hósdagur 10. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 194 - 10. oktober 2002
Nr. 194 - 10. oktober 2002
3
9. oktober 2002 varð
hildin sum altjóða
tannarøktaradagur
kring allan heim
TANNARØKT
Tíðindaskriv
Hetta er ein dagur, har
fokus verður sett á fyri-
byrgjandi
tannarøkt
og
tannheilsu.
Í Føroyum eru umleið 20,
sum hava tikið útbúgving
sum tannarøktarar, harav
15 í dag eru í vinnu innan
fakið.
Tannarøktari
- hvat er tað?
Tannarøktararnir eru ein
sjálvstøðugur bólkur innan
tannheilsuarbeiðið. Høv-
uðsuppgávan er fyribyrgj-
andi tannarøkt, bæði hjá
børnum, vaksnum og goml-
um fólki. Arbeiðsøkið hjá
tannarøktarunum er frálæra
um tannarøkt á skúlatanna-
læknastovum,
frálæra,
kanning og viðgerð, so sum
tannreinsing, á privatum
tannlæknastovum, undir-
vísing av starvsfólki innan
heilsuøkið um munn- og
tannarøkt, og undirvísing í
fólkaskúlanum.
Teir fyrstu tannarøktarar-
nir komu til Føroya mið-
skeiðis í 1970’unum, og
síðan hevur tørvurin á
tannarøktarum verið støð-
ugt vaksandi, bæði innan
almennu barnatannrøktina
og privatu tannlæknastov-
urnar. Í løtuni er ongin
tannarøktari arbeiðsleysur í
Føroyum.
Í 1999 kom lóg í gildi,
sum heimilar tannarøktar-
um at arbeiða sjálvstøðugt í
egnari røktarastovu, men
enn er ongin, sum hevur
gjørt brúk av hesum møgu-
leika.
Ein tann týdningarmesti
tátturin hjá tannarøktarun-
um, er at arbeiða við fyri-
byrgjandi tiltøkum. Før-
oysku
tannarøktararnir
hava millum annað eitt gott
samstarv við Mjólkarvirkið
Búnaðarmanna á hesum
øki.
Seinasta átakið í hesum
samstarvinum var ein áheit-
an á mjólkapakkunum, sum
skuldi fáa børn og ung at
drekka meira mjólk.
Eydnan á Oyrarbakka
verður karmur um
næstseinasta undan-
umfarið í Nosabarna-
prix 2002
NÓSABARNAPRIX
Tíðindaskriv
Leygardagin tann 12. okto-
ber verður aftur eitt innleið-
andi umfar í »Nósabarna-
prix 2002«.
Tað eru børnini í Norður-
streymoy, sum nú skulu á
pallin, og er tað eisini full-
teknað hesaferð.
Tiltakið verður í Eydnuni
á Oyrarbakka og byrjar kl
19.
Tá hetta umfarið er lið-
ugt, er bert eitt umfar eftir
til finaluna, sum verður á
Kambsdali 9. november.
Tey, sum longu eru komin
víðari fara í upptøkustudio
at byrja upptøkurnar til
fløguna, sum kemur út tann
12. november.
Fløgan verður givin út í
samstarvi
við
høvuðs-
stuðulin, Føroya Banka, og
3’aran í SMS. Í hesum
sambandi verður stórt tiltak
á torginum í SMS sama dag
sum fløgan kemur á markn-
aðinum.
Allir luttakarar fara at
upptraðka og signera fløg-
ur, og okkurt annað spenn-
andi verður eisini á skránni,
siga fyrireikararnir.
Altjóða tannrøktaradagur
Tað kom eitt sindur dátt
við, tá ið eg frætti, at Jan-
us á Toft var farin. Tá ið
eg hevði summað meg
eitt sindur, komu minni
fram fyri meg. Mær rann
í huga, hvussu stóra
ávirkan hesin dalbingur
hevur havt á meg, uttan at
eg havi hugsað um tað.
Gekk man sum smá-
drongur og keddi seg,
kundi ein altíð fara inn til
Janus. Møttust vit í
skúlatúninum, kundi ein
altíð spyrja hann um
veðrið. Tað gjørdi eg ikki
við onnur vaksin. Aldri
veit eg um, at hann hvesti
eftir okkum smádreingj-
um. Altíð hetta seigliga
ja, ja, jú, útnyrðingurin
plagar at vera góður. So
spældu vit aftur, glaðir
um, at dagurin fór at
halda sær.
Sum ungur, tá ið eg fór
at teljast millum teir, ið
kundu gera nyttu, hevði
Janus eisini sín leiklut í
gerandisdegnum. »Far og
hjálp Janusi við olju-
tunnunum, tak flaggið
niður fyri hann, sig
honum, at dansurin ella
møti byrjar« o.s.fr. Altíð
fór ein fegin avstað, tí
ofta var hansara litfagri
verumáti
orsøkin
til
mangan stuttleika.
Saknur verður í honum
í kirkjuni, hansara frálíku
rødd. Eg síggi hann fyri
mær á triðju brík inni við
veggin.
Eg kom at hugsa um
orðini »Maður legst lík,
men
ei
doyr
minni
mans«.
Janus fer at liva mær í
minni sum nakað gott.
Hann hevur strítt sítt stríð
í Gudrøknum tolni. Ikki
hevur tað altíð verið lætt.
Kaldar
vetrarmorgnar,
ringur av gikt, tó altíð við
einum
tíðindafróðum
verumáta, um tú møtti
honum.
Friður veri við minni-
num um Janus á Toft.
Jónleif
FAKFELAG
Tíðindaskriv
Búskapar- og Løgfrøð-
ingafelagið hevur havt
aðalfund, og nýggj nevnd
varð vald. Í henni sita
Bergur Berg (fráfarandi
formaður), Hans Ellef-
sen, Hilmar Høgenni og
Niels Winther, sum halda
áfram í nevndini og Atli
Leo og Esther Dahl, sum
eru nývald.
Úr nevndini eru farin
Johnhard Klettheyggj og
Kristina Samuelsen.
Nevndin hevur nú skip-
að seg við Niels Winther
sum
formanni,
Hans
Ellefsen sum kassameist-
ara og Esther Dahl sum
nevndarskrivara.
Í Føroyum eru 15 tannarøkt-
arar, sum starvast bæði á
skúlatannlæknastovum og
saman við privatpraktiser-
andi tannlæknum. 12 av
teimum eru savnaðar á
myndini.
Niels Winther
formaður hjá búskapar-
og løgfrøðingunum
Til minnis
um Janus á Toft
Barnaprix á Oyrarbakka leygardagin
ST-AÐALFUNDUR
Eirikur Lindenskov
Fríggjadagin fer Jógvan við
Keldu,
løgtingsmaður
Fólkafloksins, til New York
á aðalfund hjá ST. Seinasta
mánaðin hevur Katrin Dahl
Jakobsen, tingkvinna Javn-
aðarfloksins umboðað Før-
oyar í new York
Føroyskir tinglimir hava
tveir sessir í donsku sendi-
nevndini í sambandi við
aðalfundin hjá ST í New
York.
Meðan Jógvan við Keldu
verður í New York, røkir
Rúna Sivertsen í Klaksvík
tingarbeiði sum varðating-
kvinna hjá Fólkaflokkinum
í Norðoyggjum.
Jógvan við Keldu verður
burturstaddur í ein mánað.
Jógvan við Keldu á ST aðalfund
Komandi mánaðin skal
Jógvan við Keldu umboða
løgtingið á ST aðalfundinum
í New York. Seinasta
mánaðin hevur Katrin Dahl
Jakobsen verið á
aðalfundinum
Fyrrapartin í gjár lat
nýggja matarøkið í
SMS um. Nógv fólk,
mest ung, vóru komin
niðan at síggja og
royna nýggju
matarstøðini
MATSTØÐ
Ingrid Bjarnastein
Jan Christiansen, borgar-
stjóri, fekk æruna at klippa
tað reyða, hvíta og bláa
bandið inn til ávíkavist
Perluna, Sunset Boulevard
og Perluna.
Ein rúgva av fólki var
komið saman uppi í SMS
fyrrapartin í gjár, miku-
dagin, tá nýggju matar-
støðini hjá SMS lótu upp.
Seinastu tíðina hevur onki
rættiligt matarstað verið í
sølumiðstøðini, men í gjár
fingu kundarnir ikki minni
enn trý matarstøð at velja
ímillum.
Skúlarnir hava helst verið
tómligir henda morgunin, tí
flestu fólkini, ið vóru
komin saman, vóru ung.
Skjót tænasta
Tey trý matarstøðini standa
øll lið um lið. Tað er lagt
upp til góða og skjóta
tænastu, so bíðitíðin verður
so stutt sum møguligt. Eis-
ini eru nógv góð sitipláss til
allar teir ymsu kundarnar.
Nýggir reyðir, bleytir
stólar eru settir upp, og
minnir hetta ikki sørt um
sølumiðstøðirnar í útlond-
unum nú.
Nýggju matarstøðini eru
liður í fyrsta um- og út-
byggingarstigið hjá SMS.
Týðiligt var, hvat var best
umtókt. Røðin í Burger
King, var nógv tann longst,
men eisini í Sunset Boule-
vard høvdu tey úr at gera.
Nýggi roykipolitikkurin í
SMS er eisini í nýggju
matarstøðunum. Bert eitt
lítið pláss er sett av til
roykjararnar, so nú eru
ikki-roykjararnir veruliga
við yvirlutan.
Burger King, Sunset Boulevard og Perlan latið upp:
Kapprenning um at gerast fyrstur
Teir báðir, Magnus, 16, og Erik, 14, vóru fyrstu kundarnir tá Burger King læt upp deild í SMS
Mynd: Jens Kr. Vang
Niels Mortensen, stjóri í
SMS, og Jan Christiansen,
borgarstjóri, í nýggju Burger
King matstovuni í SMS
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2