leygardagur 11. februar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— 11. februar 1984
Sitandi samgonga arvaði
eitt væl útbygt samfelag
tíðindablaðið við vælútbygdum fram-
geoion en Oken De oomen tam Monanenogsnser | |eiðSluhjólum
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
tíðindablaðið
politisk
Legmaður skuldi ikki komt sær at tosa um,
hvussu vánalig fíggjarliga steðan var, tá henda
samgongan tók yvir, um tómar grunnar 0.s.fr.
Vilhelm Joharnesen vísir í politisku viðmerk-
ingini á, at samfelagið er útbygt við peningi úr
grunnunum, sitandi samgonga arvaði frá undan-
farnu. Men nú hevur henda samgongan temt tveir
grunnar so væl, at tað mangla heilar 90 milliónir
viðmerk-
ing
løtuni vidgjørd á tingi
Har síggja vit, at meðan
játtanin til Strandferðsl
Fólkaflokkurin
sniðgongur
oddagrein
TÁ TOSAÐ HEVUR verið um
løgtingið
Í FÓLKATINGINUM hevur nývaldi
fólkatingsmaðurin hjá fólkaflokk-
inum hildið sína fyrstu rødu. Brot
úr hesi rødu vórðu í útvarpinum
mikukveldið.
FÓLKATINGSMAÐURIN skuldi
seta fram uppskot á fólkatingi um
at umleggja stuðulsskipanina úr
ríkiskassanum til blokkstuðul.
Hann skuldi eisini seta fram
uppskot um, at heimasýrið skal
yvirtaka loyvini til utvarpsstødir,
soleidis at TWR kann fåa loyvi at
byggja utvarpsstød i Føroyum.
Somuleiðis skuldi hann reisa
onnur mál í fólkatinginum. Eitt nú
undirgrundsmálið og hernaðar-
málið.
HVOKKIN ER HANN — Grímur á
Skóg. Kann nakar lata vera við at
hugsa um orðini hjá fyrrverandi
formanni fólkafloksins: Ongin yvir
og ongin við síðuna av Føroya
Legtingi. Nú skal sami flokkur
seta uppskotini fram á fólkatingi.
Og hver minnist ikki, hvussu
fólkaflokkurin upp undir hvert
fólkatingsval hevur sagt, at fólka-
tingssessirnir eru týdningarleysir
og eiga at verða avtiknir.
TAÐ ER MØGULIGT AT studuls-
skipanin úr ríkiskassanum skal
leggjast um, men tað er ikki rætt,
at hetta mál verður reist í danska
fólkatinginum, áðrenn tað er við-
gjørt og avgjørt á Føroya Løgtingi.
Løgtingid hevur ikki ynskt at yvir-
taka loyvini til útvarpssendingar.
Og undirgrundsmálið og hernaðar-
málið skulu heilt natúrliga viðger-
ast av umboðum fyri heimastýrið
og ríkisstjórnina. Ikki av fólka-
flokkinum og donskum politikk-
arum í danska fólkatinginum.
føroysku fólkatingssessirnar,
hevur spurningurin higartil verið,
um føroysku fólkatingsumboðini
skulu leggja seg út i innanhýsis
politisk viðurskifti í Danmark ella
ikki. Men nú er ødrvisi. Nú ætlar
fólkaflokkurin at bera tað so í
bandi, at danskir fólkatingsmenn
skulu leggja seg út í innanhýsis
politisk viðurskifti í Føroyum.
Málini skulu takast úr hondunum
á Føroya løgtingi og reisast í fólka-
tinginum.
NÚ SKAL ONGIN KOMA og siga
at fólkatingssessirnir ongan týdn-
ing hava. Øll tey mål, sum fólka-
flokkurin ikki fær meiriluta fyri á
løgtingi, tey skulu reisast í fólkat-
inginum í tí vón, at fólkatingið skal
koma uppí leikin og siga héima-
stýrinum hvar skápið skal standa.
Er hetta ikki at sniðganga løgting-
ið? Er hetta ikki beint tvørtur ímóti
ti sum fólkaflokkurin higartil
hevur sagt um at fólkatingssess-
irnir ongan týdning hava og tí eiga
at verða avtiknir?
TIL SEINAST í rødu síni umrøddi
fólkatingsmaðurin spurningin um
luttøku í donskum politikki. Hann
segði at »frisinnad« arbeiði
gongur tvørtur um landamørk. Tá
vit hava sagt at javnaðarpolitikkur
gongur tvørtur um landamørk,
hevur hetta ongatíð verið
góðtikið.
STUTT SAGT MÁ niðurstaðan
verða, at tá javnaðarflokkurin
arbeiðir saman við danska javn-
aðarflokkinum, so er hetta at
leggja seg út í innanhýsis politisk
viðurskifti í Danmark, meðan tað
eitur »at frísinnað arbeiði gongur
tvørtur um landamerka tá
fólkaflokkurin ger tað sama, t.v.s.
arbeiðir saman við borgarligum
flokkum í Danmark!!!
fyri at koma upp á null
Seinastu trý árini hevur
legmaður við jovnum mill-
umbilum tosað og skrivað,
um hvussu vánalig figg)-
arsteðan hjá tí almenna
var, tá hendan samgonan
tók við.
Tað skal ásannast, at
tey seinastu tvey árini
undanfarna samgonga
sat, vóru stórir trupul-
leikar. Okkara hevuðs-
vinna var rakt av eini
kreppu. Av eini fíggjarlóg
uppá stívliga 600 mió. kr.
var neyðugt at játta meira
enn 200 mió. kr. til fiski-
vinnuna. Hetta svarar til
umleið ein triding av allari
fíggjarlógini tað árið. Av
eini fíggjarlóg uppá meira
enn 1200 mió. kr. í kom-
andi fíggjarári er játtanin
til fiskivinnuna 250 mió.
kr. ella umleið ein fimt-
ingur av allari fíggjarlóg-
ini.
Legmaður hevur sagt,
at allir kassar og allir
grunnar vóru tómir, tá sit-
andi samgonga tók við, og
at tað var neyðugt við eini
lánteku uppá nærum 500
mió. kr. fyri at fylla í aftur
grunnarnar og fyri at fáa
landskassan uppá 0. Men
hvussu nógv hald er í
hesum pástandi. Beint
eftir at sitandi samgonga
tók við, kom ein lýsing í
bleðini frá landsstýrinum,
har sagt varð, at skipaeig-
arar, sum vildu hava
serlán til fiskiskip, skuldu
senda landsstýrinum
umsókn um hetta. Ein
áheitan um at sekja um
pening. Og peningurin til
serlánini var tekur nakað
áðrenn hendan sam-
gongan tók við.
Nakað seinni kom eitt
uppskot frá landsstýr-
inum um at avtaka stutt-
leikaskattin. Hesin skatt-
ur fór í grunnin til bygg-
ing av bygda- og ung-
dómshúsum. Sjálvandi
spurdu vit í javnaðar-
flokkinum, hvussu landið
nú skuldi útvega pening
til grunnin sum letur
stuðul til bygging av
bygda- og ungdóms-
húsum. Og svarið var, at
hetta var ongin spurn-
ingur ta fyrstu tíðina, tá
tað var ov mikið av pen-
ingi í grunninum. Her
hava vit so næsta grunn-
in, hendan samgongan
yvirtók við nógvum
peningi í.
Eisini kom landsstýrið
heilt skjótt í valskeiðnum
við uppskoti um at stovna
alment sjónvarp. Síðani
eru ikki minni enn tvey
hús keypt til almenna
sjónvarpið. Og eisini her
fáa vit at vita, at tann
fíggjarliga síðan av mál-
inum var greið, við tað at
tað var ov mikið av pen-
ingi í sjónvarpsgrunn-
inum. Her hava vit so trý
demir um almennar
grunnar, ið vóru á tremur
av peningi, tá sitandi sam-
gonga tók við, og so er at
spyrja, hvussu hetta sam-
svarar við tað, sum leg-
maður áhaldandi ferir
fram um tómar kassar og
tómar grunnar. Tað sam-
svarar yvirhevur ikki!
Sitandi samgonga fekk
eitt væl útbygt samfelag
og eitt væl útbygd fram-
leiðslutól í arv frá undan-
farnu samgongu. M.a.
fekk hon eisini Smyril og
Teistan. Eykafíggjarlógin
fyri 1982/83 verður í
una varð sett til 28 mió.
kr., so er veruliga hallið
bert stívar 18 mió. kr.
Munurin uppá stívar 9
mió. kr. stavar frá leigu-
inntekuni av Teistanum í
Trinidad. Hesa upphædd
hevur landsstýrið nýtt til
keyp av tyrluni. Var ongin
Smyril og ongin Teisti so
skuldi hendan upphæddin
útvegast á annan hátt.
Síðani 1980 er
fíggjarlógin nærum tví-
faldað. Uttanlandsskuldin
er meira enn tvífaldað.
Hvussu stendur nú til í al-
mennum kassum og
almennum grunnum. Vit
kunnu t.d. kaga niður í til-
takskassan hjá ráfiska-
grunninum. Har skuldi
verið einar 40-45 mió. kr
Nakað av hesum varð
spart upp av undanfarnu
samgongu. Men har er
tómt. Vit kunnu eisini
kaga niður í grunnin til
endurnýgging av fiski-
skipaflotanum. Har terva
einar 40-45 mió. kr. fyri at
fáa grunnin uppá 0.
Við bert at kaga niður í
tveir almennar grunnar
kunnu vit longu nú sláa
fast, at har resta umleið
90 mió. kr. Hjá fiskivinn-
uni eru trupulleikarnir
mikroskopiskir ímun til
tað teir vóru í 1980. Vit
seta eitt útfluttningsmet
fyri og annað eftir. Hóast
hetta resta 40-45 mió. kr. í
tiltaksgrunninum hjá rá-
fiskagrunninum og umleið
sama upphædd í grunn-
inum til endurnýgging av
fiskiskipaflotanum.
Í slíkari steðu vildi ein
og hver annar legmaður
kunna sær at tagt um
tómar kassar og tómar
grunnar hjá eðrum
samgongum.
Vilhelm Johannesen
ÉT
Hin føroyski Fólkaflokkurin
v/ Jógvan Sundstein
3800 Tórshavn
Sambært tíðindir í útvarpinum og blødunum ætlar fólkatingsumboðið hjá
fólkaflokkinum at seta fleiri uppskot fram á fólkatingi.
Talan er um at reisa spurningin um blokkstuðul á fólkatingi. Mannagongdin
má sjálvandi vera tann, at legtingið fyrst tekur steðu til hendan spurning,
áðrenn hann verður lagdur fyri fólkatingið. Undirgrundsmálið, sum liggur í eini
nevnd hjá løgtinginum, verður eisini nevnt ímillum tey mål, sum fólkatings-
maðurin ætlar at reisa á fólkatingi. Talan er eisini um fleiri onnur mál. M.a. um
mál sum hoyra undir heimastýrið og feroysku kommunurnar.
Mannagongdin hevur higartil verið, at slík mál annaðhvert verða reist á log-
tingi ella verða tey legd fyri legtingið áðrenn tey vera legd fyri fólkatingið. Í
onkrum førum verða spurningar tiknir upp og loystir við samráðingum millum
heimastýrið og donsku ríkisstjórnina. Um vit skulu fara eftir tíðindunum í út-
varpinum og blødunum, ætlar fólkaflokkurin nú at broyta hesa mannagongd,
soleiðis at mål í summum forum verða tikin úr legtinginum (undirgrundsmálið)
og legd fyri fólkatingið og í eðrum førum verða løgd fyri fólkatingið, áðrenn
legtingið hevur tikið stoðu.
Hetta samsvarar illa vid ta steðu fleiri flokkar á tingi — teirra millum fólka-
flokkin - hava til fólkatingsumboðanina. Sagt verður jú, at fólkatingssessirnir
ongan tydning hava og at føroysku fólkatingssessirnir tí eiga at verða avtiknir.
Javnaðarflokkurin ynskir fegin at fáa nærri at vita frá fólkaflokkinum hvat
liggur í hesum tíðindum.
Feroya Javnaðarflokkur
Atli P. DAm, formaður