Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Munabetri fyri børn at siggja sjonleik á palli — ístaðin at sita óvirkin frammanfyri sjónvarpið, sigur Páll Danielsen, ein av leikar- unum í Pinocchio. arameistaran Gepetto á sera hugnaligan hátt. Í hesum degum verður sjónleikurin Pinocchio framferdur fyri nærum fullum húsum í Havn. Tað er Kári Øster, sum hevur sett leikin upp á pall, við hjálp frá Rosu á Rógvu. Ein av hevuðs- leikarunum er Páll Daniel- sen, studentaskúlanæm- ingur, sum sera heppin megnar at geva leikinum innihald við leikluti sínum sum Gepetto, snikkara- meistarin. Páll Danielsen, studentaskúlanæmingur, er 19 ára gamal og hevur luttikið á kveldskeiðum hjá Havnar Sjónleikar- felag, tá hann var 15—16 ára gamal og spælt við í sjónleikinum »Stedgid bilinum«. Hann sigur seg altíð hava havt áhuga fyri sangi og sjónleiki, men at hann ikki tordi at fara á sjónleikaraskeið kortini. Spurdur um hann var smæðin, sigur Páll Daniel- sen, at hann ikki veit tað, men at hann ið hvussu so er ikki er serliga framlig- ur. Tað var tó ikki kveld- skúlaundirvísingin sum var byrjanin til sang og sjónleikarframferslurnar, sum Páll hevur luttikið í higartil. Ivaleyst mong munnu kenna Páll og beiggja hansara Súna, sum fram- førdu á Leikhúskabarett- ini á ólavseku í fjør. Hetta førdi við sær, at beiggjar- nir hava verið bidnir um at framfera á samkomum kring landið í heyst, eins og teir hava undirhildið á ársveitslum og eðrum samkomum í Havn, fleiri ferðir. Hvat var byrjanin til hesa framferslu? — Í heimi okkara hava vit altíð sungið og spælt nógv. Pápi spældi guitar, tá eg og beiggi mín Súni vóru smádreingir. Seinni royndu vit okkum sjálvir, og foreldur okkara góvu okkum sangbekur og til- far, so vit kundu læra okkum so frægt, sum vit nú einaferð duga. At Páll og Súni Daniel- sen duga at syngja og framfera er eingin loyna. Serliga ein samandráttur av føroyskum sangum Páll Danielsen las søguna um Pinocchio fyrstu ferð, tå hann var 10 ára gamal, so hann hevdi eina hóming av, hvussu hesin leiklutur skuldi spælast. Við leidbeining frá Kára Øster og við at eygleiða eldri fólk, hevur tað eydnast honum at mynda gamla snikk- hava verið væl móttiknir. Hver hevur sett fer- oysku sangirnar saman? — Tað vita vit ikki. Hesir hava verið framførd- ir å V4 samkomu i Fugla- firði einaferð i 60-unum, og tá tóku vit tað upp á band. Seinni bleiv bandið Orð og myndir: Dagny Joensen burtur, men vit dugdu tað uttanat, og tóku tað fram eina ferð vit skuldu undir- haida á jólaveitslu á Venj- ingarskúlanum fyri fýra árum síðani, har vit báðir gingu í skúla. Ein fastur táttur tey næstu árini á skúlanum var at framfera sangir og smáleikir. Eitt u spældu vit brot úr i Spanska flug úr eðrum leik um, og hetta førdi við sær, at vit vóru nakrir eminga inum skúla flokki, sum fóru á sjón- leikaraskeið. Tá leikurin „Steðgið bilinum< skuldi framførast, var eg biðin at spæla við, sigur Páll, og seinni tá Leikhús- kabarettin í fjer varð framferd í Sjónleikarhúsi- num, vóru Súni og eg bidnir um at luttaka. Hvussu dámar tær Ge- petto? — Hann er fittur, held- ur login gamal maður. Eitt sindur av einum ser- lingi eisini, tí hann hevur leikur, sum hann tosar við. Helst ti hann kennir seg einsamallan og ikki kemur so nógv út millum fólk. Hvussu er tað at spæla so gamal maður, tá tú bert er 19 ár? — Tað kann sjálvsagt verða eitt sindur trupult, tá so nógvur munur er á aldrinum. Eg havi her fingið góða leiðbeining frá leikstjóranum, umframt at eg havi hugt eftir, hvussu eldri fólk ganga, sita o.s.fr. Geopetti er heldur bogin, og tá hann skundar sær, so gongur Leygardagur 28. januar 1984 tað heldur seint fyri seg. M.a. havi eg ey gleitt abba min Hvussu dåmar børnum sjónleikin um Pinocchio? Á åskodarafjøldini bernini tað, kennist tað, at rættiliga liva sum fer fram á pallinum seg inn I Gepetto er nógv á palli num, og hann gongur ur og fram, tosar við seg sjálvan spyr og svarar Tá er tað ikki altið, at børnini dåma søgugongd ina, men lata hoyra frå sær, so sum tey vilja hava, at tað skal fara fram. — Eitt nú inni í hvali- num, tá Gepetto sigur, at nú sær hann ikki Pi- nocchio aftur, rópa bern- ini ofta: »Ju, hann liggur á gólvinum aftanfyri teg.« — Tá kann ofta vera trupult at halda sær og ikki fara at flenna. Av tí at børnini luttaka so aktivt í tí sum fer fram á pallinum, er tað eisini umráðandi, at vit ikki yvirspæla, ti tá kann tað gerast ov ógvusligt fyri bernini. Annars hava skúlar og barnagarðar heitt á Sjón- leikarfelagið um at fáa sjónleikin Pinocchio fram- førdan í dagtimunum, so bernini í felag kunnu fáa hesa uppliving. — Vit hava hoyrt t.d. frá barnagerðum, at nek- ur bern hava sæð leikin, meðan onnur ikki vita, fólk, sum eru beiði, og ti er tað torfert at sjey savna leikararnar samar arbeiðstíðini Hevur sjónleikurin giv ið tær áhuga fyri at halda fram í hesum yrki? — Ja, eg kundi hugsa mær at gjørt meira við hetta. Eitt nú sum part í mínum yrki frameftir, men eg vænti ikki, at tað ber til at gera hetta til ar- beiði burturav. Hverjar ætlanir hevur tú? — Ætlanin er at fara á Kungålv håskulan í Svø- riki, har ein kann velja dramaundirvising sum sergrein. Sidan er ætlanin at koma heimaftur at gera okkurt fyrifallandi arbeidi i eitt år. Tidin fer at visa, hvat tað annars spyrst burturúr, sigur Páll Danielsen at enda. Páll og Suni Danielsen, 19 og 18 ára gamlir, eru kendir fyri songframferslur teirra. Byrjanin var á Venjingarskúla- num, har beiggjarnir gingu í skúla. Nú eru teir báðir fluttir niðan í Hoydalar, har teir ganga í 3.G. Kveldseturnar í Hoydølum hava eisini verið myndaðar av Pálli og Suna.