leygardagur 11. februar 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Meira enn 2000 tons av
fiskarestum enda í klo-
akkini — tey kundu verið
brúkt í landbúnaðinum -
— og vit hevdu minkað um innflutningin av kraftfóðuri
Feroyskir
jarðarbrúkarar hava fyri kortum
luttikið á einum skeiði
á Háskúlanum, har
fyrilestrar vórðu hildnir og har hevi var at tosa
um felags áhugamál og trupulleikar.
Ein teirra, ið luttók á skeiðinum, var Jákup
Eidesgaard, bóndi á Eiði. Tíðindablaðið Sosialurin
hevur tosað við Jákup m.a. um teir trupulleikar
bóndur nú hava at dragast við, tá teir av álvara
skulu til at fera roknskap. Eisini tosa vit um
viðurskiftini hjá landbúnaðinum annars
Eitt tílíkt skeið er eitt
ófert tiltak til frama fyri
landbúnaðin her á landi.
Tey, sum hava lagt tað til
rættis, eiga alla tøkk uppi-
borna.
Hetta sigur Jákup
Eidesgaard, bóndi á Eiði í
samreðu við Tíðindablaðið
Sosialin, í samband við
landbúnaðarskeiðið á Há-
skúlanum herfyri.
Jákup luttók sjálvur á
hesum skeiðnum, sum
Føroya Háskúli skipaði
fyri herfyri. Vit hava
tosað við Jákup um spurn-
ingar, sum vórðu viðgjerd-
ir á skeiðnum og eisini um
okkurt, sum ikki nógv
varð gjørt við.
— Eg trúgvi ikki, at hesi
skeið bert eru til gagn fyri
okkum bendur. Eg haldi
eisini, at tey eru til stórt
gagn fyri tað felags-
arbeiði, sum í so stóran
mun tervur er á millum
okkum bendur. Bóndirnir
verða meira samansjóv-
aðir, kunnu tosa saman
við felags trupulleikar
oma.
Her uppi undir Slættaratin
di hevur Jákup gjert royndir við nývelting
Roknskapur
Jákup hevur serliga hug
at tríva í spurningin um
jarðarbrúk og skattur.
Hann sigur:
— Ein maður frá Jógvan
Sundstein greiddi sera
væl frá hesum evninum.
Tíanverri má ein ásanna,
at vit mjólkaframleiðarar
eru teir einastu í Feroyum
í dag, sum rinda ognar-
skatt.
Tú setur ein kálv við og
feðir hann upp. Tú skal
passa hann í tvey ár, og tá
hann fer at mjólka, skal
hann so inntekuferast við
5.500 kr. Hesa upphædd-
ina meti eg vera eitt slag
av ognarskatti.
Men tær kunnu vit so
avskriva aftur, um henda
sama kúgv livir sín aldur
og verður dripin. Tá kann
hon avskrivast í mun til
tað, sum kjetprísurin tá
er. Men missir tú kúnna
t.d. hon detturoman, so
eru teir pengarnir innteku-
førdir og verða ikki av-
afturtiknir.
Teir, sum nera um
fjósið!
Jákup heldur fyri, at tað
er tann, sum skal nera um
sítt fjós, sum hevur
sterstu trupulleikarnar.
— Td. skal ein, sum
byggir sítt fjós út og setur
10 kálvar við, inntekufer-
ast fyri 55.000 kr., ið
gevur eina skattarokning
uppá í minsta lagi 20.000
kr. Hetta meti eg sum eina
revsing, tí teir pengarnar
kann hann ongantíð
skriva av aftur.
Jákup heldur tað vera
legið, at teir fyrst fingu at
vita frá líkningarráðnum
— tá landbúnaðurin
gjørdist békhaldsskyld-
ugur, at roknskapurin
skuldi vera sera einfaldur
at seta upp.
Tí nú er steðan beint
tverturímóti.
— Hjá okkum, sum
arbeiða umleið 4000
arbeiðstímar um árið, er
tað trupult at seta seg og
brúka so nógva tíð til at
gera roknskapin. Eg haldi,
at tað átti at verið eins
ærligt, at roknskapurin
var so einfaldur, at
inntekur vórðu ferdar inn
á eina síðu og útreiðsi-
urnar á eina aðra, og at
munurin tá var tann
skattskylduga inntekan.
Velting og ognar-
menn
Jákup vísir síðani á ein
annan tverleika í samband
við roknskapin. — Er tú
ognarmaður og eigur eitt
stykki av ódyrkaðum
lendi innangarðs, sum t.d.
er 20.000 kvm., so fær tú í
dag 70.000 kr. í studningi,
tá tað er liðugt at velta.
Hetta stykki gevur so
fóður til fýra neyt.
Tá tú so skal seta rokn-
skapin upp, skal tað virð-
ismetast. Tá verður velt-
ingin mett sum ein virðis-
øking av sjålvari ognini.
Onkur sigur, at virðis-
økingin er sama upphædd
sum studningurin, onkur
annars sigur, at hon er tað
tú fær fyri at selja henda
bein. Taka vit so 20.000
kvm av be og skulu rokna
út seluvirði, so vita vit, at
her verður talan um eina
sera stóra upphædd.
Her verður so kanska
inntekufert eitt virði uppá
umleið 200.000 kr. og tú
fær so eina skattarokning
hareftir. Jákup vísir á, at
tå helvtin av Føroya jorð
er ogn, tå kann helvtin av
Føroya jerð ikki veltast
vid verandi skattaskipan.
Tað verður rætt og slætt
alt ov dýrt.
— Egh avi sett mær
tann spurningin, um
skattamyndugleikarnir ve-
ruliga ynskja at steðga
landbúnaðinum heilt. Vit
bóndir skulu gevast við
mjólkaframleiðslu — tyk-
ist tað.
Eg haldi teir heldur áttu
i ye mt ;
Leygardagur 11. februar 1984
Jákup Eidesgaard, bóndi á Eiði
at sagtokkum um vit
skulu gevast, heldur enn
at seta okkum hesar treyt-
ir við í samband við rokn-
skapin.
Svárt verður tað at
skula gevast, tá tú hevur
brúkt so nógv ár av tíni
manndómstíð til at upp-
byggja eitt jarðarbrúk.
Kcngs!
— Nú hevur tú nevnt
ognarbóndir, men hvussu
við kongsbóndrunum?
— Taka vit avskriv-
ingarreglurnar, so kann
ein kongsbóndi ongantíð
avskriva ein bygning meir
enn rentur og avdráttir
uppá lán til jarðarráðið.
Tað er so uppá umleið 40
ár.
Ein ognarmadur' kann
avskriva fjósið við 6% um
árið. Hvat viðvíkur