týsdagur 31. januar 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IVr. 14 — 31. januar 1984 tíðindablaðið
NÁNN — Svimjisambandið hevur sett sær fyri at vinna fólkalandskapp-
ingina. Ætlanin er at føroyingar skulu svimja eitt strekki, ið
hevur somu longd sum frá Føroyum til Australia. Í løtuni eru
=
Tað er ikki eydnast Fótbólts-
sambandinum at gerast limur
í altjóða fótbóltssamgonguni
FIFA enn
Fótbóltssamband Feroya
er ikki vorið limur í altjóða
fótbóltssambandinum
FIFA enn. Sjálvt um
ætlanin var, at FSF skuldi
gerast limur í hesum
felagsskapi áðrenn jól.
Jens Erik Magnussen,
skrivari í Fótbóltssam-
bandinum, sigur við Sosi-
alin, at umsóknin frá FSF
var fyri á fundi fyri jól
saman við fleiri eðrum
umsóknum, men av tí at
ymsir spurningar vóru
eftir at greiða viðvíkjandi
summum av umsókn-
unum, vóru allar útsettar
til ein seinni fund, sum
verður í mai mánað í ár.
Við eðrum orðum er
uppteka okkara í FIFA
fyribils útsett til maí í ár.
— Men hvussu eru vón-
irnar fyri at vera upptiknir
í FIFA?
— Vit rokna ikki við at
verða tiknir upp sum fullir
limir, men vit fáa lima-
skap til lutteku av liðum
upp til U-21, hava vit
fingið at vita.
FIFA er ein ovurhonds
stór fyritøka, so tað
gongur ógvuliga spaku-
liga við at fáa nakað
igjøgnum, tá tað ikki er
talan um nakra av teimum
stóru fótbóltstjóðunum.
Meðaldeildin
avgjørd
Kappingarnar um føroya-
meistaraheitini i borð-
tennis í meðaldeildini vóru
í Klaksvík seinasta viku-
skiftið.
Ólavur Niclasen úr
Klaksvíkar | Borðtennis-
felag gjerdist feroya-
meistari í einstaklinga-
kappingini, meðan Páll
Mortensen úr AB varð nr.
2, Jens Heldarskarð nr. 3
og »the grand old man«
innan føroyskt borðtennis,
Sverri Midjord, sum er
farin um tey hálvt
hundrað, varð nummar
fýra.
Í tvímansleiki vórðu
Ólavur Niclassen og Jens
Heldarskarð feroyameist-
arar, meðan Jóhan Olsen
og Sverri Midjord úr TBF
vórðu nr. 2. Páll Morten-
sen og Niels Símun
Johannesen gjørdist nr. 3,
meðan Jákup og Trúgvi
Mortensen vórðu nummar
fýra.
vit í Miðalhavinum á veg móti Suez-veitini
Fólkalandskappingin hev-
ur nú verið í gongd í 3
vikur, og ein vegleiðandi
uppteljing av teimum inn-
komnu startkortunum er
farin fram.
Fyri at geva fólki betri
meguleika fyri at fylgja
við, hvussu langt feroy-
ingar svimja hvenn
mánað, er ætlanin, á
einum verðinskorti at
avseta teinin, sum svomin
er. Hetta verður gjert
fyrstu ferð síðst í februar,
tá fyrsta verunliga upp-
teljingin og burturlut-
ingin fer fram.
Svimjisambandid hevur
sett sær sum mål, at
føroyingar skulu svimja
til Australien i tad hålva
årid, kappingin fer fram.
Tær 3. fyrstu vikurnar
hava føroyingar svomið
13500X200 m. og gevur
hetta 2700 km. Hetta er
umleid strekkid år Føroy-
um til Gibraltar. Vit halda
áfram inn igjøgnum Með-
alhavið i februar mánað og
ætla okkum igjøgnum
Suez veitina.
Svimjisambandið er væl
nøgt við luttøkuna. Ser-
liga á summum plássum
er hon væl sterri enn vit
hevdu væntað.
Øll norðanlond luttaka í fólkalandskappingini
Telini fyri tær ymisku
hellirnar eru hesi:
Vágur 1100, Tveroyri
900, Servágur 1100, Vest-
manna 300, Kvívík 300,
Hestur 124, Argir 800
(mett), Eysturskúlin 1500,
Tórshavn 1800, Oyra-
bakki 525, Strendur (byrja
nú), Toftir 1300, Lorvík
750, Fuglafj. 1250,
Klaksvik 1420.
Í teimum 6 økjunum,
sum Føroyar er býtt
sundur í, er steðan
hendan:
1. Eysturoy 0,39 (Talið
er: Tal av svimjingum
dividera við fólkatalinum).
2. Vágarnar 0,38
3. Suðuroy 0,34.
4. Streymoy 0,27.
5. Norðoyggjar 0,24.
Tá hugt verður eftir
teimum einsteku heill-
unum, er Hestur klárt á
odda við 2. svimjingum
uppá fólkið. Toftir 1,34,
Servágur 1,13 og Lorvík
1,00.
Ymiskir trupulleikar
hava tikið seg upp hjá
Finska Svimjisamband-
inum við fyrireikingini av
Fólkalandskappingini í
Finnlandi. Tí hevur Nor-
disk Svemmeforbund av-
gjørt at gera ymiskar
tíðarbroytingar við kapp-
ingini. Hetta ferir við sær,
at tíðarskeiðið fyri kapp-
ingina her í Feroyum
verður broytt, so hon
varar í 6 mánaðir ístaðin
fyri eitt ár. Kappingin
endar sostatt 30. juni
1984.
Tann fyrsta verunliga
uppteljingin fer fram 26.
februar, og tá verður eisini
lutakast um 5 vinningar.
Fótbóltssamband Føroya:
Fleiri lands-
oyum
FSF er nú farið undir at fyrireika og leggja til
rættis teir landsdystir, ið landslið okkara í fót-
bólti skulu leika í ár
Eitt av teimum málum, ið
Fótbóltssamband Feroya
arbeiðir við, eru lands-
dystir.
Torleif Sigurðsson,
formaður FSF's, sigur í
samreðu við Sosialin, at
teir arbeiða við at fáa fleiri
landsdystir í lag frá
dreingjadeildini og upp til
A-landsliðið. Eitt annað,
ið FSF leggur stóran dent
á, er at fáa allar landsdyst-
irnar i Føroyum.
Torleif sigur, at tað ein-
asta, sum er fastlagt enn,
er at Grenland hevur
boðað frá, at teir eru hug-
aðir atk oma hendan vegin
í juni mánað. Ætlanin hjá
dystir i Før-
FSF er eisini at fåa Island
hendan vegin tå, so vit fåa
eina trilandakapping.
Hetta er einasta tiltak
fyri A-landsliðið, sum
arbeitt verður við í letuni.
Hjá dreingjalandsliðn-
um liggur fast, at teir
skulu til Íslands at
luttaka í norðurlanda-
meistarakappingini har.
Dreingjalandsliðið fær
vitjan av „Bergen og
omegn«, og unglingarnir
hava avtalað, at Ísland
kemur hendan vegin.
Harafturat verður ar-
beitt við stórum virksemi
fyri U-21 landsliðið. Fót-
bóltssambandið ætlar at
fáa U-21 landsliðini frá
Póllandi og Eysturríki
umframt tey frá Norður-
londum hendan vegin
eisini.
Upp á fyrispurning hví
teir júst ætla at fáa Pól-
land og Eysturríki hendan
vegin saman við teimum
Norðurlendsku, sigur Tor-
leif Sigurðsson, at teir fr
á Danmark hava fingið at
vita, at tað eru góðir
meguleikar at fáa júst
hesi londini hendan vegin.
At enda sigur Torleif
Sigurðsson, at FSF miðjar
ímóti at fáa allar lands-
dystirnar her heima, tí
landsliðsarbeiði er dýrt,
og Fótbóltssambandið
hevur ikki ov nógvan
pening at arbeiða við.