Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ur Dimunarsøgu in ikki i fått. Leygardagur 28. januar 1984 Trufesti og treysti Hóast nidurundirkomin av skuld — fyri annan mann — fall Dimunarbénd- Hann var sinum fedrannaarvi trugv- ur og megnadi eftir trimum årum at rinda skuldina og tad, sum meira var. Gunnar Johannesen, å Toft i dali, skrivar Tað kann tykjast logið av mær, at siga meira frá bóndanum Óla Jacob Johannesen, tí hann er mær so nær, men tað fer at vera harvið. Hann var, sum eg nokk havi sagt fyrr, úr húsinum í Rennuni í Dali, og festi Dímun 17. maj 1862. Hann var ein frálíka raskur og dugandi maður. Tað ljóðar nokk 'trúligt fyri fólki nú á døgum, at hoyra, ella lesa, men tá hann var bóndi, róðu teir hópin nógv út í Dímun, og fiskaðu væl. Hann læt bora kongar at heingja fiskatrøini á, undir oynni, soleiðis turkaðu teir fiskin. Har varð virkað nógv, bæði í erva og neðra á oynni. Her skal sigast frá einari hending, ið var honum fyri, sum kom at gerast honum stríggin at koma í gjøgnum. Ein maður, hann mundi vera ættaður úr Nólsoy, hevði verið út- handilsmaður fyri Skibsteds hand- ilin vesturi í Vágum, og var nokk komin so fyri, at hann var komin at skylda 3000 dálar til Skibsted. Hann fór hagani úr handlinum, og fór at arbeiða hjá Thomsen á Tveroyri. Men Skibsted hevur sjálv- andi verðið við at kravt skuldina, so har hevur ikki staðið væl til hjá honum, 3000 dálar var jú ein ødilig skuld at vera komin í, í teirri tíðini. So einaferð, ið Dímunarbóndin var staddur í Tvøroyri, hevdi hesin mað- urin heitt á hann im at læna sær nakað av pengum. Dímunarbóndin og teir, ið har vóru tilstaðar, hava óivað verið í góðum lag, væl dámdi honum brennivín; úrslitið var tað, at bóndin hevði sett navnið á eitt skuldabræv til henda krambakallin. So gekk ein tíð; bóndin hevði kanska ikki givið sær so mikið far um hetta, hann hevði gjert. Men nú ein dag fær bóndin stevning at meta á tingi, tað mundi vera á Suduroya tingi. Hann metti, og nú er tað, ið hann verður stevndur fyri, at hann skal gjalda 3000 dálar til henda mann, ið hann hevur skuld- skrivað seg til. Fútin er sjálvur tann ið førir sakina móti bóndanum. Tað sigst at hann kendi til, bóndin, og tá hann hoyrir hetta, gerst hann óður, og sigur, at hana hevur lovað at lænt 300 dálar, og ikki 3000, og hevur nokk á munni, at har er komið eitt null aftrat. Men hesum vil fútin einki vita av, hann sigur, tað ið skrivað er, er skrivað. Tá gjerdist bóndin so ovursintur, at hann treiv í bringuna á fútanum, og skræddi honum skjúrtuna. — Úrslitið gjørdist tað, at hann varð dømdur at gjalda allar 3000 dálarnar, og har- afturat í skansan eina fitta tíð, fyri at hava lagt hond á kongsins fúta. Hann mátti so í skansan. Tá hann einaferð kom út aftur, var hann so niður undir komin, at hann hevði nokk í ansi at kasta alt frá sær; hann sá ongar vegir at koma burtur úr hesi ræðuligu skuld. Men tá ið ringast stóð til, segði Kristian í Damminum við bóndan, at hann skuldi ikki gevast á hond- um, rekta tú oynna í erva, eg skal rekta hana í neðra. — Tað hann meinti við hesum orðum, var at hann beyð sær til at vera siðmaður hjá bóndanum. Kristian í Damm- ionum var úr Dali, hann búsettist seinri í Skopun, hann var frálíkur bakkamaður. Hann giftist við Crodinu, dóttur Jógvan í Skemmuni og Jutsku. Teir fóru so undir hetta ódnar- takið, teir løgdust í bakkan, men