Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landsdjóralæknin: Danmarkarferðin Blaðið í dag er tað fyrsta, sum gevur tær meguleika at vinna eina ferð til Danmarkar fyri t.d. mann, konu og tvey bern. Klipp blaðhevdið av og send okkum tað. Blaðnumm- arið og útgávudagurin skulu vera við. Góð loysn at leggja brennistødina við Air Alistødin fær brukt avlopshitan — Eg haldi tað er ein góð loysn at leggja brennisteð- ina við Air. Tá fær kleki- steðin har stóra nyttu burtur úr hitanum frá steðini til at hita vatnið til klekingina upp við. Hetta sigur landsdjóra- læknin, D.J. Bærentsen í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin. Hvat viðvíkur dálk- ingini sum so, so heldur landsdjóralæknin ikki, at ein brennisteð fer at dálka umhvervið har. — Eg havi fingið at vita, at eingin frárenning verður frá steðini. Annars haldi eg, at skal ein tosa um dálking av alifiski so átti heldur at verið sett spurnartekin við teir firðir, har frárenn- ing er frá húsarhaldum og virkjum. So eg haldi tað er meira betonkiligt at leggja fiska- alingina har tað er frá- renning frá fleiri 1000 fólk- um, enn at leggja eina brennisteð við alingina. Annars var landsdjóra- læknin persónliga spurdur um ætlanina at leggja brennistødina við Áir, áðrenn hetta mál kom alment fram. — Eg helt fyri, at hetta var eitt frálíkt hugskot, tí tá kundi alingin brúka av- lopshitan frá steðini. Tað Nakrar mill. kr. býtast millum 27 mans og 4 skip Tað er enn ógreitt, hvussu verður við bjargingarlen- ini hjá teimum 27 monn- unum og fýra skipunum, sum vóru við til at bjarga kinesiska farmaskipinum Cockrow í ódnarveðrinum herfyri. Cockrow, sum hevur ligið við bryggju á Drel- nesi, fór úr Feroyum leyg- armorgunin. Skipið skuldi til Hamburg, men fór meguliga í dokk í Bret- landi á vegnum at tetta ein leka. Í seinastu viku var ein bankgarantiur uppá 7,5 mill. kr. givin donskum banka til frama fyri bjarg- ingini av skipinum. Skipið slapp nevniliga ikki av- staðaftur, fyrr enn hesin garantiur varð í lagi. hevur jú altíð verið flesku- hálsurin við alingini, at tervur er á bíligum hita til at klekja og startfóðra fiskin við. Hvat viðvíkur tí at leggja steðina í Kvívíkar kommunu, so heldur landsdjóralæknin, at her | Sn meguleiki vlopshita. jan Tað er nú óvist, hvat hendir í málinum. Reiðarí- ið í Hong Kong hevur fingið sær ein breta til sak- førara, og hesin skal nú hava samráðingar við føroyska sakferaran hjá bjargingarmonnunum, Halgir W. Poulsen. Gongur reiðaríið ikki kravinum um 7,5 mill. kr. ella ta upphædd, sum komið verður fram til í bjargingartil á meti, so verður helst rættarsak um málið. Vanliga verða 10% av tryggingarvirðinum av skipinum latin sum bjarg- ingarløn. Tad er tó enn óvist, hvussu nógv skipið er tryggjað fyri. Tað er eisini óvist, hvussu bjargingarlenin verður býtt millum mann- ing og skip. jan Djóralækni settur at Mikudagin 1. februar tekur Áki Mortensen, Tveroyri við sum nýggjur djóralækni á Heilsufreði- ligu Starvsstovuni. Hann verður tey bæði fyrstu árini lentur av Nevndini viðvíkjandi Fiskaaling. Hann skal nevniliga í tvey ár gera ein kanning av árininum, sum fiskaalingin hevur á um- hvervið. D. J. Bærentsen, lands- djóralækni og leiðari av Heilsufreðiligu = Starvs- stovuni sigur, at nýggju djóralæknin fer eisini at fáa uppgávur, sum snúgva seg um tað árinið, sum umhvervið hevur á alingina.á Áki Mortensen hevur júst tikið útbúgving sum djóralækni og hevur skriv- að hevuðsuppgávu um fiskasjúkur. jan greitt hósdagin Uppskotið um at lands- kassin fær heimild at veita eitt veðhald fyri P.f. Smyril Line kemur ikki á lógtingsborð fyrr enn hósdagin. Ella eina viku eftir, at ætlanin var at leggja uppskotið fram. Legtingsformaðurin, Jógvan Sundstein, sigur, at hann hevur bert fingið at vita úr landsstýrinum, at málið verður ikki greitt fyrr enn hósdagin. Hví, veit hann ikki við vissu. Roknað varð annars við, at málið fór at verða lagt fram á einum legtingsfundi seinrapartin ígjár. Men hesin fundurin varð út- settur, tí samráðingar eru við norðmenn í dag um fiskiveiðirættindi hjá hverjum eðrum. Nýggjur tingfu8ndur er tí lýstur til miku- dagin. Tá er málið um undirgrund og havbotn Feroya á skránni. P.f. Smyril Line hevur sekt landsstýrið um 12 mill. kr. í veð- haldi. Ferðaskipafel- agið skal brúka veð- Veðhaldið til Smyril Line enn ikki av- Uppskotið um at verður væntandi lagt fyri logtingið veita vedhald haldið til uppteku av láni fyri at klára eitt hall av rakstrinum av Norrønu í Kiel-Korser- rutuni fyrstu mánaðirnar til 1. apríl, tá roknað verður við, at rutan fer at geva eitt avlop. Upprunaliga var líkt til, at landsstýrið var samt um at veita veð- hald, hóast tað ljóðaði at Sjálvstýrisflokkurin var eitt sindur ivingar- samur. Men hetta ivingarsemi rakti síðan Sambandsflokkin. Líkt er nú til, at hann kann ikki semjast við seg sjálvan í málinum. Annars kann upplýs- ast, at nakrir av ting- monnunum hjá Sam- bandsflokkinum hava verið burturstaddir. Triggir varatingmenn vóru inni í síðstu viku. Harafturat hevði onkur tingmaður ikki varamann inni fyri seg. Um hetta er orsekin til, at Sambandsflokkurin hevur viljað bíðað, hevur Sosialurin tó ikki fingið upplýst. jo-mo