týsdagur 31. januar 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
»
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum, Hetta verður ;
gjørt úttan meirkostnað fyri lýsaran.
Alivinnuni
tørvar 100-
200 mill. kr.
Verður rætt atborið kunnu vit hava ein út-
flutning uppá einar 300 til 400 mill. kr. í
1990, heldur formaðurin í Føroya Havbun-
aðarfelag, Knút Nygaard
Frá vinstru: Knút Nolsøe, Svend Krosstein, Atli Gregersen, Andreas Lava Olsen og Knút Nygaard. Hetta er
nýggja nevndin í Føroya Havbúnaðarfelag. Ein av nevndarlimunum manglar, Hans Jacobsen á Glyvrum. Svend
Krosstein metti til henda fundin. Hann er eykamaður.
Feroyska alivinnan hevur
trupulleikar at dragast
við. Hesi nýggju vinnu-
greinini tervar pening, nú
fólk kring landið eru í ferð
við at menna hana.
Sum steðan er í dag
hava teir einsteku alar-
arnir ringt við at klára seg
fíggjarliga. Hetta kemst
av tí, at lánimeguleikarnir
eru rættiliga avmarkaðir.
Tað eru teir báðir
almennu grunnarnir, Íd-
naðargrunnurin og Menn-
ingargrunnurin, sum
fíggja tey mongu ali-
prjektini. Men lánini eru
avmarkað til tvey ár. Og
tá tað tekur einum alara í
minsta lagi tvey ár,
áðrenn hann kann byrja at
selja sín fisk, so skilst, at
stødan hjá honum er
trupul.
Eftir tvey ár er so eisini
neyðugt at byggja steðina
út. Og hetta kostar eisini
pening. Tey loyvini, sum
verða givin í dag, eru
fyribils til fimm hyljar.
Síðani verður steða tikin
til, um hesi loyvi skulu
víðkast til fleiri hyljar.
Orsøkin til truplu
steðuna hjá alarunum er
eisini hon, at tervur er á
smolt. Tey fáu smoltini
verða býtt millum teir
mongu alararnar og sum
frálíður og tess fleiri
alarar koma aftrat, tess
sterri verður smolttørv-
urin.
Fær alari ikki smolt í
allar sínar hyljar, so ger
hetta steðuna enn trupl-
ari.
Hetta eru spurningar,
sum Feroya Havbúnaðar-
felag nú arbeiðir við. For-
maðurin í felagnum, Knút
Nygaard sigur í samreðu
við Tíðindablaðið Sosialin,
at tað er sera átrokandi at
loysa fíggjarspurningin
og smoltspurningin.
Havbúnaðarfelagið hev-
ur sett eina nevnt at koma
við = einum uppskot
viðvíkjandi fíggjarterv-
inum og smolttervinum
hjá verandi alisteðum.
Ætlanin er so at hava ein
fund við landsstýrið um
hesar spurningar.
Samarbeiði
Knút Nygaard: — Tían-
verri eru tað alt ov fáir
politikarar, sum hava
givið hesi nýggju vinnu-
greinini — fiskaaling —
ans. Eg veit væl, at ein-
hver byrjan kann vera
trupul, men í hesum ferin-
um er so avgjert neyðugt,
at vit — vinnumenn og
politisku myndugleikarnir
— arbeiða saman.
Tað er mín vón, at lands-
stýrið fer at taka væl
ímóti okkara uppskotum
og ynskjum og saman við
okkum royna at loysa
trupulleikarnar hjá hesi
nýggju vinnu.
Formaðurin í Havbún-
aðarfelagnum vísir tó á, at
hesir trupulleikar skulu
ikki skiljast so, at vinnan
sum so hevur ilt við at
klára seg.
— Talan er um eina upp-
byggingartíð hjá teimum
flestu alarunum. Og tað er
hesa tíðina, at umsteð-
urnar at fáa smolt og fígg-
ing mugu vera í lagi.
Annars heldur hann, at
stór framtíð er í hesi
vinnu. At feroyska sam-
felagið í 1990 hevur ein út-
flutning av aldum fiski,
sum svarar til 1/3 av
okkara núverandi útflut-
ningi.
Hvat viðvíkur sjálvari
fíggingini av alistoðum, so
er tað ynskiligt, sigur
Knút Nygaard, at
alararnir kunnu fáa trý
ára lán ístaðin fyri 2 ár og
samstundis fáa avdráttar-
skoða í 3 ár.
Nevndin í Havbúnaðar-
felagnum hevði herfyri
fund við Nevndina við-
víkjandi Fiskaaling, ið
landsstýrið hevur sett at
geva tilmæli í samband
við nýggj loyvi til fiska-
Formaðurin i Føroya
Nyggaard.
aling.
— Eg haldi hetta va ein
góður fundur, og eg vóni,
at vit kunnu fáa eitt gott
samstarv í framtíðini
leggur Knút Nygaard
aftrat.
Tað eru umleið 60 limir í
Feroya Havbúnaðarfelag.
Limagjaldið er 2000 kr.
um árið. Fyri áhugaðar er
tað 500 kr. Felagið hevur
enn ikki ráð til at seta fólk
burtur av at arbeiða fyri
limirnar. Men fyribils
verður so eitt fólk sett
nakrar tímar um vikuna at
taka sær av ymsum
málum.
Feroya Havbúnaðar-
Knút
Havbúnaðarfelag,
felag hevði aðalfund her-
fyri. Í nevndina vórðu
valdir: Knút Nygaard,
Andreas Lava Olsen, Atli
Gregersen og Hans Jacob-
sen. Sum tiltaksmenn
vórðu valdir Svend Kross-
tein og John Andreassen.
Frammanundan var ein
trymannanevnd. Tá var
tað, at Knút Nygaard
skjeyt upp at víðka
nevndina. Í dag fevnir hon
so eisini um fleiri eki
innan alivinnuna. Tvs.
laksaalarar, skeljadjóra-
alarar, smoltframleidarar
og fóðurframleiðarar.
jan
Skotska
prinsessan
gongur aftur
Partur av skotska trolaranum, »Schottish Prin-
cess«, sum fór á Skarvanestanga i 1977, slongdur
uppá land i ódnarveðrinum
»Skotska prinsessan« —
skotski trolarin, sum rendi
á landi á Skarvanestanga í
1977 og sakk — er farin at
ganga aftur.i
Í ódnarveðrinum herfyri
vórðu tvey stór stykki av
skipinum slongd uppá
land nærhendis Skarva-
nestanga. Á myndini
síggja vit part av skipin-
um, sum varð slongt uppá
land.
jan
———————————wweiiwwwww——d: