Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. februar 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. - pr Friggjamorgunin 3. desember í 1982 vartyrlan hjá Vædderen uppi í slak- ar tveir tímar. Hon leitaði, ti neyðra- kettir vóru sæddar yvir Vestmannasundi og Hest- firði. Men hon leitaði til fá- nýtis. Ti onki var. Annað enn tað, at tríggir menn sendu rakettirnar upp til stuttleikar oman fyri Kvivik og við Velba- stað. Men tað bleiv ein dýrur stuttleiki. Rokningin fyri tyrluna er komin. Hon Nr. 19 — 11. februar 1984 bleiv løgd fram í Føroya rætti mikudagin: 17.625 kr. Fyri ein tima og try korter. Triggir mans eru åkærdir fyri hendingina, sum eisini fekk Tjaldrið, Vædderen og Maagen at leita vestanfyri. Ein hevur góðtikið end- urgjaldskravið, men hinir báðir nokta at taka við tí. Leiting Í hvussu so er tríggjar neyðrakettir vórðu sædd- ar og fráboðaðar úr Kvívík og Skopun. Vaktarskip og tyrlan leitaðu“ í nakrar tímar Ella til løgreglan fann ein posa á Velbastað. Ongin ivi var um, at hesin hevði samband við neyðrakett- irnar og leitingin varð tí avblást. Neyðrakettirnar = vóru stolnar úr einum átta- mannæfari í Havn. Í dómsviðgerðini miku- dagin segði ákærin, at tann eini av teimum á- kærdu hevur í nógv ár verið til skips. Tað var hann, sum lærdi ein av hinum at skjóta rakettir- nar. Ein maður, sum hev- ur verið til skips, átti at vita, at neyðrakettir eru ikki at spæla við, segði á- kærin. Ongantíð fyrr Eftir, hvat skiltist, er hetta fyrsta sakarmál av hesum slagnum í Feroya rætti. Og ákærin hevði heldur ikki funnið nakað demi, t.v.s. um at mis- brúka neyðrakettir, í Dan- mark. Hinvegin samanbar hann við eitt mál um eina bumbuhóttan. Bumba var ongin, men áðrenn tað varð greitt, gjørdi legreglan nógv burtur úr at beina fólki burtur og avbyrgja ekið. Revsingin var 20 daga varðhald. Annars heimilar grein 135 í revsilógini, sum menninir eru ákærdir eftir, upp í triggjar man- aða varðhaldsrevsing. Ákærin helt tað vera neyðugt at sláa fast, at talan er um eina álvarsliga gerð, tá neyðrakettir á Síða 5 * verða brúktar, og mælti til varð hald í 20—30 dagar. Ein av verjunum hevði funnið fram ein dóm móti slíkan hátt mis- einum, sum ringdi eina falska bumbuhóttan til ein flogveli. Hóast leitað varð í 21 flogferum og onnur trygdartiltek sett í verk fekk tann, sum ringdi, bert 10 daga varðhald. Men nú er málið so tikið upp til dóms og sorin- skrivarin avger, hvussu hart spæl við neyðrakett- um skal revsast. hd Sakarmål um óviljaða eldsåseting tikið til doms Tekniskar kanningar vordu gjørdar eftir eldsbrunan. Men sigast kann ikki vid vissu, hvar eldurin er kyknadur. Men kanningarnar benda å, at t var her, i køkinum. Maðurin er åkærdur fyri at fara úr køkinum, uttan at geva tí gætur, at eldur kundi koma í. Plátan, hann hevði tendrað, var sera heit og nógv margarin var á pannuni, hann stokti buffarnar á Feroya rættur hevur nú tikið upp til dóms sakar- málið móti manninum, sum er ákærdur fyri í ósketni at hava sett eld á eini sethús í Varðabú í Havn í oktober í fjør. Húsini brunnu í grund. Tveir menn vóru inni, tá eldur kom í. Báðir blivu handtiknir á staðnum og í grundlógar- avhoyringini læt Feroya rættur annan leysan aftur. Men hin bleiv fongsl- aður, tí rætturin metti, hann við góðum grundum var skuldsettur fyri í ósketni at hava verið at- voldin til eldsbrunan. Tá legreglan var liðug at kanna málið, bleiv skuld- setingin útbygd til ákæru. Málið var fyri í Feroya rætti mikudagin. Ákærdi tók ikki steðu til, um hann kundi játta seg sekan ella ikki. Endurgjald Skuldsetingin móti hinum manninum bleiv tikin aftur. Legreglan metti, eftir at hava kannað málið, at hann var ósekur. Hetta visti sakferarin hjá manninum eftir øllum at dema onki um. A rættarfundinum mikudagin átalaði hann, at ákærumyndugleikin, t.e. fútin, ikki hevur boðað manninum frá. Hann segði eisini, at hann fór at krevja endurgjald, tí maðurin bleiv handtikin. Sakferarin nevndi talið 2.500 kr. Í samreðu við Sosialin beint eftir eldsbrunan, segði hann, at hann svav í stovuni, meðan hin stokti búffar í kokinum, tá eldur kom í. Hetta samsvarar við tað, sum stendur í ákæru- ritinum. Fremmand ogn Í rættinum mikudagin kravdi ákærin, Finn Ougaard, tann ákærda dømdan eftir grein 182 í revsilógini: „Den, som af uagtsom- hed forvolder ildsváde pá fremmed ejendom eller til skade for fremmed formueinteresse, straffes med bede, hæfte eller under skærpende omstæn- digheder med fængsel indtil 2 år«. Ella i gðrum lagi eftir brandlógini fyri rårshavn frá 1856. Tað var júst orðalagið »fremmed ejendom«, sum verjin, Halgir W. Poulsen legði .ent á. Hann segði, at maðurin búði í hús- inum, sum brunnu, og, at familja hansara átti tey. Og hann spurdi, um tað í revsirætti er beint at tosa um fremmanda ogn í slíkum feri. Verjin helt, at rætturin skuldi vera varin við at sláa hetta fast við einum dómi. Vildi ikki ringja Hevði tað ikki borið til at bjarga tí stóra sethúsinum, um slekkiliðið hevåi fingið > fråbodanina um eldin fyrr? Hesin spurningur stóð ósvaraður eftir rættarfundin miku- dagin. Tað er venja, tá rætturin viðger revsi- mál, at tann ákærdi sum tann seinasta fær orðið, áðrenn mál- ið verður tikið upp til dóms. Soleiðis var eisini mikudagin. Og tå greiddi maðurin „sum Ákærin segði, tað kundi ikki vera ivi um, at her er talan um fremmanda ogn, tí maðurin stóð ikki skriv- aður fyri húsinum Krav um harða og lina revsing Maðurin er ákærdur fyri fleiri onnur lógarbrot: her- verk, rúsdrekkakoyring, skilaleysa koyring, stuldur og fyri at senda upp neyðrakettir. er åkærdur fyri 6vilj- ada eldåseting, frå, at ljósið fór i húsinum og hin maðurin, sum var inni, for tí út at boða frá. Hann fór til ein granna, men hesin noktaði at ringja til slekkiliðið, tí hann sá ongan eld. — Síðani bað hann hann ringja eftir poli- tinum, men tí noktaði hann eisini, greiddi tann ákærdi rætt- inum frá. Á henda hátt gekk óneyðuga long tíð, til sleokkiliðið fekk at vita um eldin. Fyri rúsdrekkakoyr- ingina kravdi ákærin 60 daga varðhald og it maðurin missir kovrikort- ið í átta ár. Fyri neyð rakettirnar kravdi hann 20-30 daga varðhald og fyri hini lógarbrotini munandi fongsuisrevsing Verjin kravdi revsing eftir umsteð- unum. hd