leygardagur 28. januar 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
Var keypið av Reynsatindi
eitt spæl i lottarinum
fyri almennan pening?
summar varð
trolarin Reynsatindur
keyptur. Bleðini gjerdu
nógv burturúr. Báturin
var stersta fiskiskip
Vesturheiminum. Hetta
var nakað, feroyingar
kundu vera stoltir av.
Fleiri ivaðust tó í fram-
tíðarmeguleikunum hjá
hesum skipi.
Áðrenn hevdu vit átt
Giljanes í 2-3 ár. Hann var
ein spennandi nýskapan.
Fekk rættiliga nógvan al-
mennan stuðul, og var tað
eisini alt í lagi. Her var
nakað nýtt, og fekst hann
at bera seg, fór hann at
geva stórar inntekur til
tað føroyska samfelagið.
Tað vísti seg tó at verða
torført at fáa båtin at
mala figgjarliga. Neydugt
varð við stórum serlånum
hvert ár. Serlán upp á
nógvar miljónir hvert.
Nú kundi tað verðið
spennandi at kanna, hver
keypti Reynsatind. Mill-
um hevuðseigararnar er
felagið, sum eigur Gilja-
nes og selufelagið hjá
Giljanes — Atlantic
Exports.
Eitt skip upp á 100
miljónir kr. krevur at hava
ein eginpening uppá 10%
ella 10 miljónir kr. Hetta
er neyðugt, um tað ynskir
landskassaveðhald og
landskassalán. So kann
Tíðliga í
man spyrja, hvussu eitt
felag, sum hvert ár fær
fleiri miljónir í serláni,
kann hava nakran tekan
eginpening at seta í eitt
nýtt skip(??). Sannleikin
er, at landskassin hevur
pumpað millum 10 og 20
miljónir í serlánum í Gilja-
nes. Man ikki ein partur
av hesumm pengum vera
nýttur sum partapeningur
til at keypa Reynsatind?
Men nú gongur galið.
Svartkjafturin svíkur. At
grundarlagið undir hesum
projekti hevði verið iva-
samt, gjørdist nú veruleiki
fyri ellum;, men nú krevja
hesir menn, at báðir bátar-
nir hjá teimum skulu hava
loyvi at fiska rækjur við
Svalbard. Antin skulu
aðrir rækjubátar burtur,
ella skulu feroyingar
gevast við toskaveiðuni í
føroyskum sjógvi.
At teir krevja rækju-
loyvi til sínar bátar, er
eftir teirra meting ikki
annað enn eitt natúrligt
og rímiligt krav (D.P. Niel-
sen og Jens E. Ellefsen í
Sos. 21. jan.). Tað hevði
verðið stuttligt, um blað-
maðurin, Jan Miller, eina
ferð var eitt sindur kritisk-
ur í sínum tíðindaflutningi
um vinnumál. Vinnan skal
stuðlasts, men tað má tó
vera við skili.
Giljanes var ein spenn-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við. at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
andi roynd. Hon varð
stuðlað og eigur at verða
stuðla enn. Keypið av
Reynsatind var haraftur-
ímóti eitt spæl í lottarí-
num. Eitt lottarí, hvar
innskotið var í 100
miljóna klassanum við
Feroya Landskassa sum
millum inngjaldara.
Fyri at bjarga hesum
projekti, skulu nú aðrir
rækjubátar troðkasts
burtur av Svalbardleiðini,
ella skal toskaveiðan í
norskum sjógvi ofrast. At
hesir menn koma sær at
fara í bleðini við hesum
krøvum og enntá kalla tey
»naturlig og rimilig«, er tó
toppurin av ellum frek-
leika!
M.
Viðmerking
til M.
Undirritaði blaðmaður
erður í lesarabrævinum
»manfyri skrírdur at vera
lítið kritiskur í sínum tíð-
indaflutningi um vinnu-
mál. Tað skal eg so lata
esararnar dema um. M.a.
M, sum skrivar hetta les-
arabrævið.
Tað er tó okkurt, sum eg
haldi eigur at verða við-
merkt til júst hetta bræv-
ið.
M. heldur tað vera
toppurin av øllum frek-
leika, at reiðararnir av
Giljanesi og Reynsatindi
ynskja ella krevja at
sleppa at fiska rækjur við
Svablard, nú svartkjaft-
urin kann svíkja.
Og hann skrivar! Cit:
Skulu nú aðrir rækju-
átar troðkast burtur av
;valbardleiðini ella skal
sskaveiðan i norskum
'ågvi ofrast«. citat slutt.
Spurningurin um
valbard er meira eitt
rinsippmål, enn tad er
purningur um, hvør skal
frast fyri hvønn. Hesa út-
Ægingina meti eg vera
ns ókritiska sum ta M.
xuldsetir meg fyri. Tí
spurningurin um Svalbard
er eisini ein spurningur
um politik og jura. Um
rættindi hjá tjóðum —
ikki bert Noregi — men
hjá ellum teimum tjóðum,
sum í síni tíð skrivaðu
undir Svalbardtraktatina.
Hevur tú fylgt við í
skrivingini í Sosialinum,
so hevur tú kanska lagt til
merkis, at norski flotin, ið
fiskar tosk, hevur trupul-
leikar. Tí — júst tí — geva
norðmenn hesum skipum
rækjuloyvi.
Hvat var meira náttúr-
ligt, at vit kravdu tað
sama, tá okkara skip — í
hesum feri Giljanes og
Reynsatindur eru í trupul-
leikum. Ég veit væl, at
hetta eru stór skip, men í
prinsippinum er tað tað
sama.
Og hvat er meira náttúr-
ligt, enn tað at brúka skip
í eini aðrari veiðu ein part
av árinum, t.v.s. svart-
kjaftabátarnar, tá hesi
skip ikki nýtast stórar
íletur til at leggja um til
rækjur, og tey hava
trupulleikar!!
Eg haldi tað vera rætt
av føroyingum eitt nú
reiðarunum á Giljanesi og
Reynsatindi at gera vart
við seg, tá norðmenn
brúka júst henda fram-
gongsmáta — at geva
skipum, sum eru í aðrari
veðiu og eru í trupulleik-
um loyvi at fiska rækjur.
Tá tú M. skrivar, at tað
er toppurin av ellum frek-
leika, at hesir bátar troðka
aðrar rækjubátar burtur
og vilja ofra toskaskipini,
so er tað eisini ósatt.
Tú argumenterar út frá
skeivum grundarlagi. Í
tíni argumentasjón hevur
tú longu góðtikið, at norð-
menn einsamallur skulu
bestemma yvir Svalbard-
økinum, og tað er nettup
her vit eru við kjarnan í
málinum. Teir hava
sambært Svalbardtraktat-
ina ikki loyvi at diskrimi-
nera aðrar tjóðir. Teir
hava annars eftirlitsrætt á
økinum.
Dømini tala jú fyri, at
teir geva sær sjálvum
veiðuloyvi av einum fiska-
stovni í altjóða sjógvi,
meðan teir nokta feroy-
ingum hesi loyvi.
E+g haldi, at blaðið, við
at hava samreður við
nettup reiðararnar á teim-
um báðum svart-
kjaftaskipunum, hevur
tikið nøkur åhugaverd og
neyðug ting vid inn i kjak-
ið um rætt okkara til fiski-
veiðu við Svalbard á jevn-
um feti við norðmenn.
Eg haldi tað hevði verið
skeivt av mær at drigið
eigaraviðurskiftini hjá
hesum skipum uppí pro-
blematikkin »Svalbard«.
At hetta so átti at verið
gjørt í annan máta, skal eg
taka so fult undir við.
Men tíanverri strekkir
tíðin ikki altíð til hjá okk-
um blaðmonnum, sum
arbeiða undir stórum
tíðartrýsti hvenn dag. Tá
er lættari hjá fólki, sum
arbeiða við peningamálum
og slíktum tú nevnir her,
at seta eina letu av og
festa nekur orð á blað. Eg
havi mangan tosað við út-
búgvin fólk, og fakfólk,
um slíkar spurningar, og
tey spyrja, hví vit einki
gera við hetta og hatta.
Eg plagi at svara teimum:
Hvussu skal tað vera, tá
tey, sum hava gott arbeiði
og útbúgving og eru for
fyri at úttala seg um ym-
isk áhugaverd viðurskifti,
ikki tora at leggja navn til.
Hetta er tíanverri alt ov
oftani steðan, og tí mugu
vit blaðmenn mangan
»trilva okkum fram í
myrkrinum«. Eg fari her
at vísa á, at fólk, mong,
eru í so felsk, tá tað snýr
seg um at úttala seg til
blødini. Tey eru bangin
fyri at missa arbeiði, bang-
in fyri sínum arbeids-
gevara o.s.fr. Men her
liggur avgjert ein
uppgáva hjá blaðmonn-
um. Og eg trúgvi eisini, at
við tíðini, um vit fáa fleiri
blaðfólk á blødunum og í
útvaprinum, gerast
meguleikarnir at arbeiða
við »borandi« journal-
istikki betri.)
Aftur til rækjurnar. M
hevur altso tikið tað sum
givið, at hesir stóru svart-
kjaftabåtar = nú — vilja
trodka adrar rækjubåtar
og toskabåtar burt.
M., tú veit kanska, at
Giljanes longu fyri einum
ári síðani sekti um rækju-
loyvi við Svalbard, tá
mangt bendi á, at vit fóru
ikki at troyta allar megu-
leikarnar vit hevdu har,
sambært avtaluna við
norðmenn. Hann fekk nei
frá landsstýrinum og helt
landsstýrið seg til úttalilsi
frá felagnum Rækjuskip.
Fleiri vóru bangnir fyri, at
svartkjaftabátarnir nú
skuldu »stjala« frå teim-
um.
Her sært tú sjálvur,
hvussu veiðuhættirnir
innanhýsis eru farnir upp
at toppast. Og hvussu lít-
ið teir í veruleikanum
hugsa um, hvat gagnar
samfelagnum og málinum
annars.
Hver sigur, at bert ver-
andi rækjufloti til ævigar
tíðir eigur at fiska rækjur
og at eingin annar bátur
eigur tað. Hvat nú, tá tað
vísir seg at svartkjaftur
rækjur er ein sera góð
samanseting. Og hví
heldur tú okkara leiðandi
rækjumenn sjálvir byggja
nýtt skip, sum teir kalla
kombinerað rækju- og
svartkjaftaskip. Var tað tí
ikki eitt sindur meira
náttúrligt at brúkt ver-
andi svartkjaftaskip til at
fiska rækjur enn at
byggja enn eitt nýtt og
dýrt svartkjaftaskip til at
fiska rækjur við. Tað er jú
tað eitt felag í Vágum ger.
Ella!
Men landsstýrið segði
nei til Giljanes, eftir
ráðum frá felagnum
Rækjuskip. Kortini vóru
ongantíð meira enn 2-3
skip við Svalbard. Hetta
gjørdi, at samlada veidan
kom uppá 5000 tons,
meðan hon við fullum
skipatali kundi ligið uppi
á 7000 til 8000 tons. Við
eðrum orðum misbrúktu
vit okkara møguleika fyri
ein part. Og tú veit M.,
hvat tað hevur at siga, at
hava fiskað nógv eitt ár,
áðrenn meguligar kvotur
skulu setast. Og tað er tað
norðmenn nú arbeiða við á
skriviborðinum. — Og ver
vísur í, hetta verða krevini
til næstu samrådingarnar
í 1985. Hevði so Giljanes
fiskað rækjur í 1983, so sá
úrslitið betri út fyri Gilja-
nes, fyri samfelagið og fyri
vánirnar at fáa sterri
kvotur, tá tær verða ásett-
ar til tess at verja stovnin.
Og vit síggja longu nú at
norðmenn brúka tað í sam-
ráðingunum, at vit brúktu
ikki møguleikan í 1983.
Nei, her hava rækju-
menn og landsstýri verið
ov stuttskygdir, so kunnu
eigararnir á Giljanesi
= Nr. 13 — 28. januar 1984
er EEE
vera, hver tað skal vera.
Eg royni bert við hesum
at vísa á princippið og
hvat samfelagsliga og
politiskt hevði verið best
at gjørt. Tú sært, at her
tervar stýring frá al-
mennari síðu, so tað for-
slær.
Alt koyrir uppá besta
»beskubb« og norðmenn
hava fingið síni »ynski«
uppfylt, nevniliga, at vit
eru farnir at stríðast
innanhýsis um tær
rækjur, teir hava »givid«
okkum, og soleiðis gloyma
okkara náttúrliga rætt til
Svalbard ekið.
Vit stríðast innanhýsis
og góðtaka norsk krev,
meðan vit heldur áttu at
staðið saman og víst á
føroysk krev viðvíkjandi
fiskiskapi við Svalbard.
At enda M. Eg haldi, at
tú átti at sett teg eitt
sindur meira inn í sjálvan
problematikkin og íkki
eygleiða hetta sum eitt
mál um, hverji feroysk
skip skulu ofrast til fyri-
mun fyri hverji.
Tí tað kjakið er als ikki
relevant. Tað er spurn-
ingur at duga at brúka teir
meguleikar sum eru og
krevja okkara sjálvsagdu
rættindi.
Hvat viðvíkur keyp-
inum av Reynsatindi og
fyri tað Giljanesi, so vóru
hesi stuðlað av landsins
myndugleikum. Tað er
rætt at havast at, har tað
ikki hevur givið rætt fyri
seg. Men skipini eru kom-
in til landið. Tey eru og
skulu í vinnu. Og at hesi
skip eru vælegnað til at
fiska svartkjaft part av
árinum og rækjur annan
part av árinum uttan
stórar umleggingariløgur,
er so ikki teirra feilur.
Tverturímóti áttu vit at
sæð ein stóran fyrimun í
hesum. Tað hava so
reiðararnir í Vágum, sum
nú byggja ein kombi-
neraðan svartkjafta- og
rækjubát gjort. Hví skulu
so ikki Giljanesmenninir
og Reynsatindsmenninir
hugsað um tann meguleik-
an eisini, nú tað ero so
óvist við svartkjaftinum!
Jan Miiller
blaðmaður
P.S. Eg havi fyri so vítt
einki ímóti at svara fólki,
sum skriva undir dul-
nevni. Men eg haldi tað
hevði semt seg betri, at tú
setti títt fulla navn undir.