, formann í
hondbóltsdeildini hjá TB,
og sjálvur aktivur leikari,
eru teir illa fyri hvat hond-
bóltsleikarum viðvíkur.
— Og til henda dyst er
út av lagi ringt skil.
Leikarar eru skaddir, Per
Strom er á veg til Íslands
har hann skal royna seg
sum fótbóltsmálverji hjá
Þrótti í 1. deild, onkur
leikari hevði rætt og slætt
»gron« og onkur leikari
búsitandi í Havn í letuni
fór suður tá vit komu
norður, so...
Tá liðini bæði hittust í
fyrra landskappingardyst-
inum suðuri á Tveroyri,
varð úrslitið, at TB, ið
hevur roynst heilt væl á
heimavelli, hóast sigrarnir
hava verið fáir, vann við
14—11. So TB hevði
kanska vónir um at klára
seg, hóast alt, móti Neist-
anum.
Og í byrjanini gekk
javnt á. Bæði liðini roynd-
ust sum tvey botnlið. Lítil
ferð var yvir leikinum og
spælið kendist ikki sert
tilvildarligt. Málmunurin
var fyrru helvt av fyrra
hálvleiki lítil, men um
miðjan hálvleik fekk
Neistin skil á spæli sínum.
Ferðin varð ekt og eydn-
aðist Neistanum seinasta
korterið at leggja sjogv«
millum seg og TB.
Ymsar broytingar eru
farnar fram í Neista-lið-
inum. M.a. er venjarin,
Jógvan Martin Mørk,
farin í mál, meðan Carsten
Andersen, ið hevur verið
málverji at kalla alt kapp-
ingarárið, nú roynir seg
sum útileikari. Og báðir
roynast væl. Jógvan
Martin bjargaði ein-
støkum »uppløgdum« mål-
Nr. 11 — 24. januar 1984
um og Carsten skeyt fimm
mål.
i seinna hålvleiki helt
gongdin á. Neistin hevði
funnið seg sjálvan.
Ongantíð var nakar ivi um
úrslitið — munurin millum
liðini bert ektist.
Í fyrra hálvleiki var tað
Sjúrður Holm, ið royndist
vandamikil í álopinum og
skeyt hann seks av teim-
um 11 málunum, ið Neist-
in fekk í hesum hálveliki,
men í seinna hálvleiki var
tað Roi Egholm, ið gjørdi
um seg á Neista-liðinum.
Hann skeyt í seinna hálv-
leiki seks mál og gjørdist
besti málskjátti í dysti-
num við átta málum.
Endaliga úrslitið var
uppiborin stórsigur,
28—13, til Neistan, ið
uttan iva bjargaði sær til-
veruna í 1. deild við hesum
sigri.
Neistin fær tó meguliga
enn fleiri sigrar í hesum
kappingarári. Næstsein-
asta vikuskiftið var trup-
ult hjá VÍF at vinna bæði
stigini í dystinum móti
Neistanum, og leikurin
móti TB prógvar, at Neist-
in spakuliga er byrjaður
torferu klatringina úr leik-
liga aldualdinum, sum
liðið hevur verið í hetta
kappingarár.
Grønlendari
við heimsmeti
Grønland hevur nu fingid
sín fyrsta ítróttarmann í
kendu bókina »Guinness
Book of Records«.
Tað er tann 25 ára gamli
John Petersen, sum náddi
at koma í hesa metbókina,
eftir at hann frá einum
»skateboard« leyp yvir
fleiri krakkar, sum stand-
andi við síðuna av hverj-
um eðrum máldu 5,25
metrar. Tað var sjálvur
landsstýrisformaðurin
Jonathan Motzfeldt, sum
hevði almenna eftirlitið
við, at alt fór rætt fram.
Fyri at leypa hesar 5,25
metrarnar náddi hann so
at koma í metbókina fyri
$984, sum kom út nakað
fyri jól.
Men longu nú hevur
hann betra um heimsmet
sítt.
Á jólaframsýningini hjá
felagi hansara, tá teir
sýndu fram í Godtháb
Hallen hin 18. desember
1983, slerdi hann fyri
fjórðu ferð met sítt, tá
hann leyp 5,30 metrar.
Tað eru fleiri uppgávur,
sum liggja fyri stavn hjá
John Petersen í $984. |
løtuni verðuyr arbeitt við
at leggja ein túr til Týsk-
lands til rættis fyri hann,
og longu nú stendur fast,
at hann skal á venjara-
skúla í USA.
Nuuk-Skateboard, sum
felagið eitur, sendir
annars eisini formannin,
John Jakobsen, á hendan
venjaraskúlan.
Nógva umreðan av
heimsmetinum hjá John
Petersen hevur fingið
áhugan í Grenlandi at
vaksa fyri hesi ítróttar-
grein. Í Sisimiut er eisini
eitt skateboardfelag sett á
stovn sum undirdeild hjá
ítróttarfelagnum SAK.
Annars skal at enda
verða skoytt upp í, at
eisini feroyingar hava
havt hevi at síggja evnini
hjá John Petersen. Hann
var nevniliga í Feroyum
til kappingina í samband
við 75 ára dagin hjá Havn-
ini sum keypstaður, og
royndi hann seg tá í ítrótt-
arhellini í Havn.
stubbar uttaneftir
OL-liðið
at ferðast
DBU, Dansk Boldspil
Union, hevur fingid eitt
tilbod frå trimum ara-
oljustatum,
sum fegin vilja siggja
danska OL-liðið á
biskum
vitjan har
Fyri donsku
tílík ferð
vera ógvuliga spenn-
andi í eini tíð, har EM-
liðið sýnist at
allan
teimum
Danska
arnar vii emm
stjæla
áhugan frá
OL-liðið
hevur « tveir dystir
eftir í bólki
fyrireikingunum til OL
1
les |
sinum
1 Los Ange
summar, men teir hava
ongan møguleika at
kvalifisera seg til
summarleikirnar. Liðið
hevur tveir dystir eftir
móti Eysturtýsklandi
og Póllandi, har tað
sýnist ómeguligt hjá
dønum at fáa nakað
stig.
Men við góðari fyri-
reiking, sum ferðin til
Bahrain, Quatar og
Kuweit verður, er
meguleiki fyri at liðið
kann fáa góð úrslit.
Um alt gongur eftir
ætlan, fer danska OL-
liðið av stað í februar.
Legreglan eftir
fótbóltsspælara
Brasilianska løgreglan
leitar eftir einum
»centerforward«,
nevndur sum
nyliga hvarv, eftir at
dripid ein mål
mann vid at slåa hann i
búkin við knyttum
neva. Pedro spældi fyri
felagið »Misericordia«
(»Miskunnsemi«)
Pedro,
hava
Tele Santana
heldur fram
i Jeddah
Fyrrverandi brasili-
inski landsliðsvenjarin
Santana hevur
longt sáttmála sín við
saudiarabiska
al-Ahli í
tvey ár.
Santana fór frá heim-
landi sínum, eftir at
Brasilia varð sligið út í
miðumfarinum í HM
kappingini í Spania í
fjor. Hann ætlaði
annars at fara heim-
aftur í ár, men tilboðið
frá »oljumilliarder-
unum« man helst hava
verið ov freistandi.
Tele
felagid
Jeddah fyri