leygardagur 11. februar 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Landsstýrið revsar øll
tey, sum bygdu sær hus
i fjør
Hóast mangar åvaringar
frå mongum síðum tykir
sum landsstýrið heldur
fast við at fáa samtíðar-
skattaskipanina framda
nú, og at virka frá 1. apríl.
Tey, ið hava ávara, hava
m.a. víst á, at ein tílík stór
umskipan í skattaskipan-
ini ber nógv í sær, og tí er
sjálvandi so alneyðugt, at
kanna allar detaljur til
botns. Hetta sigur lands-
stýrið seg hava gjert. Teir
eru so klókir — ikki minst
fíggjarmálaráðharrin.
..Men nú komið er so
langt, at skattauppgávan
skal skrivast, fara fólk at
varnast um ávís viður-
skifti, sum raka nekur
beinleiðis
Lat okkum bert taka
eitt av ivaleyst fleiri
demum um órættvísar í
teirri skipan, sum lands-
stýrið fyri ein og hvenn
prís vil fremja nú.
Taka vit t.d. ein, sum
hevur bygt sær hús í fjør,
og lagt lánini um frá
byggilåni til prioritetslán.
Sum kunnugt er rentan
mest fyrsta árið, og har-
aftrat taka bankar og
sparikassar sokallaða
provisión, tá hesi lán
verða umskipað.
Eftir gomlu skipanini
hevði tú kunnað drigid
42% av rentuútreiðsl-
unum fyri 1983 frá skatt-
inum, harafturímóti kanst
tú eftir nýggju skipanini
draga 42% av rentuút-
reiðslunum fyri 1984 frá
skattinum.
Hetta ger, at árið 1983
heilt dettur burtur, og tú
hevur mist allan rentufrá-
drátt fyri hetta árið, og
ongantíð fær hann aftur.
Tað skal viðmerkjast, at
tað ikki bert eru tey, sum
hava bygt í 1983, sum
koma illa fyri, men eisini
tey, sum bygt hava sein-
astu árini. Soleiðis at
skilja, at tess nærri 1983
tú bygdi, tess verri verður
tú fyri.
Við einum taldømi kann
hetta sigast soleiðis:
Bygdi tú í 1983, og
hevði eina rentu og provi-
siónsútreiðslu uppá kr.
50.000,— kundi tú draga
21.000,— krónur beinleiðis
frá skattinum í ár. Hesar
21.000 krónurnar fært tú
ongantíð loyvi at draga
frá eftir nýggju skipanini.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Tær hevur tú mist. Bygdi
tú harafturímóti í ár, misti
tú ikki eitt einasta oyra
Nú kann onkur kanska
siga, at eftir eini keldu-
skattaskipan fella bæði út-
reiðslur og inntekur burt-
ur árið fyri at kelduskatt-
urin virkar. Hertil er at
siga, at meðan øll fáa eina
skattafría innteku, rakar
áðurnevnda demi bert tey,
sum váðaðu sær at velja
ár 1983 at fáa sær tak yvir
hevdið.
Sámal Christiansen
Terrorstaturin Ísrael
í grein i Sosialinum nr. 14
sigur Vilhelm Johannesen,
it Ísrael verður stýrt av
ægri maktum, og ikki er
neguligt hjá mannahond
it leggja seg út í viður-
skifti tess. Ísrael er Guðs
itvalda land og eigur ikki
it verða nortið við.
Ymiskt taltilfar finst ið
man vera rættiliga ókent í
Feroyum og sum ger, t vit
mugu hugsa okkum um
meira enn einaferð, áðrenn
vit breiða okkum um
undurbæri Ísraels.
Tað átti at verið óneyð-
ugt at sagt frá endamál-
inum við vápnum og
vápnaframleiðslu. Til tær
ivandi sálirnar, um nekur
slík framvegis finst: vápn
verða næstan 100% nýtt
til dráp av ósekum fólki.
Í 1973 varð góður trið-
ingur av bruttotjóðarúr-
tøkuni hja Ísrael nýttur til
vápnamegi og -fram-
leiðslu. Um ársskiftið
1981-82 var vápn stersta
útflutningsvera Ísraels —
40% av samlaða útflutn-
inginum t.e. nógv meiri
enn tærnógv umtalaðu
"affa appelsinurnar.
Samstundis var vápna-
ramleidsla størsti
einstaki ídnaður landsins.
81% av vápnunum, ið
junta'in í El Salvador
nýtir, fær hon úr Ísrael.
Seinastu seks
mánaðirnar hjá einaræði
Somosa í Nicaragua fekk
hann 98% av vápnum
sínum úr Ísrael. Israel
hevur breitt sivilt og
hernaðarligt samstarv við
diktatoriska apartheid-
stýrið í Suður-Afriku. Um-
framt hettar fáa junturnar
í Argentina, Chile, Guate-
mala og Equador vápn úrf
Ísrael.
Sostatt leggur Ísrael ein
óhugnaliga stóran part av
orku síni í menniskjafígg-
indaligt tilfar, ið myrðir
hundraðúsundtals av
Guðs bernum. Og ikki
nokk við tað: Ísrael ger
tað eisini meguligt hjá
fascistiskum diktaturum
at kúga miljónakópar av
illa steddum og niður-
undirkomnum meðmenn-
iskjum. Ísraelski staturin
smæðir seg heldur ikki
burtur í hesi skakandi
mynd av alheimsvirksemi
hansara. Hann terroriser-
ar palestinensisku
grannar sínar, skjýtur
verjuleys og ósek sivilfólk
frá hond, og nýtir pínslu-
hættir í fongslum sínum
sum fáa sjálvt metodur
Hitlers í KZ-legunum at
blikna.
Alt hettar meðan eitt av
teim 10 boðunum hjá Guði
sigur: tú mást ikki sláa
ihel. Eisiniigur Guð, at um
tú verður sligin, eigur tú
at venda hin kjálkan til.
Ilt er at síggja samsvarið
ímillum hesi orð og gerðir
Ísraels, ið sigst umboða
Guðs kærleika á jorð.
Av hesum kunnu vit
bert koma til tvey úrslit:
antin at tað sum hendir í
Ísrael er ímóti Guðs
boðum og als ikki hevur
samtykki Guðs, ella, at
Guð er ótrúliga inkonse-
kventur, krígsgalin og
órættvísur, aðrar megu-
leikar dugi eg ikki at
síggja.
Skulu vit til alla tíð og
ævir bara seta kikaran
fyri tað blinda eyga og
ræðast/góðtaka dóm
McCArthyismunnar í Fer-
oyum og lata vera við at
seta spurnartekin, hugsa
kritiskt og sjålvstødugt?
Fróði Holm Knudsen
tíðindablaðið sgsialurin
be ———
Hugleidingar yvir
uppgåvuna
So fekk eg enn einaferð
sjálvuppgávuna frá hond-
ini, og vónandi er hon rætt
og greitt avgreidd.
Men harra landsstýris-
maður í skattamálum, ivi
stingur seg upp hvussu
rættvíst tað er, at eg skal
seta nýtsluna av fríum bili
til kr. 17.300,— tá eg
heldur brúki buss enn bil
til privatørindir. Undir
eilum umstødum brúki eg
ikki bilin hjá virkinum so
nógv, sum eg síggi bæði
starvs- og tænastumenn
hjá landinum brúka bil-
arnar hjá landinum í
privatum erindum.
Tú sært teir dagliga
| koyra millum heim og
skrivstovu bæði á morgni
| — degurða og á kveldi. Ja
og hvussu er um viku-
skifti?
Harra landsstýrismaður
í skattamálum, hvussu
nógv skulu hesir starvs-
og tænastumenn uppgeva
til skattavaldið fyri frían
bil?
Eg havi hoyrt at tað í
” hesum samgongusåttmåla
stendur nakad um, at
privata og almenna for-
bfukid skal tólmast.
Sjálvandi verður mitt
forbrúk tálma nakað, tá eg
skal skattast av kr.
17.300,— fyri brúk av
bilinum hjá virkinum.
Men verður roynt at
tálma tað almenna for-
brúkið á hesum eki?
Harra løgmadur, tygum
sum hava landsins tæn
astu- og starvsmenn um
hendi, kunnu bert við eini
Álit Javnaðarfloksins í Smyril-Line-málinum:
— 11. februar 1984
sjálv-
reglugerð svarandi til tær,
sum fyri mongum árum
síðani vórðu fyrisettar í
hinum norðanlondum seta
ein »stoppara« fyri privat-
nýtsluni av landsins
bilum.
Tað eru ikki smápengar,
sum ár um ár eru farnir til
privatnýtslu á hesum eki,
og tað eru ikki smápengar,
tygum kunnu spara skatt-
gjalaran fyri framyvir, um
henda privatnýtsla verður
avmarkað mest meguligt
við eini reglugerð.
Til heystar má eg meta,
um hesin setningurin í
samgongusáttmálanum
bert er orðaskvaldur sum
so nógv annað.
Skattgjaldari
Sterri almennur partapeningur
verið munabesta hjálpin hjá felagnum
Javnaðarfloksins prin-
sipiella steða í siglingar-
málinum er, at tí al-
menna skuldi verið loyvt
at hildið fram við teirri
uttanlandssigling, sett
varð í verk í 1975, ella at
uttanlandssiglingin i
minsta lagi helt fram i
samarbeiði á jøvnum feti
millum almennan og
privatan partapening.
Út frá hesum hevur
flokkurin ferð eftir ferð
mælt til, at hitt almenna
setti munandi pening í
felagið, soleiðis at fel-
agnum varð tryggjaður
frægasti rakstur, og tí
almenna varð veitt rími-
ligt innlit og ávirkan, so
sum náttúrligt er, tå
hugsað er um, at almenn
skattaborgara-veðhald
skulu verða grundsteðið
undir. rakstrinum eina
langa tíð.
Felagið sekti lands-
stýrið um at útvega 40%
av partapeninginum,
men sýtti samgongan
fyri hesum, og varð sum
kunnugt úrslitið, at
landskassin setti í 20%
av eginpeninginum.
Hesin partur er síðani
vaksin til 27%, av tí at
samanlagt eru fyribils
bert inngoldnar góðar 10
mió. kr. í partapeningi.
Fyri henda partapen-
ing hevur landsstýrið
ikki valt umboð í nevnd
felagsins, og er tí íkki
logið, at tiltakið til at
hjálpa felagnum í likvidi-
tetskreppuni, íkomin er,
kemur so seint í lag.
Vitandi at partar av
samgonguni hava so
stóran mótvilja ímóti
ov nógvum almennum
partapeningi — hóast
munabesta hjálpin lá í
hesum, so sum felagið
eisini sjálvt hevur mett í
umben síni við 40% — er
Javnaðarflokkurin til
reiðar at minka tilmæltu
upphæddina í uppskoti
nr. 46 upp á 4 mió. kr. í
almennum partapeningi
niður í 1,2 mió. kr., sum
verða útvegaðar við, at
útlegg landskassans
verða »konverterad« til
partapening.
Orsøkin til, at javn-
adarflokkurin i hesum
feri slakar so nógvar frá
prinsipiellu steðu síni,
er, at hann metir uttan-
landssiglingina so tydn-
ingarmikla, at hon undir
ongum umsteðum má
steðga, og flokkurin tí
vil rætta borgarliga
meirilutanum — sum í
stríðnum við seg sjálvan
hevur mist evnini til at
skera igjøgnum við eini
loysn — eina hond, sum
hann kann nýta til at fá
eina góða fyribilsloysn.
Javnaðarflokkurin he-
vur framvegis álit á, at í
skilagóðum samarbeiði
millum hitt almenna og
privatar kreftir kann
ferðamanna- og farma-
sigling á ellum hevum
gerast ein týdningar-
mikil táttur í búskapi
føroyinga — og serliga
munagott kann hesin
táttur medvirka til at út-
vega neyðugt tal av
arbeiðsplássum til foroy-
ingar.
Lógaruppskot javn-
aðarfloksins var so-
ljóðandi:
$ 1. Landsstýrinum verð-
ur heimilað landskass-
ans vegna at veðhalda
fyri einum láni upp til 10
mið. kr. til p/f Smyril-
Line.
2. stk. Treyt fyri veð-
hildnum er, at felagið út-
vegar í minsta lagi kr.
1.400.000 aftrat í parta-
peningi, og at veðhalds-
útlegg landskassans upp
á kr. 1.200.000 verða upp-
tíkin sum partapeningur
í felagnum.
$ 2. Henda lóg kemur í
gildi beinan vegin.
A
Framhald av síðu 7
verandi útrokningum er
kr. 1,48 í veruleikanum
bert er kr. 0,60, og er tað
nakað heilt annað.
Hetta uppskot er ikki
nekur loysn uppá stud-
ningsspurningin, men hett
eigur at verða umhugsað
sum lið í eini framtíðar
skipan. Núverandi orða-
skifti er í hvussu er
rættuliga mannminkandi
fyri tann partin av fiski-
vinnuni, sum hóast alt fær
fiskin uppá land, og sum
fyri so vítt er grundarlagið
Óli Jacobsen