hósdagur 26. januar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Aíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen låbyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p!f pressan 1981
Fólkaflokkurin og Ísrael
oddagrein
FÓLKAFLOKKURIN stuðlar Ísra-
el. Hetta segði nyveldi fólkatings-
maðurin hjá fólkaflokkinum í val-
sendingini undan fólkatingsvali-
num.
SUM KUNNUGT varð ísraelski
staturin stovnaður í 1948. Odda-
maðurin og ríkisleiðarin í mong ár
var javnaðarmaðurin David Ben
Gurion. Frá 1948 til 1977 sat javn-
aðarflokkurin við stjórnarvald-
inum í Ísrael.
ONKI SAMFELAG í øllum heim-
inum er stýrt eftir javnadarhug-
sjónini í so stóran mun sum júst
Ísrael. Landið er stýrt eftir kollek-
tivu hugsjónini í slíkan mun sum
onki annað samfelag. Og hetta
samfelagið sigur stavnamaðurin
at fólkaflokkurin stuðlar.
KANN TAÐ VERA annað enn fals
og hýklarí, tá størsti hatarin av
javnaðarfólki, javnaðarhugsjónini
og teirri kollektivu hugsjónini
stendur framman fyri útvarps-
mikrofonini og sigur fólki, at
hann og hansara flokkur stuðlar
tað samfelagið, sum í størri mun
enn nakað annað samfelag í
heiminum er stýrt eftir javnaðar-
hugsjónini — eftir tí kollektivu
hugsjónini.
SANNLEIKIN ER heldur tann, at
Dagblaðið og fólkaflokkurin
stuðlar tann høgrapolitikkin, sum
hevur sítið við stjórnarvaldinum í
Ísrael seinastu seks árini, og sum
ísraelska fólkið nú vil sleppa av
við og tað onga tíð ov skjótt.
Sjálvandi stuðlar fólkaflokkurin
hesum hegrakreftum eins og
hann stuðlar høgrakreftum kring
allan heimin.
SUM NEVNT KOMU heégra-
flokkarnir til valdið í Ísrael fyri
seks árum síðani. Hetta hendi í
1977. Hetta hendi eftir at javn-
aðarflokkurin hevði sitid við
stjórnarvaldinum í nærum tríati
ár. Tá var Ísrael eitt búskaparliga
sterkt samfelag. Eitt hitt búskap-
arliga sterkasta samfelagið í øll-
um heiminum. Samfelagið bygdi
á sosialan solidaritet og var bygt
upp eftir kollektivu hugsjónini.
Eini hugsjón sum stavnamaðurin
hatar.
MEN Í DAG, bert seks ár eftir at
høgraflokkarnir komu til valdið er
stødan fullkomuliga broytt. Við
eini inflatión uppá 200 pst. er Ísra-
el nærum á húsagangi. Uttan-
landsskuldin hevur sett met.
Somuleiðis hava hallið á handils-
javnanum og gjaldsjavnahallið
sett met. Hetta er stødan sam-
stundis sum hegrastjórnin í Ísrael
hevur fingið stóran fíggjarligan
stuðul úr USA. Tað er neyvan
nakað annað land í heiminum
sum hesi seinastu árini hevur
fingið slíkan fíggjarligan stuðul
uttan ífrá.
ÍSRAELSKA fólkið vil nú hava
javnaðarflokkin aftur til stjórnar-
valdið. Tey vilja aftur hava tann
sosiala solidaritetin og felags-
skapin (kollektivu hugsjónina) í
hásæti. Tey vilja aftur hava eitt
trygt og gott samfelag at liva í.
Tey ynskja sær tað samfelagið
aftur, sum tey høvdu áðrenn
hegraflokkarnir komu til stjórnar-
valdið í 1977.
EFTIR KOMANDI val kemur javn-
aðarflokkurin aftur til stjórnar-
valdið. Hetta sýna veljarakann-
ingarnar. Við javnaðarflokkinum
á odda fara ísraelsmenn undir ein
uppbyggingarpolitikk. Og teir
fara neyvan at biða um góð ráð
og stuðul frá Óla og fólkaflokk-
inum. Teir hava helst fingið nóg
mikið av høgrapolitikki sum er.
Bæði fyrr og seinni.
Tekk til sjónvarpsfelagið
Sjónvarpsfelagið í Tórs-
havn hevur gjert eina
sóða gerð fyri okkum
ungu, og kanska teimum
eldru eisini, at vit hava
kunna sæð sendingina
Eldorado, sum danin
Jørgen skipar fyri og
mangar ferðir takk fyri
tað.
Tað er eitt sindur síðani
nú, at vit kundu síggja
popp-sendingar
fríggjadag kl. 16.00, men
tær dottu burtur aftur,
tíanverri, vit sum arbeiða
allan dagin hevdu ongan
tjans at síggja tær, uttan
at vit snýttu tann tíman,
og varð tað kanska ikki so
væl dámt av onkrum
stjóra.
hvenn Annars haldi eg at
felagið sendir frálíkar
sendingar og vóni eg av
mongum at vit síggja
Dollars aftur skjótt.
tónleikaáhugaður
Nr.
12 — 26. januar 1984
Løgmadur sigur ikki satt
REALLØNIN er minkað
Í politisku viðmerkingini vísir Jørgen Thomsen,
legtingsmaður, á, at tilfar frá sjálvum landsstýr-
inum sigur, at reallenin er minkað, og at tað eru
tey lægstløntu, ið bera tyngstu byrðarnar. Hóast
legmaður undan fólkatingsvalinum segði, at hetta
var ikki so, og legði Jorgen Thomsen undir at bera
fram ósannindi
Í Dimmalætting, nr. 3, frá
elygardegi 7. januar,
hevur legmaður eitt ótal
av greinum, ætlaðar at
geva honum atkveður til
fólkatingsvalið. Hetta
eydnaðist, tillukku Pauli.
Eg skal ikki meta um
dygdirnar í hesum grein-
um. Tó so eg skal gera
viðmerkingar til ein av
hesum greinastubbum.
Hesin greinastubbi ber
yvirskriftina Jørgen-Jørg-
en, sum júst er undirrit-
aði.
Her veri eg av løgmanni
beinleidis lagdur undir at
hava borið ósannindi fram
fyri Feroya fólk. Tí, eg í
eini útvarpsreðu vísti á, at
reallønin er fallin hesi sein-
astu trý árini, í hvussu er
fyri stóran part av fólk-
inum.
Tað kennst meiri enn
hugstoytt, og sera ódám-
ligt at verða skýrdur lygi-
vætti, og tað av sjálvum
løgmanni.
Fari eg ti at visa å ella
draga fram, hvat id eg
havi bygt hesi mini orð á,
um at reallønin er fallin
síðan henda samgongan
tók við stýrinum av hes-
um samfelag.
Fyrst vil eg siga, at tað
man vera óneyðugt at vísa
á, at tað er munandi
tyngri og dýrari at liva hjá
fjøldini í Feroyum. Tað,
sum legmaður so snildis-
liga roynir at draga fram í
hesum sambandi er, at
prístalið ikki hækkar so
nógv nú.
Men hetta er kortini
einki mát fyri, um real-
lenin er fallin ella ikki, ella
politisk
viðmerk-
ing
um inntekan hevur somu
keypiorku sum undan
farin ár.
Tímalenin er hækkað
hesi trý árini. Rætt er tað
vit fáa fleiri krónir, men
spurningurin má heldur
vera: Hvat fáa vit fyri pen-
ingin í mun til hækk-
ingina?
Í bóklingi, sum Det
Rádgivende Udvalg for
Færøerne hevur latið úr
hondum fyri árið 1981,
verður okkum týðuliga
sagt at reallenin hækkaði
árini framman undan,
meðan hon síðan er fallin.
Teir siga: Í árunum 1975-
1980 vaks reallønin vid 5-
7%, meðan hon i 1981 er
fallin vid 4%.
Í ársfrágreiðingini sum
Feroya landsstýri og ríkis-
umboðið í felag hava givið
út fyri 1981 og 1982,
verður sagt frá einum real-
lønarfalli.
Í årsfrågreidingini fyri
1981 verður sagt á blað-
síðu 165 soleiðis sum eg
endurtaki orðarætt: >Í
1981 eru lenirnar hjá
starvsfólki, faklærdum
arbeiðarum, og ófaklærd-
um arbeiðsmonnum ektar
við 9%, meðan ófaklærdar
kvinnur hava havt ein
lønarvøkstur uppá slek
12%. Tá prístalið er ekt
við einum 15% er fallið í
reallenini, sum byrjaði í
1980, hildið fram og ekt í
(mínar undirstrik-
1981.
ingar).
Í ársfrágreiðingini fyri
1982 verður eisini sagt frá
einum reallønarfalli. Har
verður sagt á blaðsíðu
156, sum eg endurgevi
orðarætt. Cit: >Tá ið prís-
irnir eru stikaðir góð 10%
er reallenin fallin við 1-2%
hjá ófaklærdum og
faklærdum arbeiðarum,
meðan hon er óbroytt hjá
starvsmonnum«. citat
endað.
Her verður ikki bert
sagt, at reallønin er fallin,
men her verður týðuliga
sagt, at tað eru tey lægst
lentu, ið fáa hesa lækking.
Harvið eru tað tey lægst
lentu, ið bera byrðarnar.
Við hesum havi eg víst
á, hvat ið eg havi bygt orð
míni á, um at reallenin er
fallin ella um minkaða
keypiorku hjá ófaklærd-
um og faklærdum arbeið-
arum í Feroyum. Stutt og
greitt á upplýsingar frá
Feroya Landsstýri!
Pauli Ellefsen kundi
havt kveitt í hesar bekur,
áður enn hann leggur fólk
undir at bera ósannindi.
Hetta vísir okkum, at
vit hava ein politiskan
forherðing til legmann í
Feroyum.
Jergen Thomsen
Fólkaflokkurin
royndi at forkoma
smiðjuni í Vági
Takk til Sosialin fyri upp-
lýsingin um, hvussu nýggi
oddamaður fólkafloksins
Óli Breckmann bar seg at
ímóti smiðjuni her í Vági,
tá hon var fyri á legtingi.á
Teir, sum agiteraðu her í
Vági billaðu okkum inn, at
tað var umvent, at Óli
Breckmann hevði bjargað
smidjuni. Eg var ein av
teimum, sum hoppaðu
uppá hesa lygn. Satt at
siga trúði eg heldur ikki
uppá tað, sum stóð í Sosi-
alinum, at Óli atkveðdi
ímóti, at smiðjan á Gerð-
unum skuldi fáa stuðul og
veðhald til ta stórfingnu
útbygging, sum har skal
fara fram, men nú havi eg
fingið tað váttað.
Tekk fái tit javnaðar-
menn og Ove fyri, at tit
bjargaðu okkara góða ar-
beiðsplássi, smiðjuni á
Gerðunum. Nú mugu tit
79 vágbingar, sum eisini
atkveddu fyri fólkaflokk-
inum sjálvandi um, hvenn
tit stemma uppá næstu
ferð, men eg eri yvir og
farin!
Vælsignaðir vágbingar!
Minnist tó til tá valdag-
urin kemur, at av øllum
var tað fólkaflokkurin,
sum royndi at forkoma út-
byggingarætlanum hjá
smiðjuni á Gørdunum.
lumpaður fólkafloks-
veljari í Vági