Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Avreiðingar seinastu vikuna Vestfisk, Servágur Dalenni 85.000 p, Vesturleiki 37.000 p, Vestseki 57.000 p. Snarfrost, Miðvágur Hamraberg 19.000 p, Leivur í Hesti 30.000 p, Mars 61.000 p, Venus 88.000 p, Bragd 3.000 p. Klivar, Nólsoy Kapilsund 58.000 p, Margreta 28.000 p, Trý systkin 900 p, (í januar). Hetta er alt Klivar hevur tikið ímóti í ár. Bátafisk, Strendur Rock Amadour 250.000 p. Hann landaði í gjár. Norðís á Eiði Morgunroðin 38.000 p, Thomas Nygaard 113.000 p, Vestprøven 147.000 p, Norðseki 4.500 p, 2.700 p- Polarfrost í Vági Mulatangi 2.565 kg, 1.796 kg, Polarborg 1 108.000 kg, Saturn 2.584 kg, 2.093 kg, Sunnborg 2.972 kg, 2.095 kg, Varðborg 5.793 kg, Fimm brødur 551 kg, Jógvan á Gørdunum 37.896 kg, Brimborg 22.680 kg. Kosavirkid, Klaksvik Borðkollur 2.300 p, Jákup B. 80.000 p, Klakkur 93.000 p, Nevið Reyda 3.300 p, Polarstjørnan 80.000 p, Reynsmuli 17.400 p, Saksaberg 62.300 p, Aarberg 10.900 p, Bjørgvin 15.500 p, Eldorado 17.300 p, Norðklett 5.700 p, Havnatindur 7.000 p, Hvithamar 2.000 p, Høvdarødin 5.100 p, Rók- hamar 5.000 p, Skordaberg 30.500 p, Fossabrúgv 4.600 p, Dragasund 4.200 p, Vikingur 44.900 p, Pollur 25.400 p, Morning Star 8.600 p. J & O, Klaksvik Radhamar 18.600 p, Morning Star 8.600 p, Jógvan S. 37.600 p, Elbjørg 9.600 p, Glóðanes 8.000 p, Håenni 21.600 p, Kvik 78.000 p, Pison 88.100 p, Eslev 13.700 p, Eysturhøvdi 11.000 p, Nólsoyar Páll 2.400 p. SE S0Sialurin tb Fara å royndarveidu eftir jakupskel å Føroya Banka við japanskari filmsútgerð Kanna nú meguleikan at keypa útgerð í Japan, ið skal brúkast til at taka upp skeljafisk, havbotn o.a. Skeljavirkið á Oyri arbeiðir við ætlanum at taka upp myndir av skeljafiski og hav- botni, meðan fiskað verður. Royndirnar byrja meguliga í summar — við Norðheim á Feroya Banka, tá hann skal á royndar- veiðu eftir teirri stóru og kostnaðarmiklu jákupskelini, sum vit enn ikki eru farnir at fiska Kundi tú ikki hugsað tær at sitið í stýrhús- inum á fiskibáti tínum og sæð bæði fisk og havbotn í einum sjón- varpstóli, meðan tú fiskar!!! Man hetta ikki vera dreymurin hjá nógvum fiskimonnum! Hesin dreymur verður meguliga til veruleika um ikki so langa tíð. Nakrir føroyingar umhugsa nu at keypa filmsútgerð til just hetta endamálið. Tá umboð fyri skeljavirkið á Oyri vóru í Japan i fjør frættu tey um japanska filmsútgerð, ið m.a. verður brúkt í samband við skeljaveiðu og kanningar av skelja- fiski. Nú verður so í samstarv við Ídnaðarstovuna kannað, hvat útgerðin kostar, og hvat hon kann nýtast til. Ein filmur er á veg úr Japan til Feroya, sum vísir, hvussuleiðis henda filmsútgerðin virkar í praksis. Tá menn hava sæð henda filmin, skulu teir so gera av, um útgerðin skal keypast. Hon kostar umleið 750.000 kr. Dýpi Tað ber til at fara heilt niður á 300 metra dýpi við filmstólinum. Har kanst tú so taka upp fisk og annað livandi og eisini sjálvan havbotnin. Frá tilmstólinum er beinleiðis samband við ein framvísara, ið kann setast upp inni í stýrhúsinum umborð á einum fiskiskipi ella á landi. Haðani ber so til at eygleiða fisk og hav- botn og annars taka hetta uppá eitt band. Edmund Joensen, stjóri á Skeljavirkinum á Oyri, sigur, at slík útgerð kann vera skeljavinnuni til stóra hjálp. Við filmstól- inum ber til at leita eftir nýggjum skeljamiðum, tað ber til at hava eftirlit við kendum stovnum, m.a. kunnu teir frá stýrhús- inum umborð á skeljabáti telja yngul og eisini liv- andi og deyðar skeljar á havbotninum. Samanumtikið ber til at fáa neyvar upplýsingar um sjálvan stovnin, og tí ber tá eisini til at gera sær eina hóming av, hvussu nógv kann fiskast hvert ár á teimum ymsu miðunum. Feroya Banki — Vit eru serliga spentir at brúka hesa nýggju út- gerðina í samband við royndirnar = á Feroya Banka, sigur Edmund víð- ari. Vit vita nevniliga, at tað á Feroya Banka eru stórar jákupskeljar, sum í dag hava sera hegan markn- aðarprís. Hesar skeljarnar hava føroyingar ikki roynt at fiskað fyrr við undan- taki av nøkrum royndum. Norðheim hevur tey tvey seinastu árini gjert royndir á Feroya Banka. Hesar royndirnar vísa, at tað finst væl av hesi stóru og kostnaðarmiklu jákup- skelini á Feroya Banka. Tað er tó ikki kannað nóg væl, hvussu tætt hon stendur. Av tí at teir ikki hava havt tey rettu dreggini og tí ymsir smærri trupul- leikar hava verið, er enn ov tíðliga at taka avgerð um, antin verulig veiða skal byrja á Føroya Banka ella ikki. Ætlanin er at fara á royndarveiðu aftur í mai við Norðheim, og tá verður so meguliga eisini > Filmsútgerðin verður sett fest í rammuna og tikid verður so upp, meðan dreggið fer eftir botninum „ filmsútgerðin við. Út frá úrslitunum av hesum kanningum, kann so meguliga verulig veiða byrja í ár ella næsta summar. Her kann vera talan um eitt gott ískoyti hjá skeljavirkinum, sum í dag bert arbeiðir skeljar ein part av árinum. Fiskiroyndir Vit spurdu eisini Edmund Joensen, um tað ikki er logið, at slík útgerð ikki er komin til Feroya fyrr, eitt nú í samband við fiski- royndir. Til tað sigur hann, at tað er betri seint enn ongantíð. Hann heldur, at henda útgerðin kann fáa stóran týdning fyri okkara kunnleika til fiskasleg og havbotnin kring oyggj- arnar. Uppá fyrispurning um ikki Fiskirannsóknarstov- an átti at havt slíka út- gerð sigur Edmund, at tað væl kann vera, at eitt ávíst samarbeiði verður tikið upp við Fiskirann- sóknarstovuna, soleiðis,