hósdagur 9. februar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 9. februar 1984
Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Muiler
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Almenn
luttøka
TAD HEVUR altid verid javnadar-
floksins støda, at tad almenna —
landið og kommunurnar — eiga at
luttaka í vinnulívsútbyggingini, tå
hetta er neyðugt fyri at tryggja eitt
nóg stórt tal av arbeiðsplássum til
allar landsins íbúgvar.
SAMSTUNDIS hevur tað eisini
verið javnaðarfloksins steða, at
har tað aimenna skal gjalda, skal
tað eisini valda í mun til tann pen-
ing. sum tað almenna stendur fyri.
Tað er fullkomuliga ábyrgdarleyst
at seta almennan pening í vinnu-
livsfyritøkur, uttan at tryggja ti al-
menna — skattgjaldarunum —
innlit og ávirkan á viðkomandi
vinnulivsfyritøku.
Í LØTUNI ER ein slíkur spurningur
frammi. Talan er um at tað al-
menna skal veðhalda fyri einum
kreppuláni uppá 12 mið. kr. til pf.
Smyril-Line. Fram til 1982 var tað
Strandferðslan, ið røkti millum-
landasiglingina, sum tå gav avlop.
Tå var tad landskassin, id skuldi
bera hallið, um tílíkt kom uppá tal.
Tað var landsstýrið, sum er valt av
einum meiriluta í einum demokrat-
iskt valdum tingi, ið tók avgerð-
irnar hesi sigling viðvíkjandi og
avlopið gekk inn í landskassan.
TÁ TALAN ER um privatar
fyritøkur skal tað almenna seta i,
veðhalda og gjalda tá ástendur,
men tað almenna skal onga
ávirkan hava á, hvussu ein
Havbúnaður
Aíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
oddagrein
fyritøka verður stjórnað. Og
kemur eitt møguligt avlop, fær tað
almenna ongan lut í hesum. Tá er
ikki brúk fyri tí almenna — skatt-
gjaldaranum — longur. Hetta
halda teir borgarligu flokkarnir
vera í lagi. Men vit duga ikki at
síggja nakran logikk í at so skal
vera. Og hetta er orsøkin til javn-
aðarfloksins støðu í spurninginum
um veðhald fyri pf. Smyril-Line.
FYRI Í MEST meguligan mun at
tryggja skattaborgarans pening
mælti javnaðarflokkurin til at 4
mió. kr. vórðu sett í pf. Smyril-Line
sum almennur partapeningur.
Hetta vildi givið tí almenna lut í
einum meguligum fíggjarligum
vøkstri. Borgarliga staðan vildi
bara givið tí almenna lut í einum
meguligum tapi. Og víðari mælti
javnaðarflokkurin til — framvegis
fyri at tryggja skattaborgarans
pening — at landskassin skuldi
veðhalda fyri ødrum 8 mió. kr.,
treytað av, at varð kreppulánið
ikki afturgoldið innan ávísa tíð,
skuldi hesin peningur eisini ganga
inn sum almennur partapeningur.
AT ENDA SETTI javnaðarflokk-
urin sum treyt, at tað almenna
skuldi hava umboð í nevndina fyri
pf. Smyril-Line í mun til almenna
partapeningin. Hetta vildi tryggja
tí almenna innlit og ávirkan í mun
til almenna partapeningin. Og tað
er ikki annað enn rímuligt.
tidarperspektiv
Ymsir løgtingsmenn
komu nu i seinastuni inn å nakad
roynt at syrgt fyri, at ikki
hugsjónarloysi
eitt fram-
men tað almenna kann
enn ikki hava varnast tær
fiskaalingina i Føroyum,
hvønn veldigan tydning
hon kemur at hava sum
ein framleidslu- og
:rbeiðsskapandi faktorur
ri okkum øll, sum her
<ulu royna at klára seg
I lívsins uppihald.
Men tað er minni áhuga-
ert, tá tað eru onkrir
manfyri teir, sum nú
iða, ið tykjast hava
'anglandi interessu fyri
:ksa- og sílaalingini.
kuldu vit ikki heldur
oyðileggur fyri eini tílíkari
vinnulívsgrein, sum eftir
forholdsvís fáum árum
kundi verið ein verulig
hevuðsvinna hjá feroy-
ingum, tí vituligt er, at
fáastaðnis eru so framúr
góð og hóskandi viður-
skifti sum her. Hugsa bert
um teir kyrru firðirnar,
t.d. Kollafjorð, neyvan
nakar betri fjørður til eina-
hverja alivinnu.
Tað er at fegnast yvir
tað, sum gjert verður,
góðu vánir, sum t.d. tann
sera hóskandi tempera-
turur í sjónum o.s.fr.,
annars vildi verið komið
longur ávegis við tí ymsa
á hesum eki. Jú fyrr
byrjað verður av álvara,
tess skjótari koma vit
móti einum úrsliti. Verður
tað til fiskadyrking í
stórum stíli, fóðrið man
ikki fara at tróta, rættiliga
nógvur ídnaðarfiskur
verður veiddur, og kann
hann neyvan koma betri
Løgmadur sýndi
onga ábyrgd
— Vilhelm Johannesen fekk rætt, tá hann í tinginum mánadagin
vísti á, at logmaður ikki kundi blaka ábyrgdina frá sær, tá hann
ongatíð hevur sýnt, at hann kennir sær nakra ábyrgd. Í politisku
viðmerkingini skrivar Vilhelm Johannesen:
Tá uppskot landsstýrisins
um veðhald fyri kreppu-
láni til pf. Smyril-Line var
til umreðu á tingi måna-
dagin, segði legmaður í
einum aftursvari til undir-
ritaða, at sambandsflokk-
urin hevði verið við til at
loyst millumlandasigl-
ingina vid at leggja hesa
sigling i eitt privat parta-
felag. Vidari segði løg-
maður, at hann ikki vildi
blaka ábyrgdina frá sær.
Til hetta seinasta svar-
aði undirritaði, at leg-
maður av góðum grundum
ikki kundi blaka nakra
ábyrgd frá sær, tá hann
enn ongatíð hevur sýnt,at
hann kennir sær nakra
ábyrgd. Tá eg hevði sagt
hetta, = segði fíggjar-
nevndarformaðurin hart
frá sínum plássi í tingsal-
inum, at hatta var bíligt.
Men hvussu fór so leikur í
hesum máli?
Týsnáttina kom spurn-
ingurin um veðhald fyri
láni til pf. Smyril-Line til
atkvødugreidslu í ting-
inum. Fyrst kom eitt upp-
skot frá javnaðarflokk-
inum og tjóðveldisflokk-
inum í fíggjarnevndini til
atkveðugreiðslu. Upp-
skotið hevði til endamáls,
at landskassin setti 4 mió.
kr. í partapeningi í Smyril-
Line, at landskassin
veðhelt fyri einum láni
uppá 8 mió. kr. , at hesar 8
mió. kr. gingu inn sum al-
mennur partapeningur um
kreppulánið ikki varð
afturgoldið til ávísa tíð og
at tað almenna fekk
umboð í nevndina fyri pf.
Smyril-Line í mun til al-
menna partapeningin.
Uppskotið fekk 13 atkvød-
ur. Atkveðurnar hjá sjey
javnaðarmonnum og seks
tjóðveldismonnum.
Síðani kom eitt uppskot
frá sjálvstýrisflokkinum
og framburðs- og fiski-
vinnuflokkinum í fíggjar-
nevndini til atkveðu-
greiðslu. Hetta uppskot
hevði til endamáls at
landskassin skuldi veð-
halda fyri 90 pst. av einum
láni uppá 13.350.000 kr.
T.v.s. at pf. Smyril-Line
skuldi útvega 10 pst. Upp-
skotið frá 'sjávlstýris-
flokkinum og framburðs-
og fiskivinnuflokkinum
fekk atkveðurnar frá
sjálvstýrisflokkinum,
framburðs- og fiskivinnu-
flokkinum og einum parti
av tjóðveldisflokkinum.
Tilsamans níggju.
Til endans kom
uppskotið frá landsstýrin-
um til atkveðugreiðslu.
Her var talan um at veð-
hald afyri 12 mió. kr. At-
kvett var við navnakalli.
politisk
viðmerk-
ing
Uppskotið fekk 16 at-
kveður. Seks fólkafloks-
menn, tríggjar tjóðveldis-
menn, ein úr framburðs-
og fiskivinnuflokkinum
restaðu tvær atkveður í.
Hesir vóru legmaður og
formaðurin í tingbólkinum
hjá sambandsflokkinum.
Nú er at spyrja hvar
ábyrgdin hjá legmanni
var? Mánadagin segði
hann, at hann ikki fór at
blaka ábyrgdina frá sær.
Undirritaði vísti á, at
hann onga ábyrgd hevði
at blaka. Týsnáttina, t.v.s.
einar 12 tímar seinni, at-
kvøddi legmaður ikki fyri
nakrari loysn. Fekk undir-
ritaði ikki rætt?
Allir tingmenn, við
undantak av legmanni og
formanninum í tingbólki
sambandsfloksins — (Juul
Jacobsen var burturstadd-
ur) atkvøddu fyri eini ella
aðrari loysn í málinum.
Sigur hetta ikki alt um
hver kennir sær ábyrgd?
Vilhelm Johannesen
til gagns enn sum so. Og
hann skal kunna goymast,
sjálvsagt, og tá kundi
veirð hent, ja beinleiðis
neyðugt at havt tekt tað
frystivirkið í Kollafirði,
sum plánurin hevur verið
at bygt. Jú, tað er at út-
byggja fiskivinnuna so
nógv sum gjerligt heima í
okkara egna landi!
Vit nýtast soleiðis sæð
ikki at fara yvir um ánna
eftir vatni. Kunnu á okk-
ara egnu firðum og sund-
um framleiða túsundir av
tonsum av síli og laksi. Ja,
havbúnaður á feroyskum
eki er óivað bert á byrj-
unarstigi við teim ymsu
møguleikum og sløgum av
dyrking og alisskapi, tað
er heilt vist. Soleiðis sum
tú á landjerðini so at siga
púrt einki fært, uttan
dyrkað verður við rettum
fyrisetningi, soleiðis eisini
havbúnaðurin. Ein fær
framleiðslu-umsteðurnar
undir kontroll, og greðin
kemur til sættis, til gagns,
fæst full úrteka, móti úti á
havinum, har alt er aldeil-
is tilvildarligt, feði hjá
rovdjórum o.s.fr.
Kanska einans um
nekur fá ár, so kann ali-
vinnan vera alternativið,
tað stóra álitið hjá feroy-
ingum, tí fiskurin kann
vera minkandi um flestu
leiðir, og tað eru óivað
altíð kreftir, sum vilja
skarva av hjá okkum
mangastaðni. So tað er,
eisini av hesi orsek, vissu-
liga stund at fara til
verka.
Ikki minst av teirri
orsek umframt, at arbeiði
er ikki ov nógv! Eitt nú
ymsa staðnis nordanfjørds
— tá eisini tonkt verður
uppá, hvenn meguleika
vit hava til ta mongu og
ymsu góðsking av tí stóru
fiskaframleiðslu. Kann tað
prógvast, at fiskivinnan
kastar alt ovlítið av sær í
okkara egna landi! Ein
tingmaður fanst at Fiska-
seluni, og mundi tað vera
við góðari orsek. Ja her
kann so nógv skapast, at
tað er gretiligt, sum
mangir av teim ráðandi
eru líkasælir. Tað má
meiri javnaðarskapur til í
hesum landi, tað hjálpir
ikki at geva millióner-
unum uppaftur meir. Tað
eru bert pengamenn, sum
her kunnu virka nakað
sum helst. Evnir og áhugi
hava ongan týdning.
Tá tosað verður um
arbeiðsloysi, vilja onkrir
siga, at einki er av tí,
einhver hevur arbeiði, er
væl syrgdur fyri, men
slíkt er mesn, konufólkið á
mongum steðum hevur als
einki at gera, mong mann-
fólk somuleiðis. Lat
okkum fáa avskaffað alt
arbeiðsloysi her á landi!
Og gevið fiskadyrkanini
bestu umsteður at arbeiða
undir, so tað almenna
stuðlar henni so væl, sum
gjørligt, tí hetta verður
framtíðarvinna!
B. Samuelsen
Kollafirði
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.