Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— 7. februar 1984 Hava fyrst og fremst tíðindablaðið hugsað um góðskuna Hvannhólmur fingið nýtt arbeiðsdekk og manningarrúm Skopunar-trolarin, Hvann- hólmur, er longdur fýra og ein hálvan metur. Trolarin hevur fingið nýtt arbeiðs- dekk eins og aðrar broyt- ingar eru gjerdar á tí fýra ára gamla trolaranum. Kostnaðurin fyri hetta umfevnandi arbeiðið, ið er gjort í Hvide Sande í Dan- mark, liggur um 3,6 mill. kr. Trolarin kom til Feroya aftur mánadagin í síðstu viku. Fríggjadagin, tá Hvannhólmur fekk gjørt okkurt småting á Havnini, var Sosialurin umborð og tosaði við Skip- aran, Jonleif Láberg. Umbyggingin er fyrst og fremst gjørd við tí fyri eygað at fáa betri góðsku. Arbeiðsdekkið er nýtt og arbeiðsumsteðurnar hjá manningini eru bettar. Harafturat hevur trol- arin fingið nýggja messu og nýggj kemur. Kømur- ini eru ikki fleiri, men manningarrúmini eru gjørd størri eins og allar koyggjurnar ganga eftir longdini á skipinum. Á arbeiðsdekkinum eru tríggir nýggir útbleð- ingarpaunar, ið kunnu lyftast = hydrauliskt. 1] paununum verður fiskurin keldur av rennandi sjógvi. Frammanfyri útbleðingar- paunarnar eru nýtt kryvj- ingarborð til einar fýra mans, eins og ein kryvj- ingarmaskina. Skiparin, Jonleif Lá- berg, heldur, at hetta skuldi bett munandi um góðskuna á fiskinum. Har- afturat kemur, at nú er ætlanin at hava ein mann meira við, soleiðis at teir verða átta í tali. Hetta skuldi eisini gjert arbeiðið lættari, saman við kryvj- ingarmaskinuni. Nú Hvannhólmur er longdur, lastar hann eini 50-60 tons meira, ella í alt eini 150 tons. Longdin er nú 104 fetur. Hann hevur roynt havnina í Skopun og tað gekk væl. Hin skopun- ar-trolarin, Strembingur, er 108 føtur. Tað vóru i januar mánað fýra år síðan Hvannholm- ur kom til landið. Hann hevur fiskað væl. Síðsta ár fekk hann 1500 tons. Men tá skal havast í huga, at hann kastaði ikki fyrr enn 1. februar og hálvan oktober varð farið undir umbyggingina. Átta eigarar eru í Hvannhólmi. Seks teirra eru við. Teir, sum Sosi- alurin tosaði við, lótu væl at arbeiðnum, og vóru spentir at sleppa at royna trolaran. Eftir ætlanini skuldi Hvannhólmur verið farin út aftur, men um miðdagsleitið ígjár lá hann framvegis á Havn- ini. jo-mo Frammanfyri útbloðingarpaunarnar er ein nýggj kryvjingarmaskina, vinstrumegin á nýggj Stýrimaðurin á Hvannhólmi, Eisenberg Hansen, letur væl at umbyggingar-arbeiðnum og er spentur at fara út at royna myndini, og kryvjingarborð hogrumegin $ Boo SA * Skopuningar í Haun vóru komnir oman at hyggja at Hvannhólmi. Til hogru skiparin Jónleif Láberg Skattainn- tøkan vaks- in munandi Sands bygdarráð hevur samtykt ikki at lækka skattaprosentið. Tó hevur bygdaráðið augjort at hækka barna- frádráttin upp í 1200 kr. Tað svarar til eina lækking upp á eitt hálut Um prosent. skattainntokurnar verða hægri og skattaeftirstoðurnar koma inn, kemur kanska upp á tal av lækka skattaprosentið komandi figgjarår. Men útbyggingar og ætlan- ir eru framman stavn Sands bygdarråd hevur lagt og samtykt fíggj- arætlanina fyri figgjar- árið 1984-85, sum farið verður inn í 1. apríl. Fíggjarætlanin javn- vigar við 7,3 mill. kr. Hetta er ein rættuliga stór hækking frá ver- andi fíggjarætlan, ið javnvigaði við 5,4 mill. kr. Bygdaráðið hevði fund um fíggjarætlan- ina í síðstu viku. Tá varð samtykt at halda verandi skattaprosent, iðer 18. Hinvegin hevur bygdaráðið samtykt at hækka barnafrádráttin upp í 1200 kr. Hetta svarar til eina hækking í skattaprosenti upp á eitt hálvt prosent, upp- lýsir Birgir Mohr, bygdaráðsformaður. — Bygdaráðið sá ikki nakran meguleika at lækka skattaprosentið, sjálvt um bygdaráðið viðgongur, at skatta- trýstið er stórt. — Umframt eina ætlaða útbygging av havnini, er í Sandoynni ætlanin at byggja eitt rektarheim, og alt hetta krevur pening, sigur Birgir Mohr. — Skuldi tað tó víst seg, tá kelduskatturin fer at virka og inntek- urnar fara at verða so stórar sum landsstýrið og heldur og skatta- eftirsteðurnar fara at koma inn, fer bygdaráðið til heystar at lækka skatta- prosentið, um tað verður hildið ráðiligt. Í oktober skal fíggja- rætlanin fyri fíggjarár- ið 1985-86 nevniliga leggjast. Skattaeftirsteðan hjá Sands kommunu er 1,5 mill. kr. Í figgjarætlanini hjá Sands kommunu eru 2 mill. kr. settar av til rentur og avdráttir Samlaða lántekan frá Sands kommunu er umleið 19 mill. kr. ella umleið tvær og eina hálva álíkning. Lántek- an stavar frá teimum stóru útbyggingunum, ið eru farnar fram tey seinastu árini fyri at skapa arbeiðsmegu- leikar, útvega fólkinum arbeiði og skapa trygg viðurskifti hjá bátum og skipum. Orsekin til veksturin í inntøkunum heima á Sandi er flakavirki. Hóast nekur av teimum, ið arbeiða á flakavirkinum, høvdu annað arbeiði, og nøkur koma úr eðrum bygd- um, so eru rættuliga nógv fólk, ið ikki vóru í lentum arbeiði, ið nú arbeiða á flakavirk- inum. Og hetta munar jo-mo