leygardagur 4. februar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SE sosialurin
Sparing bleiv til økta
nytslu uppå 45%
Eftir nærum tveimum árum tvífaldaðist fíggjarlógin.
Skattatrýstið oktist við fimm prosentum. SAman við
»fyribils« tollhækkingar hevur hetta ført til, at reallønin
Flogfarið
úr Føroyum
er fullfermt vid ferðafólki, farmi, post...og
Tíðindablaðnum Sosialinum.
er minkað við 25-30 prosentum síðan 1980
— Sitandi sam-
gonga hevur longu
eftir tveimum árum
megnað at hækka
fíggjarlógina við
meira enn 300 milli-
ónum krónum, so-
leiðis at fíggjarlóg-
in fyri 1982 —83 fór
upp um milliardina.
Sigur Atli Dam, úr Javn-
aðarflokkinum, í ålitinum
til eyka fíggjarlógina.
Fíggjarnevndin legði álit
ið fram á tingfundi miku-
dagin. Landsstýrið legði
uppskotið um eyka fíggj-
arlógina fyri legtingið í
november, tá uppskotið
eisini var til 1. viðgerð.
Sambært uppskotinum
vóru samlaðu inntekurnar
961,5 mill. kr., meðan út-
reiðslurnar vóru 913,2
mill. kr. Inntøkumunurin
var soleidis 48,3 mill. kr.
Inntekurnar eru hækkað-
ar við 9,6 pst. Útreiðslur-
nar hava havt minni
vekstur 3,9 pst.
Hetta metir landsstýrið
vera eina munandi kon-
solidering. Og orsekina
sigur landsstýrið vera
hana, at mannagongdin er
skift, og landsstýrið hevur
lagt seg eftir at leggja
eina meira realistiska
fíggjarlóg.
Meirnýtsla, økt
skattatrýst og
tollhækkingar
Men Javnaðarflokkurin
hevur ikki somu áskoðan.
Í minnilutaálitinum vísir
Atli Dam á, at ætlaða
sparingin er vorðin til 45
pst. í vekstri. Skattatrýst-
ið er økt við umleið fimm
prosentum. Og harafturat
geva sokallaðu fyribils og
tollhækkingarnar einar 70
mill. kr. í landskassan.
— Tá sitandi samgonga
tók við, segði hon feroysk-
an búskap hava slíka slag-
síðu, at skútan var um at
sekka. Tí skuldi siglast
við repaðum seglum og
rekast skuldi ein spari- og
konsolideringspolitikkur.
— Stóra andsegnin í-
millum orð og gerðir, sum
hevur eyðkent 'sitandi
stýri, sýndi seg eisini á
hesum eki, har í staðin
fyri sparing gjørdist 45%
økt, nýtsla eftir tveimum
árum, og har konsolider-
ingin gjørdist ein ekipg av
slagsíðuni við milliarda-
vekstri av skuldbinding
føroyinga uttanlands.
Sidan 1980 er skatta
trystid økt vid umleid 5
prosentum og tolihækk
ingarnar hava verið rica-
-stórar, ja bert broytingar
nar í tolllógini í 1981 geva
væl í dag einar 70 mió. kr.
eyka um árið, og tað til
endamál, ið er heilt annað
enn tað av samgonguni
upplýsta í 1981.
- Tollhækkingarnar
skulu sum kunnugt bera
upp fyri eitt samanlagt
hall upp á 40 mió. kr. fyri
fíggjarlógirnar 79/80 og
80/81. Hetta hall er so-
statt fleiri ferðir aftur-
goldið, sigur Atli Dam í
álitinum.
Sitandi samgonga
átti part
av hallinum
Undanfarna samgonga
átti ikki alt hetta hallið.
Javnaðarflokkurin sigur í
álitinum, at tær 20 milli-
ónirnar hevur sitandi sam-
gonga ábyrgdina av.
Henda samgongan loyvdi
landsverkfreðingsstovni-
num at yvirtrekkja fíggj-
arætlan sína við 20 mill.
kr.
Hetta hendi í mars
1981, alt meðan samgong-
an klandraðist um sparing
í Kallsoynni og í Skopun,
ti 1. februar sma ár hevði
hesin stovnur 12 mill. kr.
eftir á fíggjarætlan síni.
Eykafíggjarlógin
sýnir, at samgongan als
ikki hevur rokkið at fáa
tamarhald á nýtsluni, sum
sýnir vekstur á nærum øll-
um konti. Demi um risa-
veksturin av kostnaðinum
av uttanlandsferðing, sum
skuldi avloysast av frí-
merkjum, og umboðan,
sum skuldi minkast við
avtøku av árligu løgmans-
veitsluni.
Frá teimum inn-
tekuveiku til tey
til tey sterku
Hver ber so tær vaksandi
inntekurnar? Javnaðar-
flokkurin vísir á, at flyt-
ingin av byrðuni frá teim-
um við betri gjaldferi yvir
á vanliga løntakaran, sum
byrjaði í 1981, er hildin
fram í 1982 —83
Henda umbýtingin av
samfelagsvirðunum, sum
nevnda flyting er tekin
um, heldur framvegis
fram
— Nú er sum kunnugt
samtykt nýggj skatta-
skipan, sum lítið broytir
hetta. Í hvussu er hækkar
skattatrýstið 2—3 prosent
í mun til 1980 eisini í
nýggju skipanini. Saman
við ekta tolltrýstinum og
inflatiónini merkir hetta
eina minking í realinntek-
uni hjá lentakarunum upp
á 25—30 prosent.
Goldið til fánýtis
Men hetta eykagjaldið
hava lentakararnir goldið
til fánýtis, tí eftir Javnað-
arfloksins meting eru ikki
útlit fyri, at henda sam-
gongan fær tamarhald á
fíggjarviðurskiftini.
— Tá samstundis stend-
ur greitt, at nú er sam-
gongan farin at nýta av
»reservunum« við at tøma
teir stóru grunnarnar, og
at ålikna ymsum stovnum
ein a vaksandi lánibyrðu,
so sigur hetta okkum, at
betri var, um sitandi sam-
gonga tók avleiðingarnar
av hesum og legði frá sær.
— Men sjálvt slíkt stig
hevði ikki bett aftur ta
risanýtslu, fyriliggjandi
lóg er prógv um. Pening-
urin er nýttur, og
samtyktin av hesi lóg er
ein »formalitetur«, sigur
Javnaðarflokkurin
álitinum til eykafíggjar-
lógina.
Flokkurin ásannar hetta
yvirforbrúkið, men ætlar
sær at atkveða fyri upp-
skotinum.
Umboðini fyri sam-
gonguflokkarnar í fíggjar-
nevndini taka undir við
landsstýrinum. Umboð
Tjóðveldisfloksins, Ove
Mikkelsen, hevur sínar
viðmerkingar til eyja-
fíggjarlógina.
Sparingin sett met
í yvirforbrúki
Tá ið sitandi samgonga
tók við, kunngjerdi hon,
at eykafíggjarlóg skuldi
avtakast og ikki koma aft
ur, so leingi henda stjórn
in sat. Tí nú skuldu fíggj-
arviðurskifti landsins
stýrast við skili. Allar
játtanir á fíggjarlógini
skuldu haldast upp á oyra
og yvirtrekk hervið verða
sega. Men hesin málsetn-
ingur — eins og teir flestu
hjá teimumborgarligu —
vóru bert tóm orð uttan
nakað hald í. Tí ongantíð í
Feroya segu hava yvir-
trekkini á fíggjarlógini, og
tað hjá ellum stovnum,
verið so stór áður. So tosið
um almenna sparing
hevur sett met í yvirfor-
brúki.
— Feroya met — ár um
ár — í nýtslu, og einans
lítlum og ongum ílegum í
vinnulívið. So ei undur í,
at uttanlandsskuldin nú
eftir 3 árum er fleirfaldað,
og at samgongumenn
mugu ásanna, at alt sum
eitur fíggjarpolitikkur er
dottin á gólvið og liggur í
skeljum.
— Til og við eru flestu
grunnar landsins temdir.
Ja, um tað so er tiltaks-
grunnurin hjá ráfiska-
grunninum, so er hann eis-
ini oystur tómur, sigur
Tjóðveldisflokkurin m. a. í
sínum minnilutaáliti.
jo-mo
„..eitt sindur um
Tíðindablaðið Sosialin
A A
a tíð be
Tað er hetta SLY he i gert ;t TiA 2 að A
ALURIN er Føroya nógv lisna blað
Stóri vøksturin í upplagnum er tekin um hetta
Tíðindablaðið SOSIALURIN er Føroya næststørsta blað
Kemur i annaðhvert húsarhald »g haraftrat hava vit ikk
so fáar haldarar í Danmark og í hinum norðurlondunurr
Um tú ikki longu heldur Tidindabladid SOSIALIN, bjóða
vit tær møguleikan at fáa blaðið ókeypis í ein mánaða, so at
tú hevur møguleikan at kenna innihaldið
Og tå er eisini lættari at avgera, um tú framhaldandi vilt
hava blaðið
Haldaragjaldið er nú kr. 115,— um fjórðingsárið
flogpostgjaldið íroknað
Tíðindablaðið SOSIALURIN kemur nú út hvenn týsdag
hósdag og leygardag
Til haldarar uttanfyri Føroyar senda vit blaðið við flogposti
sama dag sum tað kemur út
Tað eru fesk tíðindi tú fært í Tiðindablaðnum SOSIALIN-
UM
Tað ber eisini til bert at halda leygardagsbladid. Hetta blaðið
er vanliga nakað sterri enn týsdag- og hósdagsblaðið
Tað kostar 40 krónur um fjórðingsárið, og tilboðið
fyrsta mánaðin ókeypis — er eisini galdandi her
tá er
Tilboð til
føroyingar
uttanlands
Li BEEANRKTTY
land
}