leygardagur 4. februar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
„=. Nr. 16 — 4. februar 1984
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
sæíðindablaðið
3800 Argir,
telefon 11820
Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Logtingsóskil
TÁ KREPPAN tók seg upp um
Falklandsoyggjarnar var bretska
parlamentið kallað saman til
fundar ein leygardag. Í hesum
sambandi bar útvarpið tey tíðindi,
at hetta var fyrstu ferð síðani
Suez-kreppuna í fimti árunum, at
bretska parlamentið hevði hildið
fund ein leygardag.
HJÁ OKKUM hevur tað heldur
ikki verið vanligt at legtingið
heldur fundir leygardag. Áðrenn
hendan samgongan kom til fyri
trimum árum síðani, visti ongin
um at siga, at legtingsfundir vóru
hildnir leygardag. Men hesi trý
árini er tað hent tvær ella tríggjar
ferðir at løgtingsfundir hava verið
hildnir leygardagar.
SUM HEILD hevur legtingið eisini
virkað tilvildarliga. Í onkrum
serstøkum føri hendir tað seg at
legtingsmál verða vidgjørd eftir
tingskipanini. Tá so er, er ofta
talan um smærri mál, og eisini um
mál av lítlum týdningi. Men koma
verulig stórmál á ting, so hava vit
næstan onki dømi um, at hesi
hava verið vidgjørd eftir reglunum
í tingskipanini. Samgongan sam-
tykkir næstan í hvgrjum einasta
stórmáli at tingið skal víkja frá
tíðarfrestini.
EITT ANNAÐ, ið eisini hevur gjørt
seg galdandi hesi trý árini er, at
tingfundir verða hildnir heilt óvan-
ligar tíðir. Tingfundir eru við hvort
månadag og tysdag, ikki mikudag
og hósdag og so aftur friggjadag.
Sum nevnt verða tingfundir hildnir
leygardag og tað hevur ikki verið
heilt óvanligt at tingfundir hava
verið seint út á kveldi og eisini
langt út á náttina.
Í ÁRUNUM TÁ javnaðarflokkurin
hevði leiðsluna á tingi, fyrst undir
J.Fr. Øregaard, sála og síðani
undir Hilmar Bech, fór tingið undir
sínar fundir seinnapart mánadag
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagrein
og helt síðani fundir dag um dag
og tann seinasta fundin í vikuni
fyrrapart fríggjadag. Leygardags-
fundir og náttarfundir vóru ókend
fyribrigdi. Tað var heldur íkki so
vanligt sum nú, at tingið skuldi
víkja frá reglunum í tingskipanini.
SO KUNNU vit spyrja hvat orsøk-
in er til løgtingsåskili seinastu try
årini. Einsamallur hevur løgtings-
formaðurin ikki alla skuldina av
hesum óskili. Ein stórur partur av
skuldini iiggur hjá landsstýrinum.
Sitandi landsstýri virkar ikki á
sama hátt sum undanfarin lands-
stýris hava virkað. Ósemjurnar eru
stórri og tær eru eisini nógv fleiri í
tali enn hjá nøkrum ødrum lands-
stýri.
EIN ONNUR orsøk til løgtings-
óskili er, at samgongumenn ikki
hava stundir at røkja sítt ting-
arbeiði, og her kann verða nevnt,
at bæði Pauli Ellefsen, løgmaður
og Eilif Samuelsen, landsstýris-
maður hava brotið traditiónina við
ikki at taka sínar næstu menn inn
á ting meðan teir sita í landsstýr-
inum.
HETTA SAMAN við tí, at fleiri av
samgongutingmonnunum fyrst
skulu rekja sítt dagliga arbeiði
áðrenn teir kunnu meta á tingi, er
eisini ein partur av orsøkini. Hetta
er beinleiðis at vanvirða okkara
gamla ting. Og skylda okkara
føroyinga og ikki minst teirra, sum
eru valdir á ting, er at hava virðing
fyri tinginum.
VIT KUNNU endurskapa hesa
virðing fyri okkara aldargamla
tingi við at vísa sitandi samgongu
durafjórðingin. Tað kunnu vit gera
við legtingsvalið sum verður
seinni í hesum ári.
Postsmoga 76,
Politiski logikkurin svik-
ur hjå Sambandinum og
Folkaflokkinum
I politiski vidmerkingini sigur Vilhelm Johanne-
sen, at eitt nytt ættarlid er komid fram i politikki i
Sambandsflokkinum. Eitt ættarlid, sum fer mun-
andi lættari um sannleikan. Men sum dugur mun-
andi betur at venda øllum á hevdið...
Tað kann um somu tíð
vera bæði láturligt og
grátuligt at síggja,
hvussu borgarligir poli-
tikkarar og borgarligu
bleðini mótsiga sær sjálv-
um, tá tað ræður um at
sverta sínar politisku mót-
stødumenn.
Í nøkur ár hevur polska
fakfelagið Solidaritet
striåst — vid politisku
myndugleikarnar i Pól-
landi. Fakfelagið roynir at
vinna somu semdir sum
fakfeløg i vesturheim-
inum. Dagblaðið hevur
stuðlað solidaritet ímóti
politisku myndugleik-
unum í Póllandi. Tað gera
vit eisini. Men tað legna
er, at tá konservativa
bretska stjórnin fyri
nakað síðani hevði eina
ætlan um at avmarka fak-
feløgini í Bretlandi, á
sama hátt sum politisku
myndugleikarnir í Pól-
landi gera við polsku
fakfeløgini, tå tók Dag-
blaðið dyggiliga undir við
konservativu bretsku
stjórnini.
Tá undanfarna sam-
gonga sat, minast vit,
hvussu formaðurin í sam-
bandsflokkinum — skuld-
setti javnadarflokkin fyri
at reka loysingarpolitikk,
samstundis sum hann
skuldsetti fólkaflokkin
fyri at reka sosialistiskan
politikk. Og øll vita, at
líka so lítið, sum javnaðar-
flokkurin rekur loysingar-
politikk, líka so lítið rekur
fólkaflokkurin javnadar-
politikk ella sosialdemo-
kratiskan politikk. Men
formaðurin í sambands-
flokkinum veit, at velj-
ararnir hjá javnaðarflokk-
inum vilja ikki hava loys-
ingarpolitikk. Hann veit
eisini, at veljararnir hjá
fólkaflokkinum vilja ikki
hava sosialdemokratiskan
politikk. Men um ein pá-
standur verður ferdur
fram nóg ofta, so eru tað
altíð nøkur sum trúgva tí.
Sami formaður í sam-
bandsflokkinum sigur
eisini, at sambandsflokk-
urin er einasti sambands-
flokkur í Føroyum, meðan
allir hinir flokkarnir eru
sjálvstýrisflokkar, sum
hava loysingina sum en
endamál. Men tá talan er
um at hava tilknýti til
politiskar flokkar í Dan-
mark, sigur formaðurin í
sambandsflokkinum nak-
að heiit annað. Tá hevur
sambandsflokkurin onki
fast »samband« vid
nakran danskan flokk.
Hann hevur bert eitt leyst
tilknýti til vinstra. Men
javnaðarflokkurin er nú
bráddliga tann besti sam-
bandsflokkurin. Hann er
beinleiðis partur av einum
donskum flokki. (Og
gloymi nú ikki, at sami
maður hevur skuldsett
javnaðarflokkin fyri at
vera loysingarflokk).
Í Dimmalætting fyri 25.
januar er tað ein annar
sambandsmaður sum
roynir seg. Hesin er fólka-
tingsmaðurin hjá sam-
bandsflokkinum. = Hann
sigur, at javnaðarflokk-
urin hevur broytt kós til
vinstru. Hvat er so grund-
gevingin fyri hesum pá-
standi? Jú, grundgevingin
er tann, at javnaðarflokk-
urin í 1975 vrakaði sam-
bandsflokkin og fór í sam-
gongu við eðrum flokkum.
Tað er rætt, at javnaðar-
flokkurin og sambands-
flokkurin ikki kundu
halda fram í samgongu
aftan á valið í 1974. Men
ein av teimum nýggju
samstarvsflokkunum hjá
javnaðarflokkinum var
fólkaflokkurin. Um
hendan flokk sigur fólka-
tingsmaðurin í somu
grein, at hann er farin
óhugnaliga langt til
høgru. Hvar er nú logikk-
politisk
viðmerk-
ing
urin?
Sannleikin er sjálvandi
tann, at stevnumiðini hjá
javnaðarflokkinum eru
tey somu, sum tey alla
tíðina hava verið.
Javnaðarflokkurin hevur
hverki broytt kós ella poli-
tikk. Tað er heilt burtur
við at billa fólki inn, at
treytin fyri at javnaðar-
flokkurin førir sama
javnaðarpolitikk sum fyrr
er tann, at javnaðarflokk-
urin skal verða í sam-
gongu við sambandsflokk-
in. Undanfarna ættarliðið
av javnaðarmonnum legði
uppskot á ting um fólka-
pensión. Fingu tey undir-
tøku frå sambands-
flokkinum tey fyrstu 30
árini? Svarið er nei.
Undanfarna ættarliðið av
javnaðarmonnum legði
eisini uppskot fram á ting
um landsbanka, lands-
handil, landsandeilsinn-
flutning av verum, um at
landið skuldi yvirtaka inn-
fluttning og selu av salti
og olju. Tók sambands-
flokkurin undir? Svarið er
nei. Um javnaðarflokkurin
nú fer saman við sam-
bandsflokkinum, fær hann
so hesi gomlu javnaðar-
málini framd ???
Tað er ongin broyting
hend við javnaðarflokk-
inum, við floksins stevnu-
miðum og við floksins
politikki. Men munurin er
tann, at í sambandsflokk-
inum er komið eitt nýtt
ættarlið av politikkarum.
Eitt ættarlið, sum fer
munandi lættari um sann-
leikan enn tåa undanfarna
ættarliðið. Eitt ættarlið,
sum dugur munandi betur
at venda øllum á hevdið.
Og tað meta vit ikki sum
nakra dygd. Heldur hin
vegin.
Viihelm Johannesen
Góði Óli Breckmann!
Tillukku við valinum, og
gott nýár. Vónandi blívur
tað ikki so sum tú úttalaði
teg um:
at pensjonistar gott
kundu klára seg við minni
pengum, bara tú ikki ar-
beiðir so, at vit mugu eta
havragreyt hvenn dag í
viku, sum tú sjálvur hevur
úttalað teg um fyrr.
Pensjonistur
Rætting
til lesarabrævið
„Til Óla J.«
Sosialurin nr. 11, 24.
. jan. 84. Undirskrivað
»Nøkur ungfølk«.
Endurgivið: .... Grein um
Óla Jacobsen og svartasta
partin av flokki
»hansara«, har tú vísir á
eitt sindur av skitna
arbeiði teirra — har skal
sjálvsagt standa: ....
grein um Óla B. Vit biða
lesararnar orsakað
mistakið.