týsdagur 31. januar 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 31. januar 1984
tíðindablaðið
Javnaðarflokkurin í undirgrundsmálinum:
Veljið samrådingar-
nevnd við einum úr
hverjum flokki
v——
— Tað kann ikki vera rætt, at legmaður,
ið umsitur uttanríkismál, ikki er samráð-
ingarleiðari. Javnaðarflokkurin heldur í
prinsippinum tað vera rættast, at lands-
stýrið ferir hesar samráðingarnar. Men
við tað at landsstýrið er ósamt í viður-
skiftunum Feroyar og Danmarkar
ímillum, og av ti at løgmadur er hugadur
fyri eini råevnisskipan, mælir flokkurin
til at velja eina samrådingarnevnd vid
einum limi år hvørjum flokki
Javnaðarflokkurin kann
ikki mæla til, at lands-
stýrið ferir samráð-
ingarnar um yvirteku av
undirgrundini, hóast
flokkurin í prinsippinum
heldur, at tað er rættast,
at landsstýrið hevur hesar
samráðingar um hendi.
Ístaðin mælir Javnaðar-
flokkurin til, at legtingið
velur eina samráðingar-
nevnd við einum lími í
hverjum flokki at taka
upp samráðingarnar við
donsku stjórnina um
undirgrundsspurningin,
sum hann fyriliggur.
Nevndin skal hava rætt til
at fáa sær serkøna hjálp.
Hetta hevur Javnaðar-
flokkurin skotið upp í
uppskoti til samtyktar í tí
áliti, marknadarnevndin
av nýggjum er komin við í
undirgrundsmálinum.
Fleiri orsekir
Tað eru fleiri orsakir til, at
Javnaðarflokkurin = ikki
heldur, at tað er rætt, at
landsstýrið ferir samráð-
ingarnar um undirgrund-
ina við stjórnina.
Í álitinum vísir Jergen
Thomsen, sum umboðar
Javnaðarflokkin í markn-
aðarnevndini, á, at leiðarin
í landsstýrinum, leg-
maður, ikki er samráð-
ingarleiðari, men bert
vanligur limur í samráð-
ingarnevndini, meðan leg-
tingsformaðurin er for-
maður.
— Tað er Javnaðarfloks-
ins metan, at tað kann ikki
hava positiva ávirkan, at
foroyski stjórnarleiðarin
heldur seg aftan fyri í so
týdningarmiklum samráð-
ingum. Eisini má ásann-
ast, at her er nýtt óvanlig
mannagongd, við tað at
legmaður, ið umsitur
uttanríkismál, ikki hevur
viljað ført hesar samráð-
ingar, sigur Javnaðar-
flokkurin, ið fleiri ferðir
hevur víst á, at nevndin er
óhóskiliga samansett.
Umframt løgmann,
Paula Ellefsen, og
løgtingsformannin, Jógv-
an Sundstein, hevur for-
maðurin i marknaðar-
nevndini, Hilmar Kass,
sitið í samráðingarneynd
ini um undirgrundina.
Harafturat hevur Javn-
aðarflokkurin víst á, at
annaðhvert skuldi
samráðingarnevndin velj-
ast av legtinginum við
einum lími úr hverjum
flokki, ella skuldi sjálvt
landsstýrið fert hesar
samráðingarnar við
donsku stjórnina um eina
loysn av undirgrundsmál-
inum.
Eisini vísir Javnaðar-
flokkurin í grundgev-
ingum sínum á, at lands-
stýrið er sera ósamt. Ser-
stakliga tá tað snýr seg
um viðurskiftini ímillum
Feroyar mótvegis Dan-
mark.
Harafturat er komið til
sjóndar, at legmaður er
hugaður fyri, at tikið
verður undir við eini rá-
evnisskipan eins og Gren-
land hevur fingið.
Allir meguleikar
ikki troyttir
Trimannanevndin, sum
samgongan setti, hevur
ásannað, at ikki kemst
longur við samráð-
ingunum við donsku
stjórnina, um at gera
målsøkid Føroya undir-
grund til føroyskt sermål.
Men Javnadarflokkurin
kennir seg ikki fullvisan i,
at allir samrådingarmøgu-
leikar við donsku stjórn-
ina eru troyttir. Flokkurin
heldur tí, at heisir eiga at
verða tiknir upp av nýggj-
um á ein skilabetri hátt.
FÅ
Jørgen Thomsen: — Nevn-
din óhóskilig samansett
Tá trímannanevndin
ásannaði, at hon kom ikki
longur í samráðingunum
heitti hon á marknaðar-
nevndina um at leggja
uppskot fram um, at
marknadarnevndin fekk
heimild at seta eina
serkena nevnd.
Hesum tók Javnaðar-
flokkurin undir við. Men
tá fleiri ivaspurningar
stungu seg upp, heitti
Javnaðarflokkurin á løg-
tingið um at beina málið
aftur í marknadarnevnd-
ina til nágreinligari
viðgerð og umhugsanar.
Hetta samtykti tingið.
Ivamálini hjá Javnaðar-
flokkinum snúði seg um
fortreytirnar hjá nevndar-
limunum og arbeiðssetn-
inginum hjá nevndini.
Harafturat vildi Javn-
aðarflokkurin hava trygd
fyri, at málið ikki fór at
verða blokerað av grein 13
í samgonguskjalinum, so-
leiðis at ávirkan floksins
harvið varð av ongum.
Kann forða fyri
skilagóðari loysn
At enda ger Javnaðar-
flokkurin vart við, at sam-
bært uppskotinum verður
tað so, at samanseting av
nevnd eins og av arbeiðs-
setningi, verður latin upp í
hendurnar á tveimum
Ei
Pauli Ellefsen, fyri eini rå-
evnisskipan
flokkum, ið ikki hava góð-
kent heimastýrisskipan-
ina. Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin hava
meiriluta í marknaðar-
nevndini við tað at teir
hava hver sínar tveir limir
í nevndini.
— Javnaðarflokkurin
kennir seg ótryggan við
hesa mannagongd. Henda
kann einans skaða og
forða fyri, at ein skilagóð
loysn fæst á undirgrunds-
spurninginum innan fyri
karmin, ið heimastýris-
lógin setir, sigur Javn-
adarflokkurin.
Ti hevur Javnadarflokk-
urin skotid upp, at løg-
tingið velur eina nevnd við
einum umboði úr hverjum
flokki, og sum kann út-
vega sær serkøna hjálp.
Meirilutin i marknadar-
nevndini, Hilmar Kass,
Jógvan Sundstein, Olaf
Olsen, Erlendur
Patursson og Karin
Kjølbro mælir til at målid
verður óbroytt beint ting-
inum til viðgerðar, meðan
Jógvan Olsen, úr Sam-
bandsflokkinum, enn ikki
er komin fram við síni
steðu.
Málið um undirgrund-
ina kemur væntandi til
viðgerðar mikudagin.
jo-mo
Pensionistafelagið
fyri Suðuroyar
norðaru helvt
hevur fund í Trongisvágs-
skúlanum hóskveldið 2.
februar kl. 19,30.
Erland og Árni undir-
halda.
limagjald.
Limatekning og
72 tons av
eplum vóru
klár til av-
skipingar
Landsstýrið hevur sett
forboð móti at innflyta
landbúnaðarverur
Hålandi
72 tons av eplum lógu
klár til avskipingar, nú
landsstýrið setti forbå
móti at innflyta land-
búnaðarverur úr Hå-
landi. Hesi eplini átti
heilselan hjá P.f. Poul
Hansen.
Munn- og kleyvsótt
tilburðir hava verið í
Hálandi henda sein-
asta mánaðin, og D.J.
Bærentsen, landsdjóra-
lækni, hevur tí mælt
landsstýrinum til at
seta forboð móti at inn-
flyta grenmeti, epli,
blómur og plantur úr
Hálandi.
Vit innflyta nógv epli
úr Hálandi, men sam-
bært tí sum Sosialurin
hevur fingið upplýst, er
tað bert tann eina heil-
selan, ið hevði epli
liggjandi klár til av-
skipingar.
Upprunaliga skuldi
eplini verið avskipað
við Ólavi Gregersen
tann 24. í hesum, men
tá hann fórst, skuldi
Norðvíkingur taka tey
í staðin, men hann
hevur verið fyri
onkrum óhappi, og nú
kom so forboðið í gildi.
Eplini komu longu á
pakkhúsið tann 24.
Heilsølan hjá Poul
Hansen keypir eini 100
tons av eplum í
Hálandi um mánaðin.
Noreg eisini sett
forboð
Landsdjóralæknin upp-
lýsir, at tað er av
trygdarorsekum, at
hann hevur mælt
úr
landsstýrinum til at
forbjóða innflutningi
av landbúnaðarverum
úr Hálandi.
Fyrst í nýggja árin-
um var ein tilburður av
munn- og kleyvsótt í
Hálandi, og um 20.
januar voru aftir tveir
tilburðir av munn- og
kleyvsótt.
Umframt Feroyar
hevur Noreg eisini sett
forboð móti inn-
flutningi av land-
bunadarvørum ur Hå-
landi.
EF-londini hava ser
ligar reglur, og hava ti
ikki forbjóða inn-
flutningi, tí ekið, har
munn- og kleyvsóttin
hevur víst seg, er
avbyrgt.
Men landsdjóra-
læknin valdikortini at
mæla til at forbjóða
innflutningi.
— Men forboðið er
bert fyribils. So skjótt
vandin er av, verður
forboðið tikið avaftur,
sigur D.J. Bærentsen.
Hann upplýsir
annars, at munn- og
kleyvsótt hevur ikki
gjert nógv um seg sein-
astu árini. Við undan-
tak av teimum mongu
tilburðunum á Fjóni
fyri nekrum árum
síðan, tá tað ikki var
loyvt at innflyta land-
búnaðarverur hadani.
Men seinast í seksti-
árunum herjaði munn-
og kleyvsótt í Bret-
landi. Tá varð eisini
forboð sett móti at inn-
flyta haðani.
jo-mo
KUNNGERD
um
panir til fyribyrgingar av munn- og kleyvasótt
mild í $$ 4 og 5 í lóg
t:
nr. 36 frå 28. februar 1908 um
g av smittandi sjúkum hjá húsdýrum hevur landsst
innflutningur av landbúnaðarverum, herundir grenme
| blómur og plantur úr Hálandi er forboðin fyri fyrst.
enda kunngerð kemur í gildi beinan
di fyri verur, ið longu eru avski; ;
| þtta verður gjørt kunnugt.
Føroya Landsst;
1984