Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sov Leygardagur 4. februar 1984 Viggo Dalsgaard skrivar: Tá ið meginskúlin í Sandoynni varð vígdur, helt Sámal Petersen, ið tá var mentamálaráðharri reðu, og greiddi frá teim fyrstu royndum, ið menn vistu um, ið gjørdar høvdu verið, at fáa skúla í lag, her á oynni. — Sum Sámal Petersen segði, var fyrsti maður, vit vita hetta royndi Mikkjal Árabo, ella sum hann var skrivaður, Mikkel Andersen Ahrrøe- boe, hann var prestur her á Sand- oynni frá 1719 til sín deyð í 1757. Hann var giftur við Elsubu Peders- datter, dóttur Harra Per, sum var prestur her í Sandoynni frá 1688 til 1719. Hann var sonur Harra Klæmint. Mikkjal Árabo var ein sjáldan góður og vælmeinandi maður, hann strevaðist alla sína tíð fyri at fáa skúlar í lag her í oynni. Hann var maðurin, ið byrjaði at skriva fyrstu kirkjubókina, vit hava her í Sand- oynni, hon er frá 1719, árið sum hann kom. — Sum sagt, fyri at fáa skúlar í lag, var hann brennandi hugaður. Tvær ferðir royndi hann at fáa skúla í lag. Beint hann var komin fekk hann ein ferðalærara settan, ið skiftivís skuldi halda skúla í ellum bygdunum, men vánaliga mundi ganga, lærarin, Jógvan Joensen æt hann, mundi mest at kalla doyggja í raki. Men aftur í 1739 royndi prestur at fáa skúla í lag. Grund varð avtik- in á Sandi, og timbur varð umbiðið úr handlinum til skúlan, og menn vóru farnir í takfør við at byggja grundina, men tá segði handilsfor- valtarin, at hann lat einki tilfar, fyrr enn hann antin fekk pening ella trygd fyri peningin, og Mikkjal prestifr ikki megnaði hetta, og fútin Hammershaimb segði, at hann púra einki vildi hava við hetta at gera, so gjørdist einki. Í reðuni, ið Sámal Petersen helt, tá meginskúlin her í oynni varð vigdur, segði hann, at samtíðis sum teir vóru farnir at fyrireika bygging av skúla á Sandi í 1739, sektu teir eftir lærara. Tá hevði ein maður, sum búði í Skálavík sekt starvið. Hann dugdi »at læse i bog og skrive og noget at regne«, sum tikið var til. Hesin madur æt Hans Nicolaisen Tausen, men Sámal Petersen segði, at hann hevði ikki havt stundir til at fingið meir at vita um, hver hesin maður var. Hesin Hans Nicolaisen Tausen búði í einum húsi, sum æt Skála- stova undir Hagabrekku í Skálavík. Hann var sonur ein barðskera í Havn, sum æt Hans Nicolai Tausen. Hann skuldi vera abbason bispin Hans Tausen í Ribe. — Hesin barð- skerin gekk burtur á báti sunnan fyri Skorðarnar, onkustaðni eystan fyri Borðoynna í 1705, saman við Viðar- eiðis presti Ferslev. Hesin barðskerasonurin úr Havn, Hans Nicolaisen Tausen, giftist við Súsonnu Laugedatter, dóttur Lauge Clementsen undir Skarði á Sandi. Tey giftust í 1727, og búsettust í Skálastovu undir Hagabrekku í Skálavík. Tað at tey búsettust her í Skálavík, hevur óivað verið tí, at tey eru setst á jarð, sum tey hava arvað eftir Lauge Clementsen, hann var jú sonur til Harra Klæmint. Men meðan hesin Hans Nicolaisen Tau- sen var á miðjum aldri, er hann ikki at finna her í Skálavík. Hetta kemur av tí, at tá búði hann í Havn, í húsunum á Mýruni, tey húsini eru til enn, Fornminnissavnið eigur tey nú. Hann búði eini tiggju á i Havn, tá var hann sýslumaður fyri Streymoy- ar sýslu. Seinri kom hann aftur til Skálavíkar at búgva. Sum eg segði seinast eg skrivaði, at tá Rakul í Skála, ið var ein av detrum Harra Klæmints doyði barn- leys, gjørdist øll slektin eftir Harra Klæmint arvingar hennara. Å hes- um arvabrævi id er skrivad 3. febru- ar 1744, standa Lauga Clemendsen Eitt sindur um Tausens fólkið Og um royndirnar at fáa skúla i Sandoynni og tey, ið eftir hann eru eisini. Lauga Clemendsen fór til gravar 25. januar 1730. — Tey eru: Lauga Clemendsen, ded, efterladt sig 2 detre: a) Susanna Lavedatter, ded, for- dum gift med Hans Nicolai Tausen, efterlevende bern ere 4 senner og 2 detre: I. Joen Olesen, værende hos Trond Olufsen i Skaalevig, II. Augustinus Hansen, værende hos Daniel Christiansen, Højvig, III. Peder Lave Hansen, værende hos Faderen Hans Tausen, Skaale- vig, IV. Nicolai Hansen, værende hos Hendrik Zachariasen, Skaalevig, V. Malena Hansdatter, værende hos Anthonius Blasiuse, Skaalevig. b) Ellen Lavedatter, gift med Morten Tormandsen, Frodebø. Tað at tann fyrsti sonurin eitur Joen Olsen, kemur av ti, at Súsanna átti hann sum leysingabarn, áðrenn hon giftist, men hver faðirin var, veit eg ikki. — Augustinus og Peder Lave Hansen búsettust báðir í Havn, og Lava navnið er, í hvussu er Lava- fólkið frá Peder Lava Hansen. Men her er tað merkiliga hent, at persón- navnið Lave er vorðið til staðar- navnið á Lava. Men til fyri stuttum og kanska enn, hava tey Tausen sum millumnavn í ættini. — Tann fjórði sonurin mundi búsetast her í Skála- vík, hann giftist 12. november við eini Catrina Jacobsdatter. Tey bæði áttu fleiri born. — Malena Hansdat- ter, ið stendur sum nr. V. giftist suður til Hovs. Frá henni eru Tau- sens fólkið ella navnið í Hovi komið, tó tað er frá kvinnusíðuni. Eg kann skoyta uppí, at Nicolai Hansen, ið búsettist her í Skálavík, átti ein son, sum æt Antinis, tað mundi vera hann, ið bygdi Húsið í Skumputoft fyrst. Ein dóttir giftist til Dals við gamla Læarsi. Ein dótt- ur æt Rakul, men hvar hon fór havi eg ikki funnið enn. Hesin Nicolai Hansen, hevur viðhvert verið nevndur Tausar, tí, ein dóttir hans- ara var nevnd Tausars Marjun. Hon giftist á Oyrina í Skálavík. Eg haldi hon var omma til tey gitnu systkini Marjuna í Nýggjubúðini og gamla Jógvan á Oyri, tann tiltikna skurðlæknan. Fleiri av teimum ævintýrum doktar Jakobsen saml- aði vóru frå Marjuni i Nýggjubúð- ini. 31/1-84 Viggo Dalsgaard Tørvar tygum fóður Vit hava fyrsta floks graspillar. Pf. Føroysk Saltsøla, tif. 11295