Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 9. oktober 2002 23 Sosialurin Nr. 193 - 9. oktober 2002 8 Topp 10 - video 01. Ringenes Herre 02. Harry Potter 03. Rush Hour 2 04. Fast and Furious 05. American pie 2 06. Hal´s store kærlighed 07. Polle Fiction 08. The Animal 09. Black Hawk Down 10. Behind Enemy Lines Topp 10 - fløgur 01. Ymiskt - Now 1 02. Bon Jovi - Bounce 03. Elvis - # 1 Hits 04. Atomic Kitten - Feels so Good 05. Eminem - The Eminem SHow 06. Pink - Mizzundastood 07. Linkin Park - Reanimation 08. Def Leppard - X 09. Life House - Stanley Climbfall 10. M. L. T. R. - 19 Lovesongs Topp 10 – DVD 01. Ringenes Herre 02. Rush Hour 2 03. Fast and Furious 04. Harry Potter 05. American Pie 2 06. Black Hawk Down 07. Behind Enemy Lines 08. The Animal 09. Hal´s store kærlighed 10. Vanilla Sky Áttanda studio-útgávan frá Bon Jovi, hevur fingið heitið “Bounce”, og er sambært bólkinum ein mynd av tí ið teir hava verið ígjøgnum tað síðsta ár- ið, - serliga aftaná 11. september 2001. Til Grammy Awards 2000 var vanligi tátturin “Song of the year” (ársins sangur), eisini við. Vinnararnir av hes- um bólkum gjørdist, nr 1: Backstreet Boys við I want it that way, og nr 2: Ricky Martin við living la vida loca. I want it that way er skrivaður av An- dreas Carlsson og Max Martin, og Livin’ La Vida Loca er skrivaður av Des- mond Child og Robi Rosa. Andreas Carlsson og Desmond Child ganga aftur í nýggju útgávuni “Bounce” hjá New Jersey rokkarunum Bon Jovi. Andreas Carlsson hevur sam- an við Max Martin syrgt fyri seinastu árini at hildið bæði Britney Spears og Backstreet Boys á toppinum við at skri- va og framleiða hesar ótrúligu landa- plágurnar, sum t.d. “Baby One More Time”, “Crazy” og “Oops I Did It Again” og somuleiðis “Backstreet’s Back”, I Want It That Way” og “Larger Than Life”. Desmond Child hevur skrivað, og framleitt nøkur av teimum størstu hittunum í gjøgnum seinastu tjúgu ár- ini. Nevnast kunnu t.d. “I was made for loving you” (Kiss), “Dude looks like a lady” og “Crazy” (Aerosmith), “I hate myself for loving you” (Joan Jett), “How can we be lovers” (Michael Bol- ton), “Living la vida loca” og “Shake your bon bon” (Ricky Martin) og hevur somuleiðis skrivað “You give love a bad name”, “Living on a prayer”, “Bad medicine” og “Keep the faith” (Bon Jovi) Hesir Báðir Andreas Carlsson og Des- mond Child, hava verið við til at skriva heili 6 løg av hesi nýggju Bon Jovi út- gávuni. Tónleikurin á fløguni er ógvuliga fjølbroyttur, har er alt frá hørðum rokki til bleytar balladur. Summastaðni er eisini eitt íslett av elektroniskum tónleiki. Um vit taka eitt lag sum heitislagið “Bounce”, so minnir hettar ikki sørt um hittið “it’s my life”, sum teir høvdu fyri nøkrum árum síðani. Nevnast kann eisini nevnast “Everyday”, ið longu hevur verið nógv at hoyrt á MTV og í útvarpi, og sum sníkt seg heilt upp í toppin á okkara egna “hittlista” 15- tær bestu. Alt í alt kann sigast, at hettar er ein góð rokkfløga, ið fevnir vítt, bæði um einum dámar rokk, ella ikki. Jon Bon Jovi - Bounce Fakta: Bólkur/einstaklingur: Bon Jovi Heiti á útgávu: Bounce Útgávudato: 23. september 2002 Skeringar á útgávu: 12 Longd á útgávu: 49,6 min Framlei›ari: Luke Ebbin, Jon Bon Jovi, Richie Sambora, Desmond Child og Andreas Carlsson Útgávufelag: Universal Meting: Ljó›gó›ska: Dygd í løgum: Heildarmeting: Video/DVD Eitt matematiskt geni, John Forbes Nash, Jr., gjørdi eina hugtakandi uppdaging tá hann var ungur og var tað um reppið, at hann fekk eina altjóða viðurkenning. Men hansara ótrúliga karri- era var skumpað til síðis av trupulleikum, sum kundu oyðilagt nógvar menn. Hóast heta, berjist Nash fyri at koma aftur. Hann hevur altíð verið stýrdur av hansara leitan eftir tí sanna orginala hugskotinum, og hevur ongantíð mist tann dreymin. Aftaná nógv ár, har hann berjist fyri dreyminum, vinnur hann og bókstaviliga broytir heimin. Kritikararnir hava tikið væl ímóti hesum filmi, sum hevur vunnið ikki minni enn fýra Oscars – harímillum besta film. A Beautiful Mind er nú at fáa á sjónbandi og DVD. Fløgur A Beautiful Mind Filmurin er um tær tríggjar barnavinkonurnar, Lucy, Kit og Mimi, sum finna saman aftur á einum túri kring USA eftir ikki at hava sæð hvørja aðra í átta ár. Her kemur vinarlag teirra aftur undan kavi. Á einum túri við næstan ongum peng- um, men eini rúgvu av drey- mum, sleppa tær tríggjar vinkonurnar, við vakra, men gátuføra vini Mimi, Ben. »On the road« hava tær upplivingar, sum ikki bert broyta teirra lív, men sum eisini vísa teimum, hvussu týdningarmikið tað er at lurta eftir hjartanum. Crossroads er nú at fáa á sjónbandi og á DVD. Crossroads Ein tann nýggjasta flø- gan á fløgumarknaði- num í dag, er fløgan hjá Ace of Bace – Da Capo. Ikki hevur verið nógv at hoyra til tey fýra, Jonas, Jenny, Linn og Ulf, sum hava so at siga ligið still síðani ár 2000, men í ár hava tey givið út singlina – Beautiful Summer. Og nú er fløgan Da Capo útkomin. Útgávudagurin var 30. sep- tember og inniheldur fløgan 12 sangir. Hon er komin út í Danmark, Svøríki, Týsklandi, Noregi, Finlandi, Eysturíki, Sveits, Belgia, Hollandi og Ungarn. Ace of Base – Da Capo Kvinnan, ið byrjaði sum country sangarinda ger nú aftur um seg. Leann Rimes gav 1. oktober út fløguna Twisted Angel. Fløgan inniheld- ur 13 sangir. Leann Rimes – Twisted Angel UTTAN ÚR HEIMI Norðmenn vilja vera við, at ov nógv er veitt av toski í Barentshavin- um í ár. Tað er ikki óhugsandi, at veiðan er farin umleið 50.000 tons upp um heildarkvotuna, sum er 395.000 tons. Norska fiskiveiðieft- irlitið sigur, at toska- veiðan hjá norskum skipum er helst 20.000 tons omanfyri ta ásettu kvotuna. Samstundis hevur eftirlitið skrásett, at 28.000 tons av toski eru umskipað við Bjarn- oynna higartil í ár. Halda hesi tølini, er ovveiðan 48.000 tons, men sagt verður, at talið kann fara báðar vegir. Norska fiskiveiðieft- irlitið fer um stutta tíð at tosa við russiska eftir- litið. M. a. vilja norð- menn hava at vita, hvussu nógv av tí, sum er umskipað við Bjarn- oynna, er fiskað burtur av russisku kvotuni. Toskurin ovfiskaður Ein avdúking um njósn- ing kann gera enda á friðartilgongdini í Norð- urírlandi. Tað er komið fram, at týðandi politikarar hava latið IRA loyniligar upp- lýsingar, og avdúkingin hevur havt við sær, at protestantarnir nú krevja, at Sinn Fein verður koyrdur burtur úr savningarstjórnini í Bel- fast. Sinn Fein er tann politiski vongurin av IRA. Protestantiski fyrsti- ráðharrin, David Trimb- le, sigur, at limir í Sinn Fein hava skipað fyri umfatandi njósning, og seinasta fríggjadag rann- sakaði norðurírska løg- reglan skrivstovurnar hjá Sinn Fein. Friðurin í vanda Norski Framburðsflokk- urin fær nú so stóra und- irtøku millum veljar-ar- nar, at hann er størri enn teir tríggir stjórnar- flokkarnir tilsamans. Ein nýggj veljara- kanning gevur Fram- burðsflokkinum 29,5 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir stjórn- arflokkarnir tilsamans fáa 26 prosent. Hjá Framburðsflokkinum er talan um eina fram- gongd upp á fýra pro- sent, meðan tann størsti s t j ó r n a r f l o k k u r i n , Høgri, missir 3,5 pro- sent. Kristiligi Fólka- flokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, for- sætisráðharra missir hálvtannað prosent, meðan Vinstri stendur í stað. Veljarakanningin gev- ur Arbeiðaraflokkinum 21 prosent og Sosial- istiska Vinstraflokkinum 17 prosent. Hetta merk- ir, at tríggir teir størstu flokkarnir eru uttan fyri stjórnina. Nærkast 30% Bretski skiparin og rannsóknarmaðurin James Cook var kanska ikki tann fyrsti evrope- arin, sum kom til Av- stralia. Hetta hevur ann- ars verið tann vanliga hugsanin, men nú vilja bretar sjálvir vera við, at ein annar evropeari var kanska har longu hundrað ár undan Cook. Tann nýggja metingin er grundað á eitt skips- vrak, sum er funnið við oynna Fraser Island úti fyri avstralsku eystur- strondini. Í vrakinum hava granskarar funnið kanónir, sum týðiliga eru evropeiskar, men sum líka týðiliga ikki eru av bretskum upp- runa. Bretski skipsserfrøð- ingurin Greg Jeffreys sigur, at talan er um vrakið av einum evrope- iskum skipi frá umleið 1650, og tað er alment kent, at bæði spaniu- menn, portugisar og nið- urlendingar sigldu á havleiðunum við Av- stralia, áðrenn James Cook kom hagar. Hig- artil hevur verið hildið, at Cook var tann fyrsti evropearin, sum settin fótin á land í Avstralia. Tað hendi í 1770. Ikki Cook kortini Ísraelska stjórnin sigur, at álopið á býin Khan Younis mána- dagin var neyðugt. Palestinar siga, at átakið var eitt hóp- morð MIÐEYSTUR Árni Joensen 14 fólk lógu eftirá, og 80 onnur vórðu særd, tá ísraelskir stríðsvognar og tyrlur søktu at býnum Khan Younis í Gaza-geiranum fyrradagin. - Eitt hópmorð ímóti fólki okkara, segði ein illur Yasser Arafat. - Sorry, men vit eru í kríggi, og hetta var neyð- ugt, segði ísraelski vara- verjumálaráðharrin Weiz- man Shiri, sum tó harm- aðist um, at sivilir pale- stinar høvdi latið lív í álopinum. Víðgongdi palestinski felagsskapurin Hamaz var hvassari í sínum orðavali. - Allir ísraelsmenn eru drápsmenn. Ikki ein einasti teirra er ósekur, segði ein talsmaður hjá felagsskap- inum aftan á álopið. Hamaz hevur longu skýrt dagin "tann blóðuga mánadagin". Ísraelski verjumálaráð- harrin, Benyamin Ben- Eliezer, vardi álopið við at siga, at teir flestu pale-stin- ararnir, sum doyðu í álop- inum á Khan Younis, vóru vápnaðir stríðsmenn. Men amerikanska stjórnin sýtti fyri at góðtaka ta frágreið- ingina. - Ísrael hevur rætt til sjálvverju, men ísraels- menn eiga at hugsa seg væl um, tí tílíkt kann fáa av- leiðingar. Teir eiga tí at gera tað, sum gerast kann fyri at forða fyri, at ósek fólk doyggja, segði ein tals- maður hjá amerikanska trygdarráðnum. Eisini amerikanska utt- anríkisráðið fanst at álop- inum. - USA væntar, at Ísrael alt fyri eitt tekur neyðug stig, so tílíkt ikki hendir aftur, segði talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Richard Boucher. - Í ellivu ár hevur Saddam Hussein lumpað altjóða sam- felagið, men nú er nóg mikið, segði amerikanski forsetin, George W. Bush, í røðu fyri ameri- kanska fólkinum gjáranáttina IRAK-KREPPAN Árni Joensen - Vit vita, at Saddam Hussein hevur kemisk og biologisk vápn, tí tey hevur hann brúkt ímóti sínum egna fólki. Eydnast tað honum at fáa fatur á tilfar- inum, kann hann útvega sær kjarnorkuvápn innan eitt ár, segði George W. Bush í røðuni, sum hann helt í Cincinnati í statinum Ohio. Í røðuni, sum vardi ein hálvan tíma, kom ameri- kanski forsetin ikki við nøkrum nýggjum upplýs- ingum, men røðan var kort- ini ein greiður boðskapur til irakska forsetan og altjóða samfelagið. Hann segði tað vera sera umráð- andi, at trygdarráðið hjá ST gera eina samtykt, sum fer munandi longur enn tær gomlu samtyltirnar, og at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST skulu fáa atgongd til alt, sum teir vilja sleppa at kanna. - Saddam stuðlar yvir- gangsfelagsskapum og yvirgangsmonnum, og hann fer ikki at aftra seg við at lata teimum hóp- oyðingarvápn, segði Bush. Hann vendi sær eisini til teir iraksku heryvirmenn- inar og mælti teimum til at sýta fyri at gera eftir boðum forsetans, verða teir bidnir um at nýta hópoyð-ingar- vápn í einum møguligum kríggi. - Gevur Saddam teimum boð um at nýta hópoyð- ingarvápn, eiga teir at sýta fyri at nýta tey. Gera teir ikki tað, skulu teir vita, at krígsbrotsmenn verða at enda tiknir og drignir til svars fyri gerðir sínar, segði amerikanski forsetin. Nóg mikið Bush segði, at seinastu ellivu árini hevur irakski forsetin lumpað altjóða samfelagið og gjørt gjøldur burtur úr vápnaeftirlits- monnum og diplomatum. Men nú er nóg mikið. USA fer ikki at sita hendur í favn, meðan hóttanin úr Irak veksur dag frá degi. Heimssamfelagið hevur roynt seg við diplomatisk- um arbeiði, búskaparligum tiltøkum og flogbanni, men Saddam Hussein heldur ótroyttiligur fram við at gera hópoyðingarvápn, segði amerikanski forsetin. Hann ivaðist ikki í, at amerikanska hermegin er før fyri at steðga irakska leiðaranum, men tann stóra spurningin helt hann vera, um Irak hevur kjarnorku- vápn. - Tað vita vit ikki við vissu, men vit vita, at Saddam kann røkka hesum málinum um stutta tíð. Hann kann útvega sær uran uttanlands, og hann sigst hava trý støð, har hann kann ríka uranið, segði Bush forseti og legði afturat: - Gevst Saddam ikki nú og letur Irak avvápna, er USA til reiðar at standa fyri einum átaki ímóti honum. Neyðugt átak ella hópmorð? Beinir Saddam ikki fyri sínum vápnum, fara vit at gera tað C M Y K 23 22