Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1984síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygarkveld kl. 22,05 Ein ensk/franskur filmur. Filmurin snýr seg um royndina at taka fyrr- verandi franska forsetan, Charles de Gaulle, sála, av degum. Ein professionellur leigudrápsmaður, Edward Fox, verður boðsendur til at fremja eina politiska uppgávu. Hann er sjakalurin. Hett er ein sera spenn- andi filmur, ið tann kendi Fred Zinne- mann hevur staðið fyri. Lissabon — linja 28 Sunnudagur kl. 19,55 Síðani 1910 hava portugisar havt ravmagnsriknar sporvognar í Lissa- bon. Vit eru í sporvogninum — linju 28 — og har hitta vit vanligar borg- arar og annars kondukterin, Manuel, sum hevur havt hetta arbeiði sein- astu 32 árini. Friðardómarin í Írlandi Sunnukveld kl. 20,35 tíðindablaðið Fimti parturin av íalt seks. Hesaferð ganga spennandi tíðindi. Ungi írski góðseigarin, Flury Knox sigur friðardómaranum frá teimum. Hann greiðir frá, at nú skulu teir gomlu írsku leikirnir fara fram á økinum, har dómarin heldur til. Í hesum sambandi verður skonkt bæði whisky og el. Men Peter Bowles roynir — tó uttan úrslit — at steðga hesum ætlanum. Jenny Sunnudagur kl. 21,25 Hetta er ein norskur sjónvarpsfilm- ur, ið byggir yvir skaldseguna hjá Sigrid Undset. Filmurin er í trimum pertum. Hevuðsleiklutin sum Jenny hevur tann heimskenda Liv Ullmann. Tá Sigrid Undset skrivaði hesa skaldseguna í 1911 vóru mong ónegd við hana. Sigrid Undset royndi nevniliga at greiða frá ástarkensl- unum og girndarhuganum hjá eini kvinnu. Og tað var als ikki vanligt at gera í 1911. Innihaldið: Jenny ger av at ríma úr einum annars tryggum borgarligum umhvervi. Ætlan hennara er at gerast listarkvinna burturav. Hon ynskir at vera sjálvsteðug. Somu- leiðis hevur hon girndar- og ástarhug. Skaldsegan hjá Sigrid Undset nemur sostatt eisini við uppfatanina hjá mannfólkinum av kvinnuni. Henda skriving gjerdi tí mannin ótryggan og oftani áleypandi. Skaldsegan Jenny fekk rættiliga góða undirteku og eisini í sínum seinni bókum skrivaði Sigrid Undset — sum tann fyrsti rithevundin í Nordanlondum — um veruligu trupulleikarnar hjá eini kvinnu Kvinnurnar í bókunum hjá Sigrid Undset eru ikki bert sterkar og sjálv- steðugar, tær eru eisini kenslubornar og viðkvamar.