Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sum eitt ekkó av sínum ferara kemur O. J. Rólantsson í Dagblaðnum 25. januar við nærum somu citatfalsan sum ØB kom við eitt blað frammanundan, har eg skal hava sagt breðrasamkomuna sum slíka »hata og vanvirða sín næsta.« Eg havi longu víst á, at her er talan um eitt fyri DB eyðkent citatfals, men hóast hetta verður hetta endurtikið av OJR. Ein slík mannagongd talar fyri seg, og er neyvan neyðugt við fleiri viðmerking- um, uttan tað at hetta er eitt eyðkenni fyri bæði DB og serstakliga OJR1 Tað kann tó kanska vera upp á sítt pláss eina ferð at gera upp, hvat øll henda skrivingin gongur út uppá, og hví tað er ein slík ósemja millum tað, sum OJR umboðar eðrumegin, og so tað sum m.a. undirritaði umboðar hinumegin. Hava vit rætt ella ikki rætt til at hava okkara egnu áskoðan. Sjálvur haldi eg ikki, at nekur sam- felagsáskoðan í sær sjlavum er »rættari« enn nekur onnur, og fólkaræðið er jú grundað á, at vit øll hava rætt til út frá okkara egnu fortreytum at hava ta áskoðan, sum ein sjálvur finnur rættast. Er tað »rætt« fyri meg at vera javnaðar- maður, kann tað vera eins »rætt« fyri onkran annan at vera sambandsmaður, tjóðveldismaður og enntá fólkafloks- maður, treytað av, at sami rættur verð- ur viðurkendur eðrum. Verða hesi rætt- indi ikki viðurkend av ellum rillar undir fólkaræðinum. Her er tað, at OJR, og tað blað, hann stendur fyri, hevur eina heilt aðra áskoð- an. Hjá teimum finst bara ein >sann- leiki« í politikki, og so er uppgávan at fáa jarðlagt ell onnur sjónarmið. Manna- gongdin móti annarleiðis hugsandi er heilt einastandandi í okkara parti av heiminum, og talan er um framferð, sum avgjert eingin annar flokkur hevur troystað sær at nýta. Hetta hevur lutvíst verið gjørt við at spilla fólk út, sum hava víst, at tey hava eina aðra áskoðan. Her skulu bert verða nevnd nøkur fá dømi um ta viðferð, sum ikki-fólkafloksfólk hava fingið: a Farið hevur verið so vítt sum at hava lagt ávísan persón undir at hava stytt um lívið hjá einum eðrum, b Nýtt hevur verið beinleiðis falsan fyri at oyðileggja arbeiðsmeguleikarnar hjá ” åvisum persóni, c Miðvíst verður gjørt gjøldur burtur úr útsjóndini á fólki, sum eru á fundum, sum ikki passa DB, d Á ein hátt sum er fullkomiliga ókend- ur millum hampafólk verða ikki-fólka- floksfólk brigdað teirra trúarviðurskifti, og navngivin persónur var soleiðis nevndur »ørindasveinur hjá illamanni«. Hetta eru bert nøkur få dømi, men annars hevur gongdin verið tann, at hevur onkur komið fram við sjónarmið- um, sum ikki passa DB og tí, hann er umboð fyri, hevur viðkomandi kunnað roknað við at fáa eina slíka bukkuspann, at tey hava verið »kurerad« fyri allan hug til at vísa síni sjónarmið aftur. Lutvíst hevur verið talan um ein - Ohoyrdan hets móti serliga javnaðar- og tjóðveldisfólki, sum hava verið løgd undir at renna erindi fyri Sovjet. Tað grettir ikki, at skal OJR viðgera sjónar- miðini hjá einum, sum ikki passar hon- Mc Carthyisman var eitt fyribrigdi í USA fyrst í 50-unum, tá senator- urin Joseph Mac Carthy byrjaði sína heksajakt eftir »kommunistum«, og í hansara eygum vóru øll kommunistar, sum ikki vóru eftir hansara hevdi. Í tíðarritinum >Sket< greiðir John Mayor frá mannagongdini hjá Mac Carthy, tá hann stríddist fyri at fáa politiskt vald. Her skulu bert endurtakast tvey smá brot. John Mayor greiðir frá, hvussu McCarthy „avdúkaði< kommunistar í uttanríkisráðnum, og hann sigur frá: „Ingen af disse anklager var dokumenterede, men det betød ikke noget. McCarthy red på en bølge af folkeligt hysteri, som holdt ham oppe i næsten 5 år, og i den atmosfære forudsatte de fleste mennesker uvilkårligt det værste...« : Síðan verður greitt frå, hvussu hendan gongdin avmarkaði persónliga frælsið í USA, og hvussu McCarthy kundi ákæra enntá ein av teimum fremstu amerikanarunum tá í tíðini, general Marchall, fyri nærmast landasvik. Og John Mayor heldur áfram: „McCarthy kunne sige disse ting ustraffet, fordi han nu var et stort valgmæssigt aktiv for sit parti, der endelig vejrede sejr. Mange, der har beskæftiget sig med McCarthy, har i ham set lederen af en massebevæ- gelse med klart fascistisk anstrøg, men selv om der er et gran af sand- hed i denne opfattelse, hidrørte hans virkelige magt dog fra den op- bakning, han fik fra sine republikanske kolleger, først og fremst fra midtvestens ultrakonservative. Også moderate, som Eisenhower, var dog ligeledes villige til at bruge ham, og »McCartyismen« spillede en tydningsfuld rolle ved den republikanske valgkamp i 1952«. Hesin stubbi nýtist onga viðmerking, uttan hana, at skifta vit ameri- konsku nevnini út við tey tilsvarandi foroysku, so hava vit orð fyri orð eina nágreiniliga frágreiðing um steðuna her heima hjá okkum 30 ár seinni. McCartyisman verður í dag roknað sum eitt avgjørt ódemo- kratiskt fyribrigdi, og verður roknað fyri ein skammarplett á ameri- kanska fólkaræðið. Tað eru ikki øll sum læra av søguni, og í Føroyum er henda søgan í fullari ferð við at endurtaka seg. um, so fær hann snarað tað so, at við- komandi rennur erindi fyri Sovjet. væl vitandi at royndirnar frá nazitýsk- landi og Macarthyismuni vísa, at anti- kommunisma er ein vísur vegur til at fáa atkveður og vald, og so ræður tað um, at fáa skýrt flest møgulig kommunistar. Sjálvur hevur OJR við einum behendig- um citatfalsi hjá Wurmbrand lagt meg undir at umboða ta samfelagsskipan, sum Wurmbrand hataði av góðum or- sekum. Og tað hóast eg havi somu and- stygd fyri ta samfelagsskipanina, sum fyri teirri sum OJR stendur fyri. Bert ein »sannleiki« um frið Besta demi um ta samfelagsskipan, sum OJR umboðar, er skrivingin um friðar- rersluna. Í einum frælsum landi skuldu fólk havt frítt at taka steðu í hesum máli. Sjálvur haldi eg, at eru fólk fyri fleiri rakettum, ja, so munnu tey hava sínar grundir til tess, og eru fólk ímóti at seta rakettir upp, so munnu hesi eisini hava sínar grundir. Men hetta viður- kenna OJR og DB ikki. Frá fyrsta degi av hevur verið førdur ein óhugnaligur hetsur ímóti teimum, sum hava eina aðra áskoðan á friðar- spurningin, enn teir sjálvir. Tey hava verið kallað kommunistar, KGB-agent- ar, narkomanar, rekavætti o.s. fr. Enn- tå hevur verið borið uppundir, at hesi fólk hava stuðlað russarum í málinum um niðurskjótingina av suðurkoreanska flogfarinum. ' »Hatur og vanvirðing“ Poltikkurin hjá ØJR stendur fyrst og fremst fyri eini Ohoyrdari intoleransu. Tað skal vera nevnt eitt dømi afturat um hetta, og tað var tá DB segði tað vera eitt eyðkenni fyri sosialistar at hava „langar fingrar«. So stór er vanvirðing- in. Hesin politikkur er eisini ein hóttan móti okkara skrivifrælsi, og ØJR hevur sjálvur givið tað besta prógvið fyri, at hann ynskir at avmarka skrivifrælsið her í landinum. Tey, sum funnust at dóminum í sak- armálinum millum Tórfinn Smith og m.a. OJR, vórðu hótt við, at makkaðu tey ikki rætt, kundu tey rokna við at fáa dóm og revsing fyri >vanvirðing av rættinum«. Fyri tað fyrsta er tað ein grundlógar- festur rættur at kuna fiinast at einum dómi, og fyri tað annað er fyribrigdið „vanvirðing fyri rættinum< bert í sam- band við tað sum kann henda í sjálvum rættinum. Men við hesum bluffnummari skuldi skrivingin um henda dómin steðgast. Tað er tískil við fullum rætti, at hesin boðskapur hjá ØJR verður mettur at vera »hatur og vanvirðing av sínum næstu«, t.v.s. av teimum sum hava eina aðra hugsan enn OJR sjálvur. Stór virðing fyri sær sjálvum Hinvegin er virðingin fyri sær sjálvum óavmarkað. Hesin sami OJR, sum er fremsti verji av hesum hatboðskapi, rein og hvein sum ein stungin grísur, tá ein gomul mynd av einum trølli var sett 'í samband við umtalu av honum. Hans- ara kenslur fyrio sær sjlavum er sanni- Nr. 14 — 31. januar 1984 liga ikki tær somu, sum tá hann skal jarðleggja >kommunistar og socialist- ar«. Men eins stór og sjålvsvirdingin er eins litil er opinbart vitanin hjå hesum manni. Tað opinberaði hann sjálvur fyri nekrum árum síðan, og í greein í DB av- áúkar hann, at lítið er gingið framá síð- an. Hann sigur: >Heldur ikki er nakað logið í, at annar enn floksformaðurin fær flestu persónligu atkveðurnar til eitt fólkatingsval, samanber t.d. við Javn- aðarflokkin, har Lindenskov ikki er for- madur.« Maðurin avdúkar her, at hann als ikki veit tað. sum næstan hvert mansbarn veit, at formaðurin í Javnað- arflokkinum als ikki var valevni til hetta fólkatingsval! Og tað hóast valið beint nú hevur verið. Vit byrja at ána, hvørjar kvalifikatiónir ið krevjast i haúsara starvi! Havi virðing fyri brødrasamkomuni Eg havi stóra virðing fyri breðrasam- komuni sum slíkari. Men har eru komnir tendensir, sum als ikki samsvara við tí, sum eg hávi hoyrt prædikað hundraðir av ferðum. Kanska er tað Skeivt at siga, at ein >stórur< partur av samkomuni stuðlar OB. Men har eru kreftir sum stuðla hesum óhugnaliga politikki, sum hevur volt: so mongum fortreð. Soleiðis er meirilutin av nevndini í p/f Dagblað- num, sum hevur tað beinleiðis ábyrgd- ina av hesi skriving, leiðandi breður í hesi samkomu, og tað er hverki sam- komu ella nevndu pe:sónum til sóma. Og eg rokni við, at tað er til nógv størri gagn fyri samkomuna, at hon verður gjørd var við tað, sum tey flestu hugsa, heldur enn at vere identifiserað við og umklamrað av OJR og OB. Upprunin tilbreðrasamkomuna hevði í hvussu er einki við teirra intoleransu at gera. Avleiðingar av intoleransu Satt at siga hava vit sæð nóg mikið til avleiðingarnar av intoleransu í útheimi- num. Vit hava borgarakriggj í mongum londum av hesi órsek. Fólk verða for- fylgd, sett í fongsul og dripin, bert tí tey hava eina aðra áskoðan enn tann ráðandi flokkurin. Og her er tað eins feitt um tal- an er um eitt høgravent ella vinstravent stýri. Kundu teir føroysku flokkarnir ikki kunnað verið samdir um annað, so máttu teir í hvussu er í felag roynt at forða fyri at vit fåc somu tilstandir sum teir hava í londum, har intoleransa og vanvirðing av medmenniskjum er í há- sæti. Óli Jacobsen