hósdagur 26. januar 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se —
r 12 — 26. januar 1984
Okkum er sent:
Livsneydugt við
ergholi millum
Sunnba og Lopra
Sóknarfundur í Sunnba vidgjørdi spurning-
in herfyri
Í sambandi við at eitt
yngri ættarlið úr Sunnba,
alt sum tað var, nærum
ikki bar boð í bý, varð
kallað inn til sóknarfund í
Sunnba 12. jan. í ár at
viðgera samferðsluna til
og úr Sunnba.
Á sóknarfundi í
Sunnba 12. januar
1984 saman við løg-
tingsmonnunum í
Suðuroy, lands-
stýrismanninum í
vegamálum og
Sunnbiar bygdar-
ráð er soljóðandi
fundarsamtykt
gjerd.
>Undirritaðu
íbúgvar í Sunnbiar
sókn, Sunnbiar
bygdarráð og bý og
bygdarráðsfor-
menn í Suðuroy
krevja hervið, at
projekteringin av
bergholinum Sunn-
ba-Lopra og vegir-
nir í samband við
hetta verður byrjað
beinanvegin, og at
sjålvt arbeiðið
verður byrjað í sein-
asta lagi 1. april í
ár.
Ongin undanførs-
la av nøkrum slagi
verður góðtikin í
sambandi við hetta
mål!«
Løgtingsmenninir i
Suðuroy Flemming Mikk-
elsen, Ove Mikkelsen,
Hilmar Bech og Atli Dam
(sum tók ikki kundi meta
av serligum orsekum)
saman við landsstýris-
manninum í vegamálum
Pálli Vang, vóru bodnir til
at taka lut í hesum fundi.
Til fundarskrivara varð
valdúr Hergeir Nielsen og
til = orðstýrara Johan
Hendrik Joensen.
Terje Vestergárd legði
fyri og bjóðaði ellum at
verða vælkomin og gav
síðan orðið til Eli Poulsen,
bygdarráðsformann.
Hann greiddi frá teimum
skrivum, ið sóknarstýrið
hevði sent legtingi og
landsstýri viðvíkjandi
bergholsgerðini Sunnba-
Lopra og vóru hesi dag-
fest 5. mai 1977, 12.
januar 1978 og 11. februar
1982. i øllum trimum
skrivum var vist å, at
neyðugt var at fara undir
bergholsgerðina við tað
fyrsta, um bygdini skuldi
verða lív lagað, og slepp-
ast skuldi undan teimum
lívshættisligu samferðslu-
viðurskiftunum í sóknini.
Legtingsmenninir = og
landsstýrismaðurin segud
seg allir sinnaðar at fáa
málið loyst skjótasts gjør-
ligt, men ymiskt var sum
menn mettu útlitini fyri
eini loysn.
Flemming Mikkelsen og
Páll Vang vístu á, at teir
vóru heftir av samgong-
uni, og at neyðugt var at
vera loyalur mótvegis
hesi. Tað var ikki hildið
skilagott einvíst at trumfa
eina loysn igjøgnum á
hesum eki, tá avleið-
ingarnar m.a. kundu vera,
at samgongan reyk. Hin-
vegin lovaðu báðir, at teir
skuldu gera alt tað teir
vóru ferir fyri innan sam-
gonguna fyri at fáa menn
at skilja trupulleikarnar
og soleiðis virka fyri, at
bergholsgerðin til Sunn-
biar kundi fremjast sum
skjótast.
Upplýst varð m.a. at
bergholið millum Getu og
Lorvík var komið ígjegn-
um í mai mánaða í ár, og
at amboðini haðani síðan
kundu flytast eitt nú
suður eftir. Sagt varð, at
tað var eitt politiskt krav,
at amboðini til berghols-
gerðir skuldu nýtast, og
ikki standa still.
Somuleiðis varð
upplýst, at projektið var
greitt til at fara undir eftir
14 døgum, um politisk
avgerð varð tikin hesum
viðvíkjandi. Bergholið
verður 2,6-2,8 km langt,
og vil saman við vegagerð-
ini til og frá kosta umleið
50 mió. kr.
Ove Mikkelsen og
Hilmar Bech greiddu frá
m.a., at tað í 1978 eydnað-
ist, at fáa lógaruppskot
um bergholsgerð til Sunn-
biar samtykt á tingi, og at
låntøka til hesa gerð
somuleiðis var lógarheim-
ilað. Teir harmaðust um ta
drúgvu gongd málið hevði
havt á tingi, og at ongin
vissa enn er fingin frá
landsstýrinum fyri at
bergholsgerðin kann byrja
heilt skjótt, nú so drúgv
tíð er liðin, síðani løgtings-
lógin varð samtykt á tingi
og bergholslinjan fast-
løgd. Teir vístu somuleiðis
á vandan við samferðsluni
í sóknini, og lovaðu báðir
framhaldandi at gera tað
teir kundu, fyri at málið
kundi fáa eina skjóta
loysn. Teir segdu seg, um
ikki skjót loysn varð fing-
in í hesum bergholsmál-
inum, vera sinnaðar at
reisa málið aftur á tingi og
hettu í hesum sambandi á
samgongu menn um at
taka undir við málinum.
Eftir hetta var orðið
frítt, so fólk fingu hevi til
at siga sína hugsan um
hetta álvarsmál.
Beinleiðis spurningur
varð settur Flemming
Mikkelsen um hann, um
neyðugt, vildi sprongja
samgonguna, um íkki
meiriluti fekst í hesum
bergholsmáli. Flemming
Mikkelsen svaraði, at tað
ikki her og nú var gjerligt
at svara hesum spurningi,
men mátti hann fyrst
hava fund við sínar parta-
menn á tingi um málið.
Víst var eisini á, at tað
var lítið skilagott at byrja
við vegagerðini úr Vági, tá
tað vildi longja munandi
um tíðina, til berghols-
gerðin var av
Sunnbingar vístu eisini
á, at komandi
gerð átti at rúma tveimum
vegbanum, tå
ble
berghols-
ferðslan
munandi
annars
tarnað. Páli Vang kundi
ikki upplýsa um hesi
viðurskifti, tá hann ikki
kendi projektið nóg væl,
men metti eftir teimum
kostnaðarmetanum hann
hevði fingið frá Lands-
verkfreðingionum, at
talan var um berghol við
tveimum banum. Víst
varð m.a. á, at bygdin var
stór, og tí kravdi breiða
vegfering, og at sóknin
hevði umleið 400 skatt-
gjaldarar, og tí kravdi
eina skjóta loysn á hesum
máli.
Beinleiðis fyrispurning-
ur bleiv settur fram um,
hvussu flutningurin av
skulabørnum ætlaðist at
fara fram eftir óhappið.
Her vísti Eli Poulsen,
buygdarráðsformaður, á,
at ætlanin var, at bygdar-
ráðið skuldi samráðast við
m.a. samferðslunevndina
um hesi viðurskifti, tí
ætlanin va rat fara undi
rrutukoyring í Suður-
oynni. Í hesum sambandi
vísti fundarfólk á, at sam-
ferðslunevndin kravdi
munandi sterri bussar til
flutning eftir Sunnbiar-
vegnum, og at hetta als
ikki kundi góðtakast.
Hergeir Nielsen, limur í
samferðslunevndini, visti
á, at tað vóru fleiri, sum
hevdu misfatað henda
spurning. Samferðslu-
nevndin hevði onga heim-
ild til at krevja sterri
bussar til henda flutning,
og hevði honum vitandi
heldur ikki gjørt tað, og
metti hann tað vera lítið
skilagott undir verandi
samferðsluviðurskiftum.
Skúlanæmingarnir í Sunnba:
Gerið bergholið
áðrenn næsta
vanlukkan hendir
Eisini skúlanæmingarnir í Sunnba umframt
nógv onnur fólk í oynni hava sent undir-
skriftir til myndugleikarnar, har ynski um
eitt berghol verður sett fram.
Áheitanin er soljóðandi:
Undirritaðu
skúlanæmingar,
ið dagliga
verða fluttir við skúlabussinum í Sunnba til
og frá Vágs skúla og sum vóru við í bil-
óhappinum 6. januar í ár, heita hervið inni-
liga á tykkum háttvirdu Legtings- og Lands-
stýrislimir um at virka fyri, at bergholsgerð-
in Sunnba—Lopra verður byrjað beinanveg-
im.
Tað er eingin loyna, at vit hvønn einasta
dag stúra fyri hesi koyring, og vóna vit tí, at
nakað verður gjert, áðrenn næsta vanlukka
hendir.
Ta Á
UALVIA CL 0
På
Í 4, 2
Jar tt
Spurningurin um val av
bussi var ein samráðingar-
spurningur millum
játtandi myndugleikarnar
og hann, ið koyra skuldi.
Somuleiðis segði Hergeir
Nielsen, at nevnda rutu-
koyring neyvan fór í
gongd í bræði, m.a. tí at
landsstýrið ikki vildi játta
samferðsluskrivstovuni
neyðuga hjálp.
Eftir hetta skjeyt Terje
Vestergárd upp, at flutn-
ingur av skúlabernum
eftir Sunnbiarvegnum í
verandi líki, ikki skuldi
rekast við sterri bussi enn
honum, ið nýttur hevur
verið higartil. Hetta varð
einmælt samtykt.
Semja var um at senda
fundarsamtykt til
landsstýrið og legtingið
og til allar, ið mannaðu
hesi og skuldi henda fund-
arsamtykt eisini vera
adressa, har øll í sóknini
teir
eldri kundi
ið ár og u
saman vid
skriva undir
bygdarráðnum, legtings-
monnunum fyri Suðuroy
og landsstýrismanninum í
vegamálum Páil Vang.
Somuleiðis skuldi heitast
á allar bý- og bygdarráðs-
formenn í Suðuroy um at
skriva undir adressuna
Samanumtikið mettu
fundarfólkini, fullsett var,
at nú var góður meguleiki
fyri at fáa hjartamál teirra
framt. Samgongu- og and-
stødumenn lovaðu sín
fulla stuðul, og mettu
meguleikarnar fyri eini
skjótari loysn heilt góðar.
Sunnbingar og suðringar
allir bíða nú spentir eftir,
at umboðsmenn teirra í
landsstýri og á legtingi
loysa hetta mál úr lagdi.