Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ætlanin var ikki at luttaka í blaðtjaki um ruskmálið í Fer- oyum aftur, men eftir at málið er kyknað uppaftur í bleðunum í januar mánaða, heldur undirritaði seg eiga at gera nakrar viðmerkingar til tað, ið borið er fram Undirritaði varð í skrivi frá Nes kommunu 9.12.1980 biðin um eitt ummæli í mál- inum skjótast gjerligt. Dentur varð lagdur á, at hetta ummæli skuldi vera kommununi í hendi innan árs- lok. Undirritaði sendi tí kommununi málið aftur 22. desember 1980 og segði seg kunna seg nakrar fyribils við- merkingar, ið tó áttu at verða tiknar við tí fyrivarni, at tíðin til viðgerðina av tilfarinum hevði verið ógvuliga knepp. Viðmerkingarnir endaðu í einum tilmæli í 6 punktum. M.a. varð mælt til, at heilsu- nevndin á staðnumf ekk málið til ummælis og at málið sum heild varð sent Steðisút- búgvingini í Tórshavn til kanningar. Sostatt vóru í hesum ummælum mínum ikki settar nakrar treytir fyri byggingina, sum fert er fram í eini grein í bleðunum í januar 1984. Í skrivi til Nes kommunu 21. apríl 1981 spurdi undirrit- aði, um heilsunevndin á staðnum hevði havt málið til ummælis. Fyrispurningur um hetta varð endurtikin 6. august 1981. Um gongdina í málinum annars kann verða víst til nakrar viðmerkingar, sum undirritaði sendi bleðun- um í oktober 1981. Tað er so- statt ikki beint, at einki hoyrdist aftur fyrr enn 14 mánaðar seinni frá undirrit- aða. 30. oktober 1981 biður landsstýrið undirritaða um eitt ummæli av málinum um ætlaðu byggingina av brenni- steð. Samstundis varð sagt frá, at I.R.F. hevði fingið boð um at útflýggja alt tilfarið, sum felagsskapurin átti viðvíkjandi byggingini. Fyrsti parturin av tilfarinum var undirritaða í hendi 26. november 1981 og tað sein- asta 5. januar 1982. Frá 25. januar til hálvan februar var undirritaði burturstaddur og fekk heimafturkomin at vita gjøgnum blødini, at I.R.F. hevði i umbúna at gera sått- måla um ovnarnar fåar dagar seinni. Eg hevði tå ikki fingið skrivað mínar viðmerkingar enn, av tí at málið hevði verið drúgvt at lesa igjøgnum, men valdi tí beinanvegin at skriva viðmerkingarnar, ið vórðu handaðar Tórbjerni Poulsen, landsstýrismanni í komm- unumálum, 17. februar 1982. Tað er beint, at hetta um- mælið, ið fevnir um 34 síður, varð skrivað eftir tveimum samdegrum, so heilt lítar- leyst var tað ikki, men niður- steðan verður hildin at vera greið, og hevði hon í hevuðs- heitum verið tann sama, varð hon skrivað í dag. Eftir at heilsunevndin á staðnum hevði gjørt vart við steðu síni í 1982, var avgerð heilsunevndarinnar kærd til yvirheilsunevndina. Yvir- heilsunevndin vidgjørdi málið og varð m.a. Miljø- styrelsen í Keypmannahavn biðið um eitt ummæli. Ummælið tykist at vísa, at ætlanin kundi verið góðkend í Danmark sambært galdandi danskari lóg í dag. Men hesi petti i nevnda ummæli gjørdi ikki undirritaða meira tryggan um ætlaðu plaser- ingina av brennisteðini: „Der er i notatet ikke ved- lagt nogen form for doku- mentation for, hvorledes man er kommet frem til de an- givne sterrelser, og det er derfor ikke muligt for Milje- styrelsen at kommentere beregningerne«. »Hvorledes de topografiske forhold vil påvirke spred- ningsforholdene i det aktuelle tilfælde, kræver mere dybt- gående analyser, end vi har mulighed for at udføre med det foreliggende data- materiale«. »Miljøstyrelsens vand- ressourcekontor finder, at de beregnede koncentrationsfor- øgelser stammede fra imissi- onskoncentrationsbidraget, selv om de er baseret på et meget konservativt grund- lag, ikke er foruroligende. Man anbefaler dog at holde vandressourcen under opsyn ved to eller flere årlige vand- analyser, incl. metallerne Hg, Cd og Pb«. Tað er óvissan um tann vandan, ið standast kann av dálkingini av eini brennisteð nærhendis vatnveitingar- lendi, ið hevur gjert, at eg ikki havi kunnað tikið ábyrgd av at siga ja til at seta brenni- steðina á Saltnesi. Eg havi ikki kent meg tryggan við hesi plasering og havi ikki sum landslækni kunnað úti- hýst heilsuvanda, hóast meguleika helst er lítil. Eg hugsi, at tað er sami ótrygg- leiki allir hinir fýra læknarnir, ið hava havt beinleiðis við hetta mál at gera, hava kent. Í ídnaðarlondunum er trupulleikin viðvíkjandi bakteriudálking í dag sum heild loystur, men stóri trupulleikin er á okkara degum tann vaksandi kem- iska dálkingin av umhverv- inum við teimum ávirkanum á náttúru og mannakropp, sum dálkingin elvir. Tá ein skal meta um heilsuliga týdn- ingin av eini ávirkan, hevur tíðin nógv at siga. Er tíðar- bilið millum ávirkan frá einum umhvørvisatfti til byrjandi sjúku stutt, er tað ofta lætt at ásanna sam- bandið. Er tíðarbilið aftur- ímóti ár ella ártíggju, er tað munandi torferari at prógva eitt vist samband, tíðum óivað ógjerligt. Teir ektu trupulleikarnir av at sannke.ina tað, ið vit vanliga hugsa okkum sum prógv fyri samband millum umhvervisdálking og sjúku, elva sjálvandi umsitingar- ligar og politiskar vansar, av tí at týdningarmiklar av- gerðir um fyribyrgjandi at- gerðir mugu verða tiknar á einum óvissum steði av vitan. Læknar eru helst orsakað av teirra útbúgving og dagliga arbeiði serliga anskir viðvíkjandi = spurninginum um, at eisini vanligir dálk- ingarvansar kunnu vera eitt tekin um heilsuvanda eftir einum longri áramáli, hóast próvfersla í fyrstu atlegu er ikki gjerlig. Sum kunnugt var orsekin til, at læknarnir kundu ikki átaka sær medábyrgd av at góðkenna ætlanina, at teir mettu brennisteðina at liggja ov nær við Toftavatn og tiskil ósambæriliga við $ 8, stk. 4 og $ 9 í galdandi heilsu- samtykt. Undirritaði vísti í hesum sambandi m.a. til skriv frá Steðisútbúgvingini dagfest 13. apríl 1982 viðvíkjandi ókunnleikanum um stabilitets- og turbulens- viðurskifti við Saltnes Hetta málið hevur eftir mínum tykki greitt víst, at okkum tervar almikið eina umhvervislóg. Eftir eini slík- ari lóg kundi verið gjerdar ávísar neyvari ásetingar, eitt nú fyri loyvd dálkingarmerk. Samstundis kundi hóskandi broytingar verið gjerdar í galdandi heilsusamtykt, eitt nú viðvíkjandi grein 8 og 9. Sum er hava vit bert heilsu- samtyktina frá 1933 og ta nýggjaru frá 1969 at halda okkum til. Í hesi seinnu, ið m.a. er galdandi í Nes kommunu, stendur í $ 8, stk. 4 m.a.: >Forboðið er at dálka friðað vatnveitingarlendi yvirhøvur«. Einki er ásett um nekur loyvd dálkingarmerk fyri ávís evni. Tað er tískil í fyrstu atløgu heilsunevndin á staðnum, ið eftir bestu sannfering skal taka steðu til, hvat hon skilir við dálking. Kemur eitt mál víðari til yvirheilsunevndina, liggur tað á hverjum einstekum limi í henni, somuleiðis eftir bestu sannfering, at taka steðu til, antin tað kann snúgva seg um dálking ella ikki. Hetta hava limirnir skyldu til at taka steðu til. Í hesum feri snúði tað seg um ætlaðu brennisteðina á Saltnesi, sum yvirheilsu- nevndin skuldi taka avgerð um. Tað var ein torfer upp- gáva. Tað var óvissan um dálkingina, ið avgjerdi stoð- una hjá meirilutanum í yvir- heilsunevndini. Ummælið frá Miljøstyrelsen minkadi ikki um hesa óvissu, tí hví skuldi t.d. mælast til tær umreddu kanningarnar, var full trygd fyri, at eingin dálking fór at verða? Tá ið eitt mál sum ætlaða brennisteðin á Saltnesi kemur til viðgerðar í yvir- heilsunevndina, liggur tað á nevndarlimunum at meta um málið út frá galdandi heilsu- samtykt í Feroyum. Í hesum feri kundi sum nevnt eingin av læknunum taka med- ábyrgd av at geva loyvi til byggingina, av tí at steðin var hildin at liggja ov nær Toftavatni og vatnveitingar- lendinum har í nánd. Viðvíkjandi ætlaðu bygg- ingini av brennisteð við Hvítanes, sum nú er bundin at komandi drekkingarvatns- brunninum í Villingadali, so er í fyrsta lagi at siga, at triggir luttøkutættir gera ein mun å hesi plasering og ti å Saltnesi: Fråleikin, hæddar- munurin og rådandi ættirnar. Dålking av havinum i sam- band við brennistød verður av undirritada ikki mett at hava nakran tydning, av ti at havið er ein ngv størri mót- takari enn føroysk vøtn. Og annars meti eg spurningin um t.d. fiskaaling at vidvikja stovninum undir landsdjóra- læknanum og ikki eitt nú yvirheilsunevnd ella undirrit- aða. Annars hevur undirritaði eisini mótvegis Havnar kommunu gjert prinsipiellu steðu sína til ruskspurningin greiða. Nevniliga, at eg meti effektiva tyrving undir ná- greiniligum eftirliti sum tað røttu loysnina. Men komm- unan hevur so ta stødu eins og løgtingid, at ruskmålid skal loysast vid brennistød, og tå åliggur tad undirritada saman vid ødrum at finna tad minst óhóskandi eki at seta brennisteðina á millum teir meguleikar, ið kommunan hevur ávíst. Hesa plasering eru vit komnir fram til í heilsunevndini eftir besu sannfering. Ég veit ikki någreiniliga, út frá hverjum fyritreytum steða varð tikin til at leggja brenniovnarnar úti í Havnar- dali í 1960árunum. Men eg hugsi, at tá var einamest hugsað um bakteriologiska spurningin. Í dag verður hugt meira eftir dálking frá luftini viðvíkjandi eðrum og meguligum ókendum evnum umframt um tann æstetiska táttin. Tað gerst meira og meira greitt, at tann æstet- iski tátturin eisini eigur at verða havdur í huga, tá ið talan er um heilsulig árin. Var tað í dag, at steða skuldi verið tikin til at byggja eina slíka steð, hugsi eg ikki, at loyvt hevði verið at lagt hana har, hon nú liggur í Havnar- dali. Tíðir broytast. Segur hava gingið um, at undirritaði áður hevur noktað at fylgt áheitanum um at luttaka í ferðum til Danmarkar at hyggja at brennisteðum. Hetta er ósatt. Einasti myndugleiki, ið sett hevur fram slíka áheit- an, er heilsunevndin í Hval- vík. Tá ið hendan åheitanin kom, greiddi eg frá, at eg helt meg kenna spurningin nóg væl, at eg í eðrum sambandi hevði sæð líknandi brenni- steðir áður, og at eg tí ikki helt tað vera neyðugt, at út- reiðslur skuldu standast av X luttøku mini. Men av tí at heilsunevndin kortini ynskti, at eg kom við, játtaði eg Annars upplysti eg framman- undan fyri heilsunevndini, at eftir tí, ið eg hevði fingið kunnleika um viðvíkjandi ætlaðu plaseringina av brennisteðini við Air, um frástandin til nærmasta vatnveitingarlendi, so vildi eg hildið, at henda plasering kundi góðkennast Í sambandi við seinastu vitjanina í Danmark, har hugt hevur verið eftir brenni- steðum, hevur í blødunum m.a. verið at lisið, at eingin roykur var at síggja úr skorsteinunum, at eingin luktur kendist á brennisteð- unum og at brennisteðirnar lógu mitt í íbúðareki. Her mundi valdast um, hvat ein skilur við at síggja ella lukta. Roykur sást úr øllum trimum skorstein- unum, bæði tí í Næstved, Korser og Hersholm. Í Næst- ved sást roykur, hóast brennisteðin lá still, tá ið vit vóru har. Luktur var at kenna øll try steðini — um hann var minni enn onkur hevði væntað — og hvat frá- leika til nærmasta íbúðareki viðvíkur lá tann nýggjasta steðin, hon í Næstved, longst burturi frá slíkum ekjum, uml. 500 m. Rætt er, at royk- urin frá tveimum av brenni- steðunum var reinsaður gjegnum elektrofiltur. Reinskingin gjøgnum slíkt filtur minkar vissuliga í ein góðan mun um dálkingina, men roykurin verður tó ikki reinur av tí. Var hann tað, so skuldi ikki verið neyðugt við skorsteinum, ið lógu um 70 m. hædd. Ein brennisteð er.u uttan mun til tær dygdin hon annars hevur, ein dálkingar- táttur í sterri ella minni mun. Mín prinsipiella steða til ruskmálið er enn sum áður ábroytt. Men av tí at myndugleikarnir nú aftur m.a hava samtykt, at málið skal loysast við eini brennisteð, so taki eg sjálvandi hetta til eftirtektar, tí málið skal loys ast. Tað munnu øll vera samd um Fert hevur verið fram, at undirritaði | mótsigur sær sjálvum sum limur Pórs havnar heilsunevnd við at at kveða fyri, at brennisteð verður bygd við Hvítanes, samstundis sum eg havi at kvett ímóti plaseringina við Saltnes. Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at eg ikki meti meg at hava atkvett fyri bygging av eini brennisteð Hin vegin havi eg ikki at kvett beinleiðis ímóti plaser- ing ni við Hvítanes. Eg havi hildið hesa plasering vera for svarliga — ella minst óhósk- andi millum tey eki, ið kommunan hevur víst á sum megulig steð. Fyri tað fyrsta er staðið betri hóskandi, tá hugsað verður um vanligastu ættir, í eðrum lagi er ætða vatngoymslan í Villingadali væl longri burtur frá hesum staði, enn Toftavatn og vatn veitingarlendið har um leiðir er frá tí nú sleptu plaseringini á Saltnesi. Og í triðja lagi liggur ætlaða vatngoymslan í Villingadali væl hægri enn staðið, har ætlanin er at byggja steðina við Hvítanes. Hesar viðmerkingar gjer- dust ikki so stuttar, sum eg hevði ætlað, men havi eg mett tær neyðugar í hesum líki aftan á tað blaðtjak, ið nú hevur staðist av málinum. Tjakið hevur kanska hóast alt gjørt tað gagn, at tørv- urin á eini feroyskari um- hvervislóg er komin greidligari fram. Tervurin á eini slíkari lóg er umframt í hesum aktuella máli eisini stórur, tá ið hugsað verður um dálking av áum og víkum og tær avleiðingar, ið hetta kann hava fyri tann vaksandi áhugan fyri fiskaaling í Fer- oyum. Hegni Debes Joensen landslækni