Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nevnd skal leiða samråd- ingarnar Tilráðingin hjá meirilutanum i markn- aðarneundini, Tjóðveldisflokkurin, Fólka- flokkurin og sjålvstyrisflokkurin, um at ein serkon neund skal leiða samráð- ingarnar um yvirtoku av undirgrundini, varð samtykt í løgtinginum hóskvoldið. Uppskotið fekk 19 atkvødur. Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin atkveddi eisini fyri. Tilráðingin hjá Javnaðarflokkinum um at velja eina serliga tingneund, ið skuldi kunna taka sær serkonar til hjálpar, fekk bert tær sjey javnaðaratkvoðurnar. Uppskotið hjá Framburðs- og Fiski- vinnuflokkinum til samtyktar um at kunngera donsku stjórnini, at undir- grundin er foroysk ogn, fekk eisini at- kvødurnar hjá Tjóðveldisflokkinum. Annars heuði orðaskifti um álitið hjá marknaðarneundini verið fyri á tingfundi mikudagin. Fyrstur at taka orðið var Tjóðveldisflokkurin: — Álitið hjá Javnaðar- flokkinum er ússalig um- bering fyri ússaligu stødu Javnaðarfloksins, segði Erlendur Patursson, tá málið um feroysku undir- grundina og havbotnin var til umreðu í legting- inum mikudagin. Orðaskiftið um málið kom eisini bert at snúgva seg um minnilutaálitið hjá Javnaðarflokkinum i Marknaðarnevndini. Hetta álitið umreddi Sosialurin týsdagin. Marknaðarnevndin hev- ur viðgjert málið eftir at tann serliga samráðingar- nevndin, ið samgongan setti við Jógvani Sund- stein, Paula Ellefsen og Hilmari Kass, gav skarvin yvir og legði málið fyri marknaðarnevndina. Í marknadarnevndini var ein meiriluti fyri at seta eina serkøna nevnd at viðgera málið. Men tá ymisk ivamál stungu seg upp, m.a. arbeiðssetning urin, ynskti Javnaðar- flokkurin nýggja umhugs- an og viðgerð í marknaðar nevndini. Eftir hesa viðgerð kom Javnaðarflokkurin til eina aðra niðursteðu. Hann skeyt nú upp, at legtingið valdi eina nevnd við um- boðum úr ellum flokkum at samráðast við donsku stjórnina um undirgrunds- spurningin. Henda nevndin skuldi hav arætt at taka sær serkena hjálp at kanna málið Men hetta uppskotið fekk ikki nakra serliga undirteku frá hinum flokkunum Erlendur Patursson metti, at uppskot Javnaðarfloksins fór at skapa størri fløkju, meðan Jógvan Sundstein helt, at Javnaðarflokkurin er komin á eina skeiva leið. Kennir seg ótrygg- an Í áliti sínum vísir Javn aðarflokkurin á, at Fólka flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin, ið ikki hava góðkennt heimastýris- 200 sømile grænsen vedtages LE National! jurisdiktion hvis internationalt farvand skipanina, hava meirilutan i marknadar- nevndini. Flokkurin sigur, at hann kennir seg ótrygg- an við hesa mannagongd, og at hon kann forða fyri, at ein skilagóð loysn fæst á undirgrundsspurn- inginum innan fyri karm- in, ið heimastýrislógin setir. Vísandi til hetta spurdi Erlendur Patursson, hvat stødan hjá Fólkaflokk- inum og Tjóðveldisflokk- inum til heimastýrislógina hevur við hetta málið at gera. — Eg dugi ikki at síggja logikkin. Spurningurin er, hvar er ótryggleikin, fyri hverjum kennir Javnaðar- flokkurin seg ótryggan og hvar situr ótryggleikin, spurdi formaðurin í ting- bólti Tjóðveldisfloksins. — Eg dugi ikki at skilja, at henda mannagongdin (tað at marknadarnevndin velur eina serkena nevnd, blaðm.) skal forð aog vera til skaða fyri eini skila- góðari loysn. Takið uppskotið aftur Formaður Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, mælti Javnaðarflokkinum at taka uppskotið aftur, og aftur koma upp í meiri- lutan í marknadarnevnd- ini. Hann vísti á, at steðan var tann, at samráðingar- nevndin kom ikki víðari, og fyri at mýkja málið mælti nevndin til, at marknadarnevndin tok málið í sínar hendur. Henda skuldi so fáa til vega próvferslur og grundgevingar frá ser- konum til at leggja fyri donsku stjórnina. Jógvan Sundstein ferdi fram, at tað var ringur vilji meira enn juridiskur grundgevingar, ið høvdu darvad samrådingunum. Adolf Hansen helt ikki, at tad var nøkur grund at samtykkja tilrådingarnar hjå meirilutanum i markn- adarnevndini ella hjá Javnaðarflokkinum Hinvegin legði Fram- burðs- og Fiskivinnuflokk- urin eitt nýtt uppskot til samtyktar fyri tingið. Hetta uppskotið sigur, at: »Føroya Løgting samtykkir at kunngera donsku rikisstjørnini, at føroyski havbotnurin, føroyska undirgrundin og tað sum í henni finst av nátúrríkidemum sambært heimastýrislógina $ 5, ST- samtykt frá 1966 og donsku fólkatings- góðkenningina frá 1977 av nevndu ST-samtykt eru føroysk ogn«. Skeiv mannagongd Sambandsflokkurin hevur ikki lagt sina stødu fram i álitinum frá marknaðar- nevndini. Men á tingfund- inum mikudagin segði for- maðurin í tingbólkinum, Agnar Nielsen,at tá málið um yvirteku av undir- grundini varð lagt fram í 1975, segði Sambands- flokkurin, at tað var skeivt fyrst at fara at sam- tykkja uppskotið, tí tað fór at gera málið nógv truplari. Ti skeyt Sambands- flokkurin tá upp, at logtingið skuldi áleggja landsstýrinum at kanna, hverjar avleiðingar tað fekk, um løgtingid samtykti at yvirtaka undirgrundina. — Hesa steðuna hava vit enn og tað vísir seg, at samtyktin hevur gjert málið nógv truplari, segði Agnar Nielsen. Petur Reinert, úr Tjóð- veldisflokkinum, vísti á, at spurningurin um yvir- tøku av undirgrundini hevur stóra undirtøku i løgtinginum, og at upp- skotið hjá marknaðar- nevndini ikki var nekur steðutakan til spurningin, men bert eitt uppskot um at seta eina serkøna nevnd. Hann spurdi, hví Javn- aðarflokkurin var bangin fyri at seta eina serkøna nevnd. — Er Javnaðarflokkurin bebbaræddur fyri at eitt postulat hjá tveimum donskum ríkisleiðarum um, at undirtøkan kann yvirgrundast sambært heimastýrislógini, ikki kann roynast við ein fólka- rætt. Kann kannast av serkønum Formadur Javnadarfloks- ins, Atli Dam, visti å, at sambært uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum kundi málið kannast av serkønum. Harafturat upplysti Vilhelm Johannesen, at Javnaðarflokkurin hevur ikki skift stødu. Javnaðar- flokkurin heldur fram- vegis, at undirgrundin skal gerast til eitt føroyskt sermål og at foroyingar skulu hava av- gerðarrættin yvir undir- grundini. | Nr. 16 — 4. februar 1984 — Tað natúrliga var, at landsstýrið tók sær av samráðingunum. Koyrdu tær fastar, so kundi lands- stýrið fingið sær serkøna hjálp. Men tað er ikki líkt til, at landsstýrið vil sam- ráðast, og nú er tað lagt yvir til marknadarnevnd- ina, segði Vilhelm Johannesen. Hann vísti á, at í markn- aðarnevndini hava Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin meirilutan, meðan teir ikki hava henda meiriluta í legting- inum, men bert 12 limir, og segði tað vera óheppið. — Tí hevur Javnaðar- flokkurin skotið upp at seta eina tingnevnd við umboðum úr ellum flokk- um at leiða samráð- ingarnar, meðan serfrað- ingar gera kanningar- arbeiðið. jo-mo