Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Umsekjarar til starvið í Norðurlandahúsinum: Einki krav um forleika Starvið sum leiðari á Norðurlandahúsinum i Føroyum er nú lýst leyst at sekja 1. september 1984 og fýra ár frameftir. Í lýsingini stendur einki um, hverja útbúgving meguligir umsekjarar skulu hava. Tað er stýrið fyri Norðurlandahúsið, sum setir starvið. Tað eru Jan Sternsted, formaður, Dán- jal Pauli Danieisen, næst- formaður, Flemming Samuelsen og Elisabeth Zachariasen, umframt eitt umboð úr hverjum Norð- urlandi sær, sum skulu taka steðu og seta nýggja leiðaran á Norðurlanda- húsinum. Dánjal Pauli Danielsen, næstformaður í stýris- bólkinum, sigur við Sosial- in, at tað er ikki sett nakað ávíst krav um, hvussu umsekjarar skulu vera skikkaðir til hetta serliga arbeiðið. — Norðurlandahúsið er ein mentunnarstovnur, sum skal verða samgongu- lið millum Norðurlond innan t.d. listagreinir, undirvísing og gransking. Tað er greitt, at kravið til umsekjarar noyðist at vera fjølbroytt og at við- komandi skal duga at samráðast og vera millum- gongumaður og hava áhuga fyri slíkum málum, sum skulu fremjast fram- yvir. Verður ikki lagdur dentur á, at umsekjarar hava serliga áhugamál innan eki, sum stovnurin kann nekta? Leiðari fyri Norðurlandahúsið Starvið sum leiðari fyri Norður- landahúsið í Feroyum verður við hesum lýst leyst at seta frá 1. sep- tember 1984 í eitt fýra ára skeið. Skrivlig umsókn verður at senda Norðurlandahúsinum, Postboks 1260, 3800 Tórshavn, innan 14. februar 1984. Upplýsingar kunnu fáast frá av- greiðslustjóranum Jan Stiernstedt, Stockholm {tif. 009-46-8-980650) ella hjá Dánja! P. Danielsen, stýris- nevndarlimi, 28072). Velbastað (tlf. — Tað er júst tað, at hetta starvið er so fjøl- broytt og skal fevna um so nógv áhugamál, so tað er torført at seta åvis krøv til umsekjarar. Tað er ofta soleiðis, at útbúgvið fólk á ávísum eki, eru serkøn i eini grein, og tí ikki hava innlit í onkrum eðrum, sum er eins neyðugt fyri, at hesin stovnur skal virka. Hvat fara tit annars at krevja av umsekjarum? — At viðkomandi dugir at vera millumgongu- maður, tá samband skal fåast til tey økini, sum hava áhuga fyri at nýta stovnin, antin tað so er myndalist, sjónleikur, tón- leikur, undirvísing ella gransking, málið snýr seg um. Umframt hetta, so er tað umráðandi, at umsekj- arar hava fyrisitingarlig evni, tí hetta starvið hevur eisini við sær, at viðkomandi skal duga at arbeiða eftir eini fíggjar- ætlan, sigur Dånjal P. Danielsen. Steen Cold, núverandi leiðari á Norðurlandahús- inum, varð valdur at stovna virksemi í Norður- landahúsinum fyri eitt tvey ára skeið. Steen Cold hevur arbeitt innan Norðurlendska ráðharra- stovnin í eitt langt áramál Hann hevur útbúgving si.m løgfrødingur, við ser- ligum áhugamálum á mentunanrligu økjunum innan Norðurlond. Steen Cold sigur: — Tað krevst ikki ávísar útbúgv- ingar ella serliga prógv fyri at leiða arbeiðið í Norðurlandahúsinum, tó at tað hevur virði, at við- komandi er eldhugaður fyri at fremja hetta serliga virkisøkid og sjálvsagt, at viðkomandi er fyrikom- andi og hevur áhuga fyri hesum serliga arbeiði. Í løtuni starvast tfy og eitt hálvt fólk á stovn- inum, og um stutta tíð verða tvey hálvdagssterv lýst leys. Hetta er ikki ser- liga stór manning, at reka slíkan stovn, men tað er ein av grundunum fyri, at umsekjararnir skulu vera soleiðis samansettir, at út- búgving og áhugamál skulu ganga út í eitt, til gagns fyri tað arbeiðið, sum her skal fremjast. Kann føroyingur setast í Føroyum, íslendingur í Íslandi 0.s.fr. innan Nordurlendska ment- unnarsamstarv av hesum slag. - Ja, tad ber væl til. Tad er einki i endamåls- greinini fyri Nordurlanda- húsið, sum sigur, at leiðarin skal vera útlend- ingur úr einum av hinum Norðurlondunum, tó at tað oftast hevur verið so- leiðis higartil. D.P. Danielsen sigur, at ein feroyingur eins væl kann søkja í Feroyum, sum í einum av hinum Norðurlondunum. Tó er tað nú einaferð soleiðis, at tað ofta kann verða gagn- ligt, at slíkur umsekjari hevur roynt seg aðra- staðni, so hann betur kann verða skikkaður til slíkt arbeiði frameftir. Í letuni er starvið sum leiðari á Norðurlandahúsinum i Íslandi lýst leyst, og stendur tað sjálvsagt eisini føroyingum í boði at royna seg har. Dag. Óhepnir strandingar Ikki kann sigast annað enn, at strandingar vóru rættiliga óhepnir í tí ringa veðrinum, sum leikaði herfyri. Stersta arbeiðs plássið í bygdini, flaka virkið Bátafisk, fekk rættiliga nógvar snuddir óveðrinum. Teir eru nú í ferð við at sýna skaðarnar. Ein part- ir av síðuni á virkinum er skaddur umframt at nógv annað eisini hevur fingið skaða. Á Strondum meta teir skaðan til at liggja omanfyri 2 mill. kr. Men nú skal so sýnast. Virkið hevur fingið 400 pund av fiski í ár. Roc Amadour, sum hevur verið úti, fer helst at landa til Lynfrost ístaðin. Annars eru garnabátar- nir farnir at rigga til. Virkið skuldi helst verið liðugt umvælt, til garna- bátarnir koma inn at av- reið aum einar 10 dagar. jan Ávaring til foreldur! Børnini drekka lampuolju Fleiri føroysk småbørn eru seinastu tíðina innløgd á landssjúkrahúsið orsakað av eitran. — Tey hava drukkið lampuolju. Til jóla komu nakrar nýggjar lampur í selubúð- irnar her heima og við teimum fylgdi eisini lampuolja í ymsum litum og uttan lukt. Bernini hava drukkið hesa oljuna, og eru vorðin sjúk. Nú ávarar landslæknin foreld- ur ímóti hesi oljuni. Vit prenta ávaring hansara niðanfyri: »Læknar og sjúkrasyst- rar á barnadeild Lands- sjúkrahúsins hava gjert vart við vandan fyri eitran av bernum elvt av lampu- olju. Upplýst verður frá starvsfólkunum, at sein- astu tveir mánaðirnar hava verið innlegd fýra bern í 1-2 ára aldri orsakað av eitring, av tí at tey hevdu drukkið lampuolju frá oljulampum, ið hava verið vælumtóktar millum fólk uppundir seinastu jól. Hesar lampuoljur kunnu hva ymiskan vakran lit, eitt nú bláan, gulan, grenan, violettan, reyðan, eins og tær kunnu vera litleysar og klárar. Oljan hevur ongan lukt við sær, og er tað tí ikki ilt =. Nr. 13 — 28. januar 1984 at skilja, at børn kunnu fáa hug at drekka oljuna. Lampurnar verða ofta settar á lág borð í heim- unum, so lætt er hjá bern- unum at drekka oljuna. Lampurnar eru ein- faldar, bert eitt ílat, sum oljan er í og ein leysur messing- ella plastleggur, har veikurin gongur niður igjøgnum. Vandin, ið kann stand- asts av at drekka lampu- olju, er lungnabruni, sum i ringasta føri kann verða livsvandamikil. Heilt smáar negdir kunnu elva sjúku. Eisini aðrastaðir eru starvsfólk í heilsuverk- inum skelkað yvir hesar sjúkutilburðir elvdar av oljulampum. Til dømis hava á Århus Kommunuhospitali eitt stutt skifti verið innlegd 8 smábern við hesi eitran. Oll góð orsøk er ti at ávara foreldur móti hesum oljulampum, ið eisini eru at fáa í Føroyum. Eru smábern í húsinum, verður mælt til at goyma slíkar oljulampur burtur, so eingin møguleiki er fyri, at smábern kunnu sleppa at teimum,« sigur landslækning í tíðinda- skrivinum. Myndin er úr danska blaðnum Ekstra Bladet, og vísir eitt smábarn við eini av teimum umreddu lampunum.