Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 193 - 9. oktober 2002 6 - Hann, ið ongan lyst hevur til vissan mat, fær hjálp á henda hátt: Tann matur, sum hesin vam- last við, verður givin hundi. Tá ið hundurin hevur fingið hetta inn í kjaftin, verður tað tikið út aftur – best við at sláa hundin á høvdið. Síðan fær maðurin hetta at eta. Vamlið, hann hevði, hvørvur. – Tikið úr bókini: Gomul føroysk heimaráð Frøknur (ephelides) fara burtur, verða tær gníggjaðar við ráum reyða, ella bæði reyða og hvíta úr krákueggi; eisini er at baða tær í nýmjólk ella vatni úr støðuhylji. - Tikið úr bókini: Gomul føroysk heimaráð Hvat er <ph_1>? Sum tit helst hava lagt til merkis, so hava vit valt navnið <ph_1> til blaðið. Grundinar til, at blaðið skal bera hetta heitið eru nógvar. Fyri tað fyrsta halda vit, at hetta er eitt sera orginalt navn. Navnið er sett saman av bókstavunum p og h og talinum 1. Tá bókstavirnir p og h á enskum verða settir saman, verða teir úttalaðir sum f. F-eitt er feitt!! Feitt er »slang« ímillum ung, ið merkir gott, kul, deiligt og so víðari. Eitt positivt orð, sum ikki bindur seg til nakað ávíst. At tað verður sett upp á henda hátt <ph_1> ger, at tað verður eitt sindur meira ótraditionelt. Sær út sum ein formil ella okkurt líknandi. Afturat at vera »slang«, so er vísir ph eisini til ph-virði í onkrum. Ph-virði í neutralari sápu er til dømis um 5,5. Súrari tað verður, minni verður ph- virðið, so ph 1 er ræðuliga súrt! Millum tey innkomnu uppskotini meta vit, at hetta var tað besta. Men treyðugt so. Nógv góð uppskot komu inn. Millum tey kunnu nevnast: Vit ungu, S.O.S., Rósan, Frælsi, www.www.fo, Quo Vadis, Lúkan, Titos, Girr, Flipp, Blaðung, u.fo, Blaðlúsin, Meylin, Dotcom, Blunk, Bobblan og Tankarásin. Vit takka hjartaliga fyri øll innkomnu uppskotini, men vinnarin av kappingini gjørdist: Súsanna Laursen 800 Tvøroyri Føroyar Bumsar Hevur tú fingið ein bums, kanst tú smyrja hann við saftini úr eini sitrón einar tvær ferðir. So skuldi hann farið burtur. Kelda: www.ask-alex.dk Pu á troyggjuni? Hevur tú eina gamla troyggju, ið er full av pu, so hjálpir tað at leggja hana í frystiboksina eina nátt. Tá hon hevur ligið har, skuldi hon verið pu-frí. Kelda: www.ask-alex.dk Um tú skalt sigla millum Havnina og Suðuroynna, tekur tað við Smyrli tveir tímar og fimtan minuttir. Tað ljóðar ikki sum long tíð, men tá tú ert umborð tykist tað óendaligt. Ta, at ein noyðist at sigla ímillum oyggjarnar, er ein stórur truplleiki hjá nógvum, ser- stakliga ungdóminum. Fyri tað fyrsta er Smyril eitt vánaligt skip, og ein hevur als ikki hug at vera á báti- num. Har er trongligt inni, ring luft og úti er ov kalt at standa, helst um veturin, tá túrarnir eisini varða upp til fýra tímar, og er annars næstan altíð ov seinur. Eisini siglir Smyril ov sjál- dan, og tíðirnar eru keðili- ga lagdar. Tú verður noyddur at fara heilt tíðliga upp, fara frá arbeiðnum ella missa tímar í skúlanum. Ítrótturin verður eisini ávirkaður av hesum trupul- leika. Svimjarar mugu oft- ani avlýsa kappingar, tí teir náa ikki bátin, og fótbólt og hondbólts- dysta, verða somu- leiðis avlýstir – orsak- að av ringum veðrið, og ofta hendir tað seg, at norðingar ikki tíma suður, tí teir tíma ikki at sigla. Heta meti eg vera sera keðiligt, og eg ivist ikki í, at mong eru samd við mær. Hvussu hesin trupul- leikin kann loysast, er ein góður spurningur! Smyril kann ógjørligt økja teir dagligu túrarnar, tí undir- skotið er nóg stórt sum tað er. Tyrlan er alt ov dýr, og flýgur eisini heilt sjáldan. Um ein undirsjóvartunnil bleiv gjørdur, hevði tað gjørt lívið lættari hjá mong- um føroyingum. Tað hevði viðført munandi fólkavøk- stur í Suðuroynni, tí sum nú er, er tað einki hjá teimum ungu at gera her aftaná lokna mið- námsútbúgving, uttan at starvast á flaka- virki. Samstundis hevði tað minkað um bústaðartrupul- leikan í Havnini. Tað hevði knýtt føroyingar tættari saman. Men í løtuni verður iva- leyst einki broytt, uttan tað at vit fáa eitt nýtt skip at røkja leiðina. Eg dugi ikki at úttala meg um, hvørjar broytingar tað kem- ur at viðføra, men vónandi ger tað støðuna eitt sindur frægari. Men tey, sum jav- nan eru noydd at sigla hesa leið, mugu bert gera sum eg: suffa og fara umborð, og síðani sita og hyggja at urinum í tveir tímar og fimtan minuttir, og hugsa um, hvussu nógvir tímar av tínum lívi fara fyri skeytið - bert við at sita umborð á einum báti. Súsanna Sosialurin Nr. 193 - 9. oktober 2002 7 2 tímar og 15 minuttir Ung or›: Triple X - xXx Nýggja action-hetjan eitur Xander Cage. Hann er stinkandi harður, skitin og skítir á alt og øll. Hann livir fyri síni stunts, og er so góður at telduspøl verða gjørd um hann. Og hann heldur seg als ikki skylda sínum heimlandi, USA, ella restina av heiminum nakað sum helst. Ikki fyrr enn National Security Agency fær klørnar í hann, og alternativið er 30 ár handan rimar, játtar hann at hjálpa sínum landi. Men bara uppá hansara egna máta… Trupulleikin hjá NSA er Anarchy 99, ein bólkur við fyrrverandi rus- siskum hermonnum, sum úr kekkiska høvuðsstaðnum Prag stýra undirverðini. Uppgávan hjá tí krúnrakaða og tatoveraða Xander, ella X, sum hann verður nevndur millum vinir, er í stuttum at oyði- leggja henda bólk. Samuel L. Jack- son spælir leiðarin fyri NSA, og hóast hann og Xander pr. defini- tióni eru mótstøðumenn, so er allíkavæl eitt ávíst forstáilsi teirra millum gjøgnum allan filmin. Meðan sjálv søgan í filminum ikki er tann djúpasta, sum hevur nátt hvíta løriftið, er er Triple X harafturímóti stúgvandi fullur av action, kryddaður við feitum, tungum rokki frá eitt nú Rammstein og Moby. Henda sam- anseting fangar ein stemning, sum uttan iva eisini rørir við tey, sum halda tónleikin hjá Mariah Carey vera tann besta. Søgan í Triple X kundi fyri tað verið tikin úr einum James Bond filmi, men munurin er, at meðan James Bond og hansara óndu mótstøðumenn eru fín og sofistikerað fólk, so er Xan- der tann skitni agenturin uttan autoritetir og hansara mótstøðu- menn tað sama. Og søgan fer fram í undirverðini í Prag, har Anarchy 99 hava sínar náttklubb- ar, ella skuldi ein sagt harem, við óteljandi vøkrum kvinnum, hvørs einasta uppgáva er at vera til taks hjá limunum í Anarchy 99. Leikstjórin, Rob Cohen, hevur megnað at skapa eitt action-brak, har tú ongantíð keðir teg, teir 124 minuttirnar, filmurin varir. Og tú verður rivin við, eisini tá Xander flýgur gjøgnum eld og nærum til himmals á eini motorcross, sum av reinari tilvild lá har, hon skuldi. Replikkirnir eru ikki teir mest há- floygdu, men sum við øllum røt- tum actionfilmum, so hevur Triple X eisini sínar perlur. Millum annað »Welcome to the Xander Zone« og eisini letur einaferð úr Xander, at um tú ynskir at bjarga heiminum, so mást tú vera vísur í, at tær dámar hann, sum hann er í dag. Eisini hevur Xander sín hjálpar- mann, eitt tekniskt geni, sum er góður fyri alskins framkomna útgerð, sum allir rættir agentar eiga at nýta, tá hart leikar á. Tað kann neyvan taka nakað frá nøkrum, um vit avdúka, at fil- murin hevur eina happy ending, og at seinasta scenan er av Xander á eini strond á Bora Bora við síni útvaldu. Men Triple X er ikki handling. Filmurin er hartpumpandi action í 124 minut- tir, og ljóðið í Havnar Bio kann ikki vera eitt decibel ov hart frá. Fakta um Triple X Leikarar: Vin Diesel, Asia Argento, Marton Csokas, Samuel L. Jackson Leikstjóri: Rob Cohen Longd: 124 min. Sta›: Havnar Bio, um tú ert 12 ár ella eldri C M Y K 21 20