Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni: Norska felagið sigur at vatnorkuuppskotini eru ov lítið vidgjørd Í svari sínum til grein hjá SEV-stjóranum vísir Tormóður Dahl m. a. á, at telini hjá hesum um Veðranes-ætlanina eru tveitt út í tóman heim. Annars sigur Tormóður Dahl, at tað er eingin grund at leypa fram av, tí okkara vetn, fossar og áir fara ongan veg og helst missa vit heldur ikki avfallið 1. Viðmerkingar til grein SEV-stjórans i Dimmalætting 21.01.1984. Sum prógv fyri at „Veðranesprojektið< er skeivt og at tað einasta rætta er at lurta eftir Høj- gaard á Schultz (tí sjálv- andi duga vit føroyingar ikki at teinkja?), so endur- gevur tå m.a. eitt brot år frågreiningini frå ti norska felagnum A.B. ber- dal A/S, ið hava kannað H & S-projektid. Endurgevingin vid: >... Vi er derfor fullt innforstått med de grove hovedtrekk i de prosjekter som nå er framlagt«. Ein endurgeving eigur at vera fullfiggjad, so eg loyvi mær her at sitera næsta setning, id ljóðar: »Derimod syns vi pros- jektene foreløpig er for lite gjenomarbeidet . . .« Og fyri nú at fáa tað heilt rettu myndina loyvi eg mær eisini at endur- geva »årskurdin« í frá- greiðingini, ið ljóðar: »Vi beklager derfor á mátte uttale at det er vár bestemte oppfattning at de foreliggende prosjekter enná er for lite bearbeidet til at udgjere forsvarlig grunnlag for en beslutn- ing om utbygging og láne- opptak for dette. (Min endar undirstriking). Við eðrum orðum: Óhefta norska felagið A.B. Berdal sigur, at H & S-projektið er ónýtiligt, og tú nýtir teirra frágreiðing til verju fyri H & S-pro- jektið og til at prógva, at >Veðranes-projektið< er ónýtiligt. Tað er annars ikki satt sum tú sigur at A.B. Ber- dal hevur kannað >Veðra- nes-projektið=. Hvat viðvíkur tínum risatølum fyri Veðranes- projektið í mun til H & S- projektið, so eru hetta tel tveitt út í tóman heim, og — halt mær til góðar — ikki trúgvi eg at ein »nyklaktur« veikstreyms- teknikumari, hóast hann hevur sitið í stjórastóli í 6 mánaðar, er ferur fyri at gera haldgóðar metingar í hesum máli. Annars haldi eg tað vera beinleiðis tápuligt av tær at speireka tín næsta og høgt kvalifiseraða medar- beidara civiling. Páll Mikkelsen við at siga at hansara Veðranesprojekt „er grundað á teoretiskar hugleiðingar um vatnorku í Foroyum<. Hann hevur hóast alt ou. 25 ára royndir innan vatnorku, meðan tú neyvan hevur sama tal í nánaðum. 2. Tríggjar ymiskar H & S- verkætlanir = síðani 5. februar 1979. Nu mugu vit sjálvir taka um endan. Hesi trý H & S-projekt eru legd fyri umboðs- nevndina síðani á vári 1979: 1. »Grøna álitið“, dagfest 05.02.1979. 2. »Gula álitið<, dagfest 20.07.1981. 3. „Bláa álitið“, dagfest 25.03.1982. Broytingarnar frá einari verkætlan til aðra eru bæði tekniskt og búskap- arliga so stórar, at einhver má spyrja seg sjálvan: tá so týðandi broytingar eru framdar eftir bert 3. árum — hvenn tryggleika havi eg tá fyri at hetta seinasta projektið er hitt rætta? Øllum má eisini vera púra greitt, at elnýtslu- veksturin í meginøkinum (Føroyar — Suðuroy) seinastu 2-3 árini bert hevur verið umleið helm- ingin (ella minni) av tí, ið mett varð fyri 4-5 árum síðani. Nýggi stóri Sunds- motorurin er eisini komin síðani tá, so samanum- tikið er yvirhevur eingin grund til at leypa framav, og sum kunnugt: Okkara vetn, áir og fossar fara ongan veg — og helst missa vit heldur íkki avfallið. Hin vegin er hver spardi dropi av olju ein vinningur fyri landið, og sum eg eisini so ofta áður havi víst á finnast ekir í land- inum, har ein útbygging av vatnorkuni kann verða framd bæði skjótt og bí- ligt og har skaðiligu árin- ini á umhvervið helst eru lítil. At byggja eitt minni (»føroyskt«) vatnkraft- verk er i veruleikanum ein munandi minni kompli- seraå uppgåva enn at byggja t.d. ein nútímans ivima. So nú átti tað at Dahl: — Fyrsta stigið má vera at vit slíta við Hojgaard & Schultz og taka um Tormóður endan sjálvir. Tað megna vit! verið uppá tíðina at føroyskir verkfrødingar og arbeidstakarar fingu loyvi at vist, at teir megnaðu slikar uppgåvur sjålvir — ti tad gera teir. — Tad ein- asta okkum kanska tørvar her er at samskipa kunn- leikar, men tað átti ikki at verið tað truplasta Hví ikki byrja við t.d. at víðka Klaksvíksverkið — og sum nr. 2 t.d. Saks- unnarkraftverkið (til- samans o.u. 20 mill. kWh). Tá byrja vit longu at nærkast somu orkunegd sum Eiði 143. Men skulu vit uppá lív og deyð seta hol á Eystur- oynna — hví tá ikki geva einum bólki av føroyskum verkfreðingum upp í hendi veruliga at kanna, rokna og kostnaðarmeta ikki bert Veðranesprojektið, men eisini aðrar megulig- ar loysnir. Øll vita vit, at gjøgnum eitt ættarlið hevur okkara elveiting verið stýrd úr Keypmannahavn. Nógvir bendir í dag á, at henda stýring verður at halda áfram eitt ættarlið, um ikki okkurt >„radikalt< verður gjert beinanvegin. Fyrsta stigið má vera at vit »slita« við H & S og taka um enda sjálvir. Tað megna vit. Tórshavn 23.01.1984 Tórmóður Dahl Nr. 12 — 26. januar 1984 Hóvligur Javnaðar- flokkur Takka fyri vælmeintu ávaringina til okkara, hesa úr Dagblaðnum 18. jan., um at hitt hóvliga man fara at forkoma Javn- aðarflokkinum. Noktast skal ikki, at hetta megu- liga verður tikið til eftir- tektar. Men tykkara harð- renda og mannahatska ófíggjapolitik fáa tit okkum ikki út í — hartil hava tit einkarrættin. Ikki er tað sert av sam- kenslu vit hava við teimum nýggju velj- arunum, sum uttan av- gjørda fatan av politisku steðuni hava latið seg reka undir trælkandi Fólkafloksokið, herí- millum veljarar Fram- burðs- og Fiskivinnufloks- ins. Misnegd Dagblaðsins við sámuligleika teirra, sum saman við trúgvu veljarum okkara mynda Javnaðarflokkin, er ikki lítið uppgjørd — verða mestsum skýrdir konserv- ativir, samanbornir við lirikassakenda popp- politik Fólkafloksins. Sum uggilsi kunnu vit upplýsa, at tað eins og higartil verður sami ábyrgdarpoli- tikkur Javnadarfloksins, sami framtakshugur Javnaðarfloksins, = sami mannaalskni politikkur Javnaðarfloksins, = sami samhugapolitikkur okk- ara, sum alsamt verður at sermerkja politiska verk okkara. At henda fólkanna demokratiska sjálv- bjargnisstevna roynist sum sekk í eiturkoppanót Fólkafloksins er eysæð. At tað í flokki okkara er høgt til tróðurs og vítt til veggja, at veljarar okkara í mun til aðrar flokkar leggja mesta dentin á frælsisstevnuna og ikki einans gåna seg tómar eftir politikaranna avvíkj- andi persónligu fyribrigd- um, er Dagblaðsflokk- inum mikil meinbogi. At samsvar er ímillum anda og orð Javnaðarfloksins og politisku verkini, at okkara politikkur er annað innandura fótbóltskappingin hjá B36: yrjar í morgin Í annaðkveld byrjar stóra innandura fótbóltskapp- ingin, sum B36 skipar fyri. Kappingin heldur so fram leygardagin og endar sunnudagin, tá finalurnar verða leiktar. Tað er Feroya Spari- kassi, sum er sponsor fyri hesi kappingini. Kappast verður í 8 bólk- um, 6 dreingjabólkum og 2 gentubólkum. Bólkarnir eru: Pinkulingar: føddur i 1976 til 78. Småpiltar: føddir i 1974 og 75. Piltar: føddir i 1972 og 73. Smådreingir: føddir i 1970 og 71. og meira enn innantómt geilargorr, at okkara hug- sjónir megna at bera yvir tað iva- og ótryggleika- vað, ið Fólkaflokkurin allar dagar hevur dúvað uppá — er sum sandur í sjón afturhaldsins. Sanna andlit Fólkafloks- ins kenna tíðanverri bert tey í dag rættuliga væl til- komnu. Hesi sum ofta og títt vóru noydd at avreiða til kapitalin demokratisku hugsjónirnar og ikki sjál- dan tær átrúnaðarligu við fyri so dánt at sleppa at ana undir jarnhælsstýri teirra. Men tekk fáið Fólka- flokkurin, at hann við hesum valið hevur rivið gekkaskortin so mikið, at sanna muran nú aftur er nektað. Henda »opinber- ingsvera« er nevnliga nú vorðin so ítekilig, at óvissa fólks um innstu girndir hennara ikki man fara at ráða munandi afturat. Rán Dreingir: feddir í 1968 og 69. Unglingar: føddir i 1965 til 67. Gentur: føddar í 1967 til 69. Smágentur: føddar í 1970 til 72. Vinnandi liðini fáa steyp til ognar. Hesa ferð verður ikki gjørt sum vanligt at besti leikari og besti mál- skjútti fáa steyp. Hetta er gjørt fyri at strika undir, at fótbóltsspælið er eitt liðspæl, og ikki eitt ein- staklingaspæl. Men allir luttakararnir í kappingini fáa eitt skreyt- blað fyri at hava luttikið í eini B36 kapping, um- framt at luttakararnir í liðunum, sum gerast nr. Í og 2, fáa skreytblað við lit mynd á. Er —————— Í