Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nær gingu teir. Tað eru rekur sum teir avoyddu, men okkurt var at gera. So dúgliga var stríðst, at tá trý ár vóru umlopin, vóru allir 3000 dálarnir goldnir, tá var bóndin skuldafríur. Men hann gavst ikki so, hann helt á við sama lag, tá fór hann at keypa jerð, hann keypti um 30 ognargyllin inni á Sandoynni. Sum eg nokk havi sagt fyrr, endaði hann sínar dagar í Dali, hann er grivin í Húsavík. Jóanis í Skopun, ið var triðji niðursetumaðurin í Skopun, var ein av synum Jænusar úr Sumbæ. Hann og systkin hansara vóru ikki komin til mans, tá faðirin doyði. Móðir teirra, Greta av Miðgerði giftist so upp aftur við Jógvan úr Daisgarði. Joanis segði um Stjúk- faðirin, at hann lærdi tey alt ið gott var. Tá tey vóru farin til hvíldar um kveldarnar, gekk hann frá song til song »g lærdi tey barnalærdóm og lærði tey at biðja Faðir vár og signaði tey. Hann segði at Jógvan var ein djúpt kristin maður, og heyði bara gott at bera honum. Men tað mundi einki heitt vera millum Jógvan og Gretu, tí ikki langt eftir at hon hevði fingið tað yngra barnið við Jógvani, tað var ein dóttir, fór hon av oynni við dótt- rini. Hon fór til Suðuroyar, í Punta- byrgi ar vera og kom ongantíð aftur til Dímunar. Jógvan varð verðandi eftir í Dímun til hann var gamalur maður, tá fór hann til Sands, hann doyði út í Soylu. Tá id elsti sonur Jænus úr Sumbæ kom til, festi hann garðin eftir Jógvan úr Dalsgarði. Hann giftist við Guðrini úr Treðum, hon var dóttir Mortan í Treðum á Sandi. Síða 13 | Bóndahúsini í Dímun Hon var eitt gott og gudrøkid fólk, so Jógvan og hon vóru á einum tráð um kristnilærdómin. Tað var har, sum so mangan, at vermóðurin Greta dámdi einki sonarkonuna Guðruna, so tað mundi mest vera tað, ið gjørdi at hon fór av oynni. Guðrun fostraði fleiri bern upp, og at hon var góð við tey, vísir tað best, at hon fekk aldri annað navn frá teim enn Góðamamma. Men illben toldi hon ikki at hoyra; ei heldur aðra ljuta talu. Tað er dapurt at siga frá, men eg haldi, eg fari at nevna teir skaðatil- burðir, eg veit um í Dímun, sum allir kravdu mannalív, og sum eg veit nevnini á teim ið lótust, alt innan- fyri um 100 ár. Kanska onkur, ið er áhugaður fyri at finna út av slekt, kann hava áhuga fyri at vita um onkun av teim, ið falnir eru. Fyrsti maður, eg veit at nevna, er ein Havnamaður sum æt Ábraham, hann fall norðuri í Fuglarókunum, hann dró lunda, hann kom ikki aftur. — Annar var Hans Petur á Broðum, eldri, úr Dali, hann fall norðuri í kjálkanum, hann dró eisini lunda. Kjálkin er norðan fyri Stía- bergsá, har uppgongdin er úr Barm- inum. Hann livdi niður til Dals, men so doyði hann. — Triði er Óla Jacob, bóndin sum fall á Dráttinum. — Fjórði Jákup, sum fall í Kleivini, hann varð eyknevndur Bukkajåkup, eg veit ikki hvaðan hann var. — Fimti maðurin er prest: -in Jensen, fall i Kleivini. — Sæti naður var Heini, hann var úr Sum »æ, giftur í Dímun við einari ið æt Jóhanna.Hann fall í havhestatíð, hann seig inni í Nasnaskógv, ein steinur kom á línuna og skar hana av, hann fanst ikki aftur. — Sjeyndi var sonur hesi bæði Heina og Jóhonnu, hann æt Óla Jákup. Hann fall inni í Skorð. Hann var farin inn á gongurókina í leitinum, hann hevði lagt fyri ein lomvigaskort, og var sturtnaður út av, hann kom ikki aftur, var nýkonfirmeraður. — Attandi var Tummas Dalberg úr Sumbæ, hann seig í ræning. Ein steinur kom í hevdið á honum so hann doyði. Hann liggur grivin í Dímun. — 9. og 10. menninir vóru Janus bóndin og Óla Jacob við Á, í sorgarleikinum eg havi sagt frá fyrr, tað var í 1918. Hesir eru allir falnir i bjørgunum. Síðan eru aðrir skaðatilburðir sum her skulu nevnast. — Ein 4 ára gamal sonur Janus Jensen, bónda, hann æt Óla Jacob, druknaði í damminum, vestan fyri húsini. — Jóanes, sonur sama bónda, sló út úr bátinum á veg til Tveroyrar og um- komst har. — Óla Jacob Jensen, bóndin doyði undir oynni, ein stein- ur kom í hevdið á honum, so hann doyði beinanvegin, hetta var 2. juni 1924. Tveir froðbingar doyðu á Gjónni, teir flutu á bátinum, meðan hinir menninir vóru við hús eftir seyði; brim kom so nógv, at báturin fyltist, tá teir skuldu royna at taka hann upp, og báðir menninir umkomust. Teir eru grivnir í Dímun. Hesar van- lukkur eru vist allar skeddar innan- fyri 100 ár. Ein ungur drongur úr Dali, Hans Johannesen, sonur Jóanes í Malthúsi, doyði undir oynni í ritungatíð, hann samlaði rit- ungar saman og gleið á sjógvin Hann var fingin aftur. Tað var vist í 1930 Tað var hart lív at búgva á oynni, men hon feddi mong í eini túsund ár, hvat ið so fer at vera í komandi tíð- um. Gunnar Kvøda til Dimunar Á Føroya prúðu bringu segutímin teg festi sum eitt prýði, Stóra Dímun, í tínum brekkum ljótra júgurtungar kýr, í tínum skorum bjargaseyður býr, teg prísar Atlantshav við villum urgutónum í samljóði við fuglamilliónum — — men nornan stranga hegt frá Øssurs drangi — sum áður — boðar enn frá feigdarfangi.