Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 4. februar 1984 tíðindablaðið Hver lýgur? Óla J. Rólantsson roynir nú at stempla tað sum ósannindir, sum eg skrivaði í blaðnum týs- dagin um skrivingina hjá honum og Dag- blaðnum. Nú hevur áður verið víst á, hvussu lítið eftir- farandi ÓJR er, og tað er spill av tíð at vísa á ell hansara ósannindi bæði í hesi grein og annars í tí sum hann áður hevur skrivað. Men her skal bert takast eitt dømi fyri at vísa ta virðing hann hevur fyri sannleik- anum. Hann sigur í DB hósdagin, at „tað er ósatt, at eg (t.v.s. ÓJR) havi falsað tað hann (t.v.s. undirritaði) segði um brødrasamkomuna«. Her er nóg mikið at endurtaka tað, sum eg skrivaði, og so tað sum ÓJR hevur fingið tað til. Og tað sum eg segði um, at ein „stórur partur av hansara (Jógvansa) sam- komufeløgum studla Olasa evangelium um, at tú skal hata og vanvirða tíni næstu, sum ikki hava somu áskoðan sum tú... »citerar« OJR sum at eg skal hava skrivað, at »brøbrasam- koman nú stuðlar einum evangelium um, at tú skal „hata og vanvirða tíni næstu«. Hetta »citat« er nóg mikið til at vísa, hvussu tungt tað verður tikið, um sagt verður rætt ella skeivt frá. Tað sum hevur týdning er at snara tað sagda, soleiðis at tað kann nýtast. Tað er jú stórur munur á, at tosa um ein »ståran part“, sum kann vera stórur, um hann er ein minniluti, og so at tosa um alla samkomuna sum slíka. Men hesi hansara evni at reingja veruleikar er nú ikki nekur ódygd á Dagblaðnum, so Óla Jákup hevur nú fingið eitt starv sum fult út svarar til hansara kvali- fikatiónir. Heilaga grevin og sigl- ingarmálið Nú mátti heilaga grevin verið væl forvarað. Millumlandaskip er keypt á so mikið privatum grundarlag, sum hitt privata nú einaferð hevur tora tað. Liberalisman segðist við hetta keyp at hava sigrað á teimum samfelagsliga undirgravandi kreftunum, ið betur hug hevdu til at fáa okkum alment fíggjað uttanlandaskip. So skuldi ikki verða. Men hóast tað fekk hetta skipakeyp, eftirsum tað nú kortini var komið so vítt, sítt vælmeinta væl- signilsi, eisini frá teimum, ið meir enn teir borgar- ligu ávísti tað såmuliga í, at ognar- og fíggjarliga ábyrgdin átti og skuldi vera á sama stað. Øll unna vit Norrønu alt hitt besta. Sama kann ikki sigast um samhuga politikaranna við skila- góðu tiltøkum Strand- ferðslunar og skipunum Smyrli og Teistanum. Her hava heggini falli bæði títt og tungt frá borgarligari síðu. Almenna uttanlanda- siglingin segðist at for- koma frælsari kapping á farmaskipamarknaðinum, segðist beinleiðis at taka steðið undan sokallaða privata farmaskipaflot- anum. Her tyktust teir borgarligu at gloyma hyggjuráðini um, at tað ið ikki kann standa má falla. Smyrlasiglingin segðist vera ov illa tilrættislegd. Eingin meining var í føroyskt alment riknari sigling landanna imillum, og serstakliga ikki imillum onnur lond, vit ikki høvdu týðandi ferða- samband við. Tungfera og ónýtiliga almenna starvs- fólkið fór at umsita hetta tiltak so vánaligt, at tað ivaleyst var køvt áðrenn komið var í eygað við skipadari = millumlanda- sigling. Frålika og ódýra skipið Lassa II var harvið ikki hugsingur um at ogna føroyingum, tá mest um ráddi at víðka almennu siglingina millum lond. Hvat hendi. Almenna uttanlandasiglingin gav pening til landid. Bein- leiðis yvirskot. Alment lent starvsfólk okkara rekti verk sítt eins gott um ikki frægari enn meguliga hjá tí privata. Hugsingur var í øllum føri ikki um at stovnseta so- kallaða millumlanda- sigling, um ikki eisini hitt almentlenaða fólkið fylgdi við. At lenandi rakstur spurdist burturúr Smyrla- siglingini var eftir borgar- ligari metan sjálvsagt tað ringasta, ið hugsast kundi. Sekterisku profet- iir teirra borgarligu vóru nú gjerdar til skammar. Hornini vóru nú stung- in saman til tess at út- spekulera einhverjar poli- tiskar meinbogar , sum hugsast kundu til tess at lemja hepna siglingartil- takið. Hver í sínum lagi kapp- aðust teir borgarligu um hver teirra fyr rímiligasta politiska prísin kundi av- greiða hesa sigling til út- lendingar. Starvsfelog vóru eisini í tókum tíma misnýtt siglingini til ógagns. Teir privatu fingu hver í sínum lagi frá borgarligari síðu lyfti um hetta ella hitt. Men eingin hættaði sær tó at leggja rygt til nakað, ið kundi setast í staðin fyri skilagóðu almennu sigl- ingina ímillum lond. Úrslitið kenna vit. Ståsi- liga skipið, kanska ov stásiliga, var keypt eftir undangangandi inn- savnan kring landið. Undirtekan millum fólk var so mikið fræg, at málið var mett at hava júst tann almenna sam- huga, ið Smyrlasiglingin undan var grundað á. Hver barnagenta skuldi hava hevi til ognarlut í hesi liberalu endurfeðing. Aherðsla var legd á at gera flest megulig fólk til kapitalistar. Borgarligu mettu hetta tiltak at vera á enn rættari sosialistisk- ari leið enn alment fyri- skipaði pampararaksturin av millumlandasiglingini. Royndirnar eru mangar av tí órættiliga skilið, ið valdar tá sokallaðu ognar- og ábyrgdarviðurskifti ikki ganga hond í hond. Tíanverri eisini so við okkara góða skipi Norrønu. Uttan mun til hvenn tokka vit hava til foroyska uttanlandaskipið, so má ásannast, at tann av felagnum fyribils ynskti figgjarstyrkur, 12 milj. kr., undir ongum umstød- um kann verða veittur uttan so, at hesin verður at rokna sum almennur partapeningur. Rán. „Gott nyggjår« er før- oyskt Í Sosialinum nr. 15 skriv- ar »målvinur« nekur orð, ið betur vóru óskrivað. Hann roynir við steði í íslendskum at »progva«, at tað eitur ikki nýggjár á føroyskum, men »nyttår«. Hann fer skeivur. Å is- lendskum eitur tad ikki „gleðileg nyttår«, sum hann vil vera við, men „gleðilegt nýár“. Annað er, at tað á íslendskum eisini ber til at orða hesa heilsan »gledilegt nýtt år«, men tá í tveimum orðum. Einasta regluliga fer- oyska orðsniðið er nygg/- ár, íkomið av einum eldri nýár við sonevndari skerp- ing (ggj) í gloppinum millum sjálvljóðini, eitt eyðkent feroyskt ljóðfyri- brigdi. Eitt orð sum »nyttår« er ímóti fer- oyskum málreglum, tí í samansettum orðum verður orðstovnurin nýtt- ur sum fyrri liður og ikki bendir formar av orðinum. Tí eitur tað t.d. nýlendi og ikki »nyttlendi«. Ís- lendskt kann vera hent at hava at miða seg eftir hjá føroyskari målrøkt, men tað skal vera við skili. Jóhan Hendrik W. Poulsen Til Feroya fólk Heilt stutta viðmerking til gorran Dagblaðsins yvir sámuliga lesarabræv mítt í Sosialinum herfyri. Fyri at taka endan á hjartasuffi DB's fyrst, so eru tað tit og ikki Sosialur- in ella lesarar av hesum hampa blað, ið nýta fram- ferðina hjá honum, ið sjálvandi er mest sjálv- sagdur hjá tykkum at endurgeva. Hesin sum segði, at bert ein endur- tekur eina lygn nóg ofta, so verður hon sannleiki. Hasum hava tit liva av, síðan tit komu í eygað. Óreingiligt er, at gongd kom ikki á vinnulívsút- bygging her á landi av álvara, fyrrenn javnaðar- flokkurin í 59 fók við landsstýrisleiðsluni. Óhumskari er, at DB so einvíst afturvísir tann vina og kenningapolitikk, ið tá ráddi — hetta eisini í samband við meguleika fólksins til rættin til arbeiði. At DB so einans kann dríva tað til at endurgeva ein sokallaðan krígstrolaramann, sum verandi demi um,at vinnu- frælsið kortini ikki varð so skert, sum feroyingar hóast alt minnast, sýnir best, hvussu steðan veruliga var. Vit minna DB á, at vit minnast avskrivaðu vallistarnar, ið undir krígnum av ávísum flokki vóru sendir í hvert hús í Feroyum. Fólkið varð uttan himpr álagt at seta kross fyri, um tey vildu hava val ella ikki. Vita eisini hvat úrslitið av hesi stak ódemokratisku privat- flokspolitisku atkveðu- greiðslu varð nýtt til og tjak og meinjngar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikir undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. hvussu nógvar syndar- ligar mannalagnur spurdust burturúr teirri ómenniskjansligu fram- ferð, ið bæði andaliga og handaliga seinni var nýtt ímóti teimum, ið hóast alt hættaðu sær ikki at ynskja hatta slag av valið. Missiónsmaður A ———"|—— ————"| Framhald av síðu 2 gerð av ávísum byggimáli. Men hóast tað av sam- gonguni varð lagt út við persónligum briksli, hernaðarproblematikki og ósemuligari viðferð av deyðum hampamonnum, so fekk málið sítt vælsign- ilsi við 7 atkveðum fyri og 5 ímóti. Innkomnu trý mótmæl- ini í samband við býráðs- samtykt um at leggja vinnuøki uppi á Hvitanesi umframt broytan av ver- andi vinnuøki vestanfyri Hvitanesvegin til sethusa- eki, vóru einmælt avvíst. I málinum viðvíkjandi nýggjari rusk- og brenni- steð vóru menn ósamdir um hetta mál átti at við- gerast á býráðsfundi, so stutt sum tað var komið. Semja var kortini um, at atkveðugreiðsla var rætt- ast, so heimild kundi fáast ella ikki til innheintan av tilboðum. Hetta var síðan samtykt við 9 atkveðum fyri og einari ímóti. Eisini var við 11 at kveðum fyri og ongari ímóti samtykt at hækkað játtanina í samband við kloakkgerð við Sandá og norðasta Horn við 100.000,-. Hetta arbeiði er um at vera liðugt. K.