Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

0 57. árg. % kr. 5,- Sum vit síggja á blaðsíðu 6 hevur Sosi- alurin fingið nýggjan blaðstjóra —nýggja blaðleiðslu. Jan Múller er settur sum blaðstjóri við ábyrgd yvirfyri pressulógini, meðan Krisjan Dahl verður politiskur blaðstjóri og fyrisit- ingarstjóri. E ftir at Tórfinn Smith segði arbeiði frå sær á Sosialinum hevur verið tingast um, hvussu best var at loysa leiðsluspurningin, tí eyð- vitað er, at tað kann vera torfert at finna tað rætta stevið, bæði til at rekja uppgávuna við blaðskrivingini og síðani eisini at halda skil á ollum tí, sum fyriferst á einum virki við nógvum starvandi. Ursiitis er nu, at leidsluspurningurin er byttur soleiðis, at Jan Miiller verður blað- stjóri við ábyrgd yvirfyri pressulógini og kemur at verða tann, sum hevur ábyrgdina av at blaðið fæst frá hondini hvenn dag og annars fær tað snið, súm neyðugt er við einum tíðindablaði, meðan Krisjan Dahl tekur sær av tí politiska tilfarinum og virkis- leiðsluni. T V it vóna, at henda broytingin fer at vignast og megu samstundis leggja aftrat, at tann arbeiðsbyrða, sum lå á fyrra stjóranum, Tór- finni Smith var í so knógvandi. Dr árini Tórfinn Smith sat fyri blað- húsinum, var tað hansara ábyrgd at fáa tingini at glíða. Ikki minst, tá uppbyggingin av virkinum stóð fyri. Hetta mátti slíta. Tað er øll orsek til at takka Tórfinn Smith fyri væl úr hondum greitt arbeiði, somuleiðis sum vit eisini takka konu hansara Gudbjørg fyri tann stuðul hon hevur verið manninum sum hon mangan mátti sakna vegna stóra arbeiðspressið, ið lá á honum. Vit vísa á grein á síðu 2 í blaðnum í dag. Kanningin av Lopransgassinum í Týsklandi liðug! Enn óvist um talan er um log við olju Nú verður alt prentað í bók Tað er framvegis ógreitt, antin gassið úr boriholi- num í Lopra stavar frá oljuførandi legum ella ikki. Gassið varð fyrst kann- að í Danmark og vegna tess at teir ikki høvdu ta rettu útgerðina, varð gassið sent til kanningar í Hannover í Vesturtýsk- landi. Nú verður so úrslitið kannað nærri og ætlanin „Var eg ein rúmdar- maður. soll Í hesi rúmdarmannatíð er kanska onki at siga til, at onkur hevur fingið hetta hugskotið. Soleiðis var standmyndin í Sparikassagarðinum allan leygardagin. Onkur hevur um náttina sett kúpuna av einum ljósa- steyranum í gongugetuna á kúpuna á standmyndar- manninum. er at alt arbeiðið viðvíkj- andi boringunum í Vest- manna og Lopra, skla koma út í bók seinni i år Men vit fáa upplýst nú, at kanningarnar geva okk- um ikki svar uppá, hvað- ani gassið kemur. Antin tað er frá oljuferandi leg um, ella tað er mýrugass jan C-HM lokið Feroyar nr. ellivu av tólv Lesið ítróttin inni í blaðnum