týsdagur 31. januar 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
$-4
i
*
28
}
$
Á
;
TN
nn tie" Me.
>
Tað stutta leygar-
kveldið og soltin
ítróttartíðindi
Eg havi fyrr nevnt, at
Útvarpið býður ikki til
at kappast við Sjón-
varpsfelagið.
Besta demið um
hetta er útvarpsskráin
leygarkveld.
Kl. 19,05: Spurnar-
kapping. 20,00: Post
popp. 21,00: Veðurtíð-
indi og tíðindi. 21,05:
Hetta heilaga evan-
geliið. 21,15: Sorgar-
leikur í bóndansgarði,
seinni partur av segu
eftir Arthur Lund-
kvist. 21,45: Dansi-
musikkur. 23,00:
Vedurtidindi.
Ja, soleidis så skråin
út eitt leygarkveld i
mars 1979.
Áðrenn Sjónvarps-
felagið fór at senda
regluliga.
Útvarpið sendi tó til
klokkan ellivu leygar-
kveld, tvs. um veturin,
enn nekur ár.
Men í 1982 fór ein
tími burturav. Og í fjer
aftur ein. So nú endar
Útvarpið kl. 21,00
leygarkveld.
Og samstundis er tað
áhugaverda hent, at til-
farsliga er Útvarpið nú
betri sunnudag enn
leygarkveld.
Tí gudstænastur og
klassiskur tónleikur
lokka ikki so nógv til
skermin sum dansk
lættisoppaundirhald og
amerikanskt bang-
bang leygarkveld.
Men, sjálvandi, hví
skal ikki eisini Ut-
varpið, tá alt annað
verður innrættað eftir
sjónvarpinum eftir
klokkan 19,30.
Nú hevur, mæ. vit-
andi, Útvarpið ikki
kannað, hvussu nógv
lurta leygarkveld.
Eg veit heldur ikki,
um útvarpsleiðslan
hevur spurt seg sjálva:
hvat nú, um vit royna
at gera skránna leygar-
kveld betri?
Prinsipielt er tað
stórt spell, at Útvarp
Feroya, sum er almenn-
ur stovnur, skal víkja
fyri sjónvarpsfelag,
sum er privat og pirat.
På
Ítróttin
Í Feroyum eru tvær
heilagar kýr. Religión
og ítrótt.
Báðar hava innivist í
Utvarpinum. Sunnu-
dagur er teirra dagur.
Útvarpið hevur verið
heilt í Mikladali eftir
einari gudstænastu.
Tað fer sjáldan so langt
út á bygd eftir eðrum
tilfari.
Ítróttarsendingin
sunnukveld svarar ikki
heilt til tað professio-
nella innleiðandi lagið
við skrivimaskinuni og
arkinum, sum verður
tikið úr.
Samanborið við ta
fjøld, sum íðkar ítrótt
og/ella hevur áhuga
fyri henni, er sendingin
ov stutt.
Alt ov lítið verður
gjørt burtur úr aðrari
ítrótt enn handbólti,
fótbólti og kanska flog-
bólti og svimjing.
Sjáldan eru prát við
venjarar og leiðarar.
Ongantíð við leikarar.
Ongantíð við áskoð-
arar.
Her trýtur hugflog
í stóran mun.
Handbóltslandsliðið
fór av stað í gjár.
Hetta bleiv nevnt
sunnudagin. Hví var
onki prát við venjaran
um fyrireikingarnar?
Um vónirnar? Hví
bleiv ikki onkur leikari,
liðleiðarin til demis
spurdur um lagið á lið-
inum? Ferðaleiðarin
um ferðina, uppihald
og tílíkt? Formaðurin í
HSF um fígging? Og
so framvegis.
Og í stubbanum um
fólkalandskappingina í
svimjing vantaði tann
týdningarmikla upp-
lýsing, at svimjihellin í
Havn hevur verið
afturlatin í tvær vikur
og verður tað tvær
vikur afturat.
Hegni Djurhuus
Týsdagur 31.
09,30 Aktuelt uttaneftir
10,00 Vedurtidindi og tid
indi
10,05 Fyrrapartsløg
11,00 Tíðindi
11,01 Å ferd i India II
11,30 Undir døgurda
19,00 Barnaútvarpið
Oddvå Nattestad leggur
til rættis
19,30 Konsert í Norður-
landahåsinum
20,00 Talvkapping: Jåkup
Joensen-Andrias Ziska
Mikudagur 1. febr.
09,30 Konsert í Norður-
landahúsinum
Mr. 14 — 31. januar 1984 tíðindablaðið S | sk Til Síða 1
A |
ET
10,00 Vedurtidindi og tíð-
indi
10,05 Fyrrapartsløg
11,00 Tidindi
11,01 Kveðuljómar til sjó-
fólkið
11,30 Undir degurða
19,00 Pengar og búskapur
Um inflasjón. Samreða
við Árna Olafsson skriv-
stovustjóra. Sigmund
Poulsen og Ove Olsen
leggja til rættis
19,30 Leg mær dámar
Onnur sending hjá Róa
Zachariassen
20,00 Uttan fyri fólka-
skikk
Seinasti partur av stutt-
segu eftir Sommerseth
Maugham. Finnbogi Isak-
sen týður og lesur
20,30 Tónleikasending
Sidmund Poulsen leggur
til rættis
Norea Radio Danmark
Millumbylgja 205 m. 1467 kHz kl. 19,30—19,45.
Í dag: »Bønnens arbejde«.
Bíbliuskúli um ben. Fimti partur.
Erik Bang leggur til rættis. |
Norskar sendingar eru kl. 8,00 og 17,05. Stuttbylgja,
31 metra-bandið (9,6 mHz).
- LM-handilin
Tlf. 11220 - Sølumidstødin
Leiga videomaskinu
ella sjónvarp?
ce
til alla
familjuna
Frå ca. 390,- kr.
um månadin
vid
forkeypsrætti
Fremstur
innan plåtur,
bond, Hi-Fi og TV-Video
— > | OD GO ET OLE
sjónvarpsfelagið
Týsdagur 31. januar
19.30 TV-bern
20.25 TV-aktuelt
21.10 Mexico 4 (5)
21.55 »Parasitterne« da. tv-spæl
23.45 Lidugt
Mikudagur 1. februar
21,10 TV-avísin og ítróttur
Hósdagur 2. februar
21,10 TV-avisin
TV-børn
Tysdagur kl. 19,30
Millum himmal og jørd. Vit skulu
enn einaferð fylgja Sophie og Jessie,
sum eru saman vid oyðimarkarfólk-
inum. Vit skulu eisini síggja >prinsin
og biddaradreingin« í seguni hjá
Mark Twain. Síðani síggja vit nakað
um jól úr einum filmi um teir tríggjar
vísmenninar.
Mexico
Týsdagur kl. 21,10
Sjónvarpsreðin um stórlandið
Mexico heldur fram. Hetta er næst-
seinasti parturin. Mexico er eitt av
heimsins sterstu oljuframleiðara-
londum. Men oljuævintýrið hevur
givið bakkast. Rikidømid frá oljuni
var bert ein løtuvinningur. Hvussu
er so búskaparliga stødan hjá hesum
stóra landi! M.a. tað fáa vit nakað at
vita um í hesi sendingini
»Parasitterne«
Tysdagur kl. 21,55
Hetta er ein danskur sjónvarpsfilm-
ur.
Hetta er ein endursending. Film-
urin varð fyrstu ferð vístur í 1958.
Hann verður sendur nú sum eitt
minni um rithevundan, Soya, ið
doyði herfyri. Hevuðsleiklutirnir
hava Gunnar Lauring og Clara
Pontoppidan — sum hjúnini Grue-
sen. Ein sera áhugaverdur og góður
danskur filmur um menniskju og
nógv av tí, sum eyðkennir okkum.