Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 9. oktober 2002 27 Hondbólturin er av álvara farin í gongd, og í kvøld, mikudag- in, verða tveir dystir í bestu mansdeildini á skránni HONDBÓLTUR-MENN Jákup Mørk Vestemenningar vera í teirri heldur løgnu støðu, at teir skulu vitja oddaliðið, tá teir leggja leiðina til hoyvíkshøllina. H71 hevur higartil fingið fult fyri tveir dystir, og eru tí ovastir á stigatalvuni. Men tað er eingin loyna, at teir báðir farnu dystirnir hava á pappírinum verið munandi lættari enn tann, sum nú bíðar. VÍF eru tvífaldir meistar- ar í løtuni, og í fyrireik- ingunum til árið hevur lítið bent á, at nakað skal broyt- ast í hesum. Í fyrsta umfar- inum vunnu teir uttan dyst móti Tjaldri, men hesa ferð skulu teir í øllum førum spæla um stigini, og so er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út. Á Skála verður dystur millum StÍF og KÍF, sum bæði eru stigaleys undan dystinum í kvøld. Strandingar hava higartil bert leikt tann eina dystin, og hesin varð taptur fyri Kyndli sunnudagin. Koll- firðingar hava í sínum lagi tvær ferðir leikt dyst, og bæði móti H71 og Neistan- um gjørdist talan um tap. Eftir avrikunum í hesum trimum dystunum at døma, so er tó lítil ivi um, at StÍF eru at rokna sum greiðir favorittar undan dystinum í kvøld, men tað vóru teir hinvegin eisini i fjør, tá KÍF kortini tók teir á bóli og vann dystin á Skála, so einki kann útilokast. Dystir 9. oktober 20.00 Hoyvík H71-VÍF 20.00 Skála StÍF-KÍF Fyri tveimum vikum síðani endaði kapp- ingin hjá smádreingj- um yvir hálvan vøll, tá finaluumfarið varð leikt í Vágunum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Finalan í kappingini hjá smádreingjum yvir hálvan vøll varð leikt í Vágunum fyri tveimum vikum síðani. Luttakandi liðini vóru HB, KÍ, SÍF og TB, og tá avtornaði hevði TB vunnið kappingina, tó at tað var sera tætt ímillum liðini. Sum skilst frá luttakar- unum, so var talan yvir- høvur um ein dag av teim- um heilt góðu, og tó at tað sjálvandi skuldi dystast á vøllinum, og bilti lagnum á dreingjunum einki, tá stundirnar uttan fyri vøllin skuldu styttast. Sum sagt, so gjørdist TB vinnari av kappingini. Nummar tvey gjørdust HB. Klaksvíkingar gjørdust nummar trý og sanda-vágs- dreingirnir nummar fýra. Tá heiðursmerkini fyri luttøkuna skuldu handast, savnaðist allir leikararnir kring miðkringin á vøllinum, soleiðis at teir saman kundu heiðra hvørjum øðrum Mynd: Birgir W. Høgnesen Týska felagið Sport-A, ið hevur rættindini at senda EM-dystin millum Týskland og Føroy- ar um eina viku, skal hava 120.000 krónur frá Sjón- varpi Føroya, um dysturin skal send- ast beinleiðis í Føroyum. — Tað hava vit ikki ráð til, sigur Øssur Winth- ereig, tíðindastjóri í sjónvarpinum. EM-FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tveir dagar undan heimadystinum hjá Før- oyum móti Skotlandi skrivaði Sjónvarp Før- oya undir avtalu við týska felagið Sport Five um seks av teimum átta dystunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í EM-bólki 5. Fyri millum 200 og 300.000 krónur fekk sjónvarpið sostatt tryggjað sær rættindini til at vísa heimadystirnir móti Skotlandi, Týsk- landi og Íslandi og úti- dystirnir móti Litava og Íslandi beinleiðis, og at vísa heimadystin móti Litava forskotnan. Framvegis var kortini einki greitt viðvíkjandi teimum báðum írestandi útidystunum — tí móti Týsklandi komandi mikudag og tí móti Skotlandi 6. september næsta ár. Hetta eru dystir, ið ávikavist týska Sport-A og skotska IMG eiga rættindini til, so tí má samráðast um teir fyri seg. Síðani hevur Sjónvarp Føroya ligið í tingingum um fyrst og fremst Týsklands-dystin, men sambært Øssur Winther- eig, tíðindastjóra í Sjón- varpi Føroya, er einki ítøkiligt komið burturúr: — Vit hava fingið ein prís at vita, sum er 120.000 krónur, og tað er meira enn vit hava ráð til. Tí er eingin avtala í ljósmála, so vit fáa sent dystin móti Týsklandi beinleiðis um eina viku, sigur hann. — Men vit hava fram- vegis samband við Sport-A, sum er eitt dóttirfelag hjá týsku sjónvarpsstøðini ARD, og vit vóna sjálvandi, at tað kann bera til at fáa prísin niður, so vit fáa sent dystin. Tó skal prísurin langt niður, áðrenn vit hava ráð til tað. Øssur Winthereig sig- ur, at Sjónvarp Føroya allarhelst vil sleppa at senda dystin beinleiðis, tí tað er sjálvandi tað mest áhugaverda. Um tað so ber til at fáa dyst- in sendan forskotnan fyri eina munandi lægri upphædd, er tað eisini ein møguleiki, men ikki fyrr enn hin møguleikin er troyttur til fulnar. Hjálpandi hond Aðrastaðni í blaðnum í dag kann annars lesast um eina møguliga týska hjálpandi hond, tí týski sjónvarpsmaðurin Joch- en Douhs sigur seg vera til reiðar at royna at fáa prísin niður, um hann kann tað. Hann er so takksamur fyri alla ta hjálp, hann í sínum arbeiði undan Týsklands-dystinum hevur fingið frá føroy- ingum og ikki minst Fótbóltssambandi Før- oya, at hann fegin vil gera sítt til, at eisini sjónvarpsmyndirnar frá dystinum kunnu røkka inn í føroysku stovurnar, meðan dysturin verður spældur. Men hjálpin skal veruliga muna nakað, skal hon koma Sjónvarpi Føroya til góðar: — At vit ikki hava ráð at brúka fleiri hundrað- túsund krónur til EM- fótbólt, er ikki nakað eindømi bara fyri okk- um, tí vit síggja eisini í londunum uttan um okkum, at tað sansar at nógvastaðni, tá avtalur skulu gerast um hesar dýru fótbóltsdystirnar, sigur Øssur Winthereig. — Vit hava jú fyrr sæð, at bæði Danmarks Radio og danska TV2 eru bakkað út, tí tað er blivið ov dýrt, og herfyri máttu fyrstu dystirnir í bestu italsku deildini útsetast, tí ein so stór støð sum RAI ikki hevði ráð at gjalda tað, feløg- ini vildu fáa burturúr at fáa sínar dystir sendar í sjónvarpi. Sjónvarpið ikki ráð til Týsklands-dystin Tveir dystir í kvøld Smádreingirnir lidnir Vestmenningar eru í teirri óvandu støðu, at teir skulu spæla ímóti einum oddaliði, tá teir mikukvøldið vitja í Hoyvíkar- høllini TB vann kappingina fyri smádreingir yvir hálvan vøll. Her sæst liði saman við venjara teirra, fyrrverandi 1. deildarkempuni, Pól F. Joensen Mynd: Birgir W. Høgnesen 27 26 Nr. 193 - 9. oktober 2002 Fyrrverandi lands- liðsvenjarin hjá Føroyum kennir einki trýst frá ar- beiðsgevaranum um at liðið hjá honum skal røkka góðum úrslitum her og nú LANDSLIÐS- VENJARI Jóannes Hansen Leygardagin verða nógvir EM undankapp- ingardystir á skránni. Eitt nú skal Luksemborg spæla í Parkini í Keyp- mannahavn, og tað er so rímuligt, at donsku miðlarnir vísa venjaran- um hjá Luksemborg, Allani Simonsen, stóran áhuga. Samrøður hava verið við fyrrverandi venjaran hjá føroyska landslið- num, og Allan Simonsen greiðir frá, hví hann í síni tíð valdi at gerast venjari í Føroyum, og hví hann síðani valdi at flyta til Luksemborg, sum donsku miðlarnir meta at vera á uppaftur lægri støði enn Føroyar. – Um eg hevði valt at verið venjari hjá Skot- landi ella í einum felag í týsku bundesliguni, so hevði tað verið soleiðis, at eg hvørt einasta viku- skifti skuldi til próv- tøku. Eg ynski ikki at leggja meg sjálvan undir sovorðið trýst. Tey mongu árini í donskum fótbólti, á landsliðnum, í Týskalandi, Spania og Onglandi var fótbóltur frítíðarítriv og arbeiði hjá mær. Men eingin dugir at ímynda sær, hvussu stórt trýstið er á tær fyri at vera á topp- inum og harvið at prógva, at tú hevur uppiborið at fáa góðu lønina, sigur Allan Sim- onsen. Støðan hjá venjarum er kanska uppaftur meiri kroyst, enn hon er hjá spælarunum, og tí hevur Allan Simonsen gjørt upp við seg sjálvan. At arbeiða í Føroyum var eitt stig undan stóra trýstinum, og starvið í Luksemborg er enn eitt stig longur burtur frá trýstinum. – Starvið í Luksem- borg er ein avbjóðing. Tilfarið er avmarkað, men setningurin er at fáa landsliðið so mikið gott, at vit onkra ferðina kunnu vinna ímóti hin- um smáu tjóðunum. Tað verður ikki lætt, men ábyrgdarpersónarnir hava tol, og teir seta eingi krøv um, at vit skulu røkka góðum úr- slitum her og nú. Sjálvur havi eg givið mær fýra ár at røkka málinum. Hann, sum hevði starvið undan mær, var venjari í seytjan ár. Tá hann fór frá, hevði liðið hjá hon- um ikki vunnið síðani 1995, men eingin tók upp á tunguna at geva honum sekkin, sigur Allan Simonsen. Allan er búsettur í Luksemborg. Hann hev- ur skift nógvar av eldru spælarunum út. Teir nýggju eru ungir og harvið óroyndir. Fyrsta stóra avbjóðingin hjá teimum verður leygar- dagin, tá Luksemborg skal spæla í Parkini ímóti Danmark, sum Allan Simonsen hevur spælt 56 landsdystir og skorað 21 mál fyri. Ein stórur partur av spælarunum á U–19 landsliðnum, sum í komandi viku fara til Georgia at luttaka í EM undankapping, hava roynt seg í bestu deildini U–19 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Síðsti kapitul í fótbóltsárin- um 2002 verður skrivaður eftir at a-landsliðið í kom- andi viku er komið aftur úr Týskalandi. Leygardagin í komandi viku lættir eitt fótbóltslið fyri seinastu ferð í hesum árinum úr Vágum. Talan verður um U–19 landsliðið, sum skal til Georgia at luttaka í EM undankapp- ing. Hinar tjóðirnar í bólk- inum eru Ukreina, Belgia og Georgia. Jógvan Martin Olsen, U–19 landsliðsvenjari, hev- ur nú gjørt av, hvørjar átjan spælarar hann vil hava við til Georiga, og talan tykist vera um spennandi lið. Umleið tveir triðingar av teimum átjan spælarunum hava í summar spælt meiri ella minni í 1. deild, og fleiri hava verið fastir menn á sínum liðum. Teir, sum hava fingið ferðaboð, eru hesir: Gunnar Nielsen, Frem, Poul Eli Bærentsen, TB, Eli Thor- steinsson, HB, Áki Peter- sen, Skála, Rasmus Nolsøe, Brøndby IF, Rani D. Christiansen, HB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Jann Ingi Petersen, B68, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, Bergur Mid- jord, B36, Símun Samuel- sen, VB, Andy Olsen, NSÍ, Hanus Thorleifsson, Skála, Bárður Danielsen, Skála, Rókur Jespersen, Brøndby IF, Bjarni Jørgensen, HB, og Magnus Skoralíð, GÍ. Málverjar og verja Gunnar Nielsen var í síðstu viku við U–17 landsliðnum í Rumenia, har hann av álvara fekk dystarvenjing. Poul Eli Bærentsen hevur í ár vart málið í 3. deild hjá TB, men leygardagin kom hann í málið í 1. deild, tá hin málverjin (ikki av røtt- um vístu sjónvarpsmynd- irnar) varð rikin av vøllin- um. Ein verjuspælarari er Eli Thorsteinsson, HB, sum hevur verið í 2. deild. Ein annar er Áki Petersen, Skála, sum í vár flutti úr ÍF og til nýggja 1. deildarliðið, har hann hevur verið fastur maður í miðverjuni. Ras- mus Nolsøe er ættaður av Tvøroyri, men fyrr í ár flutti hann til Brøndby, har hann er fastur maður á unglingaliðnum. Rani D. Christiansen, HB, hevur verið mettur at vera sera evnaríkur. Tá Føroyar í fjør luttóku í EM undankapp- ingarbólki fyri U–17 lands- lið í Hollandi, var Rani illa skaddur. Krossbandið í øðrum knænum fór, og síðani tá hevur hann ikki spælt nakað segligt. Men nú er Rani komin fyri seg aftur, og hóast hann ikki hevur spælt so nógv, so hevur venjarin gjørt av at geva honum landsliðsboð. Síðsti verjuspælarin er Marni Djurhuus í EB/ Streymi. Í fjør var hann yngsti spælarin yvirhøvur í 1. deild. Í ár hevur hann verið fastur maður á EB/Streyma liðnum, har hann hevur verið nýttur sum vongverji, miðverji og miðvallari. Framrættaðu menninir Jann Ingi Petersen, B68, er ein av miðvallarunum, sum hava fingið landsliðsboð. Hann hevur verið partur av besta liðnum bæði í fjør og í ár. Tað hevur Hans Pauli Samuelsen í EB/Streymi eisini verið. Bergur Mid- jord hevur spælt á B36 liðnum í 2. deild, og Jústin- us R. Hansen hevur fyri tað mesta spælt á 2. deildar- liðnum hjá NSÍ, men onkra ferðina hevur hann verið inni á 1. deildarliðnum. Símun Samuelsen, VB, hevur spælt í 2. deild og onkra ferðina í 1. deild, og Andy Olsen, NSÍ hevur verið fastur maður á 2. deildarliðnum. Fram ímóti kappingarenda hevur Hanus Thorleifsson verið fastur maður á besta lið- num hjá Skála, har Bárður Danielsen eisini hevur verið partur av brutto- liðnum. Onkrir spælarar kunnu brúkast á fleiri plássum. Eitt nú Rókur Jespersen, sum upprunaliga er úr HB, men sum nú – saman við Rasmusi Nolsøe – spælir á unglingaliðnum hjá Brønd- by. Rókur var onkra ferðina á besta HB liðnum, har hann bæði varð brúktur í álopinum og sum fram- rættaður miðvallari. Tað sama ger seg galdandi fyri Bjarna Jørgensen, HB. Magnus Skoralíð var ofta fyrr í summar millum teir fyrstu ellivu hjá GÍ. Stór avbjóðing Jógvan Martin Olsen held- ur, at liðið er eins væl fyri, sum U–19 landsliðini hava verið undanfarin ár. Evn- unum ivast venjarin ikki í, og hann heldur, at venj- ingarstøðan er góð. Nakrar venjingar eru á skránni, áðrenn farið verður úr Føroyum. Í gjárkvøldið vandi liðið í Runavík, og fríggjadagin og leygardagin verður venjingarlega á Svangaskarði. Tá verður venjarin í Litavia við a- landsliðnum, og tí skal hjálparvenjarin, Mathias Davidsen, standa fyri venj- ingarleguni. Týskvøldið í komandi viku verður aftur felagsvenjing. Tá lands- kappingarnar eru loknar, verður roknað við, at spælararnir sjálvir gera nógv við at venja sjálvir. Hóast liðið tykist vera væl fyri, so ivast venjarin ikki í, at avbjóðingarnar vera ivaleysa stórar. – Enn havi eg ikki havt møguleika at fáa nakað at vita um styrkir og veik- leikar hjá mótstøðuliðun- um, men eg veit at Belgia hevur eitt gott lið, og vit hava so ofta sæð, at eystur- europeararnir eru sera góðir gótbóltsspælarar, sigur Jógvan Martin Olsen. Føroyar skulu týsdagin 22. oktober spæla ímóti Ukreina, hósdagin 24. oktober skulu teir spæla ímóti Belgia, og síðsti dysturin verður ímóti Georgia leygardagin 26. oktober. Allir dystirnir verða spældir klokkan 16. U–19 landsliðið verður í Kastrup náttina millum 19. og 20. oktober. So verður flogið umvegis Wien til Tblisi. Allan stór- trívist í Luksemborg Spennandi landslið á veg til Georgia Rasmus Nolsøe, sum nú roynir seg í Brøndby, er ein av leikarunum á U-19 liðnum, sum eisini hevur royndir úr bestu føroysku deildini, har hann spældi við TB undan summar- steðginum C M Y K 26