leygardagur 11. februar 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 11. februar 1984
Orð og myndir: Jan Miiller
maskinunum, so er tað ein
spurningur um, hvussu
tær eru fíggjaðar. Eru tær
figgjadar við langfreist-
aðum láni úr jarðargrunn-
inum, so kann tú ikki av-
skriva tær skjótari enn
uppá 40 ár. Men hevur tú
fíggjað tær sjálvur ella við
bankláni ella láni úr jarð-
argrunninum yvir stutta
tíð, so kunnu vit brúka
vanligu avskrivingina við
35%, men er tað við lang-
freistaðum láni úr jarðar-
grunninum, so er eingin
meguleiki at avskriva
skjótari.
— Klárar tú sjálvur at
seta henda roknskapin
upp?
— Eg eri bangin fyri, at
fleiri av okkum bóndrum
eru noyddir til at fara til
ein revisor fyri at fáa hann
at hjálpa okkum. Tað
kostar okkum so 2000 til
3000 kr.
18 kríatúr
Fjósið hjá Jákupi liggur
norðan fyri Eiðis, á
Búmúla. Nýggja fjósið
varð tikið í brúk fyri
umleið sjey árum síðani. Í
dag hevur hann 9 mjólki-
kýr umframt 9 ungneyt.
Jákup hevur velt fleiri
leigutrædir, sum hava
givið nógv gras, soleiðis at
hann í dag hevur ríkiligt
at grasi.
Haraftrat hevur hann
umieid 3 ha., ker
slåast Pjo i
summar. I løtuni eru lp i
ferð við at byggja fjósið út
til 21 mjólkikýr.
Jákup vísir her á, at fyri
at nera um talið á mjólki-
neytum úr 9 upp í 21, fer
hann at fáa eina eyka
skattabyrðu uppá umleið
24.000 kr. sum tekk fyri,
at hann økir um fram-
leiðsiuna.
— Eg eigi eisini eitt
stykki uppá 15.000 kvm.,
sum kann veltast. Geri eg
so tað, so kann eg vænta
at fáa eina rokning frá
myndugleikunum, sum
svarar til studningin, ið er
3 kr. fyri kvm., tá velt
verður.
— Men til at fáa mjólk
skulu vit ikki klaga, sigur
Jákup víðari. — Vit hava
ligið tey seinastu árini
uppá umleið 7000 litrar
uppá kúnna.
Men prísirnir bæði á út-
reiðslu- og inntekusíðu eru
farnir tann skeiva vegin —
frá tí át vit byrjaðu. Sein-
asta heyst hækkaði kraft-
fóðurprísurin við umleið
30 oyrum pr. litur av
mjólk, sum tú framleiddi.
Vit fingu 20 oyru í kom-
pensatión, tvs. kortini 10
oyru tann skeiva vegin.
Og fyri ein, sum hevur
umleið 10 til 12 kýr verður
tað ein minking av ársinn-
tøkuni uppá einar 6000 til
7000 kr.
— Samstundis sum
aðrir stættir í samfel-
agnum fingu umleið somu
upphædd í lenarhækkan,
sum prísveksturin, fingu
vit tað í lenarlækkan.
Soleiðis hevur gingið alla
tíðina.
Bygdamenning
og útlit
Vit hava hoyrt orðið
bygdamenning brúkt
mángan — ikki minst av
politikarunum, men nú vit
skulu til at fera nágreini-
ligan roknskap yvir alt, so
hava teir lagt bygdamenn-
ingina stilla. Bygda-
menning eigur fyrst og
fremst at verja um jarðar-
brúkið.
— Hvussu metir tú út-
litið hjá mjólkaframleið-
arunum?
— Taka vit sum dømi,
so kundi ein mjólkafram-
leiðari fyri 30 árum síðani
fáa eina arbeiðsmannalen
fyri at framleiða umleið 4
litrar av mjólk um tíman.
Í dag skal hann fram-
leiða umleið 10 litrar.
Og taka vit so seyðin, so
kundi ein maður fyrr fara
Jákup hevur 9 mjólkikýr, men ætlar at byggja út til 21
á sjall fýra ferðir um árið
og fáa eitt lamb afturfyri.
Í dag er ikki meira enn eitt
lamb klárar útreiðslurnar
hjá einum fjallmanni.
Orsekin til at mjólka-
framleiðslan ikki hevur
klárað at hildið »tørn«
kemst av tí, at legtingið
hevur misrekt bæði lógar-
og royndararbeiði.
Sjálvur haldi eg, at tað
er so mangt, sum kundi
verið gjert fyri at bett um
steðuna hjá landbúnaðin-
um.
Fiskur — te
T.d. vita vit, at tað í dag
renna umleið 2% av inn-
vigaðu fiskanegdini á
flakavirkjum út í kloakk-
ina. Her er talan um eini
2000 til 2400 tons, sum
kundu verið brúkt til teð.
Tá hevdu vit so eisini
fingið eitt reinari um-
hvervi. Í dag noyðast vit
at keypa dýr kunstteð
sum serliga tyngja tey
nýggju brúkini, sum hava
velt nógv úr nýggjum.
Tey mugu nevniliga taða
meira enn teir, sum hava
gamlan be.
Var hetta fiskaslógvið
heldur rotað og gjert til
teð, tá hevði tað munað
nógv í búskapinum um-
framt at tað hevði sloppið
okkum av við nakað væl
av kunsteðum.
Jkaup vísir her til, at
teir gomlu plagdu at
koyra garnar, livur og
annað av fiski í eina tunnu
og tá tað so hevði staðið í
eina tíð stoyttu teir vatnið
út á bein. Tað var tá
frálíkt teð.
— Men er tað so galið, at
allir bóndirnir í Feroyum
hava trupulleikar.
— Tey einastu fjósini,
sum hava eina hampuliga
úrteku, eru tey gomlu
fjósini, sum hava be, ið
tey kunnu sláa við
maskinum. Og tey fjósini,
sum hava nert um neyta-
Fjósið liggur úti á Búmúla norðan fyri Eiði
talið í 50- og 60-árunum
við at útbyggja fjósini.
Men kemur ikki broyting í
skjótt viðvíkjandi jarðar-
brúkinum her á landi, so
verður skjótt eisini torfert
hjá teimum fjósunum at
klára seg.
— Men er eingin bati í eyg-
sjón?
— Verður lógin um
kongsjerð samtykt, so
kann henda broyting til
tað betra.
Ætlanin við hesi lóg er,
at teir garðar, sum liggja í
órekt, skulu takst frá
bóndrunum og latast
eðrum.
Tá eru so meguleikar
fyri, at fleiri garðar verða
tekir hjá monnum, sum
hava áhuga fyri jarðar-
brúki og lærdóm og
ynskja at arbeiða innan
jarðarbrúkið.
Ætlanin er so eisini, at
tað skal verða fram-
leiðsluskylda á gørbunum.
— Hvussu stendur tú
sjálvur í tí fíggjarliga?
— Seinasta ár var um-
setningurin umleið eina
kvart millión kr. Men við
eini lánibyrðu uppá umleið
700.000 kr., kann ein
skilja, at tað er ikki lætt at
fáa endarnar at rekka
saman.
— Men er tað ikki so, at
fólk framvegis í dag hald,
at bóndirnir eru væl fyri?
— Tað er helst fólka-
tankin í dag framvegis.
Men tað er ikki so. Bóndin
er tann, sum hevur minst
pengar í umsetningi tó við
undantaki av teimum
gerðum, sum eru væl rikn-
ir og eiga nóg mikið av
gomlum be.
Teir smærri garðarnir
og teir, sum liggja meira
óhegliga fyri, teir hava
vánaligan umsetning.
Jakup hevur velt upp úr
nýggjum uppi undir
Slættaratindi. Hann
hevur í dag umleið 90.000
kvm. av veltaðari jerð.
Tað mesta er undir Slætt-
aratindi.
Jákup fór sjalvur undir at
velta so hegt uppi, hóast
tað ikki hevur verið roynt
fyrr, og hóast onkur ráddi
honum frá hesum. Vit
spurdu Jkaup, hvussu
hesar royndirnar hava
gingist.
— Tær hava eydnast
væl, men vit byrjaðu at
velta við maskinum hóast
vit høvdu ov lítlan kunn-
leika til at velta hesi
ókendu lendini við
maskinum. Nú vísir tað
seg, at tað var ikki rætt at
brúka tær maskinurnar, tí
bøurin gevur ikki ta
úrteku, sum ein kundi
ynskt. Vit vóru helst ov
bráir at sáa gras í moldina.
Vit skuldu havt latið sól
og frost arbeitt hana
meira fyrst.
Men tá eingin royndar-
steð er og einki royndar-
arbeiði hevur verið, so
hava vit sum byrjaðu av
velta tá og byggja fjós,
verið eitt slag av royndar-
steð.
Men vit hava so megnað
at fingið so mikið av gras-
ið, at vit hava havt ríkiligt
til tey 18 kríatúrini, vit
hava í fjósinum.
— Hvat er títt stersta
ynski nú vit skriva 1984.
— Tað er, at royndar-
arbeiði verður byrjað
beinanvegin. Somuleidis
kanningar av stráfóðuri
og plantum, sum geva
meira fóðurvirði enn tað
føroyska grasið. Og ti
kraftfóðurrokningin er
vorðin ein so tung byrða.
Herfyri fekk eg at vita,
at nú hevur Havsbrún
gjert fiskamjøl, sum skal
vera eins gott og ein kraft-
fóðurblanding, ið vit
keypa uttaneftir. Men nú
er so prísurin á henni
vaksin við 50 oyrum kilo
go er prisurin á kraftfóður-
blandingini við fiskamjøli
so hegur, at tað er ein
spurningur, um vit skulu
venda aftur til tað út-
lendska kraftfóðuri.
— Hvat heldur tú vit
kunnu gera fyri at minka
um kraftfóðurnegdina?
— Har eru nógvir megu-
leikar. Eg nevndi hatta
við fiskaslógvinum. Men
vit vita eisini um retur og
slíkt, sum kann plantast í
Feroyum. Men trupul-
leikin er m.a., hvussu vit
skulu fáa hetta upp úr
aftur teirri vátu moldini
um heystið. Hverjar
maskinur skulu vit brúka
til tað. Tað er tí spurn-
ingurin at finna fram til
plantur, sum hava sterri
fóðurvirði enn tað
føroyska grasið — og
síðani brúka til fóður fyri
at spara kraftfóður.
Ein annar meguleiki at
spara kraftfóður er hjá
teimum, sum bert hava
seyð.
Seyðurin!
Vit vóru fleiri, sum sein-
asta vetur tóku súr-
hoyggjaroyndir og tað
vísti seg, at har var ein
fjórðingur størri fóður-
virði í grasi, sum varð
sligið um jóanseku, enn
grasið, sum var sligið í
august. So um seyðabónd-
urnir hugsaðu um, tá teir
høvdu gingið fjall um
heystið, at teir stongdu
bein av, so eingin seyður
slapp inn á hann, og so
legdu seg eftir at sligið
grasið á jóanseku til fóður
til seyðin, so kundu teir
helst sloppið undan at
givið seyðinum kraft-
fóður. Tá kundu teir so
sligið aftur í august og tá
havt eina stóra rúgvu av
grasstráfóðuri at givið
seyðinum ístaðin fyri
kraftfóður.
Tá teir so vóru lidnir at
sláa í august, so at slept
seyðinum inn á bein og
vita, hvussu tað hevði
riggað. Í september er
sum er ov lítið gras í hag-
anum. Her er so aftur eitt
royndararbeiði.
So mítt ynski er, at vit
kunnu byrja royndir bein-
anvegin. Tí skulu vit bíða
við ellum royndarbeiði, til
royndarsteðin er liðug, so
koma vit, sum eru til-
komin onga gleði at fáa av
henni.
Latið okkum tí nú fáa
ein royndarstjóra, sum
kann fáa gongd á
royndirnar undir verandi
umsteðum, til steðin
byrjar av álvara. Tá so
steðin er liðug, kann fuli
orka setast á, endar Jákup
Eidesgaard.