Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 9. oktober 2002 25 Føroyskar róðrarkvinnur væntaðu meira enn silvur Hóast Katrin Olsen og Sigrid Svartá leygardagin vunnu silvur í DM-kapping- ini í tvískullara, vóru tær vónsviknar. Kat- rin Rubek Nielsen var hinvegin nøgd við sítt fjórðapláss í einskull- ara KAPPRÓÐUR Hilmar Jan Hansen Tríggjar føroyskar róðrar- kvinnur vóru við, tá kapp- ast var um DM-heiti í kapp- róðri á Bagsværd vatninum leygardagin. Katrin Olsen, 24 ár, og Sigrid Svartá, 25 ár, róðu tvískullara í lættvektsbólki- num, og Katrin Rubek Nielsen, 32 ár, róði ein- skullara í tungvektsbólki- num. Í báðum førum var róðr- arteinurin 2.000 metrar. Tær báðar í tvískullara skuldu beinleiðis í final- una, men Katrin Rubek Nielsen fyrst skuldi rógva eitt innleiðandi umfar. Tá avtornaði, vunnu Katrin Olsen og Sigrid Svartá silvur í tvískullara- kappingini við tíðini 7.26:00 minuttir — bara ellivu hundraðpartar av ein- um sekundi aftan fyri bátin, ið vann gull. So tætt var millum bátarnar báðar, at myndirnar á málinum máttu gjøgnuhyggjast, áðr- enn endaliga úrslitið var greitt. Men hóast tað neyvan kann síggja út sum annað enn eitt gott úrslit, eru tær als ikki nøgdar: — Leygardagin vóru vit so móðar, tá vit høvdu róð, at vit kanska ikki hugsaðu so nógv um tað. Men nú nakrir dagar eru farnir, eru vit bæði keddar og argar um, at vit ikki skuldu vinna gull, sigur Katrin Olsen. — So at siga allan teinin vóru vit nógv fremstar, og tað var bara ein annar bátur, ið kundi hótta okkum. Men tær byrjaðu at spurta eitt sindur áðrenn vit, og í sjálvum endaspurtinum eydnaðist teimum at sleppa fram um okkum — enntá á sjálvari mállinjuni. Vekttapið kostaði Tað, sum Katrin og Sigrid iðra seg einamest um, er at tær undan kappingini høvdu lagt so nógv orku í at missa vekt, tí tað kostaði bæði kreftir og yvirskot til at vinna róðurin, tær vóru favorittar at vinna. — Fyri yvirhøvur at sleppa upp í lættvektsbólk- in, máttu vit royna at koma niður í vekt, og tað hevur so havt við sær, at vit hava etið lítið síðstu tíðina og eitt nú hava sitið nógv í hitarúmi. Eisini høvdu vit ov lítla vætu í avgerandi løtuni, sigur hon. — Tá avtornaði, vóru vit bara 50 gramm frá at vera ov tungar, so tað eydnaðist akkurát at missa tað av vekt, ið skuldi av. Men hetta halda vit eisini vera fremstu orsøkina til, at vit listu sigurin í evstu løtu leygardagin. Móti endanum á róðri- num, tá hinar byrjaðu spurtin, stýrdu Katrin og Sigrid eitt sindur skeivt, og tí máttu tær rætta kósina upp, samstundis sum tær skulu taka av avbjóðingini í endaspurtinum. Eftir róðurin kunnu tær báðar so bara staðfesta, at næstu ferð noyðast tær at ansa betur eftir, so vekttap- ið ikki skal avgreiðast so seint, at tað í sjálvum sær kann órógva róðurin. — Tú kanst siga, at vit hava lært hetta upp á tann harða mátan, tí hóast eitt silvurmerki ikki er so galið, eru vit veruliga vónbrotnar um, at vit ikki megnaðu at vinna gullið, sigur Katrin Olsen. Misti í startinum Katrin Rubek Nielsen, sum í sínari kapping fyrst skuldi rógva innleiðandi, var sam- anumtikið rímiliga væl nøgd við sítt fjórðapláss í finaluni. — Í innleiðandi kapping- ini komu tríggjar tær bestu víðari, og har royndi eg ikki at leggja alt ov nógv fyri, men helt meg á næst- fremsta plássinum allan teinin, so eg rímiliga lætt kom í finaluna. Tað ráddi bara um ikki at møða seg ov nógv í hesum fyrra um- farinum, sigur hon. — Í finaluni fór eg eftir triðjaplássinum, tí har vóru tveir sera góðir landsliðs- rógvarar framman fyri meg, sum eg neyvan fekk gjørt nakað við. Men av tí at eg fekk ein ringan start, kom eg ikki longur fram enn á fjórðaplássið, sum kortini var í lagi. Í startinum fór Katrin av kós og endaði heilt úti í boyunum í bakborði, og so noyddist hon at rætta seg upp í stýriborði. Men hóast hetta, var hon skjótt rími- liga væl við og endaði altso við at koma um málið við tíðini 8.11:09 minuttir. Meðan Katrin Olsen og Sigrid Svartá undan kapp- ingini skuldu missa vekt, er støðan næstan tann øvugta hjá Katrin Rubek Nielsen, tí í tungvektsbólkinum ræð- ur um at halda vektina og helst økja um hana við vøddum. — Sum heild verður øgi- liga nógv hugsað um vekt, og av tí at eg ikki eri so stór á vøkstri, má eg syrgja fyri at hava nóg mikið av »búff- um«. Tí er styrkivenjing ein stórur partur av mínari fyri- reiking, sigur hon. Venja hart alt árið Hóast ikki fleiri uttandura kappingar eru eftir í ár, stendur veturin fyri framm- an við fleiri spennandi av- bjóðingum innandura. Í no- vember eru kappingarnar um Sælands-meistaraheit- ini á skránni, og í januar verður kappast um innan- dura danmarkarmeistara- heiti. — Næstu tvær ella tríggj- ar vikurnar leggja vit ikki so nógv fyri, men venja bara einar tríggjar ferðir um vikuna. Men so byrjar vit av álvara aftur, og tá venja vit tríggjar tímar hvønn gerandisdag og so helst ein- ar tvær ferður um dagin um vikuskiftið, sigur Katrin Rubek Nielsen. At vera við í innandura kappingunum er sjálvandi ikki tað sama, sum at rógva uttandura, men av tí at út- tøkurnar til danska lands- liðið fyri ein stóran part eru tengdar at innandura kapp- ingunum, ræður um eisini at vera við har. — Málið hjá okkum er at koma á landsliðið, tí tað er einasti mátin, skal tað eydnast okkum at koma upp á hægri stig. Vit fáa ikki fleiri avbjóðingar enn kappingarnar um danmark- armeistaraheitini, eru vit ikki á landsliðnum, sigur Katrin Olsen. — Venjarin, vit hava nú, er eftir okkara tykki betri enn landsliðsvenjarin, men skulu vit kortini koma longur, mugu vit helst vinna okkum pláss á lands- liðnum, sjálvt um tað kann vera trupult. Men vit hava framgongd alla tíðina, so kanska eydnast tað. Garvaðar róðrarkvinnur Hesar tríggjar, ið altso bjóðaðu teimum bestu í Danmark av um vikuskiftið og framvegis leita eftir nýggjum avbjóðingum, lesa allar til lækna, men brúka altso ein stóran part av sínari tíð og frítíð til róð- urin. — Tað er helst ein fyri- munur fyri okkum, at vit lesa heldur enn at arbeiða, tí sum lesandi fáa vit betur lagt okkum tíðina til rættis, so vit fáa stundir til bæði, sigur Katrin Rubek Niel- sen. — Sjálvandi kostar tað í hinum endanum, við tað at lesturin gerst heldur drúgv- ari enn arnnars, men aftur- fyri fáa vit so allar hesar upplivingarnar gjøgnum róðurin, ið vit annars ikki høvdu fingið. Tær tríggjar hava allar drúgvar royndir við árarnar, og bæði í fjør og í fyrraárið vunnu tær saman við øðrum danmarkarmeistara- heiti. Í fyrraárið vunnu Katrin Olsen, Katrin Rubek Niel- sen, Beinta Hansen og Svanna Jákupsdóttir við Katrin Apol sum róðurs- kvinnu danmarkarmeistara- heitið í innriggara, sum er eitt slag av motiónsbáti. Og í fjør vunnu Katrin Olsen, Sigrid Svartá, Katr- in Rubek Nielsen og Beinta Hansen saman við fýra donskum róðrarkvinnum danmarkarmeistaraheitið í áttara. Tað var tá, at tær fingu samband við venjar- an, ið síðani hevur eggjað teimum til og hjálpt teim- um víðari, so tær eru við í toppinum í donskum kapp- róðri. Allar eru tær eisini kend- ar frá føroyskum kappróðri. Katrin Olsen, Katrin Rubek Nielsen, Beinta Hansen og Svanna Jákupsdóttir hava róð við Jarnbardi, Sigrid Svartá við Hvessingi og Katrin Apol við Gongu- rólvi. — Tú kanst siga, at vit hava lært hetta upp á tann harða mátan, tí hóast eitt silvurmerki ikki er so galið, eru vit veruliga vónbrotnar um, at vit ikki megnaðu at vinna gullið, sigur Katrin Olsen, nú tað »bert« gjørdist til silvur í DM-kappingini 25 Hóast avrikið í síðsta dystinum eftir um- støðunum kanska var at liva við, so mugu U–17 dreingirnir smyrja seg við, at teir í trimum royndum í síðstu viku vóru noyddir at leggja rygg til í alt 0–16 tap U–17 EM UNDANKAPPING Jóannes Hansen Tað var ein orduligur sekk- ur, sum U–17 dreingirnir seinnapartin leygardagin komu aftur til Føroya við. Í EM undankappingini í Bukarest høvdu teir spælt tríggjar dystir, og tilsaman høvdu teir tapt 16–0. Skal tað ljósa dragast fram, so var tað, at úrslitini batnaðu. Í fyrsta dystinum taptu teir 8–0 ímóti ru- mensku vertunum, so taptu teir 6–0 ímóti Eysturríki, og í síðsta dystinum taptu teir 2–0 ímóti Makedonia. Tað var í hesum síðsta dystinum, at føroyska liðið hevði vónað kanska at fáa stig, men tað eydnaðist ikki. Ein partur av orsøkini var, at tríggir av lyklaspæl- arunum sótu uttanfyri. Jústinus Hansen var leik- bannaður, og liðformaðurin Emil N. Leifsson og Jónas Þór Næs vóru so mikið skaddir, at teir vóru ikki førir fyri at spæla. – Dysturin var hampuliga tættur, men vit megnaðu ikki at fáa mál. Páll M. Joensen hevði tveir møgu- leikar tíðliga, men hann var heldur ikki hesa ferð hepp- in, sigur Bill Jacobsen, venjarin hjá U–17 lands- liðnum. Venjarin leggur afturat, at Makedonia kom á odda í 14. minutti, tá verjan ikki megnaði at byrgja fyri stikkbólti inn um verjuna, og í 72. minutti øktu teir til endaligu støðuna 2–0. Tit kunnu ikki vera nøgd- ir við avrikini? – Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við at tapa tríggjar dystir, og at leggja rygg til so stór tap. Dreingirnir harmast, og tað gera vit eisini. Tað verður sjálvandi leitað eftir orsøkum, hví tað skuldi hilnast so illa, men tað er ikki nøkur einstøk forkláring til tað. Eg skal rósa spælarunum fyri, at teir høvdu góðan hugburð, og at teir ongantíð løgdu kongin, sjálvt um teir fingu nógv mál ímóti sær. Men hvørjar eru so or- søkirnar til, at tað gekst so illa? – Ein er, at Rumenia og Eysturríki høvdu óvanliga góð lið. Eysturríki vann kappingina. Í avgerandi dystinum vunnu teir 2–1 á Rumenia. Venjararnir hjá báðum liðunum lótu sera væl at hesum árganginum. Ein onnur orsøk er, at vit undan síðsta dystinum vóru óhepnir við skaðum. Um- framt teir, sum komu á vøllin og eykamálverjan, var bara ein spælari tøkur, og Allan Tungá kom ikki inn, tí hann var ikki heilt klárur. Hann var smáskadd- ur í beininum, men vit høvdu hann á beinkinum, um tað skuldi gjørst heilt neyðugt at skift onkran út. Og er tað nøkur onnur orsøk? – Hetta skal ikki skiljast sum, at vit royna at renna undan úrslitunum. Men tað er eisini ein veruleiki, at skaðar koma serliga illa við hjá okkum, tí úrvalið framman undan ikki er so stórt. Undan fráferðini høvdu tveir, sum kundu havt verið fastir menn, givið avboð. Verjuálitið Poul N. Poulsen varð skaddur mikukvøldið und- an fráferðini, og Jóhan Petur Poulsen, sum hevur skorað fleiri mál í undan- farnum kappingum, sá seg noyddan at geva avboð. So alt í alt kenna vit tað ikki sum at vit hava havt undan- vind. Tí var tað serliga óheppið, at vit skuldu koma í bólk við so góðum liðum sum Eysturríki og Ru- menia. Eg haldi, at vit í NM kappingini fyrr í summar vístu, at tað stóð ikki heilt illa til. Ta ferðina megnaðu vit 1–1 ímóti Danmark, og 2–0 tap ímóti Svøríki var eisni at liva við. Hvussu verður komandi ár? – Eg haldi ikki, at tað sær so galið út. Í NM og EM hava vit í alt havt fimm spælarar við, sum eisini hava aldur at spæla næsta ár, og í 24 manna hópinum hava vit havt átta í alt, sum eisini hava aldur at spæla á U–17 liðnum næsta ár. Millum teirra, sum nú flyta upp í dreingjadeildina, eru tað fleiri spælarar, sum hava góð evni og sum hava rætta hugburðin. Hetta seinna er ikki minni týdn- ingarmikið, tá so stórar avbjóðingar eru á skránni, heldur Bill Jacosben. Føroyska liðið fríggjadagin ímóti Makedonia: Gunnar Nielsen – Fritleif í Lamb- anum – Bogi Hermansen, Borgar Kristiansen, Ovi Magnussen, Jón Jacobsen (Jóhan E. Mouritsen, 66.) – Svenn D. Jacobsen (Stefan Kalsø, 70.), Mikkjal T. Hentze, Símun Louis Jacobsen, Páll M. Joensen – Hartmann Hansen Nr. 193 • hósdagur • 9. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Fimleikafelagið Ljósið skipar í næstum fyri skeiði í sonevndum ball- stik fimleiki FIMLEIKUR Jákup Mørk Í døgunum 19. og 20. oktober skipar Fimleika- felagið Ljósið fyri skeiði í ball-stik. Undirvíst verður umleið fýra tímar hvønn dagin. Líknandi skeið varð hildið hildið í januar 2001, og var undirtøkan tá somikið góð, at tey í Ljósinum hava goðar vánir fyri, at tiltakið hesaferð eisini fer at bera til. Skeiðsleiðari hetta vikuskiftið verður Birte Høst, sum eisini var skeiðsleiðari til tiltakið í fjør. Birte hevur í úti við 20 ár virkað sum ball- stik instruktørur, um- framt at hon eisini hevur vant framsýningarlið, sum hava ferðast kring landið at vísa, hvat kann gerast við bóltin, sum nýttur verður. Ball-stik, sum eisini verður nevnt bólt-ballet, er fimleikur við tekno- rútmum, har íðkararnir alla tíðina eru í gongd, soleiðis at pulsurin hjá íðkarunum alla tíðina er javnt høgur. Bólturin, sum verður nýttur, er á stødd við ein fótbólt, men hevur gummidobb- ar á sær, soleiðis at hesir hava eina mýkjandi ávirkan, tá vant verður. Tað var danska Grethe Wolfgang, sum av fyrst- an tíð kom við hesum serstaka slag av fim- leiki, og eitt nú var hon longu í 1974 her í Før- oyum og helt skeið. Umframt at hetta er eitt slag av fimleiki, so verður ball-stikk venj- ingini í nógvar mátar nýtt sum avspenning fyri eymar vøddar, smidleikavenjing og styrkisvenjing, og sum heild verður hon mett sum eitt gott evni at fyri- byrgja skaðum. Ljósið sigur í tíðinda- skrivi, at hjá luttakur- unum er skilagott at tvinnar buksur, so slepp- ast kann undan and- sperru og eymleika, og um onkur av luttakar- unum eigur onkran lítlan bólt, eru tey vælkomin at taka hendan við, soleiðis at hesin kann nýtast umframt vanligu bóltarnar, sum verða nýttir. Bólt-fimleikur Komu aftur sum av torvheiðum – Eg haldi ikki, at tað sær so galið út. Í NM og EM hava vit í alt havt fimm spælarar við, sum eisini hava aldur at spæla næsta ár, og í 24 manna hópinum hava vit havt átta í alt, sum eisini hava aldur at spæla á U–17 liðnum næsta ár, sigur venjarin hjá føroyska U-17 landsliðnum C M Y K 24