Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. februar 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað gongur stødugt framá hjá Norrønu í Korser-Kiel- siglingini. Seinasta Bileggingarn FITFISKRARAL HAR TI ARI á #4 L-LINE em leygardag var ut- selt. Vøksturin i farmaflutninginum økist ikki so skjótt. 13342354342 3 ÝTI Nú fer Smyril-Line at leita eftir skipi til hesa siglingina í summar. ina størri Hamarin var fallin... Á hard days night! Hann sá troyttur út, har hann stóð mitt á gólvinum í tí nærum myrkalagdu avgreiðsluni hjá Smyril- Line. Við einum kaffi- koppi í aðrari hondini — hinari djúpt í buksilumm- anum. Tað reyða slipsið hekk loyst, á skák. Eyguni hingu — posar. Men hann var eitt stórt bros, tá ljósið var tendrað, eins og pallljós. — Hver stemmaði fyri... umframt, var tað fyrsta, hann spurdi um. Legtingsfundurin er endaður. Tingið hevur samtykt, at landskassin skal veðhalda fyri einum rakstrarláni, ella kreppu- láni til Smyril-Line. Summarsiglingin við Norrønu her í norður At- lantshavi er bjargað og farleiðin Korser-Kiel hjá Norrønu heldur í ellum ferum fram fyrsta hálva árið. Tann aktuella fíggjar- kreppan er loyst. Haftið, ið hevur ligið á Smyril- Line seinastu 14 dagarnar, er loyst. Onkur fær sítt. Lán skulu skip- ast. Stig skulu takast. O.s.fr. Blaðmaður á Sosialinum er farin yvir á avgreiðsl- una hjá Smyril-Line. Saman við áhugaðum Smyril-Line-monnum, sum hava lurtað í legtinginum. Ætlanin er at fáa eina feska viðmerking frá honum sjálvum — stjóran- um. Óli Hammer vísir veg inn á skrivstovuna. Setir seg aftan fyri palisander skrivaraborðið. — Ja, hvat sigur tú? Vit hava ikki meira enn sett okkum, so fyllist rúm- ið við fólki — útvarpið kemur við teimum nýggj- astu tíðindunum frá John- sigurdi úr legtinginum... Legtingið hevur íkveld... iit skip fór Ii månadagin — Summarsiglingin við Norrønu er nú tryggjað. So er tað Korser-Kiel- rutan. So tað fyrsta, vit nú fara at gera, er at fara at leita eftir einum skipi til hesa rutuna, greiðir Óli Hammer, stjóri á P.f. Smyril-Line frá. Fleiri skip eru í tí við- gitna kikaranum. Men hann vil — ella kann — ikki siga nakað um, hverji skip, talan er um, ella hvat felagið roknar við at skula jalda um dagin. Eitt slær li kortini fast — skipið skal ikki vera minni enn Norrøna, helst sterri. Smyril-Line hevur havt eitt skip á hondini. — Vit kundu havt fingið ein bát fyri 60.000 kr. um dagin, men hann fór mána- dagin. Tað var spell, leggur hann afturat. Annars hevur tað gingið fram á við Korser-Kiel- rutuni. Nógv fleiri fólk ferðast við. Seinasta viku- skiftið vóru 6000 fólk við, og leygardagin var útselt. Mikudagin vóru ikki færri enn 1500 ferðafólk við Norrønu. Men tað hevur ikki gingið so væl við farma- flutninginum, sum Smyr- il-Line kundi ynskt sær. Tað gongur eisini fram á á hesum eki, men ikki so skjótt sum við ferðafólki. Í síðstu viku vóru t.d. 140 trailarar = við. Norrøna tekur umleið 30. Í alt ger Norrøna 13 túrar um vikuna. Teir nýggju túr- arnar eru fáir trailarar við — túrarnir á morgni og í vikuskiftunum. Metingin fyri februar heldur Meðan januar-mánaði var ringur hjá Norrønu niðri í tí danska farvatninum, so benda telini fyri tað, sum farið er av hesum mán- aðinum á, at »budgettid« — rakstrarætlanin — fyri februar fer at halda. Januar mánaði er eisini tann ringasti hjá slíkum skipum. Veðrið er ofta vánaligt og fólk hava brúkt nógvan pening um jóltíðirnar. Men sum tað várar, leita fleiri fólk sær á slíkar túrar. Og Smyril-Line brúkar nógv til reklamu. M.a. lýs- ingar í blødum. Talið á rakstrarætlanini — bud- gettinum — sigur 6,5 mill. kr. Hetta er serliga til lýs- ingar í donskum og týsk- um bleðum, men tað verður eisini lýst í svensk- um, hálendskum og eðrum europeiskum dagbleðum og tíðarritum. Sambært teimum upp- lýsingum, ið komu fram í viðmerkingunum til upp- skot landsstýrisins, roknar Smyril-Line við, at Korser-Kiel-farleiðin fer at geva 12 mill. kr. í avlopi, tá avtornar, meðan far- leiðin higartil hevur givið hall. Óli Hammer viðgongur, at tað er sjálvandi ringt at siga, um metingarnar fara at halda, men teir rokna í ellum ferum við, at rutan fer at geva avlop, um eitt gott og nóg stórt skip fæst. Hann vísir á, hvussu umráðandi tað er, at skipið er nóg stórt, tí tað er í vikuskiftunum tey nógvu ferðast og í tí stuttu summartíðini. So tá fólk ferðast, má kapa- siteturin vera stórur Annars sigur hann, at rakstrarmetingarnar fyri Korser-Kiel-farleiðina vór- ðu gjerdar við Prins Oberon sum grundarlag, Eitt skip fór mána- dagin — og tað kostaði 60.000 kr. um dagin!!! og roknað varð við 12 mill. kr. í avlopi, tá leigugjaldið var farið av. Betri tíð til fyrireiking - Hatta var tann eini part- urin í virkseminum hjá tí knappliga eitt ára gamla Smyril-Line. So er tað hin parturin, sum feroyingar hava sterri áhuga fyri — siglingin millum Feroyar og fastlandið og Bretland. — Ja, sigur Óli, vit hava budgetterað við einum yvirskoti upp á 55 mill. kr. Men, leggur hann flenn- andi afturat, nógv halda tað er ert, tí vit høvdu bert eitt yvirskot upp á fimm mill. kr. ifjør. Hann greidir frå, at rakstrarmetingin er gjørd, áðrenn DFDS avgjørdi at sigla vi3 Winston Churc- hill millum Keypmanna- havn og Feroyar tvær ferðir um vikuna. — So nú vita vit einki. Tað er ómeguligt at siga, hvat DFDS tekur, men vit meta tað til einar 10 mill. kr., so yvirskotið verður mett til 45 mill. kr. áðrenn rentur og avskrivingar. Harafturat minnir hann á, at Smyril-Line hevur havt nógv betri tíð at fyri- reika seg í í ár. Í fjør var eingin tíð til fyrireikingar, tí endaliga avgerðin um al- menna partapeningin og veðhaldið fall so seint. Og tí slapp felagið so seint í gongd, at gera vart við seg og selja ferðaseðlar. Kanska ikki fyrr enn tey nógvu hava lagt summar- frítíðina. Eisini vísir stjórin á Smyril-Line á, at í ár verður Norrøna einasta skipið, ið kann flyta ferða- fólk av europeiska megin- landinum til Íslands sjó- vegis. Íslendingar eru givnir við síni sigling. Og sum tað skilst av lagnum, so er stórur áhugi at koma til Íslands. — Hvat grundar Smyril- Line hesi, í nógvum eygum optimistisku, rakstrartelini á? Óli upplýsir, at bílegg- Leygardagur 11. februar 1984 ar eru helvt- havt at brúka av, og summstaðni ingarnar, bókingarnar, longu nú eru 50 prosent størri í år enn ifjør. Og enn er rættuliga tidliga å åri. Tær stóru bókingarnar koma ikki fyrr enn í mars mánað. Tey, sum higartil í sterri tali hava bilagt ferða- seðlar, eru týskarar. Hesir eru saman við onglend- ingum tíðliga úti um seg. Norrøna skal flyta nógvar týskarar til Íslands, men hinvegin eru tað higartil ikki nógvir íslendingar, sum hava ætlanir um at fara suður á meginlandið við Norrønu. Í hvussu er hava teir ikki keypt sær ferðaseðilin enn. Um sjálva siglingina í summar sigur Óli seg vera harman um, at Smyril- Line sleppur Skotlandi. — Men útrokningarnar vísa, at vit tjena meira við at sigla beinleiðis til Dan- markar og Noregs, og tað mugu vit leggja okkum eftir, um vit skulu klára okkum. Nú sigla vit tveir túrar inn á meginlandið afturímóti bert einum ífjer. — Nei...tað er ringt at siga, hvat er eftir. Um inn- tekumetingarnar fara at halda, so skuldi nakað verið eftir. Um ikki so noyddir at steðga — Lætnaði tað, tá løgting- ið nú samtykti at veita tykkum 12 mill. kr. í veð- haldi? — Ja, tað lætnaði tá hetta kom i gjøgnum, tí vit kunnu siga tað so- leiðis, at vit hava einki fingið gjert seinastu fjúrt- an dagarnar. Um vit ikki fingu hetta veðhaldið, so hevdu vit helst verið noyddir at steðga gjald- ingunum. — Siglingin seinastu mánaðirnar hevur givið undirskot, so vit hava skumpa eina skuld framm- an fyri okkum. Um, hvussu hon er fíggjað, sigur Óli, at nakað hevur felagið hevur felagið fingið til- segn at bíða við gjald- ingum, til nakað varð greitt Eingin brelari — Í einum blaði varð sagt, at tað var ein »brølari« at fara at sigla millum Kor- ser og Kiel! — Ein skipsmeklari hjå A.P. Møller, id skuldi hjålpa til vid vetrarsigl- ingini, hevur akkurát sagt, at henda loysnin er tann frægasta, um vit ikki skuldu havt lagt skipið, sigur Óli frá. — Tað var eisini mekla- ríið hjá A.P. Møller, ið skuldi skipa >vetrar-chart- urin< millum Sout- hampton, Las Palmas, St. Helena, Cap Verdi-oyggj- arnar og Cape Town — men hesa siglingina fekk ein gamal grikki, vit hevdu ikki kunnað farið so langt niður. — Í viðmerkingum til fyrra uppskotið um veð- hald sigur landsstýrið, at Smyril-Line fór undir vetr- arsiglingina uttan at hava boðað landsstýrinum frá! — Tað passar ikki. Vit hevdu fund við lands- stýrið um Korser-Kiel- ætlanina, so landsstýrið var vitandi um hana. Í letuni starvast eini 150-160 fólk hjá Smyril- Line. Tey flestu við skip- inum. Men á avgreiðsluni hava 5-6 arbeitt í vetur, men móti sumri skulu fleiri takast inn. Annars verður farið yvir til edv- bílegging av ferðaseðlum. Tað fer at lætta um, og skapa sterri meguleikar í avgreiðsluni. Eisini fer tað at bera skjótari til at svara fyrispurningum frá fólki um ferðaseðlar. Um Smyril-Line leigar ella keypir eitt skip afturat, ja, so veksur talið av arbeiðsplássum við umleið 150... jo-mo