leygardagur 28. januar 1984síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Manningin á Tjaldrinum ætlaði at royna nýggju
ina í friði og náðum.
Men so komu boðini:
Olja á sjónum!
Útgerðin at taka olju úr
sjónum vóru ikki meira
enn komin til landið, tá
boð vóru eftir Vaktar- og
bjargingartænastuni:
Olja er likin år Baki
sum stendur á Tórshavnar
skipasmiðju!
So onnur manningin á
Tjaldrinum slapp beinan
vegin at royna útgerðina
— í oljudálkaðum sjógvi.
Hin manningin royndi
hana dagin fyri. Í ódálk-
aðum sjógvi á Kaldbaks-
firði.
Teir tóku tíggju fet,
2.000 litrar, úr sjónum við
skipasmiðjuna, upplýsir
Vaktar- og bjargingartæn-
astan. Oljan var annars
pumpað úr Baki, bæði
sunnukveldið, meðan
hann enn stóð á Skinnara-
skeri og, áðrenn hann
bleiv tikin upp. Men
nakað hevur so verið eftir
kortini og tað er líkið út,
tá skipið kom úr sjónum.
Tað gekk ikki long tíð
frá tí, landsstýrið bað
V og B útvega sær útgerð
til at taka olju úr sjónum
til hon var her.
Johan Ziskason, leiðari
á Vaktar- og bjargingar-
tænastuni, sigur, at hann
kennir útgerðina, sum nú
er keypt. Hann hevur
sæð hana roynda uttan-
lands. Og hon royndist
væl, sigur hann.
Nýggja útgerðin kostar
umleið 1 mill. kr. Lands-
stýrið hevur við loyvi frá
figgjarnevndini givid
VogB eykajáttan til
keypið.
Endin verður drigin gjegnum sjógvin og drekkur oljuna í seg.
Í maskinuni á dekkinum fer endin millum tvey kelvi og verður tá oljan kroyst út,
áðrenn hann fer aftur í sjógvin. Oljan fer niður í eitt kar og haðani verður hon sogin
upp í tunnur.
Sera einfalt.
Tað sigst, at teir, har nógv olja er, við hesi útgerð kunna taka upp 12 tons um tíman.
Leygardagur 28. januar 1984
Orð og myndir:
Hegni Djurhuus
gøre
fyritøkuni, sum hevur selt
Umboðsmaðurin frá donsku
Vaktar- og bjargingartænastuni útgerðina, tók upp í
eina flesku av tí, sum kom úr sjónum.
Hann vísti stoltur fram úrslitið: sjógvurin, niðast, er
bert ein fimti partur av innihaldinum. Oljan, sum er
lættari, flýtur omaná.
Teir hava tvær girðingar. Hver er 200 metrar. Bara onnur bleiv brúkt hendan dagin.
Hin er á trumluni vinstrumegin. Tá teir eru lidnir, verður girðingin hálað inn og luftin
sogin úr.
Utgerðin vigar eini sjey tons og hon verður goymd í Havn.
Á miðjari myndini sæst brandmeistarin í Havn, Erland Joensen, tosa við danska
umboðsmannin.
Slekkiliðið í Havn skal hava nýggja útgerð til oljudálking, eftir at tað í vetur misti
sína á Kaldbaksfirði.