Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tá okkurt av bleðunum um ársskiftið gjørdi nógv burturúr tí at Tórfinn hevði lagt frá sær sum virkisleiðari og blaðstjóri á Sosialinum, var hetta einki nýtt. Tað vóru mánaðir síðani Tórfinn Smith boðaði frá, at hann vildi leggja blað- stjórastarvið frá sær, meðan vit hevdu vónað, at hann fór at halda fram í starvinum sum virkisleið- ari. Fram til fyri einum ári síðani rekti Tórfinn eisini starvið sum skrivari í Javnaðarflokkinum. Men umsteðurnar gjørdu, at hann burturav vildi taka seg burturúr hesum arbeiði. Og nú er hann givin, bæði sum blaðstjóri og sum dagligi arin Hóast Tórfinn Smith enn er ungur og maður í bestu árum, hevur hann, nú hann hevur lagt starvið á Sosialinum frá sær, longu, bert 37 ára gamal, sýnt at dugur er í mann- inum; hann var rættiliga ungur, tá hann kendi, hvat tað var at hava ábyrgdina av einum politiskum floks- blaði og síðani at hava ábyrgdina av einum fitt- liga stórum virki, sum tað virkið er vorðið, sum Tór- finn bygdi upp. Í unglingaárunum var Tórfinn formaðu ri SU, ein av íbirtarunum og somu- leiðis eisini av blaði ung- mannafelagsins, Bergmál. Tórfinn Smith gjerdist blaðstjóri á Sosialinum fyrstu ferð í 1968, tá Villi Serensen, sáli og Jákup Lindenskov í november 1968 fóru í landsstýri. Blaðstjórastarvið rekti hann frammihjá mestsum ólent, samstundis sum hann starvaðist á Veður- steðini í Havn, Metro- logisk Institut. Tórfinn var tá 22 ára gamal og hjá so ungum manni var tað ikki sum at siga tað, at taka við blað- stjóraábyrgd við tí, sum hekk uppi í. Hann skuldi skriva poli- tiskt tilfar — og standa til svars fyri nógvum av tí, sum kemur í eitt politiskt blað. Tær skolurnar, hann mátti standa undir, vóru viðhvert lítið tespiligar. Men tað var í 1977, at virkisleið- flokkurin aftur hevði boð eftir Tórfinni. Tá star- vaðist hann á post- húsinum í Havn. Hann hevði sýnt dugna- skap sum fyriskipari. Hevði luttikið á skeiðum innan arbeiðararersluna, verið á arbeiðaraháskúl- anum í Esbjerg og sum heild nomið kunnleika um javnaðarrersluna, so sum honer bygd upp og virkar í Norðurlondum. Vit kenna hann, sum ein av okkara fáu við góðum organisa- sjónsevnum, áræði og vilja til at taka tey neyðugu tekini Fyrikomandi er hann, barngóður. Hóast Sosialurin mong ár var skrivaður og fingin frá hondini við stuðli, sum kundi fåast frá partafólki, skrivaður av politikarum og eðrum sum vóru góð við blaðið og brunnu fyri hugsjónum javnaðarrersl- unar, so gekk tað ikki at fáa blaðið nóg nógv út millum manna, um boðskapur javnaðarrersl- unar skuldi muna. Vit máttu fylgja við eisini á tí tekniska fram- takinum. Og her vóru vit fyri tí lagnu, fyrst at okkara Poul Karbech Mouritsen, prentsmiðju- meistari sáli á Heygs- breyt, gjerdist so heilsu- brekaður, at hann legði frá sær. Tá — síðst í 60unum — keypti Javnaðarflokkurin prentsmiðjuna, sum hon stóð. Vit hevdu tá Tummas Jensen, prentara sála, ætt- aður úr Fuglafirði, Tommy nevndur og Sámal Olsen, ættaður úr Selda- firði, hann lærdi hjá Kar- bech og helt síðan fram sum prentari. Tá var tann aldargamla flat-trykkpressan álitið. Men hon fekk tá skjótt sín deyðadóm. Tað var sum um hon ikki orkaði at liva tá Karbech og Tommy vóru farnir. Nýggja tíðin kravdi sítt — og ein penan dag var dunið av prentsmiðjuni á Heygsbreyt reiðiliga horv- ið; tá eitt ark fór gjøgnum pressuna — tað var hvert einsæris ført fram við hond — dundi í, so húsini skulvu og tyktust reiðiliga at ristast í grund. Tá so Tommy gjerdist tíðindablaðið sjúkur og eisini mátti leggja frá sær og Sámal stóð einsamallur eftir, var tað sín sek at fáa nýtt fólk til tann gamla meistsum útslitna teknikkin. Teir, sum hevdu livað saman við tí gamla og við brek- unum uppii, vóru burturi. Men setimaskinan var komin undir somu lagnu. Var farin at skikka sær heilt illa. Rímuliga saknaði hon og syrgdi Karbech — og nú Tommy eisini mátti leggja frá sær, sveik dirvið reiðiliga. Hvussu Sámal so trampaði og bardi, hon vildi bara ikki akta — og endin var so, at flattrykk- pressan, sum hevði å- skriftina Kristiania, úr fyrru eld, saman við seti- maskinuni, fóru verðsins gongd, til umstoypingar hjá Absalon Eysturoy — og hava síðani gjørt nytt" uppaftur í eðrum líki til framhaldandi samfelags- gagn Tað var undir hesum um- steðum Tórfinn Smith var biðin um at átaka sær leiðsluna av Sosialinum og prentsmiðjuni á Heygs- breyt, sum tó var vorðin heldur betur fyri, tí nú hevdu vit ístaðin fingið eina SOLNA offsett, men steðugt flattrykkpressu. Men hetta var tó eitt tekn- iskt framtak, sum gav okkum ikki heilt smáar trupulleikar, tí tann nýggi teknikkurin sýntist ikki at vera elskaður av prent- fólkum. Tað gekk ikki so long tíð, eftir at Tórfinn var komin aftur, til vit máttu sanna, at hentast var at snara lykilin um á Heygs- breyt. Prentarbeiði var nú gjørt á Dimmalætting og síðani hildu vit til í hús- unum hjá Dia í Funnings- stovu, niðri í Sjúrðargetu, til flutt var út á Argjar í nýggju blaðhúsini. Á øllum hesum ymsu stigum hevur tað verið av- gerandi, at vit høvdu Tór- finn. Hann var altíð íbirtarin, tók spurningarnar upp, truplar sum aðrar, til loysnin var funnin. Eyðvitað gjerdist ikki stórt uttan neyðugan pening. Broytingarnar og nyileggingar kravdu sítt — og Tórfinn var aftur tann sum fyriskipaði, sc eisini hesin neyðugi lutur var fingin. Endaúrslitið gjørdist so at blaðhúsini á Argjum vórðu veruleiki. Eingin, sum ikki hevur fylgt við í ollum lykkjum á tílíkari umlegging, veit hvussu nógv er lagt í av krevjandi mátti og ný- skapanarevnum. Men úrslitið var so eisini glasiligt burturav. Vit kunnu vátta, at tað grundarbei*i Tórfinn legði fyri ein dag gjerdist eina- standandi. Men eisini at hetta var tungarbeiði burturav. Tá húsini á Argjum vóru somikið liðug at farast kundi undir dagliga yrki og fyrsta blaðið varð prentað á Argjum 5. mars 1982, mátti sannast at hetta var stórur dagur, í seguni hjá flokkinum og blaðnum burturav. Men samstundis komu uppgáv- urnar, sum dagliga skuldu loysast. Starvsfólkatalið var nú vaksið, nú eru heili 15 fólk til at gera blaðið og fáa tað frá hondini frá tí stavurin verður settur á pappírið til blaðið liggur á post- húsinum ella í selubúðini. Í ellum lykkjum stóð Tórfinn fyri tilrættarlegg- ingini; at blaðið rakk so langt, at vit í dag hava eitt blað, prýðiligt og tilfars- liga gott og samstundis kunnu boða frá, at blaðið hevur stórstu útbreiðsl- una millum blød í Før- oyum, tá vit taka almenna lýsingarblaðið Dimma- lætting frá, so er hetta eitt úrslit, sum vit neyvan hevdu rokkið uttan ein Tórfinn — og í hesum feri Tórfinn Smith. Tá vit skulu siga onkrum farvæl, so er vanligt at ynskja alt gott, happa- drúgva framtíð — og góðan byr. Eg má viðganga, at vit kenna okkum alt annað enn ósekar í tí, at Tórfinn kendi seg ovbyrjaðan. Floksskrivari var hann, blaðstjóri, fyritaksstjóri — ja í mongum feri eisini politiskur sálarlekjari. Byrða, sum var legd á herðar hansara nátt sum dag. Men eðrvísi kundi tað ikki vera, tað var hann, sum mátti taka ímóti teim ofta ótakksomu skol- unum, sum aloftast øll uttan sjálvur Tórfinn var upphavið til. Men hann gramdi seg ikki um tað. Ikki vóru tað bert tey viðhvert injurerandi les- arainnleggini, sum so kanska gjørdust drúgt sakarmál, ella ein óhevisk telefonsamreða, helst frá partafólkum,sum lá eftiri á honum einsamellum. Tað er takkarlenin blað- stjórin mangan fær. Men hugsi eisini um tey mongu kveldini, út á næturnar, tá Tórfinn mestsum setti húsfriðin í vanda fyri at tæna sínum starvi og flokkinum. Viðhvert uttan at geva tí nógmikið gætur, at eisini ein blaðstjóri átti rættin til hvíld og fríletur. Tað kann sjálvsagt vera so mangt, ið gjerdi, at hann nú valdi at fara til annað minni altkrevjandi arbeiði, enn tað at vera blaðstjóri og fyritaks- stjóri á Sosialinum. Tí tað er prógvað, at tå er eitt sera ótakksamt starv. Men tað sum Tórfinn nú skal síggja frá eðrum vinkli, nú hann sleppur undan dagligu fíggjar- purningunum og at skula húsast saman við prent- arum og blaðfólki. Ja, man tað ikki vera nakað sum tað at kunna leggja seg úti á víðaveingi ein fagran silvitnisdag, langt burturi á heiði, uppi millum fjalla — har fugl- arnir syngja eitt heilt annað lag! At vera floksskrivari, blaðstjóri og dagligur virkisleiðari — alt í einum — var ov mikið kravt. Men tú skalt so hava hesa heilsuna. Vit vænta at tú fram- vegis verður flokki tínum sum blaði góður í orðum. Eg veit at vit hava brúk fyri evnum tínum. Heilsan Jákup