Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Um lýsingarorð Tá ið vit seta saman orð, og fyrri liðurin, ella for- skoytið, er lýsingarorð, so seta vit stovnin í lýs- ingarorðinum sum forskoyti, t.d. lýsingarorðið stórur. Í samansettum orðum verður stór eftir sum forskoyti: stórvaksin, =tórtekin, stórbrim og mong onnur. Onkur lærari hevur sagt soleiðis: Tú skalt seta lýsingarorðið í kallkyn í hverfall og taka ur burturav, tað, sum tá er eftir, skal vera forskoyti, stór(ur). Nekur undantek eru frá hesari regluni, vakur, fagur. Vit siga fagurliga, vakurleiki. Í summum samansetingum stendur lýsingar- orðið í hversfalli: mikilsverdur, lítilsverdur, góðs- ligur. Tá ið vit seta soleiðis saman, er ikki óvanligt, at ein villa kemur í, tí lýsingarorðið verður sett í hverkikyn, og tað er ikki rætt. Vit hava mangan bæði lisið og hoyrt fólk siga: Ólavur er føroysktlærari, Jákup er dansktlærari, Óli er týsktlærari. Vit eiga at minnast til, at vit seta saman føroysklur), dansklur), týsk(ur), og ur fellur burtur, tí skuldi verið sagt: Ólavur er feroysklær- ari, Jákup er dansklærari, Óli er týsklærari. Betur er sagt: Ólavur er lærari í feroyskum, Jákup er lærari í donskum, Óli er lærari í týsk- um. Í lýsingum hava vit sæð hesi bæði orðini: reytt- kál og hvíttkál. Í kallkyni siga vit reyður (ein reyður blýantur). Taka vit ur burtur av reyður, stendur reyð eftir, og reyð er forskoyti í orðinum reyðfiskur, reyðspreka, reyðvín, og tí eiga vit at skriva reyðkál. Vit siga: Kálið er reytt. Men í einum orði skriva vit reyðkál. Hvítur. Hvít verður forskoyti: Maðurin er hvít- hærdur, konan er hvíthærd. Vit skulu tí skriva hvítkál (eitt t). Nú hevur verið so nógv skrivað í blødunum um nýggjár og nýttár. Í málteiginum 14. í hesum mánaði segdu vit, at nýggjár er tað rætta orðið, og vit skulu siga eitt sindur um tað í dag. Vit taka ur burtur av nýggjur, so stendur nýggj eftir, og nýggj er forskoytið í orðinum nýggjár. i nógvum orðum dettur ggj burtur, tí verður sagt: nýbakaður, nýfeðingur, (nýár). Vit siga eitt nýtt ár, skrivað í tveimum orðum; men seta vit orðini saman í eitt orð, nýggj og ár, so eitur tað nýggjár. Hesum samansetingum líkum er orðið alvaldi. Hin alvaldi Guð. Latum okkum leggja okkum í geyma, at vit siga reyðhærdur — einki ljóð er millum ey og h. Reyð- ligur. Millum ey og Í hoyrist d, tí skriva vit reyd- ligur, blídligur, lidnir. Sv.T. Gudstænastur 4. sunnudag eftir trettanda Havnar kirkja: Axel Tórgarð Vesturkirkjan: Hegni Poulsen Kirkjubøur: Kjartan Mørkøre Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd Kollafjørdur: Jåkup Magnussen, altargongd Tjørnuvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00. Talvan gongur til frama fyri nyggja urgu. Eidi: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd. Sjóvar kirkja: Petur Petersen kl. 11.00, altargongd Elduvik: Torkil Beder, altargongd. Glyvrar: Jåkup Kass, altargongd. Klaksvík: Lestur. Talvan gongur fyri sunnudagsskúla- arbeiðið hjá Heimamissionini. Kunoy: Niels P. Danielsen, altargongd. Mikladalur: Henning Begesvang. Skálavík: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd. Sandur: Jákup R. Hansen kl. 15.00, barnagudstænasta. Talvan gongur fyri barnaheimið Fuglareiðið í Libanon. Sandavágur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd. Famien: Jónsvein Beck kl. 12.00, altargongd Øravik: Jónsvein Bech kl. 18.00. Vågur: Elsa Funding. f øllum kirkjum i Våga prestagjaldi gongur t Guds orðs útbreiðslu. Og í Sandoyar, Eiðis, Suðuroyar sunnara, Norðstreym oyar og Suðurstreymoyar eystara prestagjøldum og í Famien og Øravik gongur talvan fyri Føroysku sjó- mansmissiónina. Ívan fyri Konfirmantar Konfirmantar í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi meta í Vesturkirkjuni mánadagin 30. januar kl. 15.00. Konfirmatión verður 8. og 15. apríl. Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30—19.45. Mánadagin 30.: Sangynski frá lurtarunum. Teddy Sjælland leggur til rættis. Norskar sendingar hoyrast á stuttbylgju, 31 metra- bandinum (9,6 mHz) kl. 17.05 og eisini kl. 9.00 månadagin. Evangeliska røddin Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21.45 GMT å millum- bylgju 205 m. (1466 kHz). Mánakveldið 30/1 talar Kári Kjelnæs. Evni: Hin rætta kósin Sangur: Sangkórini í Ebenezer og Betesda. Várgleði Metir sunnudagin kl. 16.00 í KFUK. KFUK Vegna missiónsvikuna verða ongir fundir fyri vaksin í næstu viku. Fotoframsýning um Orkney og Hetland Í hesum degum er framsýningin Orkney- og Hetlandsoyggjar- nar at síggja í Norður- landahúsinum. Tað er Svenska His- toriska Museet, sum hevur skipað fyri hes- ari, ið er ferðasýning. Hon hevur framman- undan verið í hinum Norðurlondunum. Framsýningin um Orknoy- og Hetland hevur fingið góð ummæli í hinum Norðurlondunum, tí hon sigur frá viður- skiftum og náttúru, sum er so nógv eðrvísi. Í Feroyum fær sýning- in kortini annað inni- hald, tí hon í fyrstu syftu eigur frá viður- skiftum, sum eru so lík okkara. Hetta er fotosýning, sum í myndum gevur áskoðarunum innlit í samfelagsmál, náttúru og umhvervið sum heild, hjá teimum, ið búleikast á hesum oyggjum. Framsýningin Orkn- oy og Hetland er í Norðurlandahúsinum frá nú og februar mánaða út. Læknavaktir Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979, leygardag og Andor Ellefsen, tlf. 12233, sunnudag. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygardag og Sverri Lamhauge, tlf 48016, sunnudag. Norðuroyggjar: Steimgrímur Weihe, tlf. 55300. Vágar: Tlf. 32413. Suðuroy (norður): Tlf. 71560. Suðuroy (suður): TIf. 73030. Tannlækna- vaktin Tórshavn Bráðfeingishjálp leygardag og sunnu- dag kl. 13.00—14.00 Tlf. 14544. 85 år 27. januar varð Jana Jo hannesen, Vistarheimið, Runavik, 75 år Brudleyp 27. januar giftust i Klaks- vík Hansy Jacobsen og Sjúrður Sjúrðarberg, bæði úr Klaksvík. Vælkomið lítla barn 19. januar fingu Elspa og Sigurd Stór- hamar, Norðrageta, eina dóttur. 20. januar fingu Eyð- bjerg og Regin Djur- huus, Hvítanesi, eina dóttur. 22. januar fingu Liljan og Leo Poulsen, Nólsoy, eina dóttur. 22. januar fingu Paula og Torleiv Fredriksberg, Strond- um, ein son 24. januar fingu Hansa og Mikkjal Samuelsen, Haldórs- vík, ein son. 24. januar fingu Lisa og Finnbjørn Han- sen, Strondum, ein son. 25. januar fingu Poula Poulsen og Mikkjal Mikkelsen, Skála, eina dóttur. 25. januar fingu Jóna og Hilmar Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. |