Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1984síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

> Nytt handilstiltak i Havn: — fyri at fáa fisk á dogurðaborðið Í mars mánaða letur upp fiskahandil í Bøgøtu i Havn. Tad eru Rosa Winther og Vigfuss Jónsson, sum fara undir tiltakið, at skaffa fólki fiskamat av einum hverjum slag á døg- urðaborðið. Stovnarnir høvdu eitt eki í Bøgøtu, sum kundi nýtast til eitthvert handilsligt endamál. Hug- skotið at stovna fiska- handil var ikki so langt av leið, tá Sigfuss Jónsson hevur arbeitt á Bacalao í átta ár, og tí kennur tervin fyri slíkum handli. — Í dag er tað nærum soleiðis, at tú skal kenna sjóvarfallið fyri at vita, nær fiskur er at fáa. Síðan er at halda seg framat, tá bátarnir koma inn av fiski- leið, sigur Leivur Lávík, sum eisini er við í til- takinum. . Annars fer nýggi fiska- handilin at hava øll verusleg av fiski, — um- framt keli og frystiverur. Í letuni væntar at fáa endaligu innrættingina frá hondini í nýggja handl- inum. Hesin er til steddar 45 m?, og verður væntandi eitt slag av sjålvtøku- handli, har ferskur fiskur verður seldur beinleiðis frá bátunum soleiðis at brúkarin kann vænta sær at fáa nýveiddan fisk hvenn morgun, so vítt fiskilíkindini eru. Annars verður upplýst fyri Sosialinum, at f' ka- handilin er innrættaður í samráð við Heilsufreðis- ligu starvsstovuna, sum hevur havt eftirlit við byggingini. Dag. Spilloljan yviri við Strond: Nú fáa feroyingar eisini meguleika at fáa bilar kannaðar á FDM royndarsteð, sum ætlanin er at stovna í Feroyum. Í seinasta MOTOR — blaðið hjá FDM lim- unum, stendur greina- stubbi um nýggju royndarsteðirnar, sum FDM hevur stovnað kring landið í Dan- mark. Fyr árið 1984 hevur felagsskapurin ætlanir um at gera ílegur fyri tilsamans 1,5 mill. krónur, til tess at stovna nýggjar royndarsteðir, umframt at keypa nýggja tekn- iska útgerð til kann- ingar avbilum, so FDM skal verða fert fyri at veita limunum tænastu viðvíkjandi kanning, Vandamikil dålking av nåtturuumhvørv- inum Í góðveðrinum hósdagin, kom til sjóndar ræðulig royksúla frá staðnum yviri við Strond, har spill- olja — tungolja, bensin og gassolja verður brend. Hetta er oljusleg, sum skulu beinast burtur á ein- hvenn hátt. Tað var blikalogn, tá kolasvarti roykurin kom til sjóndar á luftini, men so kom eitt lot, og royk- súlan sýntist at fara um allan býin. Tað er Tórshavnar býráð sum hevur um hendir at forkoma spill- oljuni. Í mun til t.d. Dan- mark, sum ehvur eina um- hvervisverndarlóg, er ikki loyvt at brenna olju í fríum eki. Har verður henda koyrd til serligar brennisteðir, sum eru gjerdar til slíkt endamál. Á býráðnum upplýsir Vegg Guttesen, býarverk- freðingur, at ongar reglur eru fyri, hvussu vit skulu sleppa av við slík evni, sum hava dálking og aðrar trupulleikar við sær. Tað er Tollakkur í Dali, plássverur, sum hevur til uppgávu at forkoma oljuni úti við Strond. Tollakkur í Dali sigur við Sosialin, at tað er eins vandamikið at hava hesa spillolju liggjandi á ekinum, har bern ofta spæla. Spilloljan verður koyrd í eitt hol í jerðini, síðan verður tendrað í, men hetta gera vit bert, um frá- landsvindur er. Vit hava eina avtalu við Brandsteð- ina, at teir koma at sløkkja, um ættin skiftir, meðan brent verður. Av tí at spilloljan var so nógv henda dagin, og tí vindstilli var, so gjørdu vit av at brenna olju. Eitt lot kom meðan vit brendu, men roykurin før ikki yvir byin. Eli Davidsen á Arbeiðs- eftirlitinum sigur, at tað er ein ávísur vandi við brenning av tungolju, tí eitt nú svávulinnihaldið fer beinleiðis upp í luftina. Tó er vandin fyri fólki ikki so stórur, tí roykurin verður spjæddur yvir sterri eki. Vandi er tó, — tí brenn- ingin á henda hátt er so har serliga nærindis, brenningin fer fram. Annar háttur er eisini at koma spilloljuni til lívs, sigur Eli Davidsen, eitt nú eru bilverksteð farin at nýta egnu spillolju til hita- miðsteð. Tað er greitt at tað er gagnligari við slík- ari endurnýtslu, enn at spilloljan verður spjædd víða um í náttúruni. Í oljuslegum, sum brend verða á henda hátt eru: gassolja, sum hevur 0,15 svávulinnihald, bensin, 0,005 svávulinnihald og tungolja, 2,3 svávulinni- hald. Umframt svávul, so Royndarstød i Føroyum rådgeving um rakstur og viðlíkahald av bilum. Í greinini stendur m.a. at eisini feroy- ingar skulu nýta gott av limaskapinum i FDM. Tað verður tí stovnað ein royndar- stød her á landi, sum skal virka alt árið. FDM metir ikki, at tað sum higartil er nóg mikið, bert at senda eina mobila royndar- stað hendavegin eina ferð árliga. Í letuni er Hans Bishoff, umboðið hjá FDM í Feroyum á ferð uttanlanda, so ikki var gjerligt at fáa nágreini- liga at vita, nær farið verður undir hetta til- takið. eru eisini onnur evni í spilloljuni, sum hava åvirkan á umhvervið. Verða ongar reglur gjørdar fyri hesum? — Tíverri ber ikki til at gera reglur fyri hesum, so leingi sum Feroyar ikki hevur eina interna um- hvervislóg. Tað er greitt, at tað er átrokandi at fáa slíka lóg, so spilloljan kann forkom- ast á tryggan hátt, sigur Eli Davidsen at enda. Oli i Åarstovu Tingmaður: »Ohugna- ligt at fåast vid barnanøring«. Hvus- su hevði verið at heitt á Royndarsteðina. * Seinasta úr Tverpoli: Allranah og Atlafat nevaleika á havnaøk- inum 13/2 kl. 20. Hilmar á berajóli: Ikki tre, men bara siga bøøøh. * Vælskiljandi: Fólka- flokkurin í Havn vildi ikki hjálpa javnaðar- flokkinum at hækka barnafrádráttin. Orð og myndir Dagny Joensen 4 Í blikalogn hósmorgunin brendu teir spillolju úti við Strond. Eitt lítið lot kom, sum gjordi, at roykurin fór inn móti býnum. ta Tað er serliga svávulinnihaldið í spilloljuni, sum er vandamikið, men av ti at eingin umhvørvis- ófullkomin og dálkar illa, verndarlóg er fyri Feroyar, so kann einki gerast fyri at spilloljan kann verða beind burtur á tryggari hátt enn henda