Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vit hava brúk fyri at eftir- utbugva handverkarar. Men tað kostar. I 1983/84 eru 300.000 kr. til eftirut- búgving. Eitt skeið, sum júst hevur verið, kostar 90.000 kr. Eftirútbúgving av hand- verkarum er målsøki, so rindar onki. Handverkarar á yvirtikið ríkiskassin , einum máli um, at skeiðið var til stóra nyttu Leygardagur 4. februar 1984 »Visti ikki eg dugdi so illa at sveisa!« — Vit vistu ikki, vit dugdu so illa at sveisa. Soleidis svarar ein hand- verkari spurninginum um hann og níggju aðrir hava fingið nakað burtur úr teimum trimum vikunum, teir hava verið á eftirút- búgvingarskeiði á Tekn- iska skúla í Havn. Svarið skal sjálvandi skiljast so, at teir meta seg hava lært nógv á skeiðinum »Ljésboga- sveising av rørum« Men teir leggja stóran dent á, at teir kunna koma aftur og læra meira næsta ár — Tað nyttar lítið, at vit eru á hesum skeiðinum nú g so ikki sleppa á skeið aftur, fyrr enn um trý-fýra ár, sigur ein og hinir taka undir við honum. Prógvið, ella loyvis- brævið (certifikat), teir fáa á hesum skeiðinum, er fyri eitt ár — So skal nakar dugur vera í, skuldu vit helst sloppið á skeið aftur í januar næsta ár. Oddmar Rasmussen, leiðari á Metaldeildini hjá Tekniska skúla, sigur, at teirra partur skal ikki liggja eftir. Skúlin vil fegin halda eftirútbúgvingarskeið, fær hann áheitan um tað Men pengar skula til. Og pláss. Og útgerð og amboð. Plásstrot Oddmar Rasmussen sigur, at í hesum fíggj- arárinum vórðu settar av 200.000 kr. til ettir- útbúgving av handverk- arum. Seinni eru so 100.000 kr. komnar afturat. Sveisiskeiðið kostar 90.000 kr. So við teirri játtan, sum er, ber ikki til at halda nógv skeið um árið. Oddmar Rasmussen sigur, athann fyrst fekk at vita frá teimum játtandi myndugleikunum, at skeiðið kostaði ov nógv. Men samstundis, sum skeiðið byrjaði, komu boð um, at pengarnir vóru játtaðir kortini. Plásstrotið hjá Metal- deildini er stórt. Hellin hjá deildini verður nýtt 200%. Men skúlin hevur um Landsskúlafyrisitingina sekt um meira pláss. — Vit hava brúk fyri 1.000 m' afturat og hava søkt um i prinsippinum at fáa eitt leigumál. Men tað besta hevði sjálvandi verið, um vit hevdu sloppið at bygt við Skúla- heimið, sigur Oddmar Rasmussen. Hann sigur eisini, at deildin er ikki nóg væl út- gjørd til at halda eftirút- búgvingarskeið í sveising til dømis. — Vit hava verið noydd- ir at lánt amboð. Oddmar Rasmussen vísir eisini á, at teir bert kunna halda slík skeið, tá hetta ikki nervar undirvís- ingina á skúlanum. — Tekniski skúli er fyrst og fremst fyri lær- lingar og teir kunna vit sjálvandi ikki forsøma, sigur Oddmar Rasmuss- en. / — Men, leggur hann afturat, vit hava nú betri meguleikar enn fyrr at hava eftirbúgving. Og fáa vit áheitanir frá vinnulív- inum, so gera vit alt fyri at kunna skipa fyri tílíkum skeiðum. Skúlin er jú ein tænastu- stovnur hjá handverki og íðnaði. Duga áðrenn Skeiðið, sum nú hevur verið, kom í lag á tann hátt, at lærlingar á skúl- anum í fjør spurdu, um ikki bar til at koma aftur og læra meira. Skeiðluttakarar, vit hava tosað við, dylja ikki, at eftir teirra meting verður ov lítið gjert burtur úr sveising á Tekn- iska skúlanum. Lærling- arnir fáa 88 tímar. Í Dan- mark fáa teir 240 tímar, siga teir. — Lærlingurin skuldi lært at sveisa á skúlanum, áðrenn hann fer út á læru- plássið. Tá hann nú kemur í skúlan, hevur hann longu lært at sveisa á lærupláss- inum. Og hann lærir ikki meira. Hann hevur lært at gera tað á ein ávísan hátt og heldur seg helst til hann, siga teir. Og onkur vísir á, at í Danmark skal ein sveisari á hverjum ári standa eina roynd fyri ikki at missa loyvisbrævið. So- leiðis er ikki í Føroyum. Skotið hegt Niels Engel frá Sve'secen- tralen í Danmark hevur undirvíst á sveisiskeið- inum. Hann sigur, at í Dan- mark verður alstórur dentur lagdur á at eftirút- búgva handverkarar. Hetta skeiðið, sum nú hevur verið í Havn, er á einum hegum stigi, sigur hann. Í Danmark eru fyrst fleiri skeið frammanundan hesum. Og í Danmark tekur skeiðið fýra vikur. Her Orð og myndir: Hegni Djurhuus Niels Engel: — Næm- ingarnir hava verið ótrúliga motiveradir fyri at læra nakað