Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 * hósdagur 2. februar 1984 frælsi javnaður brødralag 57. årg. % kr. 5,- Kostadi 6000 kr. at kalla býráðsskrivara korruptan og tjóv Síða 3 Brennisteð og fiskaframleiðsla! Føroyskur fiskur skal koma úr reinum umhvørvi At ein brennistød liggur mitt i aliøkinum kann hava negativar avleidingar fyri søl- una av okkara fiski heldur Johan Morten- sen, selustjóri i Marr & Co. Hann sigur: — Fyri at selja eina vøru krevst, at hon er kapp- ingarfør bædi hvat vidvik- ur prisi og góðsku. Í okkara tíð, har brúk- arin gerst meira og meira metvitandi um feði sína, er tað sjálvandi eitt gott seluargument og hevur stórt PR-virði at kunna vísa á, at veran kemur frá einum ódálkaðum um- hvervi. Í okkara seluarbeiði við fiskaverum vísa vit á, at fiskurin kemur frá eini reinari náttúru. Hvat viðvíkur uppskot- inum at leggja eina brennisteð norðuri við Áir í miðdeplinum av aliøkin- um, so veit eg ikki, um dálking kann standast av eini slíkari. Men er tað so, at ein brennisteð, sum veruliga dálkar verður legd nær- hendis alistødum, er hetta sera álvarsamt og vil ávirka seluarbeiði fyri allan = aldan fisk úr Feroyum, um tað spyrst ella kemur út í orð millum keyparar, at hin feroyski aldi fiskurin kemur úr einum ivasomum um- hvervi. Tó er tað ikki óhugs- andi, sigur Johan Mortensen víðari, at ein brennisteð, sum kortini iki dálkar men sum liggur beint við alisteðir, kann hava eitt negativt árin á keyparahugin, endar Johan Mortensen, selu- stjóri á Marr & Co. jan sanne FRFRETRETEETSEESDS AT KISUR Ferðin verður við »Norroénu« Tí > > + 4 SMYRIL-LINE "RRSENARSENSREENRERES — SPHESGSERDEN Lesid å sidu 11 Føroyingar framvegis avmarkaðir við Svalbard men avtalan í ar betri Javnvágin í fiskiveiðisátt- málanum við Noreg í 1984 hækkar við umleið 10% sammett við sáttmálan í fjør. Hetta segåi Pauli Ellef- sen, legmaður i samreðu við útvarpið tyskvøldid stutt eftir, at føroyska og norska samráðingar- nevndin vóru komnar ásamt um ein nýggjan sáttmála. Vit fáa 2100 tons av toski frá norðmonnum, men haraftrat hava vit fingið loyvi at fiska 5000 tons av sovjettisku toska- kvotuni í norskum sjógvi. Vit hava fingið 10.000 tons av lodnu frá norð- monnum, men kunnu har- aftrat fiska alla sovjetisku lodnukvotuna uppá 20.000 tons í norskum sjógvi. Sostatt verða til- samans 30.000 tons og harav kunnu 10.000 tons fiskast sum vetrarlodna. Upsakvotan í norskum sjógvi er hækkað við 1000 tonsum uppí 1500 tons. Makrelkvotan í norskum sjógvi hækkar við 3000 tonsum og norska makrel- kvotan í føroyskum sjógvi hækkar eisini við 3000 tonsum. Norska botnfiskakvot- an í feroyskum sjógvi hækkar við 1000 tonsum uppí 8000 tons. Feroyingar hava annars átikið sær at avmarka Formaðurin í felagnum Rækjuskip: Sáttmálin frægari — men norðmenn brúka okkum sum syndabukk — Eg eri fegin um, at Noregssáttmálin fyri 1984 gevur rækju- skipum og eisini eðrum skipum betri møgu- leikar enn í 1983. Hetta kemur av, at vit hava sett hart ímóti herðum viðvíkjandi Svalbard. Tó skerst ikki burtur, at norðmenn brúka okkum sum syndabukk í stríðnum at gerast einaráðandi í Svalbard- økinum. Sigur formadurin i felagnum Rækjuskip, Johan á Plogv Johan á Plógv heldur, at orsekin til, at vit hava fingið betri semdir inni á norskum eki, er júst Sval- bardrækjurnar. — Tað at vit í ár hava sett hart ímóti herðum og tað at norðmenn helst vilja hava okkum at av- marka rækjuveiðuna, hevur gjert, at norðmenn nú hava givið okkum ein betri sáttmála, hvat við- víkur t.d. botnfiski inni á norskum eki. — Eg haldi tó fram- vegis, at tað var skeivt, at vit í 1982 lótu norðmenn avgera, hvussu vit skuldu fiska við Svalbard, men hinvegin dugi eg at skilja, at steðan hjá landsstýr- inum hevur verið trupul. Hvat rækjuskipunum viðvíkur so heldur Johan á Plógv, at nú verða rúm- ari ræsir hjá bátunum at fiska við Svalbard. — Vit hava longt fleiri rækjuskip, og vit byggja nýggj. Hetta ger, at saml- aða veiðuorka okkara verður munandi sterri í 1984 enn í 1983. Eg vil meta, at . hesi skipini fara at fiska 9.000-10.000 tons í ár við Svalbard. Hetta fer so at geva føroyska samfelagnum ein rækjuveiðuna við Sval- bard soleiðis, at tað verða í mesta lagi 9 skip tó í meðal í árinum í mesta lagi 5 skip. Í fjer var sáttmálin tann, at tað máttu í mesta lagi vera 5 skip við Sval- bard í senn og í mesta lagi 9 skip íalt. — Nú kunnu sostatt ell 9 skipini fiska samstundis tvs., tá sesongin er, tók Pauli Ellefsen til í sam- reðu við útvarpið. Legmaður vísti eisini á, at tað nú verður nógv lættari hjá okkum at fiska við Svalbard. Uppá fyrispurning um Giljanes og Reynsatindur kunnu koma uppá tal samlaðan útflutning uppá millum 180 til 200 mill. kr. í 1984. Útflutningurin av svalbardrækjum í 1983 var uppá umleið 80-90 mill. kr. Meðalprísurin í fjør var 17 kr. kilo. Í ár verður hann helst 20 kr. kilo. — Hvussu við Giljanesi og Reynsatindi? — Eg havi als einki ímóti, at hesi skip sleppa at fiska rækjur ein part av árinum, um tey hava trupulleikar vid svart- kjaftinum. Men tey eiga at koma í seinasta rað aftaná øll hini rækju- skipini, sum eru í flot- anum. Annars heldur Johan á Plógv, at tað helst átti at borið til at funnið eina loysn her, tí vit hava eina kvotu í Vesturgrenlandi, eina í Eysturgrønlandi, eina í sovjettiskum sjógvi (2000 tons og ongatíð brúkt, blaðm.) og síðani sigur legmaður, at hann trýr ikki, at tað er ógjer- ligt, at tey fáa ein túr, men steða verður tikin til tað seinni. Legmaður sigur seg annars ikki ivast í at sátt- málin verður samtyktur í tinginum, tí umboð fyri allar samgonguflokkarnar hava góðtikið hetta úrslitið. Legmaður metti annars, at hesin sáttmálin gevur okkum meguleika til at koma upp ímóti 10.000 tonsum av rækjum í 1984. jan Svalbard. Tað skuldi verið legið um partarnir ikki kunnu semjast um at býta alt hetta millum skipini — Men, leggur Johan á Plógv aftrat, — verður sáttmálin fyri komandi ár verri, so eiga upprunaligu rækjuskipini at hava fyrsta rætt. Hvat viðvíkur rækju- kvotuni í sovjettiskum sjógvi uppá 2000 tons, so heldur hann, at nú prís- urin fyri smærri rækjur er uppgangandi, so skuldi borið til at fiska hesar rækjurnar eisini. jan