týsdagur 31. januar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen. Jóhann Mortensen og Jan Múlter
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Heimagjørd
parlamentar-
isma
PARTAFELAGIÐ Smyril Line
hevur sekt um landskassaveðhald
fyri einum kreppuláni uppá 12
mió. kr. Í seinastu viku var spurn-
ingurin vidgjørdur í samgonguni.
I
EIN DAGIN BAR útvarpið tey tíð-
indi frå sjálvum løgmanni, at
spurningurin um landskassaveð-
hald til Smyril Line skuldi leggjast
fyri legtingið, um so var, at
politiskur meiriluti var fyri at veita
felagnum landskassaveðhald. Og
hetta var nú til kanningar hjá sam-
gonguflokkunum.
Í DEMOKRATISKUM londum, har
gingið verður eftir demokratisku
og parlamentarisku reglunum,
verða mål løgd fyri tingið við tí fyri
eygað at finna út av, um politiskur
meiriluti er fyri málinum ella íkki.
Er politiskur meiriluti ikki fyr
einum máli, royna flokkarnir at
finna fram til eina semju, og
verður hetta gjørt í teirri nevnd,
sum málið verður vidgjørt i.
HER HJÁ OKKUM er ødrvisi. Her
skulu menn finna út av, um poli-
tiskur meiriluti er ímillum ein part
av politikkarunum, ímillum ein
part av tinglimunum. Talan er um
-at finna út av, um ein meiriluti av
teimum 17, sum sita í samgonguni
eru fyri og um nakar av flokkunu
ætlar at nýta hina nógv umrøddu
og nógv nýttu gr. 13 í samgongu-
skjalinum.
Í HETTA SÝNIR, AT vit í Føroyum
í dag ikki virka eftir sonnum
oddagrein
demokratiskum og parlamentar-
iskum reglum. Vit hava eina
heimagjørda parlamentarismu.
Hina sokalladu gr. 13. Við gr. 13 í
hondini kann tann minsti av sam-
gonguflokkunum vid trimum ting-
monnum forða hinum báðum
samgonguflokkunum og and-
støduni í at fremja eitt mál. T.v.s.
at trý fólkavald umboð í einum
tingi kunnu hava størri vald enn 29
fólkavald umboð í sama tingi.
HETTA LJÓÐAR vitleyst. Men
hetta er sannleikin. Soleiðis hava
Gkkara politisku viðurskifti verið
nú í trý ár. Í langa tíð var meiriluti
fyri, at tað almenna keypti nýtt
skip til millumlandasiglingina.
Men gr. 13 varð nýtt av einum ella
tveimum av samgonguflokk-
unum. Tað sama gjørdi seg gald-
andi í helikoptaramálinum. Sam-
leiðis í spurninginum um forsorg-
arlógina. Eisini tá uppskot javn-
aðarfloksins um skilabótalán til
fiskiskipaflotan var frammi. Og
mong onnur dømir eru eisini.
SO TÍÐINDINI FRÁ løgmanni í
farnu viku vóru ikki nakað ein
dømi. Tað var bert aftur eitt dømi.
Eitt av mongum dómum um
okkara marghåttligu heimagjørdu
parlamentarismu, sum setir allar
vanligar demokratiskar og parla-
mentariskar reglur år gildi.
Í ÁR SKULU VIT á løgtingsval. Tá
hava vit møguleika fyri at seta ta
heimagjørdu parlamentarismuna
år gildi. Hetta gera tit vid at greida
atkvødu fyri javnadarflokkinum.
Hann borgar fyri, at verulig demo-
kratisk og parlamentarisk vidur-
skifti aftur verda galdandi.
Fólkafloksmenn
á danatingi
hann gjerdi ikki stórar
skreytir á danatingi. Sam-
bart »Billed Bladet« sást
Valkvøldid var Oli Breck-
;ann i útvarpinum
purdur, hvat hann fór at
era, tá hann kom á dana-
9. Sum tann góði
ngur hann er, svaraði
nn, at hann fyrst fór at
yrja politiska abba sín,
jåkun, hvat hann nú átti
í taka sær fyri.
Vit sum minnast eitt
indur longur aftur enn
Mi, kunnu eisini siga
honum eitt og annað um,
hvussu leikur fór. Fólka-
flokksmenn, tá sum nú,
trúttaðu niður í fólk, at
hesin danski tingsessur
als ongan týdning hevði
fyri okkum. Hóast hesa
áskoðan so legði Hákun
frá sær sum feroyskur
landsstýrismaður fyri at
gerast danskur fólkatings-
maður.
Men rætt skal vera rætt,
mest til hansara, tá t.d.
kongur hevði veitslu. Í
eini av hesum veitslum
var tað at hann loysti
hosubandið og lærdi dana-
drottning at dansa banda-
dans. Óli: Tú metir teg
millum framastu dansarar
her á landi, so hjá tær
skuldi ligið væl fyri at
stigið í húðaskógvarnar
:hjá politiska abba tínum.
Gamal
Nr. 14 — 31. januar 1984
rættskikkaður kristin
Í Dagblaðnum fyri sein-
asta fríggjadag hevur Óla
J. Rólantson svar til odda-
greinina í Sosialinum hós-
dagin 27. januar. Odda-
greinin snúði seg um Ísra-
el og Fólkaflokkin.
Orsekin til okkara odda-
grein var, at blaðstjórin á
Dagblaðnum í politisku
valsendingini hjá fólka-
flokkinum, lýsti fólka-
floksins stuðul til Ísrael. Í
svarinum í Dagblaðnum
sigur Óla J. Rólantson
m.a.:
„Sega Ísraels hevði ikki
verið ødrvisi, um kommu-
nistar ella fyri alt tað
facistar hevdu stjórnað
landinum skiftvís. Tí
lagna Ísraels er framman-
undan avgjerd. Hver
einasta stórhending í
Ísrael er profeterað fyri
mongum hundrað árum
síðani. Hvert einasta orð
er gingið út<.
Hetta er púra rætt Óla
J. Rólantson. Lagna Ísra-
els er avgjørd framman-
undan. Tað er líka mikið,
um landið skiftvís verður
stjórnar av kommunistum
og fyri alt tað av facistum.
Onki verður eðrvísi kor-
tini. Men hví er tað so
neyðugt, at fólkaflokkurin
beint áðrenn eitt val skal
lýsa sín stuðul til Ísrael?
Tá hverki kommunistar
ella facistar, um teir skift-
vís sótu við stjórnarvald-
inum í Ísrael, kunnu
broyta lagnuna, hvussu
kann tá ein politiskur
flokkur í Feroyum gera
tað? Eg haldi, at Óla J.
Rólantson átti bara at lagt
kortini á borðið. Enda-
málið hjá blaðstjóra
tínum, tá hann lýsti fólka-
floksins stuðul til Ísrael,
var at vinna atkveður til
sín sjálvan og fólkaflokk-
in. Tað var ikki Ísrael,
sum skuldi stuðlast, men
fólkaflokkurin skuldi fáa
stuðul við at misnýta eitt
mál, sum talar til kensl-
urnar hjá fólki.
Seinni í somu grein tek-
ur Óla J. Rólantson so-
leiðis til: >Eingin rætt-
politisk
viðmerk-
ing
skikkaður kristin stuðlar
Ísræll av politiskum
orsekum. Kristin eiga at
stuðla Ísrael av átrúnaðar-
ligum orsekum, uttan
mun til, hver situr við
verðsliga valdinum í
israel«.
Hetta er púra rætt. Men
so ein spurning: Hví nýtir
blaðstjórin á Dagblaðnum
so eina politiska valsend-
ing til tess at lýsa stuðulin
hjá einum Þpolitiskum
flokki til Ísrael?
Skulu vit taka orðini hjá
Rólantson bókstavliga, so
er hansara egni blaðstjóri
ikki rættskikkaður krist-
in.
Vilhelm Johannesen
Til Javnaðarfólkið
Hegraágangurin er í
hæddini. Vit minnast
hann ikki hatskari síðan
krígsárini.
Landskassin var sera
væl fyri eftir krígslok,
men hvat gjerdu teir borg-
arligu ráðandi til tess at
veita okkum frægari kor,
hvat gjørdu teir av arbeið-
sskapandi tiltøkum, als
einki.
Nei, tað varð ikki fyrr
enn Javnaðarflokkurin
síðst í 50-unum tók um
endan, at nakað fór at
henda! Línubátarnir
komu, trolarar við. Gongd
kom eisini í flakavirkisút-
búgvingina, sum skapti
arbeiði til mangar hendur.
Dentur varð eisini lagdur
á havna- og vegagerðirnar.
Hesum stóðu tit fyri
mestsum einsamallir.
Striltið royndist hetta
tykkum vid byrjan, men
sum frá leið megnaðu tit
at draga nakað av tí borg-
arliga aftaná tykkum til
semjur um alt ste
rri arbeiðsskapandi fram-
stig. Politikkurin var
tykkara aleina.
Tit hava sanniliga gjørt
Føroyar størri og vidkad
arbeiðsmeguleikarnar hjá
fólki. Tit gjørdu tað møgu-
ligt hjá verkafólki og fisk-
arum at liva munandi
frægari enn teimum áður
hevði verið unnt av teim-
um konservativu, hetta
hóast allar pengarnar í
landinum. Hetta stríð er
ikki av enn, tí vit vita oll
av royndum, at tað
arbeiðsfremjandi ikki
liggur fremst í huga teirra
konservativu, sum um
heimin allan meira hava
„spekulerað< seg til pro-
fittin heldur enn arbeitt í
tolni fyri sína útkomu.
Men skulu øll »spekulera«
og ikki svara samfelag-
num sítt, so verður brátt
ein galin endi.
Tit hava sýnt í verki, at
tit eru einasta borgan al-
menningsins fyri rætti-
rum til arbeiði og manna-
frælsinum annars.
Ikki minst gera teir
heidnastu borgarligu sær í
dag fyri skommum við at
vore religión uppí
politik. At átrúnaðarliga
frælsi er hjartasek javn-
aðarmanna, er eingin ivi
um. Tekk fáið tit mongu
trúgvu javnaðarfólk fyri,
at tit ikki fara í somu
hatsku veitina sum
okkara konservativu, men
uttan mun til heimsins
ranga dóm halda áfram í
arebiði tykkara innan
trúðararbeiði í Føroyum.
Gamal missiónsmaður
Kunngerð
Lýsti
býráðsfundurin
týsdagin
tann 31. januar 1984 er útsettur til
hósdagin tann 2. februar 1984.
Tórshavnar býráð
Burturstaddur
Ég eri burturstaddur í tíðarskeið-
inum 3. til 13. februar. Læknahjálp
fæst hjá hinum kommunulækn-
unum í Havn.
Sølvi Winther Olsen,
kommunulækni,
tif. 16611